Home Author
Author

Lagt út ÓML

Arbeiðið at gera nýggju býarlundina í miðbýnum er byrjað. Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini um at gera eina grøna gongugøtu og býarlund. Býarlundin verður eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2024.

Býarlundin er fyrsta stig í verkætlanini »Grøna gongugøtan og býarlundin«, ið snýr seg um at gera gongugøtuna bilfría og urtagarðskenda. Harvið fáa ferðandi í býnum og bústaðir í miðbýarkjarnuni eitt uttandura fríøki til uppihald. Býarlundin verður ein grøn lund við millum annað smábarnaspæliplássi og eini fleirvirknari, partvíst yvirdekkaðari pavillon til tiltøk og framsýningar. 

Ætlanin lýsir gongugøtuna sum ein pall, »ið bjóðar inn til ymiskt og fjøltáttað virksemi, bæði gerandisdagar og til serstøk høvi. Gøtan verður grønari, og nýggj gróðurseting av allé-trøum skapa saman við stóru gomlu trøunum og nýggju Havnará eina grøna ‘tekju’ yvir partar av gongugøtuni, sum gevur økinum lív og ein heilt serstakan urtagarðsdám«.

Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til fimm veitarar á heysti 2023. Fýra tilboð komu inn. Grønt og grátt lótu besta tilboðið og eru nú farin í holt við arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt á sumri 2024.

Ætlanin um eina grøna gongugøtu og býarlund er partur av heildarætlanini Urtagarðsbýurin, ið er ein langskygd ætlan fyri miðbýarkjarnuna í Havn. Hana kanst tú lesa um her:

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Tilgongdin at gera Býarlundina

21. februar 2023 – Skipanaruppskotið fyri býarlundina verður latið inn

16. november 2023 – Útbjóðing av arbeiði at gera Býarlundina

8. desember 2023 – Tilboð verða latin inn

22. januar 2024 – Sáttmáli undirskrivaður við arbeiðstakara

7. mars 2024 – Arbeiðið at gera Býarlundina byrjar

7. juni 2024 – Býarlundin verður tikin í nýtslu

Kelda: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í mong ár hava vit hoyrt um ymiskar ætlanir hjá Pf. Mest, sum eigur skipasmiðjuna á Skála. Einaferð snúði tað seg um eina dokkhøll omaná verandi dokk, seinri hoyrdu vit um ætlanir hinumegin fjørðin og í dag skrivaðu Mouritz Mohr, Petur Háberg og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri, nevndarformaður og borgarstjóri undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála.

Partarnir eru samdir um at gera eina fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt.

Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd, eystari enn hin núverandi, soleiðis, at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju – framvið atløgusíðuni og í dokkini.

Áðrenn farið verður í holt við útbyggingina skal verkætlanin í síni heild góðkennast av Runavíkar kommunu og avvarðandi myndugleikum. Býráðið hevur tikið undir við avtaluni, og sambært umboðunum hjá Mest er ætlanin sum skjótast at fara undir at arbeiða víðari við ætlanini.

ES: Ólavur Frederiksen tók myndirnar

Kelda & mynd: runavik.fo – 5 apríl 2024

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eftir drúgvar fyrireikingar og tingingar skrivaðu borgarstjórin og stjórin í felagnum Borg, Tórbjørn Jacobsen og Rodmundur Nielsen, í dag undir avtalu í sambandi við, at felagið, sum fæst við at selja timbur o.a., ætlar at byggja ein nýggjan timburhandil innast á útfyllingini niðanfyri Heimistovubøin á Glyvrum. Býráðið hevur tikið undir við avtaluni, sum hon fyriliggur.

Tað snýr eg um eina fyribilsavtalu, ið verður nýtt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmáa, sum partarnir ætla at gera sínámillum. Hendan avtalan er at meta sum eitt fyribils rættindaskjal, hagartil økið er endaliga matrikkulerað. Økið til bygningar er ásett til 11.156,5 fermetrar, leiguøkið kring um tað ábygda er 4.642,1 fermetrar og 3.255,8 fermetrar fara til kommunala parkering.

Umframt aðrar treytir er ásett í sáttmálanum, at hann er galdandi í tvey ár frá í dag at rokna.

Tað liggur í kortunum, at Pf. Borg ætlar at skipa alt sítt virksemi í Eysturoy í hesum økinum, og sambært stjóranum verður farið í gongd alt fyri eitt at fáa verkætlanina í lag og upp at standa. Pf. Borg hevur deildir í Klaksvík og í Tórshavn, og nú var ognin í Rókini vorðin ov lítil til økta virksemi felagsins.

ES: Ólavur Frederiksen tók myndina.

Kelda & mynd: runavik.fo 5 apríl 2024

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Á býráðsfundi 21 mars 2024 samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.

Borgarakanningin (2023) vísti, at neyðugt er at arbeiða málrættað og langskygt við nøkrum kommunalum avbjóðingum. Nevnast kann tørvurin og ynskið um fleiri og meira fjølbroyttar bústaðir, umframt eina betri býarskipan, sum skal fremja ein betri trivnað.

Semjað er um, at allir viðkomandi partar skulu takast við í arbeiðið. Ætlanin skal verða galdandi fyri alt lokalsamfelagið, og tí eigur alt lokalsamfelagið at verða tikið við uppá ráð. Arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, og borgarin skal veruliga merkja, at hann er í miðdeplinum.

Talan er sostatt um eitt umfatandi og týðandi arbeiði, har málið er, at Klaksvíkar kommuna skal vera ein áhugaverd og dámlig kommuna í 2040, tá ið talan er um tað at vaksa upp, at seta búgv og at eldast. Í ætlanini skulu mál setast m.a. fyri fólkavøkstri, kjarnutænastum, mentan, trivnaði, vinnu, bústøðum og fyrisiting.  

Í hesum umfarinum eru settar 300.000 kr. av til arbeiðið, sum skal verða liðugt á vári 2025.  

Til ber at síggja úrslitini úr borgarakanningini her: Borgarakanning 2023

Kelda: klaksvik.fo mars 2024

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Móttøka var á Havnar Træsmiðju seinnapartin 5 apríl, nú 40 ár eru liðin, síðani Havnar Træsmiðja varð sett á stovn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu. Í røðuni vísti borgarstjórin á, at Havnar Træsmiðja byggir nýtt, men eisini heldur fast um og varveitir eitt gamalt handverk.

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

“Fyri 40 árum síðani byrjaðu Tóri Nattestad og Leivur Andresen, sáli, Havnar Træsmiðju.

Eg kendi væl Leiv í ungum døgum. Hann vaks upp á Tórgarði, eg vaks upp á Glaðsheyggi.

Vit gingu til skótar saman og í barnaskúlanum.

Seinni, tá vit fóru at læra, gingu vit á Tekniska skúla saman. Leivur innan timbur og eg innan maskin og bilsmið. Leivur lærdi hjá Snikkaravirkinum í Grønlandi, og eg lærdi hjá Wentzel Petersen.

Leivur hevði sínar greiðu meiningar, hann var bestemtur, men fittur, og altíð góður at heita á.

Tí er tað eisini stuttligt at vera við her í dag, nú virkið, ið Leivur legði lunnar undir, heldur 40 ára føðingardag.

At vera handverkari, tað er nakað heilt serstakt. Tí vit síggja tað aftur, sum vit hava arbeitt við.

Ein trappa er gjørd, eini hús bygd ella ein bilur gjørdur í stand. Vit síggja beinavegin úrslitið av tímunum, ið verða lagdir í arbeiðið.

Tit á Havnar Træsmiðju byggja nýtt, men tit varðveita eisini tað gamla, – eitt nú við at gera vindeygu, hurðar og annað til eldri føroysk hús.

Eg haldi meg hava sæð, at føroyingar eru byrjaðir at taka timbur meira til sín aftur, og at tað eru fleiri, ið vilja hava snikkaragjørdar loysnir heima við hús. Tað gleðir meg.

Hesi 40 árini hava tit havt eini 40 fólk í læru. Tað er ikki smávegis.

Men vit hava tørv á tykkum. Tí tit snikkarar, húsasmiðir, – ja, allir handverkarar – tit byggja land, – bókstaviliga.

Tí er tað eisini gleðiligt, at tøl hjá Yrkisdeplinum vísa, at talið av nýggjum lærusáttmálum veksur.

Nú 40 ár seinni er Tóri Nattestad framvegis her á Havnar Træsmiðju, og saman við Sigmundi Sørensen, stendur hann á odda fyri hesi heilt serstøku fyritøku.

Eg kalli hana serstaka, tí tit gera ikki bara listar, – tit gera eisini list

Tí tað krevst serligt hegni og tol at fáast við snikkaraarbeiðið. Og ofta er úrslitið sum eitt satt listaverk.

Fari at ynskja Havnar Træsmiðju hjartaliga til lukku við 40 ára føðingardegnum og blíðan byr.”

a group of people standing around a table with food and drinks on it

a group of men posing for a photo

a group of people in a room

a group of people standing around a table with food and drinks

a man speaking into a microphone

a group of people standing in a room with food and drinks

a group of people playing instruments

a person standing next to a table full of food and drinks

a wooden sign with writing on it

a building with cars parked in front

Kelda & myndir: torshavn.fo 5 apríl 2024

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Westward Ho bjóðar í mai 2024 eldru barnagarðs-børnunum og forskúlabørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei.

Tá ið barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho, sleppa tey at síggja umstøðurnar, sum langabbi ella oldurabbi teirra hava arbeitt og livað undir umborð á einari slupp, samstundis sum tey í stuttum hoyra um sluppsøguna. Børnini sleppa harumframt at royna ymiskt verkligt umborð.

Sluppir við bryggju í Klaksvík - Savnsmynd 24.fo

Sluppir á Klaksvík

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð. Tekna tykkum á: torshavn.fo

Soleiðis gongur vitjanin fyri seg

TILTØK UNDIR DEKKINUM

Børnini fara fyrst niðurundir gjøgnum leidaran og síðan í lugarið. Síðan í messuna, har tey síggja stóra íslandskortið og síggja, hvar føroysk skip hava verið úti fyri vanlukku undir Íslandi. At enda fer bólkurin í maskinrúmið og síðani í afturskipið.

KABÚSS OG LUGAR

Vit spyrja børnini, um tey kenna nøkur serlig orð, ið verða nýtt umborð á einum skipi. Í lugarinum greiða vit teimum frá, hvat menn gjørdu á einum fiskitúri, og eisini sleppa tey at fara í nakrar koyggjur.

MASKINRÚM OG LUGAR AFTAN

Vit greiða frá um maskinuna og oljufýringina. Í lugarinum aftan síggja børnini neyðútgongdina og koyggjurnar, og onkur sleppur at liggja í eini koyggju.

TILTØK Á DEKKINUM

Á dekkinum fara børnini at royna ymiskt verkligt, millum annað at standa við róðursarmin, hála fokkuna upp og fiska við snøri. Tað er umráðandi, at børnini likamliga royna ymiskt, sum tey annars ikki hava møguleika fyri at royna í gerandisdegnum. Tey sleppa at royna hetta:

standa við róðursarmin (hála aftur og fram)

sláa klokkuna

síggja kumpassina

nýta hondpumpuna

royna at fíla við snøri í einum vaðbeini

hála fokkuna upp og niður

Børnini kunnu taka gamalt breyð við til dunnurnar.

Tá ið øll børnini hava roynt alt, eta tey matpakka saman. Er veðrið gott, verður matpakkin etin á dekkinum, men er tað ruskveður, eta tey í messuni undir dekkinum.

Kelda:torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eldraleikir verða í Høllini á Hálsi 17. apríl 2024 frá kl. 10-13. Kom við til ein stuttligan og øðrvísi dag, har vit kappast í liðum í ymiskum avbjóðingum. Tilmeldingarfreistin er 10. apríl 2024.

Ábit verður á miðdegi, og okkurt verður til vinnandi liðið. Pláss er fyri 150 luttakarum, so melda til ímeðan tað enn er pláss.

Les meira og melda til á tímin.fo:

Eldraleikir 2024 (tímin.fo) 

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í morgun kinesiska varahandilsmálaráðharran, Ling Ji. Fundurin var á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn.

Tá ið Høgni Hoydal vitjaði í Beijing í oktobur í fjør, hitti hann eisini Ling Ji. Tá varð avrátt, at farast skuldi undir at fyrireika neyðugu stigini til formligt samskifti um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina. Fundurin fyrrapartin hevði til endamáls at tryggja framgongd í fyrireikingunum, og umrøða tættari búskaparligt samstarv millum londini.

Áhugi er á báðum síðum fyri at økja um samhandilin. Umframt fríari marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur í Kina, varð komið inn á tørvin á samstarvi um grøna orkuskiftið og møguleikarnar hjá veitingar- og tænastuvinnum á kinesiska marknaðinum.

Semja er um at halda fram við fyrireikandi ráðføringunum um ein fríhandilssáttmála millum Kina og Føroyar.

Kelda & mynd: uvmr.fo 3 apríl 2024

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu fyri at kunna avhenda ger, at hóast fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Skipanin við minstuløn til fiskimenn tryggjar manningini eina minstuløn, óansæð hvussu fiskiskapurin er.

Vánaliga støðan í heimaflotanum við ringu útlitunum frameftir, hevur fingið politisku skipanina at fara inn aftur á gamlar slóðir at veita stuðul til heimaflotan, sum vit av royndum vita ikki er haldbar. Heldur enn at leggja dent á at umsita fiskatilfeingið burðardygt og effektivt, hevur politiska skipanin valt at veita stuðul sum makrelkvotur til skip, ið ikki eru útgjørd at fiska makrel.

Stuðulin skeiklar natúrligu tillagingina hjá botnfiskaflotanum, og hevur við sær at ein yvirkapasitetur framhaldandi er, sum stuðlar undir yvirfiskarí. Fiskidagaskipanin er soleiðis hátta, at fyri at kunna selja víðari, er brúksskyldan 60%. Um fiskifarið ikki brúkar 60% av veiðirættindunum, so kann reiðaríið ikki avhenda fiskirættindi árið eftir. Tí eggjar skipanin til at fiskað verður upp til 60% av fiskidøgunum, tí annars missa fiskidagarnir hjá reiðaranum virðið. Verður so eisini tikið hædd fyri stuðlinum, so skal tann vinnurekandi ikki einans taka støðu til, um tað loysir seg at fara út at fiska ein dag meira ella ikki, men skal eisini taka við í sítt grundarlag, eina mista stuðulsinntøku frá makrelinum. Hetta førir til eina skipan, sum eggjar óeffektivum skipum, at fara út at fiska ístaðin fyri at liggja við kai. Ein ósunn ringrás, sum í ringasta føri kann føra til skrædl av bæði fiskastovnum og heimaflotanum.

Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu ger, at hóast fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Skipanin við minstuløn til fiskimenn tryggjar manningini eina minstuløn, óansæð hvussu fiskiskapurin er. Tá stovnarnir minka, ger skipanin, at fiskiskapurin heldur fram, og stovnarnir verða fiskaðir enn longur niður.

Skipanin forðar eisini arbeiðsmegini í at flyta yvir í aðrar vinnur, har hon kundi givið eitt íkast til búskapin. Møguleikin at fáa útlendska manning til fiskiskip, sum fiska so lítið, at manningin er á minstuløn meginpartin av árinum, ger harumframt, at vit fáa arbeiðsmegi til fyritøkur, sum ikki klára at geva kappingarførar hýrur til føroyska manning. Sostatt førir hendan skipanin eisini til, at fyritøkur, sum annars møguliga høvdu lagt skipini, tí tey ikki klára at manna tey, nú fáa manna tey við útlendingum, og sostatt heldur lív í einum yvirkapasiteti í veiðiliðinum. Niðurstøðan er, at slíkar stuðulsskipanirnar føra til stórar skeiklingar, har ov nógv skip eru til ov lítið av fiski, soleiðis at produktiviteturin í veiðuni verður hildin niðri á einum sera lágum støði.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Kelda: Landsbanki Føroya 4 apríl

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Rættleiðing til innslag í Degi og Viku um námsvinnu á havsins botni

Í Degi og Viku týskvøldið 26. mars varð m.a. sagt, at Føroyar hava, saman við Danmark, tikið undir við, at eingin námsvinna fyribils skal vera á havsins botni, sjálvt um prógv er fyri, at virðismikil málmur er í føroyskum øki.

Harvið varð lagt til grund, at Føroyar hava tikið avgerð um ikki at gera neyðugar forkanningar í sambandi við at leita eftir, við tí í hyggju at loyva, námsvinnu á landgrunni Føroya. Hetta er ikki so.

Rætt er, at Føroyar hava tikið undir við, at eingin námsvinna enn skal vera á havsins botni í økjum uttan fyri løgdømi hjá strandarlondum, fyrrenn altjóða havbotnsmyndugleikin (ISA) hevur gjørt til neyðugt regluverk. Ráevni uttan fyri løgdømi eru nevniliga ogn hjá mannaættini og verður umsitið av International Seabed Authority.

Føroyar hava tó ikki tikið undir við, at eingin námsvinna skal vera á landgrunni Føroya.

Uttanríkis- & vinnumálaráðið fer, saman við avvarðandi stovnum, í næstum undir at fyrireika neyðugar kanningar, sum gerast partur av grundarlagnum, tá ið ein møgulig avgerð skal takast um at loyva leiting eftir steinsløgum á landgrunni Føroya í økinum norðan fyri Føroyar.

Kelda: Uttanríkis- og vinnumálaráðið – 27.03.2024 – uvmr.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More