Jólatræið tendrað

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 måneder ago
Updated 2023/11/25 at 10:47 PM

Í góðveðrinum seinnapartin varð jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað.

Nógv er gjørt burturúr jólunum í miðbýnum við trøum ljósi og hugna.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu sínari á, at kommunan ger nógv burtur úr í hesi myrku tíð.

– Lágt stendur sólin og tíðliga skýmir hesa ársins tíð. Men ljósini á Vaglinum gera tað hugnaligari og fjálgari. Tí í øllum myrkrinum er umráðandi við ljósi. Tí gera vit í Tórshavnar kommunu nógv burturúr jólunum við ljósum og trøum, segði borgarstjórin í røðu sínari.

Aftur í ár er tað Reykjavík, ið hevur latið jólatræið á Vaglinum. Dagur Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík, helt eisini røðu á Vaglinum í dag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði fyri gávuna úr Íslandi, og segði, at føroyingar hugsað um íslendarar, nú neyðugt hevur verið at flyta fólk úr Grindavík, tí vandi er fyri gosi.

Steintóra Erhardsdóttir, greiddi frá týdninginum, ið jólini hava.

Heðin Mortensen takkaði eisini starvsfólkum hjá Tórshavnar kommunu, handverkarum, ið hava gjørt prýði runt ánna, og Visit Tórshavn fyri at hava prýtt miðbýin.

Stóra løtan hjá børnunum var sjálvandi, tá jólmennirnir komu við bilum hjá sløkkiliðnum at tendra træið.

Kelda & myndir: torshavn.fo

Share this Article