Home Author
Author

Lagt út ÓML

DENNIS HOLM, AUGUST 25, 2023

Nøkur halda verandi Suðuroyarleið er ókeypis!

Søgan endurtekur seg, verður ofta tikið til.

Er ein søga um Suðuroyartunnilin í miðlunum og um tað fyrireikandi arbeiðið, sum er sett ígongd av samgonguni við útgreining av øllum tættum, sum hava við Suðuroyartunnilin at gera, so eru menn klárir sum skjóta við skørpum.

Týskvøldið var eitt jaligt innslag í Degi & Viku um at arbeiði við forkanningum í sambandi við Suðuroyartunnilin gingu væl. Tosað varð um verkætlanina og eisini um hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta.

Í Degi & Viku í kvøld var annað tónalag. Tosað varð við tveir menn, sum vóru samdir um, at ætlanin er “óðamannaverk”, ført verður eisini fram “at samfelagið hevur ikki ráð til Suðuroyartunnilin”, og “alt annað má setast á pausu, um farið verður undir Suðuroyartunnilin”.
Hetta eru ikki ókendir tónar frá somu monnum. Og parolan er næstan, at eitt frával av Suðuroyartunlinum ger, at Suðuroyarleiðin verður ókeypis, tí má onki gerast.

Verður hugt at fíggjarlógini vm., so fer Suðuroyarleiðin í 2023 at kosta umleið 120 mió. kr.
Verður hildið fast í siglandi farleiðini komandi 30 árini, so fer hon at í rakstri at kosta eini 3,6 milliardir kr. tilsamans næstu 30 árini. Í sama tíðarskeiðið skal byggjast fyrst ein nýggjur Smyril innan eini 5 ár og so aftur ein nýggjur Smyril um 30 ár – ein íløga á 1-1,5 milliardir kr. pr. skip, ella umleið 2-3 milliardir kr. tilsamans næstu 30 árini.

Verður hildið fast í siglandi Suðuroyarleiðini, sum okur kenna hana í dag, so verður við øðrum orðum talan um eina útreiðslu á tilsamans 5,5-6,5 milliardir kr. næstu 30 árini.

Ikki heilt ókeypis eru tey flestu helst samd um.

Aftur til Dag & Viku týskvøldið.

Teitur Samuelsen, stjóri í PF Suðuroyartunnilin – og stjóri í PF Eysturoyar- og Sandoyartunlar, sum hevur staðið á odda fyri størstu tunnilsverkætlan í Føroya søgu, greiddi í Degi & Viku týskvøldið frá, at Eysturoyar- og Sandoyartunlar, sum eru somu longd, sum Suðuroyartunnilin, kosta umleið 2,6 milliardir kr. Stjórin greiddi frá, at Suðuroyartunnilin sannlíkt fór at kosta tað sama umframt príshækkingar.

Er príshækkingin á undirsjóvartunlum frá 2019 til t.d. 2025 á 30%, so fer Suðuroyartunnilin at kosta umleið 3,4 milliard kr. Og verður lagdar 100-150 mió. kr. afturat fyri eyka trygd, so kostar Suðuroyartunnilin 3,55 milliardir kr.

Afturat Suðuroyartunlinum skulu gerast atknýttar verkætlanir: Vegaføring út í Skarvanes (Sandslíð er longu á langtíðarfíggjarlógini), nýggjur Sandvíkartunnil og vegaføringar í Sandvík og Hvalba.

Sandvíkartunnilin er uml. 2,5 km. langur. Verður kostnaðurin av nýggja Hvalbiartunlinum (2,5 km.) + vegagerð (uml. 4,2 km.) brúktur sum útgangsstøðið, so kostaði øll tann verkætlanin 272 mió. kr.

Verður aftur roknað við einari príshækkingin á 30%, so skulu 350 mió. kr. leggjast afturat sjálvum Suðuroyartunlinum.
Tá verður samlaði kostnaðurin á Suðuroyartunlinum og atknýttum verkætlanum umleið 3,9 milliardir kr., sum helst kunnu fíggjast yvir 30 ella 40 ár, sum Landsverk eisini hevur víst á.

Nakað foreinklað kann sigast, at valið stendur ímillum at brúka 5,5-6,5 milliardir kr. uppá siglandi farleið um Suðuroyarfjørð ella at brúka 3,9 milliardir kr. uppá fast samband um Suðuroyarfjørð. Spurningurin er so, hvat er óðamannaverk?

Í Degi & Viku í kvøld varð (aftur) ført fram, at samfelagið hevur ikki ráð at gera Suðuroyartunnilin og at onki annað kann gerast, um farið verður undir Suðuroyartunnilin. Men man tað nú fara at passa?

Meðan Eysturoyar- og Sandoyartunlar – sum kosta 2,6 milliardir kr. – eru gjørdir, hava tað samstundis verið brúkar milliarda upphæddir uppá m.a. Glasir, H-Bygning, Viðareiðis- og Hvalbiartunlar, Dalstunnil, tunlar norður um Fjall, Fámjinstunnilin, nýggir landsvegir, Jákup Sverra, Erlu Kongsdóttir, 10tals milliónir til stovnar hjá Almannaverkinum, skúlar og so framvegis. Ikki heilt onki, vildu tey flestu tikið undir við.

Heldur enn at brúka orku uppá at mæla málið upp í skúm, so fari eg at mæla til, at PF Suðuroyartunnilin fær frið at gera allar kanningar og greiningar viðv. Suðuroyartunlinum lidnar. Tá kann málið viðgerast politiskt og ein niðurstøða gerast.

Eg eri ikki í iva um hvør niðurstøðan verður!

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna

Svarari:Høgni Hoydal,landsstýrismaðurí uttanríkis-og vinnmálum

Evni:Oljuleitingí føroyska økinum

Spurningar:

1.Hvat hevur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri oljuleiting ítøkiliga gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum,síðanispurningurin hjá undirritaðu varð svaraður fyrr í ár?

2.Eigur landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum,sjálvur at taka stig, sum kunnu gera, at meirihendir á hesum øki?

3.Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott at broytt skattaskipanina í samband við oljuvinnuna, fyri soleiðis at gera Føroyar eitt meiri attraktivt land at gera leitingaríløgur í?

4.Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt stóru inntøkumøguleikarnar fyri Føroya fólk -um Føroyar velja at gera brúk av oljuinntøkumøguleikanum/frálandavinnu?

5.Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt, at longu frá fyrsta degi eru stórar inntøkur at heinta í samband við royndarboringar,herundir veitingar/tænastur, umframt viðlíkahald av útgerðávaktarskipum, veitingarskipum og boripallumogflúgving úr útheimi tilog frá Føroyum av arbeiðsfólki og sakkunnleika, -og síðan frálandaflúgving úr Føroyum út á pallarnar?

Viðmerkingar: Nú er nakað síðan, vit høvdu gott og gevandi orðaskifti á Løgtingi um framtíðar oljuleiting, har staðfestur varð stórur meiriluti í politisku skipanini fyri at taka undir við oljuleiting, og harvið halda fram við Open Door leitiskipanini.

Tí er sera áhugavert at fáa at vita, hvat landsstýrismaðurin ítøkiliga hevur gjørt fyri at fáa gongd á leiting, síðan skrivligi fyrispurningurin til landsstýrismannin um oljuleiting í føroyskum øki bleiv svaraður 23. febr.2023. Vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur sagt, at henda ábyrgd er latin Jarðfeingi at umsita, meti eg,at landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum, eigur at taka stig sum føra til, at meiri hendir á hesum øki. Hugsi, at tíðin er komin at rætta hond til áhugaðar íleggjarar bæði í Føroyum og uttanfyri Føroyar.

Vit eru í eini frálíkari støðu,m.a. tí at oljuprísurin er rættiliga høgur, og hevur verið tað í longri tíð, umframt at eftirspurningur eftir olju veksur hvønn dag,-og síðan tí at tað tøkniliga verður mett trygt og skilagott at gjøgnumføra leiting undir Føroyum.

Fyri at fáa gongd aftur á oljuleiting er neyðugt skapa nýtt umhvørvi fyri íleggjarar,(nýggja strategi) fyri at vekja altjóða áhuga fyri leiting á landgrunni okkara. Landsstýrismaðurin eigur sjálvur at taka stig tilog brúka ta hepnu støðu,Føroyar eru í til at taka tøk, eitt nú við at bjóða oljufeløgum og íleggjarum til eina ráðstevnu um orku og oljuleiting undir Føroyum.Hetta er kanska júst rætta løtan til at fyrireika og varpa ljósáeina slíka ráðstevnuum orku, bæði olju og gass og grøna orku. Hvussu kunnu hesi virka hvør sær og saman.

Sum eg skilji tað frá fleiri greinum á føroyska orkuportalinum orkan.fo, fer bretska stjórnin í næstum helst at góðkenna eina stóra olju-og gassútbygging við markið eins og at lata stórt tal av nýggjum loyvum til leiting,helst eisini nær við føroyska markið.

Er hetta nakað, sum vit í Føroyum kunnu gera brúk av? Kann hetta lata hurðar upp fyri einum samstarvi millum Føroyar og Bretland innan orku? At sjálvur bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak fyri kortum hevur sagt frá, at stjórnin fer at skunda undir olju-og gassvirksemið í Norðsjónum,t.v.s. eisini í økinum millum Hetland og Føroyar, er kanska nakað, sum okkara vinnumálaráðharri eigur at taka til sín og kanna, hvussu vit kunnu gera brúk av hesum. Eg vil fegin vera konstruktiv í hesum sambandi og fari at heita á Høgna Hoydal um saman við andstøðuni á tingi at taka stig til at skipa fyri eini ráðstevnu, har vit varpa ljós á framtíðar orkugongdina og menningina í økinum millum Føroyar og Hetland, eisini kallað Atlantsmótið.

Tað er sera umráðandi,at vit føroyingar vísa álvarsemi (commitment)í hesum máli fyri at verða tikin í álvara.Ein gongd leið kundi eisini verið at tonkt grøna virksemiðuppí leitingina, soleiðis at leitingin gerst partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum.

Tað er kent, m.a. frá norsku frálandavinnuni, at framleiðslupallar í nærmastu framtíð verða el-riknir, -har grøn orka til havs verður nýtt í staðinfyri fossil drivnar motorar/turbinuro.s.fr. Soleiðis gongur frálandavinnan í dag hond í hond við grøna orkuskiftinum.Endamálið við oljuframleiðslu seinnu árini hevur flutt seg frá at snúgva seg mest um orku, til nú at snúgva seg meiri um tilfar og útbúnað, soleiðis sum vit kenna tað frá áleið øllum vørum í einum framkomnum samfelag. Løgmaður tosar í ólavsøkurøðu síni um javnvág, -her er ein ítøkiligur møguleiki at fáa væl betrijavnvág ímillum inntøkur og útreiðslur, serliga við atliti til raksturin av okkara vælvirkandi vælferðarsamfelag, okkara børnum og framtíð at frama, og harvið eitt fjølbroyttari inntøkugrundarlag fyri Føroyar.

Á Løgtingi,23.august 2023 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eigararnir í PP Faroe Pelagic, Kollafjørður, hava undirskrivað eitt ætlanarskjal saman við Pelagos, Fuglafjørður, um yvirtøku av partabrøvunum í PP Faroe Pelagic.

Treytað av at báðir partar uppfylla ásettar treytir í ætlanarskjalinum, hava PP Faroe Pelagic og Pelagos avtalað í høvuðsheitum at yvirtøkan av eigaraskapinum skal til fulnar vera farin fram tann 1. desember 2023. 

Avtalan fer ikki at ávirka tann óbeinleiðis eigaraskap sum Parlevliet & van der Plas, Niðurlond, hevur í fiskivinnu fyritøkunum Næraberg, JFK og Kósin.

Báðir partar eru samdir um at yvirtøkan skal ikki viðføra avbrot í virkseminum á PP Faroe Pelagic og at øll verandi arbeiðsfólk í starvi har fáa í boði at halda fram í sínum arbeiði á sama stað undir tí nýggja arbeiðsgevaranum. 

Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum, við einum slíkum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði.

Partarnir eru samdir um at ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni til yvirtøku avtaluna.

PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan, í 2009, keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, eitt virki ið hevði trupulleikar. Við drúgvum royndum í at byggja og reka líknandi uppsjóvarvirkir í øðrum londum, eydnaðist PP Faroe Pelagic at gera nyttu av sínari marknaðar-leiðandi serfrøði. Fyritøkan prógvaði at tað er fult gjørligt í Føroyum, bæði tøkniliga og búskaparliga, at reka vinnuliga virking av uppsjóvarfiski til matnað á landi, og var harvið við til at slóða fyri at hini bæði líknandi virkini sum seinni vórðu bygd eisini komu. 

Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir sítt virksemi í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni. 

PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas, Niðurlond.

FELAGS Tíðindaskriv PP Faroe Pelagic & Pelagos 19 august 2023

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá kl. 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.

Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.

Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi skal ungdómur kunna brúka tøkar tímar í hallunum til frítt spæl. Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar 3 vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur hann.

Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.

Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til kl. 24.

Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.

Heðin Mortensen sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótti. Tað verður tí spennandi at eftirmeta gongdina, tá komið verður inn í desember, sigur borgarstjórin at enda.

www.itrott.fo

Kelda & myndir: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fýra umsóknir um kvotur av norðhavssild eru játtaðar og hava fingið tillutað 3.000 tons. Tríggjar umsóknir um kvotur av makreli eru játtaðar og hava fingið tillutað 1.800 tons. Hetta skrivar Fiskimálaráðið.

    

Kunning um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli í 2023

Kunning um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli í 2023

Í kunngerðunum um fiskiskap eftir ávikavist norðhavssild og makreli í 2023 eru kvotur settar av til vinnuligar fiskiroyndir. Av norðhavssild eru 3.000 tons sett av og av makreli eru 1.800 tons sett av.

Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotunum var mánadagin 3. juli. 2023. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk sjey umsóknir um kvotur av norðhavssild, har tilsamans varð søkt um 5.900 tons. Viðvíkjandi makreli komu seks umsóknir; har varð tilsamans søkt um 4.200 tons.

Umsóknirnar eru viðgjørdar innanhýsis í Fiskivinnu- og samferðslumála­ráðnum og saman við Havstovuni.

Fýra umsóknir um kvotur av norðhavssild eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 3.000 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Tríggjar umsóknir um kvotur av makreli eru játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, ið vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Umsóknirnar, ið eru gingnar á møti, snúgva seg um at avreiða til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka ávikavist sildina og makrelin á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum ikki mettar at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir, settar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2024.

Feløgini, sum hava fingið játtað kvotur, eru:

Norðhavssild
FelagNøgd/Tons
Jupiter (samstarv við Pelagos)700
P/F Kósin1.200
Sp/f DNV undir stovnan150
Sp/f Tavan950
Makrelur
FelagNøgd/Tons
Sp/f Tavan650
Sp/f DNV undir stovnan150
P/F Kósin1.000
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Heilsan frá borgarstjóranum í samband við Føroya Sjómannadag, sum aftur er á skrá í døgunum 16. – 20. august.

Fyrr í summar var eg á Oyggjaleikum, umboðandi Klaksvíkar kommunu. Fleiri íðkarar úr kommununi luttóku, eitt nú í badminton, kurvabólti, svimjing og frælsum ítrótti. Tað var ein ótrúliga góð ferð, har okkara umboð stóðu seg ómetaliga væl.

Vit búðu á einari lítlari oyggj beint uttanfyri Guernsey, so fyri at síggja leikirnar máttu vit sigla 20 minuttir, men tað var sera ómakaleyst. Lokalsamfelagið á hesi lítlu oyggj hevði í eitt stutt tíðarskeið veruliga spílað seg út til at kunna hýsa fleiri 100 ítróttarfólkum og rúgvuvís av gestum.

Hetta fekk meg at hugsa um tað sermerkta, sum ofta er við smáplássum. Samanhald og samstarv! Nakað, sum eisini eyðkennir okkara lítla bý.

Seinastu vikurnar hava vit fagnað okkara ótrúligu rógvarum, sum á Ólavsøku settu føroyskt met við at vinna heili 5 FM. Nakað, sum onki annað kappróðrarfelag í Føroyum áður hevur megnað. Og fyri ikki at tala um úrslitini hjá besta mansliðnum hjá KÍ í summar. Ítróttarbrøgd, sum kring allan heim eru blivin lýst sum ein sensatión, ein stórhending.

Fyri tveimum vikum síðan var býurin á tremur við glaðum festivalgestum. Fyriskipararnir av Summarfestivalinum megnaðu fyri 20. ferð at seta Klaksvík á føroyakortið sum plássið, har tónleikur, hugni og handilslív ganga hond í hond.

Onki av hesum hevði verið møguligt uttan tað sterka samanhald og góða samstarv, sum er millum tey, ið búgva og virka í hesum økinum. Kappróður, fótbóltur og Summarfestivalur høvdu ongantíð nátt slíkum hæddum, um tað ikki var fyri allar hesar skapandi kreftirnar og øll tey ótroyttiligu, dugnaligu hjálparfólkini, sum búgva í sama øki.

Føroya Sjómannadagur

Sjómannadagurin er enn eitt dømi um, hvat myndar okkara bý, tá fyriskiparar, vinnulív, handilslív og borgarar standa saman um tiltøk, ið samansjóða lokalsamfelagið.

Síðan 2005, tá fyrsti Sjómannadagur varð hildin, er Føroya Sjómannadagur bara vaksin og hevur ment seg so nógv, at tað er blivið siðvenja hjá 1000 tals føroyingum at leita sær til Klaksvíkar hendan dagin.

Føroya Sjómannadagur er eisini øðrvísi enn flestu onnur summartiltøk, stevnur og festivalar á tann hátt, at øll tiltøk – ja, enntá eisini máltíðirnar – verða latin ókeypis. Hetta ger, at familjurnar óræddar kunnu gera sær ein túr til Klaksvíkar á sjómannadag uttan at stúra fyri kostnaðinum.

Á henda fólksliga og hugaliga hátt setur Sjómannadagurin sjóneykuna á sjógvin, fiskivinnuna, og tað, sum hevur tilknýti til hana. Tað er altíð stuttligt at síggja børn og vaksin í vatnkríggi, fylgja øðrvísi kappingum millum sjómenn og onnur, fylgja kjaki og fyrilestrum, síggja fiskar í kørum og annars vera við til ein dag, sum minnir okkum á, hvat tað er, vit í stóran mun liva av sum fólk og tjóð.

Tørvurin á Føroya Sjómannadegi er ikki minkaður hesi árini, heldur tvørturímóti. Tað er so umráðandi, at vit sum eitt fólk og ein tjóð verða mint á týdningin av og virðið í høvuðsvinnu okkara, og tí vil eg takka fyrireikarunum og stuðlunum hjá Føroya Sjómannadegi fyri tykkara fantastiska arbeiði og áhaldni øll hesi ár og somuleiðis ynskja øllum hjartaliga vælkomnum á Føroya Sjómannadag 2023.

Karl Johansen
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Byggifelagið Norðhús og Seve eru í ferð við at byggja 7 íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

Talan er um bygging í einari hædd, og sum verður bygd í einari lon. Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti verða á økinum.

Íbúðirnar verða klárar at taka í brúk í 2024.

Tekning av íbúðunum sæst her

Kelda & mynd: sunda.fo 15.08.2023

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í løtuni er ikki møguligt at gera flytingar gjøgnum netbankan tí appin virkar ikki, bankin sigur at tey arbeiða við at loysa trupulleikan.

Tað kemur javnan fyri at flytingar ikki kunnu gerast og er óskiljandi at føroyska bankakervið hevur brúkt einar 500 milliónir krónur, hetta er mín meting til at menna eina sera vánaliga danska netbankaloysn. Danir er serfrøðingar í at gera vanaligar kt loysnir tey seinastu mongu árini.

Óli M. Lassen siviløkonomur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More