Støðug framgongd og inntøkuvøkstur eyðkennir okkara kommunu. Tað er hugaligt at staðfesta at inntøkurnar fyri 2023 aftur seta met og tí kunnu vit við góðum treystið fara inn í nýggja árið.
Vit hava nú ein sera nógv útbygdan bý. Eitt nýtt mentunarhús eitt útbygt stadionøkið, við rennibreyt ið fyri kortum er tikin í nýtslu. Vit hava eina svimjihøll við fantastiskum vælveru økið. Húsarhaldsskúlin verður klárur at taka í nýtslu um nakrar mánaðir. Á listanum hjá mær er ein komandi fimleikahøll og eitt spæliland, ið er ein rørsluhøll til tey smærru børnini fyri at betra teirra motorisku evnir, og sum verður sagt at verða sera týðandi í menningini hjá barninum. Bæði spæliland og fimleikahøll verða staðsett á stadionøkinum. Tað er eisini eitt ynski at vit fara ígongd við at gera eitt maritimt savn í Klaksvík í kan lýsa okkara sjóvinnu og eisini ruma søguna hjá okkara stóru vinnufyritøkum
Á Borðoyarvík er farin fram ein stór útbygging, ið fer at geva okkara vinnufyritøkum munandi betri karmar at virka undir. Ætlanin er eisini at fara ígongd við seinru útstykkingina í økinum. Í Norðhavnini fara eisini útbyggingar at verða gjørdar komandi árini.
Vit settu veruliga ferð á býarplanleggjan og tað er at fegnast um at byggifyritøkurnar og borgararnir tikið val ímóti hesum, so tað i dag og tey komandi eitt til tvey árini eru og verða bygdar einar 300 íbúðir. Hetta er stórstað nýbrot í nýggjari tíð hjá okkara kommunu. Tað er mín vón, at útstykkingar, bæði á vestara og eystara armi, fara at halda áfram so fólk ið ynskja at búseta seg í okkara kommunu hava góðar møguleikar at seta búgv. Eg vóni eisini at land og kommunur og tað privat í komandi árið, saman kunnu fara undir alternativa íbúðarbygging. Hetta er alneyðugt og mugu vit fáa loyst hetta so íbúðarneyðin verður loyst sum skjótast. Sær út til at politiska skipanin loksins er farin undir hetta sum eg í fleiri ár hava víst á.
Vit kunnu menna okkara kommunu á øllum økjum, mentan, vinna og ítróttur fylgjast í okkara kommunu.
Eg vóni eisini at vit fáa eina strandpromonatu komandi árini. A maritima økinum fara vit at gera hús til bátafelagið og sølutorg og umstøður til siglandi ferðafólk.
Vit kunnu menna miðbýin enn meira og er upplagt at leggja partar av handilsøkinum, har sum skoytibreytin er, undir glas og gera ein hava har og sum kann nýtast alt árið. Vit hava orkukeldur so vit kunnu fáa hetta til eina oasu fyri borgarar og ferðandi. Bert hugflogið setur mørk fyri hvussu vit kunnu menna okkara kommunu.
Tað er at vóna at vinna og borgarar komandi árini eisini forvinna so nógv at góða gongdin kann halda áfram. Komandi árini hevur kommunan ein íløgukarm uppá 30 til 40 mió. kr um árið.
Tað eru avbjóðingar innan almennu umsitingina og kunnu vit fáa eitt nógv meira samanhángandi land, um fleiri almennir stovnar verða lagdir kring alt landið og harvið eisini betra raksturin hjá kommununum. Á fiskivinnuøkinum mugu vit fáa nógv betri samanspæl millum vinnuna og landsins mynduleikar og havfrøðingarnar í høvuðsstaðnum. Støðan sum nú er, er ótolandi og niðurlager hetta alsmant fiskivinnuna undir Føroyum, og er tað ein kollusalur inntøkumissir fyri land og fólk.
Á vinnuøkinum kunnu vit samstarva við Runavíkar kommunu og Fuglafjarðar kommunu og Eystur kommunu, um vit í felag arbeiða við at menna eitt samskipa havnaforum og har vit deila inntøkurnar, so kann Runavíkar Havn gerast miðdepil fyri allan flutning í økinum og hesar kommunur kunnu fáa lut í vørugjaldingum og møguliga part av havnagjaldinum. Hetta kann møguliga geva Norður- Eysturøkinum millióna inntøkur.
Støðan í heiminum er ótrygg, men tað er at vóna at viðurskiftini fara at stabilisera seg í 2024.
Eg vil at enda ynskja øllum eini Gleðilig jól og eitt av Harranum Signa Nýggjár.
Óli M. Lassen býráðslimur