{"id":10746,"date":"2025-09-01T15:13:16","date_gmt":"2025-09-01T15:13:16","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=10746"},"modified":"2025-09-01T15:13:16","modified_gmt":"2025-09-01T15:13:16","slug":"hall-i-hakonjunkuri","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/09\/01\/hall-i-hakonjunkuri\/","title":{"rendered":"Hall \u00ed h\u00e1konjunkuri"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>BT\u00da v\u00f8ksturin \u00ed 2025 \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum er mettur at vera 2%. L\u00e1gi laksapr\u00edsurin er vi\u00f0 til at toga v\u00f8ksturin ni\u00f0ur, men virksemi\u00f0 er st\u00f3rt, og f\u00f8royski b\u00faskapurin er framvegis \u00ed einum h\u00e1konjunkturi. Kommunurnar og landskassin leggja tr\u00fdst \u00e1 b\u00faskapin, t\u00ed tey hava st\u00f3r hall \u00ed h\u00e1konjunkturi.<\/em><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta skrivar Landsbankin \u00ed dag <\/p>\n\n\n\n<blockquote class=\"wp-block-quote is-layout-flow wp-block-quote-is-layout-flow\">\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Politikararnir vilja ikki taka \u00f3populerar avger\u00f0ir<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ta\u00f0 eru somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar \u00edl\u00f8gurnar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00datbo\u00f0i\u00f0 av b\u00fast\u00f8\u00f0um er ov l\u00edti\u00f0<\/strong><\/p>\n<\/blockquote>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>Virksemi\u00f0 er framvegis st\u00f3rt<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00f8ksturin \u00ed BT\u00da er mettur at vera \u00e1vikavist 3,3% \u00ed 2024, 2,0% 2025 og 6,1% \u00ed 2026 \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum. T\u00e1 BT\u00da ver\u00f0ur gj\u00f8rt upp \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum, hava pr\u00edsbroytingar st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 \u00farsliti\u00f0. \u00cd 2025 er laksapr\u00edsurin l\u00e6kka\u00f0ur, og ta\u00f0 er vi\u00f0 til at toga v\u00f8ksturin \u00ed BT\u00da \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum ni\u00f0ur. Virksemi\u00f0 \u00ed landinum er t\u00f3 framvegis st\u00f3rt, eitt n\u00fa eru l\u00f8ngargjaldingarnar \u00f8ktar vi\u00f0 \u00e1lei\u00f0 7%, og framlei\u00f0slan \u00ed alivinnuni er \u00f8kt n\u00f3gv.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Hall \u00ed h\u00e1konjunkturi<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Flestu av konjunkur\u00e1v\u00edsunum geva \u00e1bendingar um h\u00e1konjunktur og kapasitetstr\u00fdst. Starvsf\u00f3lkatali\u00f0 er h\u00f8gt, og arbei\u00f0sloysi\u00f0 \u00e1 einum sera l\u00e1gum stigi. \u00cd fleiri vinnugreinum er trupult at finna starvsf\u00f3lk. H\u00f3ast ta\u00f0, hava kommunurnar og landskassin undirskot. Halli\u00f0 hj\u00e1 landskassanum er mett at ver\u00f0a 390 mi\u00f3. kr. \u00ed 2025 og 375 mi\u00f3. kr. \u00ed 2026. Halli\u00f0 hj\u00e1 kommunum er mett at ver\u00f0a 240 \u00ed 2025. Tilsamans svarar ta\u00f0 til g\u00f3\u00f0 2% av BT\u00da \u00ed 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunurnar og landi\u00f0 eru sostatt vi\u00f0 til at stimbra b\u00faskapin, t\u00e1 i\u00f0 tey ikki skulu. T\u00e1 i\u00f0 almennu \u00fatrei\u00f0slurnar til rakstur og \u00edl\u00f8gur ver\u00f0a \u00f8ktar \u00ed g\u00f3\u00f0um t\u00ed\u00f0um, ver\u00f0ur b\u00faskapurin yvirhita\u00f0ur. N\u00f3gvar \u00edl\u00f8gur ver\u00f0a gj\u00f8rdar \u00ed senn av vinnu, landi og kommunum, og ta\u00f0 elvir til h\u00e6gri pr\u00edsir fyri byggiarbei\u00f0i. Alt samfelagi\u00f0 rindar fyri yvirhitingina. Vinnan rindar ov h\u00f8gar pr\u00edsir, skattaborgarin rindar ov n\u00f3gv, t\u00ed byggiarbei\u00f0i hj\u00e1 t\u00ed almenna gerast d\u00fdrari enn ney\u00f0ugt, og h\u00fasarhaldini gjalda ov n\u00f3gv, t\u00ed til d\u00f8mis seth\u00fasabygging d\u00fdrkar. F\u00edggjarpolitikkurin eigur \u00edsta\u00f0in at vera konjunkturm\u00f3tgangandi, ta\u00f0 vil siga, at hann skal t\u00e1lma \u00ed g\u00f3\u00f0um t\u00ed\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>Politikararnir vilja ikki taka \u00f3populerar avger\u00f0ir<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samb\u00e6rt j\u00e1ttanarkarmunum er \u00e6tlanin at gera sparitilt\u00f8k \u00e1 55 mi\u00f3. kr. \u00ed 2026 og 35 mi\u00f3. kr. eftirfylgjandi \u00e1r. Sum skilst er \u00e6tlanin at br\u00faka \u201dplenuklipparan\u201d fyri at spara almennar \u00fatrei\u00f0slur. Hesin h\u00e1tturin at spara vi\u00f0 at skerja almennar n\u00fdtslu\u00fatrei\u00f0slur yvir ein kamb, ber br\u00e1 av, at politikararnir ikki gera ney\u00f0ugar tillagingar, t\u00ed teir eru bangnir fyri at taka \u00f3populerar avger\u00f0ir. Politikararnir eiga \u00edsta\u00f0in at fremja n\u00fdskipanir, sum minka um almennu rakstrar\u00fatrei\u00f0slurnar b\u00e6\u00f0i \u00ed l\u00f8tuni og frameftir. Til d\u00f8mis kann sparast vi\u00f0 at taka burtur dupultfunkti\u00f3nur millum almannaverki\u00f0 og kommunur, og \u00f3ney\u00f0ugar dupultfunkti\u00f3nur \u00ed teimum trimum sj\u00fakrah\u00fasunum. Um ta\u00f0 ikki ver\u00f0ur spart, m\u00e1 meira takast inn fr\u00e1 borgarunum og\/ella vinnuni. &nbsp;&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>Ta\u00f0 eru somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar \u00edl\u00f8gurnar<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politikararnir hava n\u00f3gvar \u00e6tlanir um \u00edl\u00f8gur. Umr\u00e1\u00f0andi er t\u00f3 at vera varugur vi\u00f0, at tilfeingi\u00f0 ikki er \u00f3t\u00f8mandi. Meginparturin av almennu \u00edl\u00f8gunum ver\u00f0a f\u00edggja\u00f0ar vi\u00f0 skatti og avgj\u00f8ldum fr\u00e1 borgarunum og vinnuni. Ta\u00f0 eru t\u00ed somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar \u00edl\u00f8gurnar. Givi\u00f0 er, at ta\u00f0 er ney\u00f0ugt at ra\u00f0festa millum \u00edl\u00f8gurnar, t\u00ed ta\u00f0 er ikki r\u00e1\u00f0 til at gera allar samstundis.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>\u00datbo\u00f0i\u00f0 av b\u00fast\u00f8\u00f0um er ov l\u00edti\u00f0<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Trot \u00e1 arbei\u00f0smegi \u00ed byggivinnuni, d\u00fdrka\u00f0ur byggikostna\u00f0ur, avmarka\u00f0 \u00fatbo\u00f0 av byggilendi, umframt at fleiri almennar verk\u00e6tlanir hava veri\u00f0 settar \u00ed verk \u00ed senn, hava avmarka\u00f0 \u00fatbo\u00f0i\u00f0 av n\u00fdbygging av b\u00fast\u00f8\u00f0um. Hetta hevur vi\u00f0virka\u00f0 til at tr\u00fdsta seth\u00fasapr\u00edsirnir upp, t\u00e1 i\u00f0 eftirspurningurin hevur veri\u00f0 st\u00f3rur. B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 metir ta\u00f0 vera ney\u00f0ugt, at politiski myndugleikin tekur b\u00fasta\u00f0artroti\u00f0 \u00ed \u00e1lvara vi\u00f0 at gera s\u00edtt til at \u00f8kja um \u00fatbo\u00f0i\u00f0 av b\u00fast\u00f8\u00f0um og byggilendi til b\u00fasta\u00f0arbygging.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Les heystfr\u00e1grei\u00f0ingina fr\u00e1&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.buskaparradid.fo\/\">B\u00faskapar\u00e1\u00f0num \u00e1 n\u00fdggju heimas\u00ed\u00f0u r\u00e1\u00f0sinis<\/a>, har eisini ber til at melda til t\u00ed\u00f0indabr\u00f8v fr\u00e1 r\u00e1\u00f0num.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub>Kelda: landsbankin.fo &#8211; 01-09-2025<\/sub><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>BT\u00da v\u00f8ksturin \u00ed 2025 \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum er mettur at vera 2%. L\u00e1gi laksapr\u00edsurin er vi\u00f0 til at toga v\u00f8ksturin ni\u00f0ur, men virksemi\u00f0 er st\u00f3rt, og f\u00f8royski b\u00faskapurin er framvegis&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":2225,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-10746","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10746","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=10746"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10746\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10747,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10746\/revisions\/10747"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/2225"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=10746"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=10746"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=10746"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}