Home Author
Author

Lagt út ÓML

    

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er hesa vikuna á ferð í Kina, har hann hevur havt fundir við kinverska Uttanríkisráðið, Handilsmálaráðið og matveruinnflutningsmyndugleikunum GACC.

Fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, er semja millum londini um at fyrireika neyðugu stigini til at fara undir formligt samskifti um møguleikarnar fyri einum frihandilssáttmála. Tað er niðurstøðan eftir fundir i Beijing millum landsstýrismannin og ráðharraumboð í ávikavist Uttanrikisráðnum, Handilsmálaráðnum og GACC.

Matvøruútflutningurin til Kina er skipaður sambært lista við fiskasløgum, virkjum og skipum, ið hava atgongd til kinverska marknaðin. Kinversku myndugleikarnir eru jaliga sinnaðir at ganga føroyska ynskinum á møti um at fáa marknaðaratgongd fyri fleiri fiskasløg, lýsi og fiskamjøl, umframt at leggja nýggj virki og skip í Føroyum afturat listanum. Í Føroyum varðar Heilsufrøðiliga starvsstovan av listanum, og tók lut á fundinum við matvøruinnflutningsmyndugleikarnar.

“Eftirspurningurin eftir góðum sjómati er alsamt vaksandi í Kina, og vit merkja stóran áhuga fyri føroyskum fiskavørum í Kina. Vit kunnu vera errin av dygdini og arbeiðinum hjá føroyskum framleiðarum, og um professionella arbeiðið hjá okkara heilsufrøðiliga myndugleika við at tryggja eftirlit og váttanir á hægsta altjóða stigi. Vit arbeiða miðvíst við at betra marknaðaratgongdina, og útlit eru fyri framstigum á heilsufrøðiliga økinum. Somuleiðis er nú avtalað, hvussu vit kunnu fara undir at betri handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin vitjar eisini í havnarbýnum Qingdao, har árliga sjógætisframsýningin China Fisheries and Seafood Expo er. Føroysku fyritøkurnar Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Rainbow Seafood, Hiddenfjord og Landshandilin luttaka á framsýningini.

Fríggjadagin skipar sendistova Føroya í Kina fyri almenna móttøku. Umframt Høgna Hoydal, landsstýrismann, luttaka m.a. myndugleika- og vinnuumboð úr Føroyum og Kina. Sendistova Føroya í Beijing varð sett á stovn í 2019, og táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, tók stig til at seta sendistovu í Kina á stovn.

Kelda & mynd:uvmr.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

132 fólk úr ymsum tjóðum búgva í Føroyum, og Tórshavnar kommuna ger nógv við integratión. Ein táttur er Fjølmentanarvikan, har føroyingar og tilflytarar læra um mentanina hjá hvør øðrum.

»Tí at skilja málið og mentanina er lykilin til samfelagið og arbeiðsmarknaðin«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá hann setti Fjølmentanarvikuna fríggjadagin.

Fjølbroytt skrá

Hevur tú hug at royna øðrvísi og spennandi mat úr øðrum londum, ja, so er at fara á Fjølmentanarviku. Tú kann eisini royna um tú kennir fløggini í heiminum. M.a. hetta er partur av fjølbroyttu skránni.

Fjølmentanarvikan skipaði eisini fyri stuttsøgukapping við evninum “heim”. Heili 74 rithøvundar sendu søgur inn. Onkrar av teimum søgunum kann tú hoyra á Býarbókasavninum í Havn mikudagin kl.19.

Eitt afturvendandi tiltak

Ætlanin er, at Fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak, sum allar kommunur gerast partur av eftir førimuni.

Kommunur, frítíðarfelagsskapir, áhugafeløg, fyritøkur og einstaklingar taka lut og skipa fyri tiltøkum á Fjølmentanarvikuni, ið endar fríggjadagin 27. oktober.

»Mentan kann vera orsøk til, at vit gera tingini ymist – uttan at vit hugsa um tað. Tí er umráðandi, at vit læra og skilja mentanina hjá hvør øðrum. Við fjølmentanarvikuni varpa vit ljós á mentanarliga margfeldi í føroyska samfelagnum, og vit fagna tí«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu sínari.

Til ber at lesa skránna til Fjølmentanarvikuna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:

Fjølmentanarvikan 2023

Kelda & mynd: torshavn.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað hevur Føroya Rættur sagt dóm í málið um smugling av stórari nøgd av kokaini.

Tvær kvinnur vóru í dag dømdar 5 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroyar. Kvinnurnar, sum eru ávikavist 41 og 31 ár og ríkisborgarar í Peru, komu til Føroyar við Norrønu í august í ár. Kvinnurnar vóru tiknar til síðis til kanningar av tollvaldinum og tað vísti seg, at onnur kvinnan hevði goymt kokain uppiá sær. Nærri kanningar vístu, at báðar kvinnurnar eisini smuglaðu kokain invortis. Samlaða vektin var uml. 794 gram.

Kvinnurnar hava verið varðhaldsfongslaðar, síðani tær komu til Føroya. 

Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er áleið 1.800-2.000 kr. pr. gram. Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain. Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.

Av tí at talan var um uml. 800 gram av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnurnar skuldu revsast við 5 ára fongsulsrevsing, og at kvinnurnar harumframt skuldu útvísast úr Føroyum fyri alla tíð. 
 
Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnurnar 5 ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinnurnar blivu samstundis útvístar fyri alla tíð. Rætturin konfiskseraði kokainið. 
 
Verjarnir kærdu málið men góðtóku, at kvinnurnar skulu verða varðhaldsfongslaðar til málið verður viðgjørt í Landsrættinum. 
 
Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um ákæruvaldið eisini skal kæra málið. 

Kelda: Føroya Politi

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft.

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 5% í mun til í ár. Makrel-stovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 mió. tons. Hetta er oman fyri markið, nær neyðugt er at vísa varsemi, sambært umsitingarætlanini. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá árini 2010 til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (FMSY = 0,26). Nógva veiðan, saman við minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðitrýstið í 2023 er komið upp á 0,38, sum er væl oman fyri hámarksvirðið.

Leinkja til ICES tilmælið fyri makrel

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.529.754 tons fyri 2024, sum er ein hækking á 12,5% í mun til tilmælið í ár. Henda hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2020 og 2021, og serliga er metingin av 2021-árganginum hækkað í ársins stovnsmeting. Hesir báðir árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár. Árgangurin frá 2022 er mettur at vera undir miðal.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 6,8 mió. tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í fjør og í ár vegna góðu tilgongdina.

Veiðitrýstið í ár er 0,515, sum er oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2014.

Leinkja til ICES tilmælið fyri svartkjaft

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 390.010 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 24% í mun til í ár. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir í fyrrárið. Hann hevur verið á saman støði í fjør, men er minkaður aftur í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,059 mió. tons, sum er undir markinum fyri nær stovnurin sambært umsitingarætlanini er burðardyggur (3,184 t = Btrigger). Tað merkir eisini, at tilmælið lækkar við heili 24%. Hetta er meiri enn tey 20%, sum í umsitingarætlanini eru markvirðið fyri, hvussu nógv veiðan kann skerjast eftir einum ári, tá stovnurin er størri enn burðardygga lágmarkið. Tilgongdin áðrenn og aftan á 2016 er mett at vera vánalig, og tí væntast gýtingarstovnurin komandi ár eisini at verða undir burðardygga lágmarkinum.

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015 og er nú 0,186, sum er oman fyri hámarkið fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,157).

Leinkja til ICES tilmælið fyri norðhavssild

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2024 og broytingarnar frá 2023 til 2024.

 Tilmælið2024Tilmælið2023Broyting í tilmælifrá 2023 til 2024
Makrelur 739.386782.066-5 %
Svartkjaftur1.529.7541.359.62912,5 %
Norðhavssild390.010511.171-24 %

Talva: ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk 2024.

Kelda. Havstovan

0 FacebookTwitterPinterestEmail

1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,0%.

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juli og august. Nógv flyta til Føroyar í summarmánaðunum, og serliga eru tað mong, sum tá fara av landinum í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum, soleiðis at tað fyrst veksur meiri enn vanligt í juli og síðani minkar aftur í august. Hagstovan les meira her

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, ið hevur til endamáls at leingja gildistíðina á veiðiloyvum og fiskiloyvum í bólki 5 til 1. januar 2036. 

Tað er neyðugt, at fiskivinnan hevur støðugar og greiðar karmar at virka undir. Gildistíð á veiðiloyvum er ein sera grundleggjandi partur av kørmunum. Serliga, tá hugsað verður um, hvussu vinnan skal leggja sítt virksemið tilrættis. 

Tó hevur verandi samgonga ikki longt loyvini, síðani tey komið til valdið. 

Sagt verður, at arbeitt verður við einari aðrari loysn, men vinnan kann ikki halda fram við at bíða og liva í óvissu. Hon má hava tryggar og góðar karmar at virka undir. Annars steðgar hon upp.

Vit kenna søguna, tá løgtingið segði loyvini upp í 2007, og hvat hendi árini eftir. Íløgurnar steðgaðu upp. Ongar nýíløgur vórðu gjørdar. Tað eydnaðist at finna nýggja skipan beint áðrenn loyvini gingu út í 2018, men tað er eingin orsøk til at endurtaka ótolandi støðuna.

Man kann altíð hyggja at verandi skipan og spyrja, um hon kann gerast betri. Men so leingi ongin ætlan fyriliggur, er tað ikki rætt, at man letur vera við at leingja veiðiloyvini.

Tí mælir Fólkaflokkurin til, at so leingi ongin onnur loysn við veiðiloyvum finst, eigur gildistíðin á verandi loyvum at verða longd, so vinnan veit, hvat hon hevur at arbeiða við og fær lagt sítt virksemi til rættis.

Fólkaflokkurin

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tað vóru sorgarboð, tá vit frættu, at Bo Jørgensen, Cand. mag. í søgu, religión og fornaldarfrøði, andaðist hin 5. oktober.

Bo varð føddur í 1945, var ættaður úr Miðsælandi og vaks upp á Frederiksberg.

Í 1983 kom Bo Jørgensen saman við konu síni Margit Nielsen til Føroya at virka sum studentaskúlalærari við Gøtugjógv og á HF-skeiðnum í Klaksvík, og búsettust tey í Klaksvík, sum gjørdist teirra føroyska heimstað. Tey seinnu mongu árini búleikaðust tey undir Fossum, fram til summarið í 2014, tá tey aftan á 31 ár í Føroyum fluttu til Nykøbing Sjælland, har tey høvdu sítt danska heim.

Margit og Bo eiga ein son, Hans Jacob, sum er 44 ár, og sum eisini býr í Danmark.

Bo Jørgensen, var lærari í religión og søgu og fyrstu mongu árini eisini í fornaldarfrøði, sum fram til 1994 var kravd lærugrein í studentaskúlaskipnini. Tað vil siga, at øll ella næstan øll tey, sum hava gingið á Klaksvíkar HF-skeiði og á Studentaskúlanum við Gøtugjógv og á Kambsdali frá 1983 og til 2013 hava havt Bo til lærara. Hann var serliga vitandi maður, sum elskaði og livdi sítt starv og umboðaði sínar lærugreinir fult út í lívi og verki.

Mong minnast sum næmingar, hvussu hann lærdi okkum um teir ymsu stílarnar í grikskari fornøld við at vísa glarumyndir upp á veggin við uppvørpu, myndir av standmyndum, súlum, freskum og bygningsleivdum. Og hvussu han royndi at fáa okkum at skilja gudalæru og hugtøk við sínum heilt serstaka humor. Vit minnast eisini við takksemi, hvussu hann gjøgnumgekk longri partar av episku kvæðunum um Ilion og Odysseus og útlegði fyri okkum, og las Symposion, Medeiu o.a. við skiftandi flokkum. Mangan dýrgrip og manga læring sannar tú seinni, sum lívið og yrkið líða, og hvussu slík serstøk menniskju sum Bo Jørgensen hava havt djúpa ávirkan á teg.

Sum starvsfelagi var Bo altíð hjálpsamur. Vit, sum kendu hann, minnast í takksemi hansara ómetaliga stóru fakligu vitan og vinsemi. Spurdi tú hann um eitthvørt, tú ivaðist í – serstakliga innan søgu og mentan, so var tað altíð soleiðis, at um hann ikki fekk svarað tær beinanvegin, so fór hann at kanna málið og vendi so aftur – dagin eftir ella vikuna eftir við eini bók, eini grein ella einum ljóstaki av blaðsíðu, sum kundi lýsa málið nærri. Hann var sera ordiligur, grundigur og arbeiðssamur á allan hátt, og mong bitu eisini merki í hansara altíð vakra klassiska klædnabúna.

Bo var sjálvandi við, tá Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy flutti úr Gøtu til Kambsdals og fekk mong góð ár har eisini, samstundis sum hann øll árini eisini undirvísti á Klaksvíkar HF-skeiði. Størra partin av tíðini – fram til 2006 við at sigla ímillum Norðoyggjar og Eysturoynna við Ternuni ella Dúgvuni. Hann var eisini leiðari fyri Klaksvíkar HF-skeiði árini frá 1986 til 1995, og gjørdi mangt gott í tí verkinum eisini. Bo var ein heiðursmaður. Fryntligur og vinsælur og fakliga og alment ógvuliga stinnur.

Segði tú Bo, so segði tú eisini Margit. Tey vóru so tætt knýtt og fyrimyndaliga góð og høvdu skúlaskapin, søgu og mentanarlærugreinirnar í felag – og Hans Jacob, teirra eitt og alt. Og so vóru tey so góð við skúlarnar, sínar starvsfelagar og mest av øllum við næmingarnar. Og hesin hjartahiti saman við fakligu gleðini er tað, sum stendur sterkast í minninum hjá okkum øllum, sum untust at hava Bo til lærara og ella starvsfelaga øll hesi árini, inntil hann fór frá fyri aldur í 2013. Tey bæði, Bo og Margit, vóru gjøgnum sera mong ár ein týdningarmikil og trúfastur partur av starvshópinum á studentaskúlanum, og vit eru teimum sera takksom fyri, at tey halgaðu sítt arbeiðslív til útbúgving og almenna búgving norðalaga í Føroyum.

Bo, hevur seinastu árini verið darvaður av sjúku, og nú hendan heystardag í oktober í 2023, orkaði hann ikki meira. Jarðarferðin verður í morgin, 14.oktober kl.11 úr Undløse kirke (4340 Tølløse).

Vit vilja í takksemi og virðing minnast fróðarmannin, Bo Jørgensen og lýsa frið yvir hansara kæra minni.

Starvsfelagar

kelda: kambsdalur.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nógv fólk var samankomið á vestaru bryggju tá GADUS kom flaggskrýddur inn á Klaksvík, har hornorkestrið eisini spældi. Stórt hátíðarhald var á bryggjuni og var fish and ships eisini at fáa í netastovuni sum JFK eigur saman við øðrum.

Tað var Edith Johnsson ið doypti nýggja flakatrolaran, ið eisini kann fiska eftir rækjum. Borgarstjórin helt røðu fyri skipinum og framtaksstjórin hjá JFK Hanus Hansen, helt eisini røðu, eftir hetta var tjóðsangurin sungin av Ingibjørg Hansen, eftir hetta beyð Jógvan Hansen, stjóri í JFK fólkið at vitja umborð á stásiliga trolaranum. 24FO.NEWS ynskir reiðarínum bestu eydnu við nýggja skipinum.

Óli M. Lassen

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tað kennist løgið, at tey sum eru longst til vinstru og sum stríddust fyri at breiða út doktrinina hjá autoritera kommunistiska stýrinum og sum gingu friðargongur í Føroyum, nú ganga ímóti russiska fólkinum. Tann vanligi russiski fiskimaðurin og tann russiski borgarin, kann ikki bøta fyri at leiðslan í landinum hevur valt at leypa á Ukraina. Innrásin í Ukraina kann als ikki góðtakast og mugu vit stuðla ukrainska fólkinum tað vit kunnu. Men at niðurlaga føroysku flakavinnuna, fer ikki at raka russisku elituna.

Fiskivinna og landbúnaður

Russland er ein av heimsins størstu framleiðarum av uppsjóvarfiski, sild, makrel og svartkjaftur. Ein stórur partur av teirra framleiðslu verður seldur til Afrika, har hesar fiskavørur eru sera týðandi føði hjá afrikanska fólkinum. 

Tað er eisini alstórur tørvur av landbúnaðarvørum til tey fátækastu londini orsaka av krígnum. Skulu vit verða við til, at forverra støðuna hjá afrikanskum londum, við eisini at nokta teimum atgongd til russiskar fiskavørur, sum er stórur partur av teirra føðigrundarlagið?.

Hvat sigur ST um støðuna í heiminum: 47 milliónir fólk standa yvirfyri akuttum matvøru tørvi. Hveitið framleiðslan er minkað við 20%. Russland er heimsins stórsti eksportørur av hveiti og mais, Ukraina er triði stórsti eksportørur av hveiti.

ST er ørkymla yvir tað neiligu ávirkan tann russiska innrásin í Ukraina hevur á matvøru støðuna. Bæði Russland og Ukraine eru sera týðandi framleiðarar av korn, hveiti, mais, olju og gødning. Í eini frágreiðing frá juni 2023 ávarar ST um at kríggi kann føra til alheims matvørukreppu. Eisini sigur ST at kríggi hevur ført til hækkandi matvøruprísir og matvøruótryggleika í nógvum londum. Eisini verður sagt at 19 milliónir menniskjur í 45 londum standa yvirfyri akuttum matvøruótryggleika orsaka av krígnum.

ST hevur lagt upp til, at tað verður funnin ein loysn á stríðnum so útflutningur av matvørum úr Russlandi og Ukraina verður tikin uppaftur. ST ynskir eisini, at ein loysn verður funnin, so matvørur kunnu koma til tey fátækastu menniskjur í heiminum.

Russiski Fiskavøruútflutningurin til Afrika í 2022

I 2022 útflutti Russland 2,5 milliónir tons uppsjóvarfisk til Afrika. Hetta svarar til 40% av tí samlaða russiska útflutninginum av uppsjóvarfiski.

Føroyar og Barentshavið

Noreg og Russland samstarva um burðardygga fiskivinnuumsiting av Barentshavinum, hetta fyri at tryggja at stovnarnir eru val fyri, so okkara eftirkomarar eisini kunnu gagnnýta hetta ríka tilfeingið, bæði fyri Noreg, Russland, Føroyar, og til stórt gang fyri fólkið í Afrika.

Kvotan í Barentshavinum av toski, hýsu og kalva er søguliga lág, men er hon tó risastór samanborið við føroysk viðurskiftir. Samlaða kvotan er omanfyri 450.000 tons, og hevur hon alstóran týdning fyri føroysku flakatrolararnar. Hetta er ein marknaður vit hava brúkt áratíggjur um at uppbyggja og er tað als ikki soleiðis, at hesi reiðaríðir kunnu leggja um til annað fiskarí, framleiðslu og marknaðir uppá stutta tíð. Vit mugu ikki niðurbróta tað serligu marknaðarstøðu vit hava uppbygd gjøgnum drúgva tíð, við kendu flaka vørunum Frozen at Sea. Hvat gera vit tá sild og makrel svíkur, skulu vit so heldur ikki hava flakaframleiðslu at lýta á.

Friðarsamráðingar

Vit hava ein fyrrverandi føroyskan statsleiðara sum konkret hevur víst á, at vit gott kunnu bjóða okkum fram, og verða vit til, at fáa frið í lag millum Russland og Ukraine. Hann hevur víst á, at vit eru eitt lítið neutralt land og við dugnaligum sendifólkum, sum hava royndir og evnir at samráðast á altjóða stigi, her kunnu vit gott verða við. Hetta sjónarmið er so vítt eg veit, enn ikki tikið upp av føroysku pressuni. Tað kennist løgið, at tá ein fyrrverandi Løgmaður setur fram hesi sjónarmið, at tað ikki verður tikið upp á tungu. Í øllum øðrum londum vildi tað verði stórtíðindi. Kaj Leo Holm Johannesen, hevur víst, at hann torir at ganga egnar leiðir og hevur útsýn. Heldur enn at hugsa hvussu vit kunnu hevna okkum inn á russiska fólki og russiska sjómannin og afrikanska fólki sum líður eina mest undir hesum sorgarleiki. So skuldi vit sum okkara undanfarni løgmaður segði, roynt saman við dønum at fingið gongd á eina friðartilgongd. Eitt vita vit, at niðurlaga framkomna føroyska fiskivinnu, fer ikki at raka russisku elituna. Og tað er greitt at EU í stóran mun hevur samhandil so ella so við Russland og floymir russisk olja og gass til EU, um hetta so er gjøgnum triðjalond.

Hvat kunnu vit gera sum lítil tjóð, jú vit kunnu spyrja danska uttanríkisráðharran, sum er eitt politiskt flogvit og hevur strategisk evnir út um tað vanliga, um hann ikki heldur, at tíðin er komin til, at fáa í lag veruligar samráðingar millum Russland og Ukraine. Russiskir politikara hava sagt, at teir halda, at tað kann verða eitt format 10-2 har til dømis 10 lond taka seg saman og samráðast við Ukraina og Russland. Ukrainskur politikari hevur eisini víst á, at politikarar úr báðum “parlamentunum” mugu tosa saman. Sjálvur havi eg víst á, at tað er upplagt at hava hesar altjóða samráðingar í Istanbul.  

Altjóða samráðingar í Istanbul.  

Tað er bara ein vegur fram, um vit skulu fáa frið og stabilitet i Evropa aftur, og tað er, at fáa ein enda á krígnum og fáa endurskapað vanligan samhandil og kontakt aftur við russiska fólkið. Her verður neyðugt, at Týskland og danska stjórnin leggur á annan bógv, og saman við øðrum stórum tjóðum verður vegvísari í komandi samráðingum. Tað er undrunarvert, at uttanríkistænasturnar i Evropa gera so lítið við at seta seg niður og tosa við partarnar. 

Óli M.Lassen

Siviløkonomur

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Vit løgtingsfólk  eru vald til at gera Føroyar til eitt betri land.  Fólkið hevur sett sítt álit á okkum.   Í dag er tað  vinstravongurin við  Javnaðurflokkinum, Tjóðveldi  saman við Framsókn, sum sita í samgongu  og stinga út í kortið.

Sveinastykkið hjá teimum reyðu, síggja vit í dag, nú teirra fíggjarlóg er  til viðgerðar. Tað vit síggja í fíggjarlógaruppskotinum, er ikki júst tað, sum henda samgongan fór til val uppá.  Her er langt frá orðum til gerðir.  Tað sum bleiv lovað  áðrenn valið,  bleiv ikki  gjørt eftir valið.

Hvat bleiv av styttri arbeiðsviku? Skattalættanum til miðal og láglønt? Hvat bleiv av  yvirskotinum á fíggjarlógini?  Og hvar bleiv  fíggjarliga regluverkið av?   osv osv

Tað er nærliggjandi, at spyrja: Fer søgan hjá reyðu samgonguni veruliga at endurtaka seg?   Vit minnast øll tíðarskeiðið  2015-2019.

Undan valinum í 2015 lovaðu hesi,  at nú skuldi ríkidømið  koma út í hvønn krók í Føroyum. Veljarin trúði teimum, eisini ta ferðina,   og setti sítt álit á hesi orðini áðrenn valið.    Men, hvat hendi eftir valið? Ríkidømið fór ikki út í hvønn krók, og tað so slettis ikki.  Hinvegin  bleiv føroya fólk  knokkroytt í avgjøldum. Tað floymdi ein  avgjaldsøði yvir alt landið, sum føroyingar ongantíð hava sæð makan til. Ongin slapp undan. Heldur ikki Palliba og Marsanna.  Skatta- og avgjaldsøðin rakk út í hvønn krók.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hækkaði avgjald uppá bensin og diesel, vegskatturin hækkaði, heilsutrygdargjaldi hækkaði, inngjald í samhaldsfasta hækkaði. Ja, sjálvt tinglýsingargjaldi bleiv tað dupulta. Ikki eingongd tey,  sum vildu seta føtur undir egið borð, sloppi undan hesari avgjaldsøði.

Nú sita hesir somu flokkarnir  aftur við valdið. Eg spyrji,  og vænti at føroya fólk eisini spyr,  hvar blivu vallyftini av? 

Hvat við lønarlyftinum til tey, sum arbeiða í umsorgarøkinum? Heldur samgongan veruliga, at  hon kann breggja sær av, at tað lyfti er hildið? 

Samgongan lovaði, at tey, sum arbeiddi innan umsorgarøkið, skuldu fáa lønarlyft. Tá bleiv onki sagt um, at sjúkrarøktarfrøðingar skuldi leypast um í lønarlyftinum.  Í dag kunnu vit bara staðfesta, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru lopnir um.  Tey við tí longstu útbúgvingini og størstu ábyrgdini á umsorganarøkinum eru lopin um!

Hvat síggja vit í dag, jú sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnir í verkfall og  stórt sæð alt heilsuverkið liggur lamið.  Sjúkrarøktarfrøðingarnar finna seg ikki  í hesum mismuninum, sum samgongan fremur móti teimum,   at tey nú verða lopin um í lønarlyftinum.  Álvaratos, arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar nú ikki innan umsorgarøki.  Enn einaferð: Tey stýrandi eru  vald til at gera Føroyar til eitt betri land, og ikki gera mismun á  umsorgarøkinum og á arbeiðsfólki. Var tað ikki júst eitt av herrópunum hjá javnaðarflokkinum, at tað sum vit siga áðrenn valið, tað siga vit eisini eftir valið ?

…………..

Nógvar sparingar eru gjørdar, sum koma  at ávirkað nógv fólk. Ja, sparingar eru gjørdar  her og har og allastaðni.  Hóast hetta,  so hongur fíggjarlógin  ikki saman. Fíggjarlógin hevur  eitt undirskot, sum allarhelst fer at standa við og versna um  vit ikki fáa fleiri samfelagsinntøkur, also nýggjan kapital inn í landið. Køkan skal gerast størri.

……………

Áhugaverdi spurningurin er, hvussu kunnu vit bæði  halda fram við okkara  vælferðarsamfelag, sum er  bygt upp í gjøgnum nógv nógv ár og samstundis  hava  yvirskot á fíggjarlógini?

Vinnan skal  aftur fáa tryggar  karmar   at virka undir.  Her hugsi eg sjálvandi, fyrst og fremst um okkara høvuðsvinnur,  fiski   og alvinnuna, sum eru grundsúlurnar undir okkara vælferðarsamfelag.

Hetta, at okkara høvuðsvinnur  hava ótryggar karmar at virka undir, og ikki veit framtíðarætlanir hjá samgonguni, gongur snøkt sagt ikki. At landið leggur ovurhonds høg avgjøld á vinnuna, sum vinnan ikki klárar at krepera, gongur heldur ikki. Úrslitið av hesum síggja vit longu.  Partar av vinnuni eru  rýmdir av landinum til onnur lond at gera íløgur. Lond,  sum eru meira  attraktiv  fyri vinnuna og sum  hava ein meir positivan hugburð til vinnuna.

At umleið 400 arbeiðspláss hjá Bakkafrost eru  í vanda, gongur heldur ikki. Tú kanst ikki spæla við lagnuna hjá fólki.  Minst til,  her tosa vit um livibreyðið hjá 400 familjum.

Havnastongsulin?, ja,  hann hevur longu kostað okkum stórar upphæddir kring alt landið. Eysturoyggin og Norðoyggjar hava serliga  merkt mest sviðan av hesum, í fyrsta umfari. 

Tá vit koma til Barentshavið, so má tað ikki henda, at  samgongan forkemur føroysku kvotunum í Barentshavinum. Tað fer at hava ógvusligar rembingar  í øllum samfelagnum. Helst fleiri enn 300 familjur verða raktar.  Familjur missa sítt fíggjarliga tilverugrundarlag , og landskassin missir 100 tals milliónir. Harafturat koma allar tær ovurhonds upphæddirnar í avleiddum vinnum kring landið.  Eg vóni,  at samgongan skjótast skilir álvarsemi í førda politikkinum, áðrenn ov seint er.

……….

Hugsi mangan um hetta, at vit politikarar, eiga at gera alt tað, sum liggur í okkara magt, at okkara vinnur skulu trívast og mennast.  Umframt fornemmu uppgávuna,  at vera framsíggin,  og duga at taka av teimum møguleikum, sum vísa seg.  Og gera tað við viti og skili.

Í løtuni, hava vit ein møguleika, sum vit eiga og skulu gagnnýta. Vit hava so mangan tosað um, at vit mugu hava fleiri  bein at standa á. 

Tað kann verða svikaligt bara at dúva uppá ali og fiskivinnuna. Og  spurningurin er eisini, hvussu nógv kann henda vinnan veksa afturat tí,  sum longu er í dag, tá mann, hvørki hevur fingið avtalu við ES og annars kappa heysin av víðari virking av laksavørum hjá Bakkafrost.

Vit vita øll, at samfelagsinntøkurnar noyðast at blíva størri,  ella veksa. Og neyðugt er, at  framleiða  meira, um vit ætla at halda fram við tí vælferð og vælferðarsamfelag, vit hava í dag.

So er brennandi spurningurin, er  annað bein at hóma nakrastaðni?

Vænti, at størsta succesbeini ella vinnumøguleikarnir nakrantíð verður ein komandi  Gass og oljuvinna í føroyskum øki . Vit vita, at beint hinumegin føroyska  markið, eru stórar mongdir av gassi og olju at finna. Og sjálvandi er olja okkara megin eisini.

Nú hoyrist eisini at Bretar hava funnið eina risastóra olju og gasskeldu  bert 5 fjórðingar sunnanfyri Føroyska markið. Ímyndið tykkum, tað er  áleið sum frá flogvøllinum til Gásadals.  So Harra formaður:  Lat okkum koma ígongd við olju og – gassleiting,  og tað hevur skund. 

Stjórnin við forsætisráðharranum Rishi Sunak á odda ynskir, at Bretland skal gerast  óheft av orkuinnflutningi úr øðrum londum og serstakliga frá einaræðislondum sum Russlandi.

Hugsi tykkum til, her  tosa vit um bretskar mynduleikar, sum hava givið endaligt loyvi til útbygging av risastórum olju – og gasskeldum. Bretland, ið sigur seg ganga á odda í grøna orkuskiftinum. Bretar hava sæð álvaran  í, at lata standa til og bara hyggja at.

Felagið aftanfyri Rosebank , vísir á, at við avgerðini at elektrifisera framleiðsuna við tí nýggjastu tøknini, verður Rosebank ein fyrimynd fyri onnur, sum í dag framleiða olju og gass. Verkætlanin miðjar móti at minka heilt munandi um útlátið soleiðis, at Rosebank í heimshøpi fer at verða ein fyrsta floks kolvetnis orkuleið.

So harra formaður: Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at, meðan londini beint hinumegin markið ríka seg upp í samband við gass og oljuleiting. Og skal skunda mær at siga, at vit, sum so gjarna vilja verða so grøn sum yvirhøvur møguligt, at teir   framleiða við grønari orku. So her er heldur ongin forðing í so máta. Vit eiga  at koma í gongd til frama fyri okkara samfelag.

…………..

Um eg skal hugleiða eitt sindir um  tá oljuvinnan er farin í gongd, so  síggi eg fyri mær, at Suðuroyggin  mest nátúrliga, verður  tann  nýggi depilin, bæði við frálandavinnu og flúgving. Ein oljumiðstøð  fyri Føroya Land.

Klaksvíkin er og eigur halda fram at vera  fiskivinnuhøvuðsstaður. Her vil eg  heita  á tykkum reyðu um at lata  norðoyingar og øll  vinnulívsfólk fáa frið til at styrkja og menna seg.

Eysturoyggin  er størsta umskipingarhavn í Føroyum. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at russarar lógu har på rad og række. Men hesum hava   partafólk hjá borgmeistaranum í Runarvíkar kommunu forkomið við havnastongslinum. Men við stóra møguleikanum við olju og gassleiting, fer Eysturoyggjin aftur at fáa lív í havnirnar. Vænti at oljuhavnin á Skálafjørðinum  eisini fer at bjóða seg fram. Men men, fyri at hetta skal eydnast, so krevjast  virkisfúsir  politikarar við dirvi og ágrýtni til at koma í gongd.  

Vit skulu eisini minnast til, at tá farið verður undir gass og oljuleiting, at tað longu frá fyrsta degi av, eru  stórar inntøkur at  heinta í samband við royndarboringar.

Tá gass og olja er funnin í føroyska sjóøkinum,  tosa vit  um   ovurhondsstórar upphæddir,  sum landið fer at fáa.  Ríkidømi, sum vit ongantíð hava upplivað fyrr. Sjálvt reyða samgonga fer at  fáa yvirskot á fíggjarlógini, uttan at  knokkroyta Palliba og Marsannu og vinnuna.  Tá verður ikki neyðugt at  spinka og spara hjá teimum, sum hava serligan tørv ella avbjóðingar og sum búgva á stovnum ella ganga á miðnám.

Fólkapensjónistarnir kunnu arbeiða tað tey vilja , uttan at verða mótroknaðir. Óaktuelt  yvirhøvur at tosa um mótrokning. Vit fara at hava eitt frælst, sjálvstøðugt og ikki minst ríkt samfelag, sum onnur bara kunnu droyma um.

Suðuroyartunnilin verður bara gjørdur uttan drál og uttan symbolskar  upphæddir á í fíggjarlógini. Hann verður bara gjørdur.

…………..

Brúki nú vit og skil til frama fyri okkara fólk, sum hava sett sítt álit á okkum um eitt betri samfelag. Sigi takk fyri tað tilfeingi vit hava fingið og brúkið tað skilagott,  heldur enn at ignorerað tað. Ongin kann skatta seg til framburð. 

Lati oljuvinnuna gjalda  fyri okkara fullveldi, frælsi, grøna orkuskifti  og  okkara framhaldandi vælferðarsamfelag.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More