Home Author
Author

Lagt út ÓML

Kundi verið áhugavert at vita hvør úti í Tinganesið ella Løgtinginum heldur tað er skilagott at selja TEISTAN

Hvørt mannsbarn í Føroyum veit, at Strandferðslan manglar avloysaraskip. Tí er tað púra óskiljandi at nakar kann verða so lítið umhugsin, at koma við hugskotinum at selja skipið fyri at pinta uppá eina fíggjarlóg.

Hvussu er í stóru verð, ta skilið er so ringt i hesum lítla oyggjasamfelag. Rós til stjóran á SL og skiparan á TEISTANUM at teir siga frá og vísa á, at tað er skilaleyst at selja skipið.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Ljós og lív er nú aftur á gamla Kondittarínum í Havn.

Tað eru Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum, sum havið latið upp handil við føroyskari framleiðslu.

Talan er um klæðir, ið tær sjálvar sniðgeva og framleiða.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var og vitjaði handilin í dag.

Borgarstjórin fegnast um, at lív aftur er í á gamla Kondittarínum.

“Tað er gott at síggja ljós aftur á Kondittarínum”, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Umframt at selja klæðir, selja tær eisini list hjá øðrum. Talan er um skiftandi framsýningar av list.

Til ber eisini at fara upp á lofti á smúkkukafe, har tú kann gera tær egnar smúkkur.

Handilin hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen er har, sum Kondittaríið var, á Niels Finsensgøtu 11 – á Glade Hjørn.

Opið er hvønn dag millum klokkan 10 og 17.30. Leygardag er opið frá kl 10 til 16.

Nú, ið tað stundar móti jólum, fer kortini at verða longri opið onkrar dagar.

Keld & mynd: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann vera í mesta lagi 12.145 tons. Hetta er ein øking á 3% í mun til tilmælið fyri 2023. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið á miðalstøði síðani.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons. Hetta er ein minking á 14% í mun til tilmælið fyri 2023. Orsøkin er minni tilgongd til stovnin síðstu árini.

Toskur á Landgrunninum var í fjør mettur at vera undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. ICES mælti tá til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum í 2023 og 2024. ICES útgevur tískil ikki nýtt tilmæli fyri tosk á Landgrunninum í ár.

Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka, sum bleiv útgivið síðsta ár, er somuleiðis galdandi fyri tvey ár í senn.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Hýsa

Upsi

Toskur á Landgrunninum (frá 2022)  

Toskur á Føroyabanka (Frá 2022)

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Vinnan til morgunmat

by Lagt út ÓML

Í morgun 23.11.2023 bjóðaði kommunan øllum vinnurekandi í Sunda kommunu til morgunmat.

Endmálið við einum slíkum fundi er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Til fundin bleiv kunnað um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.  

Eisini var ein sera áhugaverd framløga frá IRF um skiljing og økonomi av skiljing

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, við vón um at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Kelda:sunda.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Niðurgongd av toskið, øking av lodnu og tilráðing viðvíkjandi hýsu er ikki fylgd og samlaða hýsukvoatan er 141.000 tons. Her er kanst tú lesa alla avtaluna á norskum.

Enighet om norsk-russisk fiskeriavtale for 2024

Nyhet | Dato: 21.10.2023

Norge og Russland har gjennom digitale forhandlinger blitt enige om en fiskeriavtale for 2024. Dette er den viktigste og største bilaterale fiskeriavtalen Norge har.

– Det er bra at vi har inngått en fiskeriavtale med Russland, til tross for at vi også i år befinner oss i en ekstraordinær situasjon. Enigheten sikrer en langsiktig og bærekraftig havforvaltning i nordområdene, og er grunnleggende for at vi kan ta vare på torskebestanden og de andre artene i Barentshavet, sier fiskeri- og havminister Cecilie Myrseth.

– Det er særlig gledelig at vi har fått en så høy loddekvote som 196 000 tonn. Dette er den høyeste loddekvoten siden 2018. Vi er også fornøyd med at det ble en såpass stor reduksjon av blåkveitekvoten, fra 25 000 tonn til 21 250 tonn. Det er usikkerhet om situasjonen for denne bestanden, og da er det viktig at partene viser ansvar og reduserer kvoten. Det er også grunn til å trekke fram uer-bestanden, som fortsatt vokser og har kommet opp på et nivå hvor den har blitt en viktig ressurs for norsk fiskerinæring, sier Myrseth.

Om avtalen for 2024

Totalkvoten for nordøst-arktisk torsk for 2024 ble satt til 453 427 tonn, i tråd med forvaltningsregelen. Det innebærer en nedgang på 20 prosent fra årets kvote.

Totalkvoten av torsk fordeles mellom Norge, Russland og tredjeland etter samme mønster som tidligere år. Norges del av kvoten for 2024 vil være 212 124 tonn.

Totalkvoten for hyse er fastsatt til 141 000 tonn for 2024, som er noe høyere enn det som fulgte av forvaltningsregelen. Norges del av kvoten for 2024 vil være 70 605 tonn.

Det er fastsatt en totalkvote for lodde i 2024 på 196 000 tonn, i tråd med forvaltningsregelen. Dette er en økning på 134 000 tonn, og er den høyeste loddekvoten siden 2018. Den norske andelen utgjør 117 550 tonn.

Totalkvoten for blåkveite i 2024 er fastsatt til 21 250 tonn. Det er en nedgang på 3 750 tonn. Norges del av kvoten vil være 10 823 tonn.

Det er fastsatt en totalkvote for snabeluer på 70 164 tonn for 2024. Dette er en økning på 3 385 tonn fra 2023. Norges del av kvoten vil være 48 518 tonn.

Partene er også enige om å fortsette arbeidet med forvaltningsregler for lodde, reker, snabel-uer og blåkveite.

Forskningssamarbeid

Fiskeriavtalen inneholder også tekniske reguleringer for utøvelsen av fisket, kontrolltiltak og forskningssamarbeid. Det er et langvarig og omfattende forskningssamarbeid mellom Norge og Russland om levende marine ressurser og økosystemet i Barentshavet, og partene ble enige om et felles norsk-russisk forskningsprogram for 2024.

Bilateral arbeidsgruppe

Russiske forskere er midlertidig suspendert fra å delta i arbeidsgrupper og lignende i Det internasjonale rådet for havforskning, ICES. Kvoterådene for 2024 for de bestandene vi forvalter sammen med Russland, er derfor også i år utarbeidet i en bilateral arbeidsgruppe mellom Havforskningsinstituttet og det russiske forskningsinstituttet VNIRO. Arbeidsgruppen har fulgt metodikken og rammeverket som ICES bruker for bestandsvurdering og rådgiving.

Protokoll

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 varð í kvøld endaliga samtykt á býráðsfundi.

Skattaprosentið hjá Tórshavnar kommunu komandi ár verður tað sama sum í ár 19 prosent. Barnafrádrátturin er eisini hin sami 9.000 krónur.

Býráðsfundur 23.11.2023

Samlaðu inntøkurnar

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 eru mettar til 1.316 milliónir krónur í mun til 1.240 milliónir krónur í 2023. Hetta er ein vøkstur á 76 milliónir krónur ella 6,13 prosent.

Kommunuskatturin er mettur til 1.012 milliónir krónur. Tað er ein framskriving á 2,3 prosent í mun til mettu inntøkurnar fyri 2023.

Partafelagsskatturin í 2024 er mettur til 58 milliónir krónur.

Skattur frá eftirlønargjøldum er mettur at verða 209,7 milliónir krónur. Inntøkur í samband við DIS, FAS og frádráttir eru mettar til 35,7 milliónir krónur.

Útreiðslurnar

Rakstrarútreiðslurnar fyri Tórshavnar kommunu, uttan Tórshavnar havn, er 3,96 prosent. Raksturin av Tórshavnar havn er inntøkufíggjaður.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í fíggjarætlanini fyri 2024 fara úr 953,3 milliónum krónur uppí 995,8 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 4,46 prosent í mun til fíggjarætlanina 2023.

Íløgurnar

Millum íløgurnar í Tórshavnar kommunu fyri 2024 eru útbygging av dagstovninum á Hamrinum á Argjum, hádeild í Sankta Frans Skúla, nýtt røktarheim, borgarahús í Kaldbak, útstykking oman fyri Argjahamar, innkoyringarvegurin, stórhøllin, langhylur og íløgur í orkupolitikk.

Samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 verða 358,5 milliónir krónur.

Úrslit fyri 2024

Úrslitið hjá Tórshavnar kommunu, áðrenn rentur og avdráttir er 288 milliónir krónur. Úrslitið av rakstrinum er 231 milliónir krónur. Avlopið til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu er 215 milliónir krónur.

Samtykt er, at innkomuvegurin verður fíggjaður við lántøku. Í fíggjarætlanini 2024 er hædd tikin fyri lántøku til innkomuvegin við 87 milliónum krónum.

Kelda: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Íløgur í framtíðina er yvirskriftin fyri hesa fíggjarætlanina. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir aðru viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024.

Vit íløgum byggja vit bygd og bý, og tryggja vøkstur í Tórshavnar kommunu.

Men vit átaka okkum eisini ábyrgdina sum høvuðsstaður, og við íløgum byggja vit eisini land, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

Her er brot úr røðuni, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt á býráðsfundinum í kvøld, tá fíggjarætlanin fyri 2024 varð endaliga samtykt.

Børn, ung og barnafamiljur skulu trívast í Tórshavnar kommunu, tí tey eru framtíðin hjá kommununi – á bygd og  í bý.

Tí fara flestu íløgur, ið verða gjørdar, at gagna børnum, ungum og barnafamiljum.

Men framrokningar vísa, at tað gerast alsamt fleiri eldri, og tí byggja vit eisini nýtt røktarheim, – so kommunan er til reiðar at lofta teimum, ið hava tørv á røkt.

Millum íløgurnar eru útbygging av dagstovninum á Hamrinum á Argjum, framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, nýtt røktarheim, borgarahús í Kaldbak, útstykking oman fyri Argjahamar, innkoyringarvegurin, stórhøllin, langhylur og íløgur í orkupolitikk.

Fleiri av verkætlanunum verða lidnar komandi ár, millum annað langhylurin, ið fer at geva ítróttarfólkum okkara betri fyritreytir at luttaka í altjóða kappingum. Men langhylurin fer eisini at geva øllum borgarum betri umstøður til svimjing.

Stórhøllin stendur í gerð og fer at betra um møguleikarnar at fáa altjóða kappingar til Havnar. Men hon fer eisini at geva føroyskum ítrótti umstøður á altjóða støði.

Við Stórhøllini verður eisini møguligt at fáa altjóða ráðstevnur til Føroya. Tað fer at gagna ferðavinnuni og tænastuvinnuni.

Í Kaldbak fara fólk at fáa betri møguleikar at savnast til ítrótt og tiltøk, tá nýggja borgarhúsið verður tikið í nýtslu komandi ár.

Á Argjum fara vit at útbyggja dagstovnin á Hamrinum, og vit gera eisini nýggjar útstykkingar. Harvið fáa barnafamiljur betri umstøður at seta búgv á Argjum.

Bygningarnir til nýggju hádeildina á Sankta Frans Skúla eru reistir, og verða tiknir í nýtslu, tá komandi skúlaár byrjar.

Kommunan ger eisini íløgur í orkupolitikk. Øll gøtuljós verða skift til ledljós, sum brúka minni orku enn núverandi skipan. Hetta verður eisini gjørt í ítróttarhallum. Harumframt er nógv arbeiði lagt í at fáa fjarhita til fleiri brúkarar í kommununi.

Innkomuvegurin, sum eftir ætlan er liðugur í november 2024, er ein íløga, ið fer at hava nógv positivt við sær. Vit fara at fáa atgongd til fleiri útstykkingar, bæði til vinnu og bústaðir.

Sostatt verður betri møguleiki hjá ungum familjum at búseta seg í Tórshavnar kommunu. Eisini verður betri møguleiki hjá vinnulívinum at staðseta seg í kommununi.

Innkomuvegurin fer eisini at lætta um ferðsluna, tí ferðslan, sum í dag fer oman gjøgnum býin, fer at verða leidd út um býin.

Samanumtikið fara íløgurnar at bøta um viðurskiftini hjá børnum, ungum, hjá barnafamiljum eins og hjá eldri borgarum.

Fíggjarstøðan hjá kommununi er góð, og vit brynja kommununa til framtíðina, – til børn, ung, barnafamiljur og eldri.

Vit íløgum byggja vit bygd og bý, og tryggja vøkstur í Tórshavnar kommunu.

Men vit átaka okkum eisini ábyrgdina sum høvuðsstaður, og við íløgum byggja vit eisini land.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Kelda & mynd: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eystari Landsrættur hevur dømt ein mann treytaða fongsulsrevsing fyri skammfaring av seyði.

Eystari Landsrættur viðgjørdi í síðstu viku eitt mál um brot á djóravælferðarlógina.

Í málinum var ein maður ákærdur fyri í eitt longri tíðarskeið fram til 31. januar 2018 tilætlað ella við grovum ósketni at hava vanrøkt seyð undir viðurskiftum, sum vóru at meta sum skammfaring. Maðurin var ákærdur fyri ikki at hava givið seyðunum nøktandi fóður og vatn, av tí at tað í fjósinum vóru funnir 50-60 seyðir, sum allir vóru rak ella kaldarak. Fýra seyðir vóru deyðir, og tveir av hesum høvdu ligið deyðir í fleiri samdøgur.

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at maðurin ikki hevði ansað seyðin á nøktandi hátt, men rætturin metti ikki at talen var um skammfaring. Maðurin bleiv dømdur eina sekt uppá 10.000 kr.

Ákæruvaldið kærdi dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast fyri skammfaring, og at maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing.

Í dóminum frá Eystara Landsrætti er niðurstøðan, at í øllum førum fyri teir fýra seyðirnir, sum vóru funnir deyðir, var talan um skammfaring. Landsrætturin leggur dent á, at seyðirnir vóru kannaðir, og at kanningin vísti, at vemburnar vóru tómar. Landsrætturin staðfestir, at hetta er at meta sum skammfaring.

Av tí at landsrætturin broytti dómin soleiðis, at maðurin bleiv dømdur fyri skammfaring, bleiv revsingin broytt til 20 daga treytaða fongsulsrevsing.

Kelda:politi.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Á býráðsfundinum í kvøld samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2024. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta 53,5 mió. kr. av til íløgur komandi ár. Somuleiðis varð samtykt at hækka barnafrádráttin úr 5.500 kr. til 6.500 kr. pr. barn, umframt at foreldur fáa ein lætta og sleppa undan at rinda ansingargjald í desember og januar.

Við ársbyrjan 2022 var nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 80 mió. kr. oman fyri skuldarmarkið. Í 2023 vóru reglurnar um uppgerð av nettoskuld broyttar soleiðis, at skuldarmarkið hækkaði á leið 60 mió. kr. Saman við øktum inntøkum frá persónsskatti og óbrúktum íløgujáttanum verður mett, at við ársenda 2023 er nettoskuldin komin niður um eina álíkning.

Raksturin er 273,4 mió. kr., og útreiðslurnar til rentur og rentstuðul 18,4 mió. kr., sum er ávikavist 7,1% og 51% hægri enn í fíggjarætlanini 2023. Uttan lønarlyft hækkar raksturin 5,8% í mun til 2023. Lutfallið millum inntøkur og rakstur er 77,5%.

Í fíggjarætlanini fyri 2024 eru inntøkurnar mettar til 352,7 mió. kr., og er hetta ein hækking á 7,2% í mun til fíggjarætlanina 2023. Metta avlopið á 8 mió. kr fyri 2024 verður brúkt til at rinda avdráttir.

Skattaprosentið er óbroytt, 20,75%.

Nýggjar íløgur

Borgarakanningin, sum Klaksvíkar kommunu gjørdi í vár, vísti eitt týðiligt ynski um betri ferðsluviðurskiftir. Sum nakað nýtt hevur býráðið tí samtykt eina serstaka avseting til ferðslutrygd á 1,5 mió. kr. Henda játtan er ikki bundin til nakað ávíst øki, men í høvuðsheitum er ætlanin at betra um ferðslutrygdina kring Skúlatrøð.

Ein onnur nýggj avseting komandi ár er at betra um umstøðurnar í bátahylinum í Borðoyarvík. Orsøkin er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri skaðar skrásettir. Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá smábátum í bátahylinum og verður hetta gjørt við at leingja og smalka molan/brimgarðin á bátahylinum.

Íløgur í 2024

Tær flestu játtanirnar í 2024 eru íløgur, sum eru í gongd. Talan er um m.a. hesar verkætlanir: hornaskýlið, vegur og parkeringsøkið við Stangavegin, víðkan av Norðhavnini og vatnleiðing til tunnilin Norður um Fjall.

Harumframt er talan um ymiskar bindingar til aðrar íløgur. Eitt nú hevur Klaksvíkar kommuna játtað stuðul á 21 mió. til Húsarhaldsskúlan. Av hesum hevur kommunan rindað 11 mió. kr. í 2022 og 2023 og verður restin goldin í 2024 og 2025, ávikavist 8 og 2 mió. kr.

Dømi um aðra íløgu í 2024, sum peningur longu er játtaður til, er byggibúning í samband við nýggja hotellið í miðbýnum.

Kelda: klaksvik.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More