Home Author
Author

Lagt út ÓML

29 oktobur helt Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum 90 ára dag. Borgarstjórin hugleiddi um hetta at vegir, brýr og bygningar ikki í sjálvum sær skapa býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðist um at síggja so mong kend andlit í salinum í gjár, og tað frøddi hann almikið, at tit stórmøtið varð hildið við hornorkestrinum í hopla, so at øll sluppu at hoyra fleiri av góðu og gomlu stríðssangunum og marsjunum. Tí einki vekir minnini sum akkurát tað.

– Eg minnist sum smádrongur og unglingi, at Frelsunarherurin altíð var mitt í okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur dró okkum innar á ungdómsmøti og til onnur tiltøk.

– Eg minnist eisini at hava verið við lastbili á útferðum við Frelsunarherinum – øll hesi minni eru merkt av tí lætta og sosiala, sum Frelsunnarherurin umboðaði. Øll vóru glað og positiv. Gjøgnum allan uppvøksturin og alt mítt vaksna lív hevur Frelsunnarherurin verið ein føst býarmynd á Ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk.

– Fyri meg sum smádrong var kenslan av at vera niðri í býnum til høgtíðir, stevnur og vanlig vikuskifti óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins. Frelsunarherurin hoyrdi til.

– Ungdómsarbeiðið, skótarnir og sálarhitin ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin “Breiðið krossins merki út” oman á Vaglið. Ja, tá kendi ein seg upplyftan og mann kendi seg sum part av hægri eind.

a group of people in a boat

Frelsunarherurin á útferð í 1934

– “…Takið við øll ljóðføri, alt verður vígt Harranum, og út frá hesum skal ljóða undurfullur tónleikur til Guds æru.” Soleiðis stóð í málgagninum hjá Frelsunarherinum í Onglandi í 1878, stendur í bókini “Breiði Krossins Merkið út”, sum Njál skrivaði um Frelsunarherin.

– Og tað hava tit tikið til tykkara, at breiða Krossins Merkið út. Við ljóðførum og orðum stríðast tit sum ein herur fyri Guðs orði. Tað hava tit gjørt í 90 ár. Og tað hava tit gjørt væl.

– So mong okkara hava upplivað og ruddiliga staðfest, at hjá Frelsunarherinum lekur ikki millum teori og praksis, tí her eru teori og praksis so óloysiliga knýtt saman: Frelsunarherurin boðar ikki bara gleðiboðskapin, men livir hann í praksis, persónliga og sosialt.

– Frelsunarherurin hevur leitað sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu, og heilt uttan at gera mannamun grundað alt sítt virki á, at øll menniskju eru skapt av Gudi og tí hava friðhalgað virði. Tí hava tey boðið høgum sum lágum ‘suppu, sápu og sálarbót’, sum tikið verður til.

– Frelsunarherurin sær einstaka menniskjað sum eina heild, við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, sum hongur saman, og tí hevur Frelsunarherurin frá byrjan javnsett kristniboðan og næstrakærleika, sum tvær síður av somu søk.

– Við hesum í huga staðfesta vit, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum.

Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita og tann nakni verður ílatin. Tann einsami fær vinir og umsorgan. Tí svong og niðurgjørd menniskju makta illa at taka ímóti tí góða boðskapinum.

– Vit kenna tað so væl, flestu okkara hava helst persónliga kent onkran í býnum, hvørs lagna er vend 180 stig, eftir at viðkomandi hevur kent á sín egna kropp, hvussu verulig umsorgan og livandi kristindómur virkar í praksis.

– Hetta er samstundis best hugsandi lærdómur fyri okkum sum politikkarar – hetta at vegir, brýr og bygningar ikki í sjálvum sær skapa býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum.

a group of people playing instruments

– Frelsunnarherurin byrjaði samstundis sítt virki móti bæði sosialum órættvísi og andaligum fátækradømi.

– Nógvastaðni gjørdist Frelsunnarherurin permanenta ringa samvitskan hjá teimum ráðandi – og í roynd og veru hevði kanska tann besta gávan, vit kundu givið teimum verið, at vit politikarar tóku okkum saman, at samfelagið tók størri ábyrgd, so Frelsunarherurin hevði færri avbjóðingar at arbeiða við næsta ár.

– Í einari gamlari mentan eru 90 ár ungur aldur. Men tit hava megnað tað. Tit eru vorðin ein umráðandi partur av føroysku mentanini.

– Ja, tit eru ein so stórur partur av føroysku mentanini, at tað er ongin Ólavsøka uttan Frelsunarherin. Tí, sum tað verður sagt í einum av nýggjaru Ólavssøku-sangunum:  – “Sig mær hvat ein Ólavssøka er, uttan bum-bumme-lum frá Frelsensher.”

– Eg hoyrdi Finngerð greiða frá í útvarpinum í vikuni, at onkrar stuttligar upplivingar hava verið á Ólavsøku. Tá lagið er gott á ungum áhoyrarum koma tey uppí skrúðgonguna, og royna at leggja tykkum lag á við at trýsta á knøttarnar á ljóðførinum hjá tykkum.

– Men eisini tað taka tit við einum brosi og bjóða teimum ungu inn til ein drekkamunn.

– Eg skilji, at hóast høga aldurin, so hevur føðingardagsbarnið tað gott. 16 fólk spæla við orkestrinum, og tit eru rættuliga aktiv.

– Eg fari býráðsins og egna vegna at veita tykkum eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra innsats á bæði sosiala og andaliga økinum.

– Víst hevur og víst fer kommunan at stuðla sosiala virksemi tykkara, men Frelsunnarherurin hevur á so mangan hátt givið okkum fleirfalt aftur tað, vit hava stuðlað við. Stóra tøkk hava tit øll uppiborið fyri tað.

– Eg fari at takka tykkum fyri at seta ein serstakan dám á Havnina. Tit gleða børn og vaksin. Tit gleða havnafólk, men eisini øll onnur. Tað hava tit gjørt í 90 ár. Tit eru ein av ímynd av Havnini.

– Takk fyri tykkara tónar í 90 ár. Vit gleða okkum at hoyra meira frá tykkum. Takk fyri øll somul, og hjartaliga tillukku við degnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

a group of people posing for a photo with instruments

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Býráðið hevur nú seinnapartin samtykt at játta eina miljón krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlan at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir.

Núverandi útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki skuldi upprunaliga fevna um eitt øki uppá umleið 163.000 fermetrar. Útbyggingarætlanin varð tó tillagað og minkað niður í 95.000 fermetrar.

Nýggja havnaøkið minkaði við hesi tillaging sostatt umleið 68.000 fermetrar í mun til upprunaligu ætlanina, og tað minkar sostatt eisini um nyttuna og møguleikarnar at skipa havnaøkið nøktandi í mun tey krøv og ynski, sum eru og verða til farmaflutning og uttanlandssigling.

Ein onnur avleiðing av hesi broyting var eisini, at ætlanin at gera nýggian til- og frákoyringarveg millum havnalagið og ringvegin ikki kundi fremjast.

Havnarmeistarin mælti nú til at játta eina miljón krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlanini «Skansabryggjan – útbygging norðureftir», fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2023, og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.

Havnanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, og ein meiriluti í fíggjarnevndini tók 18. oktober 2023 undir við havnanevndini at beina málið í býráðið.

Málið kom fyri á býráðsfundi í dag og varð samtykt.

a beach with a body of water and buildings

water

a road next to a body of water with buildings along it

a city next to a body of water

a body of water with boats in it and buildings in the back

Kelda & myndir (skitsir):torshavn.fo 26 okt. 2023

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Missa vit yvir eina milliard krónur ?

Nú russar ætla at boykotta innflutning av føroyskum uppsjóvarfiski, kann hetta saman við havna stongsli, raka Føroyar meint. Hesi tiltøk kunnu eisini raka fátøk menniskju í Afrika, sera meint og er hetta eisini beint mótið ST áheitanum, um ikki at blanda matvøruframleiðslu, tað verið seg korn ella fisk uppí sanktiónir mótið russum. Tað sær út til at sosialistisku flokkarnir, saman við framsøkn ætla at køva føroyska framleiðslubúskapin, og sum fyri tað mesta liggur uttanfyri havnina

Russiska tíðindatænastan TASS sigur, at útflutning úr Føroyum í 2022 var einans 71.500 tons og er hetta eitt fall uppá góð 50% frá 2018, tá var talan um ein útflutning uppá 144´000 tons.

Somuleiðis skrivar TASS, at danskir miðlar bóru tíðindir um, at russar fáa forboð fyri at viðlíkahalda teirra skip á føroyskum skipasmiðjum. Bara viðlíkahaldsarbeiði, proviantering og bunkring gerð, sambært kendum vinnulívsmanni í høvuðsstaðnum, at vit missa umleið 700 milliónir krónur í umsetning á landi. 

Um vit ikki kunnu finna nýggjar marknaðir fyri okkara útflutning av uppsjóðarvørum, so rakar hetta manningar og framleiðslu á landi meint. Her fara vit at missa 100´ tals milliónir í útflutningsvirðið.  Tí kennist tað løgið, at man politiskt letur standa til. Vit sum land hava hall á fíggjarlógini og hava vit eisini strukturuelt hall uppá fleir 100´tals milliónir, tí undrar tað almikið at politikara og verkamannaflokkurin ætlar at niðurlaga búskapin við langt omanfyri einari milliard krónum. Arbeiðarin og sjómaðurin hava trong kor hjá verkamannaflokkinum.  

Eg havi valt at seta nøkur brot úr eini grein her á Norðlýsinum sum Pól Huus Sólstein, Stjóri skrivar. Hann  hevur selt uppisjóðarfisk í mong ár og kennir hendan marknaðin út og inn.

Um svartkjaftin sigur hann: “tað verður eitt tap; bæði við tað at vit megna ikki at skapa sama virði sum Russar burturúr tíð tilfeinginum, og tær vørurnar sum vit skulu framleiða, ikki sleppa til Russland. Veit ikki heilt, men kostnaðurin fyri onki Barentshav, er í minsta lagið 100 mió kr.  Pól Huus Sólstein, Stjóri

Føroyingar fiska á leið 100.000 tons árliga av Sild. Sildin verður seld til ymsar marknaðir, men serliga er Russiski marknaðurin týðandi fyri hesa vørur. Serliga tá tað snýr seg um flak. Sjálvandi eru tað marknaðir uttanfyri Russland, sum eftirspyrja sild og sildafløk, so sum Polen, Ukraina, Egyptaland, Nigeria v.m. Men tá nú Russland hevur keypt bróðurpartin av sildini, so skal hendan nøgdin seljast aðrar vegir her metir hann at vit missa á leið 150-200 mió kr, tí vit fáa minni fyri vøruna enn tá vit selja til Russlands. Pól Huus Sólstein, Stjóri

Føroyar hava seinastu árini fiska áleið 120.000 tons av makreli. Her er søgan tann sama. Ein stórur partur av makrelinum, sum er framleiddur á landi í Føroyum, fer til tann Russiska Marknaðin. um vit ikki kunnu selja til Russland, so eru møguleikar í Egyptalandi, Nigeria og Kina. Tá tosað vit eisini um ein heilt annan prís. Her metir hann at vit missa vit umleið 240 mió kr. Pól Huus Sólstein, Stjóri

Frá útflutningi til heimamarknaðin

Sambært Tass, so siga russiskir myndugleikar, at minkandi innflutningur úr Føroyum ikki er nakar trupulleiki, tí tey bara kunnu exportera minni og nýta meira av egnum fiskatilfeingi í innlendis framleiðsluni og harvið hava nokk av fiskavørum til heimamarknaðin.  Hetta viðførir so, at afrikanski marknaðurin sum russar hava uppbygt fer at mangla fleiri 10.000 tons av svartkjafti, sild og makreli og fer hetta at føra til eina enn meira kritiska støðu hjá afrikanska fólkinum. ST hevur ferð eftir ferð sagt at vit ikki skulu nýta matvørur sum “sanktións” vápn móti Russlandi. Tí hetta rakar tey veikastu í verðini.

Førdi politikkurin í Føroyum kann føra til at vit kunnu missa inntøkur fyri meira enn eina milliard krónur og samstundis vita vit ikki hvat støðan hjá Russlandi er til okkara fiskivinnusamstarv.

So alt í alt kann førdi politikkurin føra til týðandi ávirkan á okkara búskap og raka fiskimenn og arbeiðsfólk á uppisjóðarvirkjunum kring landið meint. Í fyrstu syftu fer hetta ikki at raka høvuðsstaðin, men hava stóra ávirkan á kommunur og búskapin kring alt landið og fyri tað fólk í har livur og virkar. Hetta fær neyvan minstu ávirkan á støðuna á vígvøllunum í Ukraina.

Lækkan av búskapinum við 1,2 milliardum krónum

Sum støðan er nú, so fara vit at missa útvið 500 milliónum krónum um russar fara at stongja teirra marknaðir fyri okkara uppisjóðarvørum. Um havnastongsulin fer at halda áfram, so missa vit áleið 700 milliónir krónur innan tænastuvinnurnar. Hvat sigur landsstýriskivinnan í fíggjarmálum til hesi øgiligu tiltøk sum er munandi meira vitfevnd enn hjá øllum øðrum londum og als ikki í tráð við tað sum ST ynskir.

Hvat hevur russiski sjómaðurin og kvinnan á einum russiskum fiskavirkið gjørt okkum?. Bæði tað russiska fólki og tað ukrainska fólkið hevur upp gjøgnum tíðina verið fyri øgiligum ágangi, bæði av kommunismuni og nazismuni. At niðurlaga virksemið  hjá føroyska fiskimanninum og øllum teimum sum arbeiða innan skipasmiðju vinnuna og tænastuvinnuna til føroysk og útlendsk skip, fer ikki at gera lívið lættari hjá ukrainska fólkinum. Tað er bara ein skilagóður vegur fram, og tað er samhandil og interaktión millum tjóðir og fólk. Alt annað er dømt til at miseydnast. Tí skulu vit sum fyrrverandi løgmaður segði bjóða okkum fram til at verða partur av teimum sum vilja royna at fáa frið í lag millum Russland og Ukraina. At standa og taka selfies uttan at hava gjørt nakra sum helst roynd at koma við alternativum friðaruppskotum má kennast løgið. Diplomatisku evnini hjá vesturheiminum hava svikið fullkomiliga. Neyðugt er at vit í norðurlondum saman við Frankaríki og Týsklandi fáa gongd á veruligar friðartingingar.

Óli M. Lassen, stjóri

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fleiri læknar eru fluttir niðan í nýumvældu læknahúsini í Berjabrekku. Millum annað eru læknarnir Katrin Danielsen, Rúni Nólsøe og Sigrid Nónsgjógv fluttir niðan í Berjabrekku. Sostatt er eingin læknaviðtala eftir í Miðlon.

Harumframt er viðtalan hjá Ingu Maretu Joensen flutt niðan aftur í Berjabrekku, og frá 1. mars 2024 kemur Jón Roi Jacobsen eisini at starvast sum lækni í Berjabrekku.

Dagførda kunning um læknaviðtalurnar í Tórshavnar kommunu finnur tú á síðu okkara um kommunulæknar:

Finn kommunulækna

Kelda & mynd: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði fyrispurningi frá klagara um eitt byggimál. Hóast talan var um mál, sum byrjaði fyri gott tveimum árum síðani, og klagarin hevði sent teldupostar til kommununa, starvsfólk hjá kommununi og til býráðslimir, so hevði kommunan ikki skrásett teldupostarnar og ikki svarað klagaranum. Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfari málið nøktandi.

Ein borgari klagaði um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði hansara fyrispurningi um eitt byggimál.

Borgarin hevði við teldupostum javnan yvir 2 ár spurt Runavíkar kommunu, íroknað eitt starvsfólk hjá kommununi og nakrar býráðslimir, um byggiloyvi kravdist til ta bygging, sum granni hansara var í gongd við millum hús teirra, og um hann hevði fingið loyvi frá kommununi til hesa bygging.

Hóast teldupostarnar til kommunu, starvsfólk og býráðslimir, so segði kommunan seg ikki kennast við málið, og at málið var ikki skrásett í journalini og ikki viðgjørt.

Umboðsmaðurin vísti á, at sum meginregla hevur kommunan sum almennur myndugleiki skyldu at svara fyrispurningum frá borgaranum og at avgreiða mál skjótast gjørligt. Eisini vísti umboðsmaðurin á, at ein kommuna hevur skyldu til at hava slíkan røkiskap í síni skjalagoymslu, at til ber at prógva, hvørji skjøl eru í einum máli, og hvør viðgerð er farin fram.

Vísandi til, at fyrispurningurin frá borgaranum var av slíkum slag, sum krevur eina málsviðgerð og svar frá kommununi, helt umboðsmaðurin, at tað var ikki nøktandi fyrisiting, at fyrispurningurin hevði ligið ósvaraður í gott tvey ár. Umboðsmaðurin helt eisini, at tað var als ikki nøktandi, at kommunan tykist ikki at hava greiðu á, hvat var hent við málinum.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfari málið nøktandi. (LUM 23/13510)

Keld: lum.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er hesa vikuna á ferð í Kina, har hann hevur havt fundir við kinverska Uttanríkisráðið, Handilsmálaráðið og matveruinnflutningsmyndugleikunum GACC.

Fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, er semja millum londini um at fyrireika neyðugu stigini til at fara undir formligt samskifti um møguleikarnar fyri einum frihandilssáttmála. Tað er niðurstøðan eftir fundir i Beijing millum landsstýrismannin og ráðharraumboð í ávikavist Uttanrikisráðnum, Handilsmálaráðnum og GACC.

Matvøruútflutningurin til Kina er skipaður sambært lista við fiskasløgum, virkjum og skipum, ið hava atgongd til kinverska marknaðin. Kinversku myndugleikarnir eru jaliga sinnaðir at ganga føroyska ynskinum á møti um at fáa marknaðaratgongd fyri fleiri fiskasløg, lýsi og fiskamjøl, umframt at leggja nýggj virki og skip í Føroyum afturat listanum. Í Føroyum varðar Heilsufrøðiliga starvsstovan av listanum, og tók lut á fundinum við matvøruinnflutningsmyndugleikarnar.

“Eftirspurningurin eftir góðum sjómati er alsamt vaksandi í Kina, og vit merkja stóran áhuga fyri føroyskum fiskavørum í Kina. Vit kunnu vera errin av dygdini og arbeiðinum hjá føroyskum framleiðarum, og um professionella arbeiðið hjá okkara heilsufrøðiliga myndugleika við at tryggja eftirlit og váttanir á hægsta altjóða stigi. Vit arbeiða miðvíst við at betra marknaðaratgongdina, og útlit eru fyri framstigum á heilsufrøðiliga økinum. Somuleiðis er nú avtalað, hvussu vit kunnu fara undir at betri handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin vitjar eisini í havnarbýnum Qingdao, har árliga sjógætisframsýningin China Fisheries and Seafood Expo er. Føroysku fyritøkurnar Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Rainbow Seafood, Hiddenfjord og Landshandilin luttaka á framsýningini.

Fríggjadagin skipar sendistova Føroya í Kina fyri almenna móttøku. Umframt Høgna Hoydal, landsstýrismann, luttaka m.a. myndugleika- og vinnuumboð úr Føroyum og Kina. Sendistova Føroya í Beijing varð sett á stovn í 2019, og táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, tók stig til at seta sendistovu í Kina á stovn.

Kelda & mynd:uvmr.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

132 fólk úr ymsum tjóðum búgva í Føroyum, og Tórshavnar kommuna ger nógv við integratión. Ein táttur er Fjølmentanarvikan, har føroyingar og tilflytarar læra um mentanina hjá hvør øðrum.

»Tí at skilja málið og mentanina er lykilin til samfelagið og arbeiðsmarknaðin«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá hann setti Fjølmentanarvikuna fríggjadagin.

Fjølbroytt skrá

Hevur tú hug at royna øðrvísi og spennandi mat úr øðrum londum, ja, so er at fara á Fjølmentanarviku. Tú kann eisini royna um tú kennir fløggini í heiminum. M.a. hetta er partur av fjølbroyttu skránni.

Fjølmentanarvikan skipaði eisini fyri stuttsøgukapping við evninum “heim”. Heili 74 rithøvundar sendu søgur inn. Onkrar av teimum søgunum kann tú hoyra á Býarbókasavninum í Havn mikudagin kl.19.

Eitt afturvendandi tiltak

Ætlanin er, at Fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak, sum allar kommunur gerast partur av eftir førimuni.

Kommunur, frítíðarfelagsskapir, áhugafeløg, fyritøkur og einstaklingar taka lut og skipa fyri tiltøkum á Fjølmentanarvikuni, ið endar fríggjadagin 27. oktober.

»Mentan kann vera orsøk til, at vit gera tingini ymist – uttan at vit hugsa um tað. Tí er umráðandi, at vit læra og skilja mentanina hjá hvør øðrum. Við fjølmentanarvikuni varpa vit ljós á mentanarliga margfeldi í føroyska samfelagnum, og vit fagna tí«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu sínari.

Til ber at lesa skránna til Fjølmentanarvikuna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:

Fjølmentanarvikan 2023

Kelda & mynd: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað hevur Føroya Rættur sagt dóm í málið um smugling av stórari nøgd av kokaini.

Tvær kvinnur vóru í dag dømdar 5 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroyar. Kvinnurnar, sum eru ávikavist 41 og 31 ár og ríkisborgarar í Peru, komu til Føroyar við Norrønu í august í ár. Kvinnurnar vóru tiknar til síðis til kanningar av tollvaldinum og tað vísti seg, at onnur kvinnan hevði goymt kokain uppiá sær. Nærri kanningar vístu, at báðar kvinnurnar eisini smuglaðu kokain invortis. Samlaða vektin var uml. 794 gram.

Kvinnurnar hava verið varðhaldsfongslaðar, síðani tær komu til Føroya. 

Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er áleið 1.800-2.000 kr. pr. gram. Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain. Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.

Av tí at talan var um uml. 800 gram av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnurnar skuldu revsast við 5 ára fongsulsrevsing, og at kvinnurnar harumframt skuldu útvísast úr Føroyum fyri alla tíð. 
 
Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnurnar 5 ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinnurnar blivu samstundis útvístar fyri alla tíð. Rætturin konfiskseraði kokainið. 
 
Verjarnir kærdu málið men góðtóku, at kvinnurnar skulu verða varðhaldsfongslaðar til málið verður viðgjørt í Landsrættinum. 
 
Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um ákæruvaldið eisini skal kæra málið. 

Kelda: Føroya Politi

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft.

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 5% í mun til í ár. Makrel-stovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 mió. tons. Hetta er oman fyri markið, nær neyðugt er at vísa varsemi, sambært umsitingarætlanini. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá árini 2010 til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (FMSY = 0,26). Nógva veiðan, saman við minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðitrýstið í 2023 er komið upp á 0,38, sum er væl oman fyri hámarksvirðið.

Leinkja til ICES tilmælið fyri makrel

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.529.754 tons fyri 2024, sum er ein hækking á 12,5% í mun til tilmælið í ár. Henda hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2020 og 2021, og serliga er metingin av 2021-árganginum hækkað í ársins stovnsmeting. Hesir báðir árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár. Árgangurin frá 2022 er mettur at vera undir miðal.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 6,8 mió. tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í fjør og í ár vegna góðu tilgongdina.

Veiðitrýstið í ár er 0,515, sum er oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2014.

Leinkja til ICES tilmælið fyri svartkjaft

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 390.010 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 24% í mun til í ár. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir í fyrrárið. Hann hevur verið á saman støði í fjør, men er minkaður aftur í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,059 mió. tons, sum er undir markinum fyri nær stovnurin sambært umsitingarætlanini er burðardyggur (3,184 t = Btrigger). Tað merkir eisini, at tilmælið lækkar við heili 24%. Hetta er meiri enn tey 20%, sum í umsitingarætlanini eru markvirðið fyri, hvussu nógv veiðan kann skerjast eftir einum ári, tá stovnurin er størri enn burðardygga lágmarkið. Tilgongdin áðrenn og aftan á 2016 er mett at vera vánalig, og tí væntast gýtingarstovnurin komandi ár eisini at verða undir burðardygga lágmarkinum.

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015 og er nú 0,186, sum er oman fyri hámarkið fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,157).

Leinkja til ICES tilmælið fyri norðhavssild

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2024 og broytingarnar frá 2023 til 2024.

 Tilmælið2024Tilmælið2023Broyting í tilmælifrá 2023 til 2024
Makrelur 739.386782.066-5 %
Svartkjaftur1.529.7541.359.62912,5 %
Norðhavssild390.010511.171-24 %

Talva: ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk 2024.

Kelda. Havstovan

0 FacebookTwitterPinterestEmail

1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,0%.

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juli og august. Nógv flyta til Føroyar í summarmánaðunum, og serliga eru tað mong, sum tá fara av landinum í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum, soleiðis at tað fyrst veksur meiri enn vanligt í juli og síðani minkar aftur í august. Hagstovan les meira her

0 FacebookTwitterPinterestEmail

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More