fredag, december 5, 2025
Home Vinna

Vinna

Í 2024 vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánum til vinnukundar 0,3% av samlaðu útlánunum, sí mynd 1. Tap av útlánum til húsarhald eru lægri, enn til vinnukundar. Tapini av útlánum til húsarhald vóru 0,1% í 2024, sí mynd 2

Upphæddin, sum føroysku bankarnir tilsamans hava sett av til møgulig tap av útlánunum til vinnukundar í 2025 svara til 3,5% av útlánunum, og møgulig tap av hesum útlánum í 2025 vísa seg ikki fyrr enn í komandi árum, sí mynd 1.

Fyri húsarhaldini hava peningastovnarnir sett 0,9% av ímóti tapi burturav samlaðu útlánunum í 2025, sí mynd 2. 

Mynd 1. Tap og avsetingar, vinnan

Mynd 1. Tap og avsetingar, húsarhald

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.

Kelda: Landsbankin 14 nov. 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Føroysku bankarnir høvdu eitt yvirskot áðrenn skatt á góðar 390 mió. kr. fyrra hálvár 2025, sum er nakað minni enn fyri fyrra hálvár 2024, tá yvirskotið var 415 mió. kr.

Yvirskotið áðrenn skatt hjá føroysku bankunum í fyrra hálvári 2025 varð um 393 mió. kr. tilsamans. Betri Banki hevði eitt yvirskot á 178 mió. kr., Føroya Banki 190 mió. kr., Norðoya Sparikassi 20,3 mió. kr. og Suðuroyar Sparikassi eitt yvirskot á 4,5 mió. kr., sí mynd 1.

Lægra rentustøðið hevur sum heild elvt til lægri netto rentuinntøkur hjá føroysku bankunum, ið er við til at geva eitt lægri úrslit í fyrra hálvári 2025 samanborið við fyrra hálvár 2024 hjá tveimum av bankunum, sí mynd 1. Harafturat hava niðurskrivingar og útreiðslur annars (millum annað lønir), eisini týdning fyri úrslitið.

Mynd 1. Úrslit áðrenn skatt

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.

Kelda: landsbankin.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Eftir ynski frá Elin Mortensen, aðalstjóra, hevur løgmaður í samráð við hana tikið avgerð um, at hon verður ikki aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum frá 1. desember 2025 kortini. Ístaðin verður hon deildarstjóri í Vinnumálaráðnum.

Elin Mortensen sigur í stuttari viðmerking:

“Í fyrstu syftu tók eg av starvinum sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, men eftir gjølla umhugsan havi eg broytt støðu. Orsøkin er, at við mínum áhuga og royndum á fiskivinnuøkinum og í millumtjóða samstarvi, meti eg ikki tíðina vera rætta fyri meg at skifta arbeiðsøki. Eg vóni eisini, at eg einaferð aftur fái møguleika at átaka mær ein aðalstjórasess, hóast tíðin ikki var tann rætta hesa ferð.” 

Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri

Broytingarnar merkja, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal hava ein annan aðalstjóra. Eftir tilmæli hevur løgmaður tikið avgerð um, at Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Kelda: Tinganes

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Runavík í dag

Røða, sum borgarstjórin flutti fram í morgun, nú Bryggjan lat upp fyri almenninginum


Roy Jacobsen fór í annað ljós fyri smáum tveimum mánaðum síðan – sjeyti ára gamal. Hann var nógv virdur høvundur úr Noregi, sum m.a. skrivaði um lívið hjá menniskjum í útjaðaranum. Tað var hann sum segði: ”Fyrstur kom fiskurin, meðan menniskjað bert er ein treiskur gestur við havið.”

Soleiðis hava vit eisini verið gestir við havið í útnorði í hundraðir av árum. Sum búnaðar- og veiðifólk, ið við tíðini gjørdist ein tjóð við egnum samleika. Serstakari mentan og egnum tungumáli. Í menningartilgongd tjóðarinnar gjørdist handilin – í lutfalsliga nýggjari tíð – frælsur, og tað setti av álvara dik á ferðina fram til samfelagsbygnaðin, sum í dag man kjálka fram ímóti at vera millum heimsins fremstu vælferðarsamfeløg. Krambúðir og vinna gingu í mongum førum hond í hond. Fólkatalið í oyggjunum 10´faldaðist, og meiri enn tað, ein sjáldan sjón í oyggjabólkum skotnir fjart frá meginlondum. Ein áminning um, at tað fyrst og fremst er bygnaðurin, rúmið at vaksa í, sum er avgerandi fyri allari menning, – politiskar spennitroyggjur og høft fremja ongi framtøk.

Avtøkan av útlendska einahandlinum í 1856 var sum at opna eina krúttunnu, – ein bygnaðarbroyting sum loysti mangt úr fjøtrum. Niðurbundin máttur slapp til verka, og kring um oyggjarnar fór nú at grógva um gangandi fót. Upp í fleiri handlar vóru í so at siga hvørjari bygd í landinum í drúgt áramál, eisini í bygdunum um hesi svæði. Tvær heilsølur vóru eisini virknar her í økinum – Poul Hansen´s heilsøla á Glyvrum og Eysturoyar Heilsøla í Runavík.

Alt her í lívinum er í støðugari broyting og prosessirnar í handilsvinnuni løgdu m.a. lunnarnar undir eina miðstøð sum SMS, ið byrjaði í 1977. Nógv stríð var um miðsavningina á Trapputrøðni, Hans Mortensen kom rættiliga í eldlinjuna, men eftirtíðin man ríkiliga hava staðfest, at hann var á rættari leið. Fyri okkum, sum høvdu ferðast kring um heimin fyri tað, kom hetta ikki óvart á. Í USA høvdu vit vitjað hesar gigantisku handilsmiðstøðirnar, ofta í býarinnar útryðjum av ferðslu- og parkeringsávum, og fyrsta handilsmiðstøðin av slíkum slagi í Danmørk var Skottegården á Amager oynni, sum var bygd í 1953, hetta veit eg av tí orsøk, at mín sálaða fastir, Fía, var næsti granni hennara.

Táið Hans Mortensen, sáli, nú varð nevndur, er tað at siga, at hann var venjari okkara, táið eg spældi við unglingaliðnum hjá Neistanum í fyrru helvt av sjeytiárunum í hinari øldini. Tað var serliga tað eina árið, at vit gjørdu vart við okkum. Sum fyrrverandi HSF´formaðurin, Kristian Johansen, tekur til í einari samrøðu við Hvannrók fyri nøkrum árum síðan: ” – Hæddarpunktið var óivað, tá ið vit í 1973 vunnu FM-heitið. Løgtingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen spældi eisini tá við okkara liði.” Leivur, Sigmund, Hjalmar, Petur, Oddur, Kristian, Mortan og eg. Vestmenningar høvdu eitt av lakaru árunum, og veruligi kappingarneytin var Kyndil. Hans díkti á okkum, sum vóru vit grønlendskir sletuhundar, og eftir venjing runnu vit hvørt kvøld úr høllini á Hálsi niðan á Hvítanes – fyri at styrkja vøddar og sál. Seinasti dysturin tað árið var ímóti Kyndli á Nabb, og vunnu vit, var FM-steypið okkara. Vit huseraði í einum kliva vestaru megin í høllini í hálvleikinum, og makan til spektakul havi eg ikki á ævini upplivað. Hypnotiseraðir í vinnaraøði, sum brótaraross, løgdu vit til brots, nú skuldi slagið standa, og hóast kyndilsunglingar mann fyri mann vóru betra liðið, vunnu vit við einum máli og gjørdust føroyameistarar.

Nú er ein løta síðan, at tað degnaði fyri, at Niels var á veg upp á brúnna. Træðrir knýta hann at hesum økinum, og fyri nakað nógvum árum síðan búði hann eitt skifti á Glyvrum, meðan hann var krambakallur í Heiðunum. Eitt intermezzo í venjing á leiðini til at taka við sum stjóri, kann eg ætla, og seinri letur Bónus upp í hølunum, har ið eitt av stóru handilsvirkjunum í Føroyum, D. P. Højgaard´s Eftf., hevði sítt megindomicil. Í kjallarahæddini var hin tá so kenda krambúðin Deild C – nú Shari. Systkinabarnið Elin, á Torkilsheyggi, hevur verið sjefdomptørur á deildini í mong ár, og umframt at hon hevur stjórnað starvsfólkunum við strongum aga, altíð fremst í fylginum, hevur hon eisini trábeitin roynt at fingið ræði á hinum javnaldrandi borgarstjóranum í býnum. Viðvíkjandi parkerng o.ø. Táið blóð og tendring eisini eru ájøvn, hevur tann royndin verið heldur svikalig fyri hennara viðkomandi, men virknisfýsni makar ikki fyri tað, og seinasta fríggjakvøld løgdu vit leiðina framvið, eftir ein gongutúr um Toftavatn, og tá gekk hon fremst í broddi fylkingar, har ið hillarnar skuldu fyllast til tað, sum nú fer at henda um skamma stund.

Eftir eitt lutfalsliga langt politiskt lív skilir man, at onki her í verðini stendur 1:1 – eitt til eitt – í einum dynamiskum samfelag. Ein hending hevur við vissu aðra ella fleiri við sær. Eftir at Borg hevði fingið byggiloyvi undir Heimistovubønum á Glyvrum frættist, at gamli timburhandilin var seldur. Niels Mortensen var eksponentur fyri keypið, og so gekk umrøðan sum rótasúpan, hvat ið nú fór at henda við og í bygninginum. Fundarvirksemi – og undirskrivaðar avtalur síðan – gjørdu greitt, hvør ið ætlanin var, og í dag fær almenningurin atgongd til eina miðstøð, Bryggjuna, sum er hin fyrsta av sínum slagi í býnum.

”The City That Never Sleeps” verður ofta sagt um býin New York, og tað var framúr góði sangarin Frank Sinatra, sum gjørdi hesa orðingina ódeyðiliga í sanginum hesum heimsins metropoli til heiðurs. Uttan samanbering, í stødd og meingi, so er veruleikin hann, at ein títtur býarpulsur dregur sum ein magnetur. Har ið fólk eru – vilja fólk vera, og eitt pulserandi handilslív dregur annað við sær. Tað gongur sjón fyri søgn, nú tað bert eru nakrir fáir dagar hespaðir upp á tíðarsnælduna síðan Kodio legði leiðina hendanvegin, ein hárskeri letur eisini upp í hesum døgum og hinumegin vegin, í nýggja miðbýarøkinum, síggjast konturarnir nú av nýggjari íbúðarætlan.

Alt hetta bendir á, at vit gjørdu rætt, táið vit fóru undir at fyrireika ein miðbý higani og nakað væl inn í Heiðarnar. At ein av trimum tunnilsmunnum – úr smoguni undir Tangafirði – endaði í økinum, sum áður var býarinnar endastøð, hevði sjálvandi eitt broytt ferðslumynstur við sær. Við eitt var hetta høvuðsferðsluæðrin í landinum. Drúgt arbeiði,  og nógvar tingingar millum Fíggjarmálaráðið og Runavíkar kommunu, endaði sum kunnugt við løgtingslógini um Fjøruvegin. Innari parturin er gjørdur, og eftir er at fara undir uttara partin, sum ger, at ferðslan verður flutt suður um økið, her sum vit nú standa. Ein skjóttarbeiðandi bólkur situr eisini í løtuni og fyrireikar eina flyting av renovatiónini, burtur úr tí, sum nú er farið at líkjast einum miðbýarøki, ikki minst hesum átakinum fyri at takka, sum nú letur upp fyri almenninginum. Nakað av toli skal til, Rom varð ikki bygdur eftir einum degi – kortini varð hann bygdur. Eg kenni bráðræsnið sum brúsar í aktørunum, líkamikið um spitarin er í botni, gongur tað ov seint, men eg kann vegna kommununa lova, at vit stútt og støðugt virka við at gera umstøðurnar so høgligar sum gjørligt – eisini her í økinum.

Um nakrar dagar hendir tann stórhending, eisini í hesum sama svæði, at ein toppmodernað svimjihøll letur upp fyri almennari svimjing. Í 1964 var farið undir at savna inn pening til svimjingarhyl omanfyri skúlan á Glyvrum. Mamma plagar siga, at hon enn minnist júst hvar ið Óli Simonsen stóð í ganginum, Fyri uttan Garðar, táið hann gekk hús úr húsi og savnaði pening inn til endamálið. Av nógvum ymiskum orsøkum endaði verkætlanin í útgrevstrinum, men felagið Neptun er til enn, og vónandi verður lív endurblást í felagið ein av komandi døgunum. Hin sálaði Óli var verfaðir Niels, sum aftur er faðir at einum av okkara fremstu svimjarum í ítróttarsøguni. Væntandi verður tann møguleikin úti við Bylgjuna eisini ein sigul, sum fer at draga fólk til býin og handilsvirksemið í økinum.

Tað var Irena Joensen, sála, einaferð forkvinna í forstandaraskapinum í Svínoy, sum helt fyri í sónvarpinum, at veruligt hóttafall kom á eina bygd, um laðað var upp í dyrnar í skúlanum og handlinum. Rætt hevði hon, og tað er ein syrgilig søga. Í dag kunnu vit fegnast um, at tað gongur hin øvuta og tann rætta vegin her í økinum. Fyri at taka aftur í orðini hjá sálaða norðmanninum Roy Jacobsen, so hilnaðist tað í okkara føri at treiskast við havið.

Við hesum fáu orðum fari eg at takka Nielsi og hansara fólki fyri eitt sera gott samstarv frá byrjan til enda í prosessini fram til hendan dag, og eg fari eisini at nýta høvi til at takka okkara egna fólki, við býarverkfrøðinginum Maritu Súsonnu Hentze á odda, fyri at hava kýtt seg í hvørjari spong – fyri at alt hetta kundi bera til innanvert ásett tíðarmál.

Mátti byrurin verið tykkum eigarum blíður í ókomnum døgum. Vælkomin skal hon vera – Bryggjan.

ES: Áðrenn snórurin við dyrnar var kvettur, handaði Niels Mortensen borgarstjóranum Tórbirni Jacobsen ein kekk. Virðið er ein fjórðingsmillión krónur – 250 túsund krónur – og tað er ætlað ungdóminum millum 0 og 15 ár soleiðis, at hesi kunnu svimja uttan kostnað í 2026. Runavíkar kommuna takkar vegna móttakaran hjartaliga fyri gávuna.

Kelda: runavik.fo 12 nov. 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í viðtalu – video á Norðlýsinum sigur Hanus Hansen stjóri í JFK samtakinum at EU og Bretland hava keypt umleið 30 % meir botnfisk úr Russlandi í fyrru helvt av 2025 í mun til somu tíð í 2024. Hetta hendir meðan EU ynskir at vit skulu seta tiltøk í verk móti Russlandi og sum kann fáa álvarsligar fylgir fyri okkum. Hvar var EU tá vit royndu at økja okkara uppisjóðarkvotur, vit sluppu sjálvt ikki inn í danskar havnir, sigur Hanus Hansen við Norðlýsið

Mynd:24.fo

Vera tiltøkini móti russisku reiðaríunum samtykt, sendir tað eitt keðiligt signal til russar, sum vit hava arbeitt so væl saman við í so nógv ár, sigur Hanus Hansen.  Kelda: Norðlýsið 11 nov. 2025

Hanus Hansen, stjóri JFK
Hanus Hansen, stjóri JFK

Hetta kemur at hava álvarsligar fylgir fyri Føroyska fiskivinnu. Russar hava longu boða frá, at vit sleppa ikki at selja fisk til Russlandi um hesi feløg verða boykhátta. Í dag er Russland ein sera stórur marknaður fyri sild og makrel. Um sáttmálin í Barentshavinum eisini verður ávirkaður, so missa vit 60% av tí vit vanliga hava fiska í Barentshavinum.  Tey reiðaríðir ið fiska í Barentshavinum hava júst gjørt stórar íløgur í nýggj skip, og um vit missa 60% av tí vit eri vanir at fiska í Barentshavinum so sigur tað seg sjálvt, at tað tolir eingin og vanti eg, at tey skipini verða seld og tað sum eftir er av kvotu verður fiska av øðrum skipum og fleiri manningar kunnu tí missa arbeiði. Eg vil heita á føroyskar politikarar um at royna at hava dialogin og gera tað sum er best fyri Føroyar.

  Kelda Norðlýsið og greinin er gjørd út frá brotum úr video hjá Norðlýsinum. Leinkja til video sæst her

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2026, væntast hallið hjá landskassanum at verða 173 mió. kr. Men við eykajáttanum, støðlingum og lægri inntøkum av veiðigjøldum, væntast hallið at gerast væl størri enn tær 173 mió. kr. Hall á fíggjarlógini merkir, at skuldin hjá landinum veksur. Hetta skrivar Landsbankin

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2026, væntast hallið í 2026 at verða 173 mió. kr. Afturat hesum koma møguligar eykajáttanir og støðlingar.

Eftir at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, er ICES komið við tilmæli um at lækka kvoturnar fyri makrel við 70%, svartkjaftakvoturnar við 41%, og at hækka sildakvoturnar við 33%. Síðani hava samráðingar verið, og semja er um at fylgja tilmælinum frá ICES, tá tað kemur til svartkjaftin og sildina. Semja er enn ikki um tilmælið fyri makrelin. Tilmælini væntast at geva lægri inntøkur í landskassan frá veiðigjøldum og inntøkuskatti av manningarpørtum. Hallið á fíggjarlógini væntast tí at gerast væl størri enn tær 173 mió. kr., ið uppskotið til fíggjarlóg vísir.

Hall á fíggjarlógini merkir, at skuldin hjá landinum veksur. Ein økt skuld ber við sær hægri rentuútreiðslur, sum merkir, at ein størri partur av skattainntøkunum, skal nýtast til at rinda rentur við. Økt skuld gevur eisini minni rásarúm til at stimbra búskapin við, skuldi búskapurin farið niður í ferð ella ein negativur stoytur rakt føroyska búskapin.

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Roknskapartølini hjá Føroya Banka-samtakinum fyri triðja ársfjórðing eru kunngjørd í dag. Tíðarskeiðið hevur sum heild verið merkt av góðari gongd á so at siga øllum mótum, og úrslitið fyri skatt gjørdist 80 mió. kr.

”Okkara virksemi hevur verið merkt av vøkstri á bæði innlánum, útlánum og realkredittlánum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og samanlagt afturføra vit niðurskrivingar. Roknskapartølini higartil í ár bera sostatt boð um eina góða gongd hjá samtakinum og ikki minst ein kundaskara, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum. Fleiri rentulækkingar hava verið hetta seinasta árið, og tað munar hjá teimum kundunum, sum hava lán,” sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Eitt ár merkt av rentulækkingum

Eitt, sum hevur sermerkt hetta seinasta árið, eru rentulækkingar. Millum juni í fjør og juni í ár er rentan lækkað sjey ferðir. Hyggja vit eftir, hvat ið marknaðurin væntar á hesum økinum komandi tíðina, so eru ikki útlit fyri, at títtleikin á rentulækkingunum heldur fram. Harafturímóti væntar marknaðurin, at rentan nú er á einum meira støðugum støði, men tað kann tó broytast.

Hóast rentan er lækkað ofta seinasta árið, so ber enn til at fáa rentu fyri innistandandi pening. Innlánini hjá bankanum eru hækkað við 15% samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og henda hækkingin í innlánum vísir millum annað, at kundarnir eru tilvitaðir um og taka av møguleikanum at fáa rentu fyri innistandandi pening.

Útlitini fyri komandi tíðina

Hyggja vit eftir útlitunum fyri restina av árinum, so eru tey sum heild góð. Bankin væntar, at góða gongdin heldur fram, og at ársúrslitið fyri 2025 verður millum 235 og 265 mió. kr.

Hyggja vit meira yvirskipað eftir føroyska búskapinum, so eru útlit fyri, at búskaparvøksturin stilnar nakað. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya og Búskaparráðnum sæst, at búskaparvøksturin í ár er minni enn undanfarin ár. Búskaparvøksturin væntast at verða 2% í ár samanborið við 3,3% í fjør, 6,7% í 2023 og 9,5% í 2022. Árligi vøksturin er í ársins prísum, og tølini fyri 2022 og 2023 eru uppgerð hjá Hagstovu Føroya, meðan hini tølini eru metingar hjá Búskaparráðnum.

”Hóast búskapurin er farin meira niður í ferð samanborið við undanfarin ár, so meta vit ikki, at nakar vandi er á ferð. Harafturat síggja vit, at væntanirnar til 2026 eru góðar. Hyggja vit eftir okkara egnu tølum, so síggja vit til dømis ikki nakra øking í troti ella skáum, sum vísir, at okkara privat- og vinnukundar klára at svara sínum skyldum. Men hóast kundarnir hava eina haldgóða fíggjarstøðu, so stremba vit altíð eftir at veita øllum okkara kundum slitsterka ráðgeving, so at einstaki kundin kann klára seg væl, sama hvat skiftandi tíðir bjóða,” sigur Turið F. Arge.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt var 271 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 192 mió. kr.
  • Útlánini vóru 9,6 mia. kr.
  • Realkredittlánini vóru 2,8 mia. kr.
  • Innlánini vóru 10,8 mia. kr.

Kelda Føroya Banki 04. november 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Kommunan vitjaði á Glasi

by Lagt út ÓML

Í farnu viku vóru Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, á vitjan á Glasi.

Glasir1

Vitjanin byrjaði við eini rundvísing á Glasi og endaði við einum fundi við leiðsluna á Glasi. Semja var um, at bæði Tórshavnar kommuna og Glasir vilja fegin styrkja og menna samstarvið.

Elsa Berg, borgarstjóri, segði, at Tórshavnar kommuna vil fegin gera kommununa so fjølbroytta sum tilber at búgva í, og Glasir spælir ein týðandi leiklut í hesum. Samstundis vil kommunan eisini styrkja Havnina sum lestrarbý.

Una Joensen, rektari á Glasi, vísti á, at umleið 60 prosent av føroyska ungdóminum er á Glasi, og at Glasir sum ein partur av samfelagnum vil samstarva allastaðni, har tað gevur meining.

Á myndini, frá vinstru: Magni á Lakjuni, vararektari, Annie Fjallsá, stjóri fyri Næmingatænastuna, Una Joensen, rektari, Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri.

Laila av Reyni greiddi frá virkseminum á klædnaatstøðisútbúgvingini
Laila av Reyni greiddi frá virkseminum á klædnaatstøðisútbúgvingini
Vitjað varð eisini á tilvirkisatstøði, har Súsanna Elisabeth av Teigum greiddi frá
Vitjað varð eisini á tilvirkisatstøði, har Súsanna Elisabeth av Teigum greiddi frá

Kelda & myndir: torshavn.fo 3 nov. 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2024 til august 2025. Tað eru 213,7 milliónir krónur, ella 2 prosent, minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan

Innflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Innflutningurin er vaksin 213,7 milliónir krónur. Alt uttan innflutningur av brennievni og skipum vaksið. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 57,7 milliónir krónur. Hetta er tí prísurin er lægri.

Innflutningurin av rávøru til virkingar er vaksin nógv seinasta árið. Hetta er eitt nú rávøra til fiskavirki í bólkinum “Matvørur og livandi djór”, tilfar til fóðurframleiðslu og annað í bólkunum “Djóra- og plantuoljur” og “Evnafrøðiligt tilfar” umframt ymiskt annað tilfar í bólkinum “Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni”. 

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum ella góð 11 prosent.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 september – augustmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans10.645,310.859,0213,72,0
0 – Matvørur og livandi djór2.393,92.530,5136,65,7
1 – Drykkjuvørur og tubbak143,4151,47,95,5
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni296,0338,742,714,4
3 – Brennievni og aðrar oljur1.604,71.547,0-57,7-3,6
4 – Djóra- og plantuoljur188,1357,4169,290,0
5 – Evnafrøðiligt tilfar937,01.047,4110,511,8
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.317,21.427,1110,08,4
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør2.815,62.502,8-312,8-11,1
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur949,2956,47,20,8
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,20,30,131,7

Kelda:Hagstova Føroya

Í talvuni niðanfyri síggja vit, at meira er innflutt úr Norðuramerika og Asia annars. Hetta er fyri tað mesta úr Kina, India, Grønlandi og Argentina. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 september – augustmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans9.851,310.404,9553,65,6
ES (27_2020)5.607,05.354,0-252,9-4,5
Evropa annars2.419,02.972,0552,922,9
Norðurafrika19,523,74,121,2
Afrika annars17,517,0-0,5-2,7
Norðuramerika176,9270,493,552,9
Miðamerika og Karibia18,517,9-0,6-3,2
Suðuramerika156,3187,731,420,1
Miðeystur8,48,40,00,1
Asia annars977,81.103,2125,412,8
Avstralia og Nýsæland21,127,56,430,5
Oseania og Póløkini annars0,10,10,063,9
Ógreinað og ókent429,2422,8-6,4-1,5

Kelda:Hagstova Føroya

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.

Tú kanst lesa meira her

Kelda: Hagstovan – 1 nov. 2025 – mynd 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

   

Í gjár bar løgmaður, Aksel V. Johannesen, røðu fram á Norðurlandaráðsfundi í Stokkhólmi.

Løgmaður legði dent á, at Føroyar hava nakað at geva norðurlendsku familjuni og vísti millum annað á orðini hjá rithøvundanum Vónbjørt Vang, sum hevur víst á, at hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur. 

Røðan kann lesast her: 

Kære nordiske venner,

Når jeg ser ud over denne forsamling, ser jeg ikke bare lande og grænser – jeg ser en familie.

En familie, som deler værdier, historie og sprog – men også hav, håb og vind.

Den seneste uge har været fyldt med stolthed for Færøerne.

Efter 39 år vandt vi igen Nordisk Råds Litteraturpris – denne gang med Vónbjørt Vangs digtsamling Svørt orkidé.

Og i disse tider har vi brug for mere klassisk litteratur frem for overfladiske sociale medier. 

Vónbjørt modtog prisen med ordene:

“Hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur.”

Oversat: Selv om vi skriver på et meget lille sprog, skriver vi stærke og betydningsfulde bøger.

Og som om det ikke var nok, vandt filmen Det Sidste Paradis på Jord Nordisk Filmpris – for første gang i Færøernes historie.

For selv på øer langt ude i havet findes der historier, som berører hele Norden.

Disse priser handler ikke kun om kunst.

De handler om synlighed. 

Om at blive set og taget alvorligt som en del af det nordiske fællesskab.

Når et lille sprog bliver hørt, bliver hele Norden rigere.

De små samfunds lys er ikke mindre, fordi de lyser for færre.

Færøerne ønsker at bidrage stærkere til dette fællesskab.

Vi ønsker at stå på egne ben i det nordiske hus – ikke for at bryde ud, men for at stå side om side.

Som et fyrtårn i havet: selvstændigt i sit lys, men en del af den samme kystlinje.

For Norden er et landskab af mange stemmer, og hver stemme fortjener at klinge frit.

For nogle uger siden fik det færøske landsstyre medhold i en årelang strid om selvstændigt færøsk WTO-medlemskab.

Denne afgørelse fjerner enhver tvivl om, at dansk statsret skulle være en hindring for et selvstændigt færøsk medlemskab af Nordisk Råd.

Derfor ser jeg frem til at nedsætte en kommission, der skal revidere Helsingforsaftalen.

Kære venner,

Vi står i en tid, hvor vores sammenhold bliver sat på prøve.

Tryghed kan ikke tages for givet.

Men sammen kan vi stå imod.

Sammen kan vi bygge tryghed, frihed og tillid – både i politik, kultur og hverdagsliv.

Danmarks og Færøernes formandskab i 2026 giver os en mulighed for at fremhæve samfundssikkerhed, nordisk nytte i hverdagen og fælles værdier mellem de nordiske lande.

Nordisk sammenhold handler ikke kun om samarbejde – det handler om at se hinanden.

I litteraturen, i filmen, i hverdagen – og i viljen til at stå sammen, også når vi står hver for sig.

Tak for ordet.

Kelda & mynd: tinganes.fo okt. 2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fiskivinna Music expresses feeling and thought, without language. It was below and before speech, and it is above and beyond all words.

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira