{"id":10817,"date":"2025-09-03T23:35:13","date_gmt":"2025-09-03T23:35:13","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=10817"},"modified":"2026-01-08T01:13:26","modified_gmt":"2026-01-08T01:13:26","slug":"vaelferdin-undir-trysti-vit-sleppa-ikki-undan-broytingum-og-nyskipanum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/09\/03\/vaelferdin-undir-trysti-vit-sleppa-ikki-undan-broytingum-og-nyskipanum\/","title":{"rendered":"V\u00e6lfer\u00f0in undir tr\u00fdsti &#8211; vit sleppa ikki undan broytingum og n\u00fdskipanum"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">F\u00f8royska v\u00e6lfer\u00f0arskipanin er ein av grundarsteinunum undir okkara samfelag. Talan er um eina demokratiska v\u00e6lfer\u00f0arskipan, sum gevur \u00f8llum tryggleika, hj\u00e1lp og javnbj\u00f3\u00f0is m\u00f8guleikar, uttan mun til innt\u00f8ku, hvar t\u00fa b\u00fdrt \u00ed landinum o.a. Vit skulu ikki gjalda beinlei\u00f0is fyri ta hj\u00e1lpina, sum vit f\u00e1a, t\u00e1 vit t\u00f8rva hana. Men fortreytirnar at virka eftir eru broyttar:<\/h2>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li class=\"has-medium-font-size\">F\u00f3lkatali\u00f0 veksur ikki n\u00f3g skj\u00f3tt<\/li>\n\n\n\n<li class=\"has-medium-font-size\">Vit gerast fleiri \u00a0eldri og liva longri<\/li>\n\n\n\n<li class=\"has-medium-font-size\">Almennu rakstrar\u00fatrei\u00f0slurnar vaksa skj\u00f3tari enn innt\u00f8kurnar<\/li>\n\n\n\n<li class=\"has-medium-font-size\">Lands- og kommunukassar koma at hava desperatan mangul \u00e1 innt\u00f8kum, alt anna\u00f0 l\u00edka<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed mugu vit politiskt hugsavna okkum um &#8211; og ikki minst semjast um &#8211; at tryggja v\u00e6lfer\u00f0ina frameftir. Ikki bara vi\u00f0 sparingum og t\u00e1lman av \u00fatrei\u00f0slunum, sum aloftast raka tey veikastu, men vi\u00f0 at br\u00faka okkara tilfeingi betur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit ver\u00f0a noydd at ra\u00f0festa, effektivisera og hugsa n\u00fdtt &#8211; annars ver\u00f0a ta\u00f0 okkara eftirkomarar og abba\/ommub\u00f8rn, i\u00f0 koma at taka st\u00f3ru t\u00f8kini og gjalda rokningina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Talgilding sum rakstrarlig loysn<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt av mest uppl\u00f8gdu \u00e1t\u00f8kunum er at gera almennar t\u00e6nastur meira talgildar. Vit hava longu Vangan, men hann er ikki n\u00f3g \u00fatbygdur. Vi\u00f0 at menna hann til veruliga at gerast ein talgildur inngongd-pallur fyri borgaran, kunnu vit spara b\u00e6\u00f0i t\u00ed\u00f0 og pengar og veita betri t\u00e6nastur. T\u00e6nastur sum stu\u00f0ul, skattavi\u00f0urskifti og heilsud\u00e1tur kunnu gerast munandi meira atkomuligar, og starvsf\u00f3lk kunnu \u00edsta\u00f0in br\u00fakast, har t\u00f8rvurin er st\u00f8rstur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Danmark t.d., hevur ment borgaraskipanir, sum borger.dk, har alt fr\u00e1 skattavi\u00f0urskiftum til heilsu og barnapengar eru savna\u00f0 \u00ed einum br\u00fakaravinarligum palli. Ta\u00f0 hevur f\u00f8rt til skj\u00f3tari m\u00e1lsvi\u00f0ger\u00f0, minni dupultarbei\u00f0i og st\u00f3rar rakstrarsparingar. Talgildingin m\u00e1 gj\u00f8gnumf\u00f8rast skj\u00f3tari, og eg tosi ikki um at kopiera kritikkleyst, men um at hyggja eftir, hvat onnur lond gera, l\u00e6ra og laga skipanirnar til okkara st\u00f8dd og samfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Samanlegging og samstarv<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samanlegging av stovnum, kommunusamanlegging og betri samstarv millum kommunur er eisini eitt t\u00fd\u00f0andi stig. \u00cd dag eru n\u00f3gvir stovnar og umsitingareindir, sum loysa l\u00edknandi uppg\u00e1vur, og ta\u00f0 f\u00f8rir til dupultarbei\u00f0i, \u00f3grei\u00f0a \u00e1byrgd og d\u00fdrari rakstur. F\u00e6rri, men sterkari fakligar eindir, kunnu veita eina betri t\u00e6nastu og&nbsp; fakliga orkan br\u00fakast r\u00e6ttari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">D\u00f8mi um stovnar og eindir, sum loysa l\u00edknandi ella samanfallandi uppg\u00e1vur:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ymsar deildir \u00ed heilsuverkinum, sum hv\u00f8r s\u00e6r umsita samskiftandi sj\u00fakravi\u00f0ger\u00f0 og fyribyrgjandi r\u00f8kt<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Kommunal-tekniskar deildir, sum hv\u00f8r fyri s\u00e6r umsita vegir, lj\u00f3s, spillvatn og b\u00fdarfr\u00ed\u00f0kan, h\u00f3ast talan er um sama fak\u00f8ki<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Stovnar og eindir innan umsiting av stu\u00f0li og almennari f\u00edggjarligari hj\u00e1lp<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; R\u00e1\u00f0gevingarstovnar og grannsko\u00f0anarstovnar, i\u00f0 arbei\u00f0a vi\u00f0 somu m\u00e1ls\u00f8kjum, men uttan samstarv<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eldra\u00f8ki\u00f0, har hv\u00f8r kommuna umsitur egna skipan, h\u00f3ast somu reglur og t\u00f8rvir eru galdandi<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 at savna hesi arbei\u00f0i, ella \u00ed minsta lagi styrkja samstarvi\u00f0 og deila f\u00f8rleikar, kunnu vit f\u00e1a betri n\u00fdtslu av tilfeinginum og veita javnari og skj\u00f3tari t\u00e6nastur til borgaran.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Felags innkeyp &#8211; meira fyri pengarnar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Felags innkeyp er uppl\u00f8gd loysn, har sparim\u00f8guleikar er at heinta. T\u00e1 stovnar og kommunur keypa \u00ed felag, kunnu t\u00e6r f\u00e1a betri pr\u00edsir og treytir. Ta\u00f0 er ikki ney\u00f0ugt, at hv\u00f8r einstakur setur seg ni\u00f0ur og keypir hv\u00f8r s\u00e6r, t\u00e1 somu v\u00f8rur og t\u00e6nastur aftur og aftur ver\u00f0a br\u00faktar \u00ed almennum h\u00f8pi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg kann eisini her v\u00edsa til t.d. Danmark, sum hevur savna\u00f0 s\u00edni innkeyp \u00ed eina felags SKI-skipan (Statens og Kommunernes Indk\u00f8bsservice), og \u00farsliti\u00f0 er munandi betri treytir og gj\u00f8gnumskygni. Her er talan um einfalda loysn, sum v\u00e6l kann lagast til f\u00f8royska st\u00f8dd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Loft \u00e1 v\u00f8ksturin \u00ed almennu umsitingini<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini mugu vit tora at seta m\u00f8rk fyri, hvussu n\u00f3gv n\u00fdggj starvsf\u00f3lk ver\u00f0a sett. Vit kunnu ikki lata almennu umsitingina vaksa \u00f3tarna\u00f0, alt me\u00f0an t\u00f8rvurin \u00e1 r\u00f8kt, \u00fatb\u00fagving og vi\u00f0ger\u00f0 bara veksur. Vi\u00f0 einum skynsamt skipa\u00f0um haldf\u00f8rum rakstri, har vit t.d. seta \u201c1 fyri 2\u201d-reglu \u00ed verk, kunnu vit ra\u00f0festa kjarnut\u00e6nastur og var\u00f0veita javnv\u00e1gina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Danmark hava \u00e1rlig effektiviseringskr\u00f8v veri\u00f0 galdandi fyri stovnar, sum skulu betra raksturin vi\u00f0 einum \u00e1v\u00edsum prosentparti \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri. Hetta hevur f\u00f8rt til, at pengar eru fluttir fr\u00e1 umsiting og yvir til t\u00e6nastur. Sama eigur at bera til \u00ed F\u00f8royum, um vilji er til tess.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00c1byrgd og \u00farslit \u00ed almenna geiranum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At enda eigur st\u00f8rri \u00e1byrgd og \u00farslitakr\u00f8v at ver\u00f0a sett \u00ed verk \u00ed almenna geiranum. Stovnar, sum f\u00e1a sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i at virka, mugu eisini v\u00edsa \u00e1 \u00farslit. Ta\u00f0 skapar gj\u00f8gnumskygni, \u00e1l\u00edt og betri n\u00fdtslu av okkara felags tilfeingi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani h\u00f8vdu stovnar avriksst\u00fdring og hv\u00f8rt \u00e1r v\u00f3r\u00f0u avriksavtalur gj\u00f8rdar, hetta skuldi ongant\u00ed\u00f0 veri\u00f0 avtiki\u00f0, t\u00ed mann hev\u00f0i m\u00f8guleika at m\u00e1ta \u00farslit \u00fatfr\u00e1 settum m\u00e1lum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mugu hava eina &nbsp;\u00farslitagrunda\u00f0a m\u00e1l- og rammust\u00fdring fyri stovnar o.a. T\u00e1 vit seta grei\u00f0 m\u00e1l og eftirmeta tey regluliga, kunnu stovnar eisini ver\u00f0a betri \u00ed rakstri og t\u00e6nastu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Heilsuverki\u00f0 sum d\u00f8mi &#8211; hvat kundu vit samansj\u00f3\u00f0a?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt d\u00f8mi, har skipanir kundu ver\u00f0i betur samansj\u00f3\u00f0a\u00f0ar, er heilsu\u00f8ki\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Heilsutrygd umsitur almennu heilsutrygdina, stu\u00f0ul, fer\u00f0astu\u00f0ul, vi\u00f0ger\u00f0 uttanlands- og heiliv\u00e1gstilskot<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Apoteksverki\u00f0 umsitur framlei\u00f0slu og \u00fatfl\u00fdggjan av heiliv\u00e1gi, men so vitt eg veit, uttan beinlei\u00f0is integrati\u00f3n vi\u00f0 stu\u00f0ulsskipanina hj\u00e1 Heilsutrygd<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Kommunur umsita heilsu- og eldrat\u00e6nastur, men samskifti\u00f0 vi\u00f0 a\u00f0rar stovnar er ikki alt\u00ed\u00f0 samansj\u00f3\u00f0a\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesar eindir hava hv\u00f8r s\u00edn stovnsmyndugleika, s\u00edna egnu KT-skipan og s\u00ednar egnu mannagongdir. Kunnu vit ikki heldur menna felags talgildar pallar og grei\u00f0ari uppg\u00e1vu- og \u00e1byrgdarb\u00fdti, so &nbsp;borgarin harvi\u00f0 kundi fingi\u00f0 eina betri og meira samanhangandi t\u00e6nastu \u2013 og \u00farsliti\u00f0 vil ver\u00f0a, at samfelagi\u00f0 sparir b\u00e6\u00f0i t\u00ed\u00f0 og pening.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Onnur d\u00f8mi eru ivaleyst, sum kundu ver\u00f0i umr\u00f8dd eisini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>L\u00f8tan er n\u00fa<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tr\u00f8ini vaksa ikki inn \u00ed himmalin &#8211; vit hava ikki r\u00e1\u00f0 at br\u00faka avmarka\u00f0u pengarnar skeivt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e6lfer\u00f0in skal ikki skerjast, men hon m\u00e1 endursko\u00f0ast og styrkjast, so henda er haldf\u00f8r og virkar \u00ed verki eisini fyri komandi \u00e6ttali\u00f0. Ta\u00f0 krevur n\u00fdskipanir, dirvi og samstarv millum politikkarar, stovnar, kommunur o.o.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mugu tora at spyrja: Br\u00faka vit orku og pengar, har t\u00f8rvurin er st\u00f8rstur? Um ikki, so eiga vit at broyta k\u00f3sina &#8211; fyri v\u00e6lfer\u00f0ina, fyri samfelagi\u00f0 og fyri framt\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8\u00f0an er \u00ed veruleikanum so miki\u00f0 \u00e1lvarslig hj\u00e1 landskassanum og kommunukassunum longu n\u00fa, at uttan mun til broyttar ra\u00f0festingar, so skulu eisini gerast umleggingar og n\u00fdskipanir \u00ed rakstrinum og \u00fatvegast fleiri innt\u00f8kur o.a.. Hetta politiska arbei\u00f0i\u00f0 skulu vit gera, \u00e1\u00f0renn ein kreppa hevur rakt okkum og vit t\u00e1 noy\u00f0ast at liggja \u00e1 kn\u00f8unum at finna loysnir&nbsp; &#8211; t\u00e1 ver\u00f0ur v\u00e6lfer\u00f0in fyri afturstigi, t\u00ed vit ikki handla\u00f0u \u00ed g\u00f3\u00f0ari t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Johan Dahl<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">l\u00f8gtingsma\u00f0ur fyri Sambandsflokkin<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub>Kelda &amp; mynd: samband.fo<\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>F\u00f8royska v\u00e6lfer\u00f0arskipanin er ein av grundarsteinunum undir okkara samfelag. Talan er um eina demokratiska v\u00e6lfer\u00f0arskipan, sum gevur \u00f8llum tryggleika, hj\u00e1lp og javnbj\u00f3\u00f0is m\u00f8guleikar, uttan mun til innt\u00f8ku, hvar t\u00fa b\u00fdrt&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":10818,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-10817","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10817","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=10817"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10817\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10820,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10817\/revisions\/10820"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/10818"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=10817"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=10817"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=10817"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}