Altíð trupult at finna rætta samleikan. Her eru so nøkur dømið um búmerkikr til 24FO.NEWS
































































Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Torshavnar kommunu:
“Tú hevði ikki fylt 18 ár, tá tú fór á Ellisheimið at búgva.
Tað var øgiliga tíðliga, vilja tey flestu ivaleyst halda. Men tað hevði sína heilt serligu orsøk. Tí søgan er tann, at henda unga Skálvíksgentan, sum fekk arbeiði á Ellisheiminum 10 dagar, áðrenn hon fylti 18 ár, eisini slapp at búgva á arbeiðsplássinum fyrstu tíðina. Soleiðis var skipanin tá. Og tað mundi koma væl við hjá eini ungari bygdargentu, sum kom til Havnar.
Í Havn møtti tú Fritleifi. Tit eiga dóttrina Biritu, og hava fingið ein ommu- og abbason, sum eitur Rókur.
Tú ert fødd og uppvaksin í Skálavík og yngst av seks systkjum. Mamman var norsk, og tað gav tær ein serligan alsk til Noreg, sum millum annað seinni sást aftur, tá tú við familjuni var í Noreg og fekk sær sjúkrahjálparaútbúgving í 1989-90.
Nøkur ár seinni vóru tit í Danmark, har tú tók útbúgving sum heilsurøktari.
“Randi er sera góð fyri húsið”, hava starvsfelagarnir at bera tær. “Tú er góð við búfólkið, gongur høgt uppí, at tey hava tað gott, og dámar væl at ganga og hugna um tey. Tú hevur sera gott eygað fyri at pynta, hugna um og diggast.”
Ein lýsing av virðing og menniskjakærleika, sum eyðkennir og ger teg til eina fyrimynd í júst hesum umhvørvinum, tú hevur valt sum sítt lívsyrki.
Tú er við tínum drúgvu royndum sera væl fyri fakliga, og er ein góður vegleiðari. Tú er greið í tínum meiningum, og hevur dirvi til at siga frá, um tað er okkurt, tú ikki kann góðtaka, sum kann gerast betri.
Men nú er alt lívið ikki bara arbeiði kortini.
Heimstaðurin Skálavík fornoktar seg ikki, og sum tað náttúrumenniskjað, tú ert, spøkir bóndalívið har suðuri eisini aftur soleiðis av og á.
Ivaleyst er tað haðani, tín áhugi fyri ull og hondarbeiði eisini stavar.
Tú hevur í fleiri ár undirvíst á Tórshavnar Kvøldskúla í at evna burtur úr silvuri, horni og steini.
Góða Randi
Takk fyri teg og alt, tú hevur givið frá tær. Tú ert “ung” enn, og vónandi kunnu búfólk og øll hini enn eina tíð fáa líka stóra gleði av tær, sum fyrr.”
Kelda & mynd: torshavn.fo 11 okt 2024
Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna gerianum vóru 13,18 milliardir krónur í 2023, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 13,14 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 40 milliónir í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, ríkisstovnar og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.
Tú kanst lesa meira her frá Hagstovu Føroya 10 okt. 2024
Øll kunnu koma í tað støðu at verða rakt av hækking / netaálopið ella D dos alopið ella øðrum óhepnum viðurskiftum á netinum, sum eg ikki skal koma inn á her, men tá risafyritøkur ella almennir stovnar ella kommunur koma út fyri hesum er tað enn meira álvarsamt, tí um hetta hendir oftani í einum landi,so er álitið millum brúkarar ella borgarar vikna munandi og ein ótti merkist í samfelagnum. Hetta setur heilt serlig krøv til almennar stovnar og almennar mynduleikar.
“Um vikuskiftið varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi. Starvsfólk hjá kommununi arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, júst hvat er hent, og hvør avleiðingin er.
Ítøkiliga merkir hetta, at fleiri av telduskipanunum eru óvirknar í løtuni. Hetta er ein trupulleiki, sum í stóran mun rakar fyrisitingina hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.”
“Vit kunnu vátta, at ein avtala er gjørd við teldusníkarnar, soleiðis, at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið atgongd aftur til allar dáturnar, og eru tær goymdar á tryggum staði. Tað var sera týdningarmikið, at kommunan aftur kundi fáa atgongd til okkara dátur fyri at tryggja kommununa, virksemið og málsviðgerð.”
“ Vit eru greið yvir, at tað er óvanligt, at ein kommuna velur at samráðast við fólk, sum gera slíkan kriminalitet. Men av tí at talan er um somikið virðismikla vitan og upplýsingar, hava vit valt hesa loysnina. Talan er um eitt løgreglumál, og arbeiðir løgreglan í løtuni at finna fram til útgerð, ið hevur verið nýtt í álopinum. Av tí at talan er um eitt løgreglumál, kunnu vit ikki siga meira um henda partin av málinum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.”
I dagførdari grein á Norðlýsinum frá 3 oktobur 2024 skriva tey á Norðlýsinum, at kommunan fer at gjalda loysigjald uppá 800.000,00 kr fyri at fáa dátur aftur.
Nevniliga hvussu hetta kundi henda, hvat var galið við trygdarskipanini hjá kommununi ? Hevur KT deildin hjá Kommununi gjørt umsitingina varðuga við at KT-trygdin í skipanunum ikki var nøktandi? Hvat talan av backup skipan var talan um, hvør er veitarin av skipanini? Er talan um eitt eldri modell av backup skipan, sum átti at verið dagførd?
So vítt sum eg veit, valdi kommunan fyri fáum árum síðani at skifta út alt hardvare og uppdatera alt KT kervið. Haraftrat haldi eg tað var í 2023 at ein innanhýsis KT deild var sett á stovn. Uttan at komprimitera kanningararbeiðið hjá altjóða løgregluni, so eiga vit sum býráðslimir at fáa at vita, hvat ítøkiliga gekk galið. Spurningurin er, hví virkaði back upp skipanin ikki, ella sagt á annan hátt, hvussu var møguligt hjá hakkarum at niðurleggja backup skipanina hjá kommununi.
Kann eisini hugsast at hendan vitan hevur stóran áhuga hjá øðrum kommunum og almennum stovnum og privatum virkjum, um hesi hava nýtt somu trygdarskipan, uppsetan og dátuverju sum Klaksvíkar kommuna.
Hvussu tryggjar býráðsleiðslan okkum, at tann nýggja skipanin teir innføra nú er eftirkanna av bestu serfrøðingum og at teldusníkarnir ikki hava eina back door til skipanina ella á annan hátt kunnu hótta trygdina í okkara KT skipan. Soleiðis at vit trygt kunnu lýta á at Kommunan arbeiðir á tryggari grund. Eitt er vist, tað kemur at kosta Klaksvíkar kommunu nógvar milliónir krónur at fáa KT trygdina og viðurskiftini aftur í rættlag.
4 oktobur 2024
Óli M. Lassen, býráðslimur
Illustrativar myndir eru frá: 123RF
Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2020 til 2023. Hartil eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum ‘Vinna’.
Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið góð í 2023 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn eini milliard. Í 2021 megnaðu vinnurnar tó samlað at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr., og fyri 2023 var úrslitið komið uppá 3,8 mia. kr.
Tú kanst lesa mere her frá Hagstovu Føroya
Kelda & mynd Hagstvan.fo 4 okt 2024
Børn í dag eru sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, tey samskifta sínamillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Har er undirhald, tey hyggja at myndum, filmsbrotum, fáa tíðindi um hvat hendir í verðini og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, hóast vit vita, at vandi er fyri happing og øðrum keðiligum tilburðum. Vit vita eisini, at tað kemur fyri, at børn eru fyri ágangi, eisini álvarsomum ágangi.
Serliga er vandi á ferð, um barnið skrivar saman við onkrum, sum tey ikki kenna. Tíverri eru fólk ikki altíð tey, tey siga seg vera. Tey kunnu hava stovnað sær ein falskan vanga fyri at tekkjast einum yngri vinarskara, og tey kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey eru komin væl til árs.
Ungir tannáringar eru í størst vanda fyri at verða lokkaðir ella groomaðir av kynsmisnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag, so teir vinna teirra álit og trúnað. Í ringasta føri kann grooming leiða til kynsligan ágang.
Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut:
Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgreluni frá.
Tað er neyðugt við próvgum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, eisini brúkaranavn og neyvt nær hendingin fór fram.
Vitan og góð ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu hjálpa børnunum við einum tryggum atburði á netinum. Eitt samstarv millum politiið og TrygFonden.
SSP – Ferðast á netinum
SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp
Red Barnet – Um at vera tryggur á netinum
Karl Johansen, borgarstjóri, kunnaði um, at síðan teldusníkar gjørdu seg inn á KT-kervið hjá kommununi 22. september, hevur verið dúgliga arbeitt við at fáa eitt nýtt og trygt KT-kervi at virka.
– Vit kunnu vátta, at ein avtala er gjørd við teldusníkarnar, soleiðis, at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið atgongd aftur til allar dáturnar, og eru tær goymdar á tryggum staði. Tað var sera týdningarmikið, at kommunan aftur kundi fáa atgongd til okkara dátur fyri at tryggja kommununa, virksemið og málsviðgerð.
– Vit eru greið yvir, at tað er óvanligt, at ein kommuna velur at samráðast við fólk, sum gera slíkan kriminalitet. Men av tí at talan er um somikið virðismikla vitan og upplýsingar, hava vit valt hesa loysnina.
– Talan er um eitt løgreglumál, og arbeiðir løgreglan í løtuni at finna fram til útgerð, ið hevur verið nýtt í álopinum. Av tí at talan er um eitt løgreglumál, kunnu vit ikki siga meira um henda partin av málinum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Á tíðindafundinum kom eisini fram, at tað er sannlíkt, at viðkvæmar upplýsingar er komnar í skeivar hendur, men mett verður, at sannlíkindini fyri, at viðkvæmar dátur eru liknar út, eru sera lítil. Tó kann endaliga vissa ikki fáast fyri hesum. Víst varð eisini á, at staðfest er, at dáturnar í hesum máli eru ikki lagdar út alment á internetið.
Rúni Rasmussen, kommunustjóri, tók eisini orðið á tíðindafundinum. Hann greiddi frá, at í løtuni er støðan tann, at fleiri skipanir fóru aftur at virka í gjár, og komandi dagarnar fara aðrar skipanir at vera virknar aftur.
– Heilt ítøkiliga hava fleiri starvsfólk í kommununi seinastu 10 dagarnir arbeitt nærmast í døgndrift við at handfara eina røð av viðurskiftum í hesi undantaksstøðu. Allar teldur eru tryggjaðar og reinsaðar.
– Flest øll starvsfólk hava nú fingið arbeiðsteldur aftur og kunnu samskifta við telduposti, og nøkur arbeiða við skipanum, sum eru virknar aftur, sigur Rúni Rasmussen.
Góð uppmøting var til tíðindafundin, og nógvir spurningar vórðu settir og svaraðir. Eitt nú um, hvat fyri fíggjarligar avleiðingar hetta kemur at hava fyri kommununa. Borgarstjórin segði, at hetta sjálvsagt hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.
Spurdur um ymiskt viðv. teldusníkunum, vísti borgarstjórin á, at talan er um eitt løgreglumál, og at kommununa tí í løtuni ikki kann upplýsa meira um henda partin av málinum.
Kelda: klaksvik.fo
Alivinnan er týðandi vinna í Føroyum, og framleiðslan verður seld um allan heim. Hesa støðu vilja vit varðveita, og tað hevur tí alstóran týdning, at vit støðugt leggja okkum eftir at ala so skynsamt sum til ber og at ansa eftir, at ávirkanin á umhvørvi, djóralív og vistskipanir í sjónum er so avmarkað sum til ber. Sum part av hesum máli verður farið undir at kanna, um alingin eitt nú hevur ávirkan á upsastovnin.
Harumframt verður raðfest ein verkætlan hjá Føroya Sílaveiðufelag, sum snýr seg um at betra um umstøðurnar hjá felagnum at seta út fisk í føroysku áunum.
Føroya Politi handtók í gjár ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skepandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.
Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.
Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag. Maðurin var varðhaldsfongslaður í 4 vikur.
Talan er um eitt sokallað “NCMEC-mál”, (les NEKMEK) sum er byrjað við, at Føroya Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.
Kanningardeildin hjá politinum fekk boð frá NCMEC mánakvøldið, og politiið kundi handtaka mannin fáar tímar seinni.
Kanningardeildin fer nú undir at gera nærri kanningar. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, um brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.
Kelda: politi.fo 2 okt 2024
Skipanin hevur við sær, at øll ferðafólk skulu søkja um og gjalda fyri talgilt innferðarloyvi (umvegis gov.uk ella ETA app), áðrenn tey ferðast til Bretlands. Hetta er eisini galdandi fyri ferðandi, sum einans skulu millumlenda í Bretlandi (transit). Hvørt einstakt ferðafólk skal søkja um egna ETA góðkenning, ið fer at kosta £10, sum svarar til umleið 90 DKK. ETA góðkenningin verður tengd talgilt at passinum og er galdandi í 2 ár, ella til passið gongur út. Hetta merkir, at innferðarloyvi er galdandi fyri allar styttri ferðir (upp í 6 mánaðir) til Bretlands yvir eitt 2 ára tíðarskeið, og tískil krevst ikki innferðarloyvi til hvørja einstøku ferð.
Skipanin, ið longu er galdandi fyri nøkur lond í Miðeystri, kemur í gildi fyri borgarar úr londum uttan fyri Evropa 8. januar 2025 (ferðandi kunnu søkja frá 27. november 2024), meðan hon kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl 2025. Ferðandi kunnu søkja um at fáa ETA góðkenning frá 5. mars 2025. Sí yvirlit yvir lond og tjóðskapir, har ETA góðkenningin er kravd, her.
Ferðandi, ið hava diplomatpass ella sum skulu hava visum til Bretlands, eru undantikin kravinum um ETA góðkenning. Sí meira um undantøk her.
Mælt verður til, at ferðandi úr Føroyum til Bretlands kunna seg nærri um nýggju ETA skipanina við at lesa almennu vegleiðingarnar hjá bretsku stjórnini her: https://www.gov.uk/guidance/apply-for-an-electronic-travel-authorisation-eta
Ferðing til Bretlands
Les meira um ferðing til Bretlands her.
kelda uvmr.fo 2 okt 2024