{"id":10887,"date":"2025-09-06T20:05:36","date_gmt":"2025-09-06T20:05:36","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=10887"},"modified":"2025-09-06T20:05:37","modified_gmt":"2025-09-06T20:05:37","slug":"hvussu-heldur-tu-at-tad-gongur-grimur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/09\/06\/hvussu-heldur-tu-at-tad-gongur-grimur\/","title":{"rendered":"Hvussu heldur t\u00fa, at ta\u00f0 gongur, Gr\u00edmur?"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a>Gr\u00edmur Sundstein leggur \u00ed besta f\u00f3lkafloksst\u00edli fyri vi\u00f0 slagor\u00f0unum \u201ct\u00edn ogn, t\u00edn avger\u00f0\u201d. Slagor\u00f0, i\u00f0 v\u00e6l l\u00fdsa karr\u00e1a og \u00f3r\u00e6ttv\u00edsa b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in, sum vit skulu gera upp vi\u00f0, um vit vilja tryggja f\u00f3lki eitt trygt heim. Hvat n\u00fa, um vit \u00ed sta\u00f0in taka \u00fatgangsst\u00f8\u00f0i \u00ed or\u00f0unum \u201cokkara samfelag, okkara \u00e1byrgd\u201d?<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Grundleggjandi generati\u00f3ns\u00f3javni<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava munir \u00ed okkara samfelag, i\u00f0 skapa dj\u00fapar rivur. Summi hava ov l\u00edti\u00f0, og onnur hava \u00ed ovurm\u00e1t. Me\u00f0an ung ikki f\u00e1a tv\u00f8ran f\u00f3tin inn, hv\u00f8rki \u00e1 einum leigib\u00fasta\u00f0i ella einari ogn, keypa onnur upp. Me\u00f0an summi r\u00edka seg upp og keypa til h\u00f8gru og vinstru, eitt n\u00fa vi\u00f0 tilfeingi, i\u00f0 vit annars \u00f8ll eiga, aftra ungar familjur seg vi\u00f0 at flyta heim, t\u00ed onki finst at b\u00fagva \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava grundleggjandi generati\u00f3ns\u00f3javna \u2013 tey eldru eru r\u00edkari enn tey yngru \u2013 og ein gj\u00f8gnumgangandi mismun millum tey, sum eiga, og tey, sum leiga. Gera vit onki vi\u00f0 hesar gj\u00e1irnar, f\u00e1a vit eitt samfelag sum \u00ed enn st\u00f8rri mun enn \u00ed dag er gamaldags og \u00f3javnt. Ta\u00f0 ynski eg m\u00e6r ikki, og eg tr\u00fagvi heilt \u00e6rligt heldur ikki, at ta\u00f0 er ein serliga g\u00f3\u00f0 uppskrift upp\u00e1 at f\u00e1a ung f\u00f3lk heim ella at f\u00e1a f\u00f3lk at tr\u00edvast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So nei, Gr\u00edmur, vit vilja ikki r\u00e6\u00f0a f\u00f3lk fr\u00e1 at eiga eini h\u00fas. Men \u00f3unniligi sannleikin er, at ta\u00f0 sokalla\u00f0a fr\u00e6lsi\u00f0 at eiga \u00ed dag er eitt fr\u00e6lsi fyri tey allarf\u00e6gstu. At p\u00e1standa at f\u00f3lk bara skulu arbei\u00f0a meir ella futta s\u00edna pensj\u00f3nsuppsparing av fyri at f\u00e1a r\u00e1\u00f0 til eini h\u00fas er veruleikafjart. Pr\u00edsurin \u00e1 b\u00fast\u00f8\u00f0unum veksur n\u00f3gv, n\u00f3gv meir enn l\u00f8nirnar vaksa. Ta\u00f0 VITA vit. Av teimum, eg kenni, er ongin, sum arbei\u00f0ir meir enn tey, i\u00f0 akkur\u00e1t f\u00e1a goldi\u00f0 leiguna, \u00ed onkrum f\u00f8rum vi\u00f0 trimum st\u00f8rvum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Javnari og r\u00e6ttv\u00edsari markna\u00f0ur<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg ynski m\u00e6r eitt samfelag vi\u00f0 b\u00e6\u00f0i m\u00f8guleikanum at leiga og eiga. B\u00fasta\u00f0urin skal vera trygga \u00fatgangsst\u00f8\u00f0i fyri trivna\u00f0i og menning &#8211; serliga fyri okkara b\u00f8rn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er naka\u00f0 m\u00f8sn at siga, at f\u00f3lk ver\u00f0a dovin av sosialdemokratiskum politikki. Vit vita, at ta\u00f0 ikki passar. F\u00f3lk binda seg til at rinda skatt, luttaka og vir\u00f0a f\u00f3lkar\u00e6\u00f0isligu sp\u00e6lireglurnar, og landi\u00f0 bindur seg afturfyri at veita \u00d8LLUM &#8211; eisini f\u00f3lkafloksmonnum, \u00f3ans\u00e6\u00f0 bakgrund og samleika \u2013 tryggleika, v\u00e6lfer\u00f0 og javnbj\u00f3\u00f0is m\u00f8guleikar. Ta\u00f0 skapar samfel\u00f8g, i\u00f0 kl\u00e1ra seg betur \u00e1 \u00f8llum parametrum. Eisini b\u00faskaparliga og vinnuliga. \u00cd l\u00f8tuni er okkara b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0ur \u00f3javnur og \u00f3r\u00e6ttv\u00edsur. Vit f\u00e1a bara ein javnari og r\u00e6ttv\u00edsari markna\u00f0 vi\u00f0 at skapa nakrar r\u00e6ttv\u00edsar karmar. Ta\u00f0 tekur t\u00ed\u00f0, men vit kunnu ikki b\u00ed\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Privati b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0urin hevur \u00ed \u00e1rav\u00eds liva\u00f0 s\u00edtt fr\u00e6lsa l\u00edv og havt m\u00f8guleika at tryggja okkum \u00f8llum ein b\u00fasta\u00f0. Hvussu heldur F\u00f3lkaflokkurin, at ta\u00f0 gongur?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrstu stigini eru tikin, fleiri eru \u00e1vegis<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 t\u00ed virkna b\u00fasta\u00f0arpolitikkinum vit seinastu t\u00ed\u00f0ina hava f\u00f8rt, kunnu vit seta k\u00f3sina m\u00f3ti einum r\u00e6ttv\u00edsari b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0i fyri \u00f8ll. Vi\u00f0 at seta hol \u00e1 b\u00fasta\u00f0arskyldu, vi\u00f0 at geva m\u00f8guleika fyri at seta t\u00e6nastugjald \u00e1 t\u00f3m h\u00fas, vi\u00f0 at geva almenna b\u00fasta\u00f0arfelagnum fleiri m\u00f8guleikar og ikki minst &#8211; vi\u00f0 her og n\u00fa at geva ein leigustu\u00f0ul.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er ikki naka\u00f0, sum hendur eftir einum degi. Ta\u00f0 tekur \u00e1r at byggja karmar um b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in, sum \u00ed dag er skeikla\u00f0ur av einum skeikla\u00f0um markna\u00f0i. Hetta eru bara fyrstu stigini. N\u00e6stu stigini eru at syrgja fyri einari r\u00e6ttv\u00edsari s\u00f8lu, regulera leigumarkna\u00f0in \u00ed n\u00f3gv st\u00f8rri mun og byggja n\u00f3gv fleiri almennar \u00edb\u00fa\u00f0ir, so tey, i\u00f0 ikki kunnu vera vi\u00f0 \u00e1 villa b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0inum, eisini hava m\u00f8guleika at tryggja s\u00e6r eitt gott og vir\u00f0iligt heim.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.facebook.com\/ingilinds?__cft__[0]=AZUgcI2op4xpGJd36nWI2YzHMqhtScZioQn7zECNZRvc9aKkK4HUpZNMTUbpgCAexvaS3Xk6HrfB8_MT_mqvscnZOpGGxExl4JFzInuQ6bJ2W5QPrpiHrSOzXG2WTFVwzOnRfVVSip-IGlUJDiZIizWHY3fkV4LW_MizC29Vc7hhHbUQRzMb_hBVQOjCeU7YpiWnZ9hnzKhy5_DAhy2yY0qI&amp;__tn__=-]K-y-R\">Ingil\u00edn D. Str\u00f8m<\/a>, tingkvinna fyri Javna\u00f0arflokkin <\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub>Kelda: FB hj\u00e1 Ingil\u00edn D. Str\u00f8m<\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Gr\u00edmur Sundstein leggur \u00ed besta f\u00f3lkafloksst\u00edli fyri vi\u00f0 slagor\u00f0unum \u201ct\u00edn ogn, t\u00edn avger\u00f0\u201d. Slagor\u00f0, i\u00f0 v\u00e6l l\u00fdsa karr\u00e1a og \u00f3r\u00e6ttv\u00edsa b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in, sum vit skulu gera upp vi\u00f0, um vit vilja&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":10888,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-10887","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10887","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=10887"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10887\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10889,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10887\/revisions\/10889"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/10888"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=10887"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=10887"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=10887"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}