{"id":10986,"date":"2025-09-15T22:33:02","date_gmt":"2025-09-15T22:33:02","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=10986"},"modified":"2025-09-15T22:34:01","modified_gmt":"2025-09-15T22:34:01","slug":"tunnilsgjaldid-eigur-at-endurskodast","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/09\/15\/tunnilsgjaldid-eigur-at-endurskodast\/","title":{"rendered":"Tunnilsgjaldi\u00f0 eigur at endursko\u00f0ast"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a>Fer\u00f0slan \u00ed Eysturoyartunnilinum er vaksin n\u00f3gv seinastu \u00e1rini. Ta\u00f0 v\u00edsir, at hendan st\u00f3ra samfer\u00f0sluverk\u00e6tlanin ikki bara hevur veri\u00f0 eitt st\u00f3rt \u00edl\u00f8gu\u00e1tak, men eisini hevur givi\u00f0 veruligan \u00e1g\u00f3\u00f0a fyri borgarar og vinnu kring landi\u00f0. Tunlarnir hava stytt um fr\u00e1st\u00f8\u00f0una, gj\u00f8rt ta\u00f0 l\u00e6ttari at arbei\u00f0a og b\u00fagva \u00e1 ymsum st\u00f8\u00f0um, og hava styrkt b\u00e6\u00f0i arbei\u00f0smarkna\u00f0a og trivna.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men h\u00f3ast vit \u00f8ll s\u00edggja t\u00fddningin, so er ta\u00f0 kortini pr\u00edsurin fyri at koyra, i\u00f0 ger, at n\u00f3gv f\u00f3lk dagliga mugu rokna eftir, um teirra fer\u00f0ing skal kosta so n\u00f3gv. Hetta skrivar Jaspur Langgaard L\u00f8gtingsma\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er her, at vit eiga at ste\u00f0ga \u00e1 og spyrja: Er pr\u00edsurin \u00ed dag tann r\u00e6tti, ella skuldu vit hugt eftir eini l\u00e6kking?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Altj\u00f3\u00f0a kanningar v\u00edsa, at pr\u00edsurin hevur beinlei\u00f0is \u00e1virkan \u00e1 fer\u00f0sluna. T\u00e1 gjaldi\u00f0 h\u00e6kkar, minkar fer\u00f0slan. T\u00e1 gjaldi\u00f0 l\u00e6kkar, veksur fer\u00f0slan. Hetta merkir, at h\u00f3ast kostna\u00f0urin fyri bilf\u00f8rarar ver\u00f0ur l\u00e6kka\u00f0ur, so kann innt\u00f8kan hj\u00e1 Tunnilsfelagnum framvegis vera \u00e1lei\u00f0 tann sama \u2013 t\u00ed fleiri velja at koyra \u00edgj\u00f8gnum tunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Metingar v\u00edsa eisini, at landskassin \u00ed 2025 kanska als ikki ver\u00f0ur noyddur at gjalda naka\u00f0 \u00ed ve\u00f0haldi. Ta\u00f0 vil siga, at um fer\u00f0slan heldur fram at vaksa sum n\u00fa, so stendur Tunnilsfelagi\u00f0 f\u00edggjarliga sterkt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0 reisir sj\u00e1lvsagt spurningin: Um felagi\u00f0 f\u00e6r avlop, eigur pr\u00edsurin t\u00e1 ikki at l\u00e6kka?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed havi eg sett l\u00f8gmanni nakrar grei\u00f0ar spurningar:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2022 Hvussu st\u00f3ran part av landskassave\u00f0haldinum \u00ed 2025 ver\u00f0ur ney\u00f0ugt hj\u00e1 Tunnilsfelagnum at br\u00faka?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2022 T\u00e1 felagi\u00f0 hevur avlop, ver\u00f0ur kostna\u00f0urin t\u00e1 settur ni\u00f0ur, og hvussu n\u00f3gv s\u00e6r l\u00f8gma\u00f0ur fyri s\u00e6r, at pr\u00edsurin skal l\u00e6kka?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2022 Hvussu metir l\u00f8gma\u00f0ur, at ein sl\u00edk pr\u00edsl\u00e6kking hev\u00f0i \u00e1virka\u00f0 innt\u00f8kurnar hj\u00e1 Tunnilsfelagnum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta eru ikki bara tekniskir f\u00edggjarligir spurningar. Hetta sn\u00fdr seg um, hvussu vit br\u00faka okkara felags infrastruktur og hvussu vit tryggja, at hesar st\u00f3ru \u00edl\u00f8gur koma \u00f8llum f\u00f8royingum til st\u00f8rstan frama.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri sannf\u00f8rdur um, at t\u00ed\u00f0in n\u00fa er komin at endursko\u00f0a tunnilsgjaldi\u00f0 \u2013 b\u00e6\u00f0i av f\u00edggjarligum og samfelagsligum ors\u00f8kum. Vit kunnu f\u00e1a somu innt\u00f8ku, st\u00f8rri fer\u00f0slu, og samstundis gera ta\u00f0 l\u00e6ttari og b\u00edligari hj\u00e1 \u00f8llum at br\u00faka hesar t\u00fddningarmiklu tunlar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Jaspur Langgaard<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00f8gtingsma\u00f0ur<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda &amp; mynd: Sambandsflokkurin \u00e1 FB<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fer\u00f0slan \u00ed Eysturoyartunnilinum er vaksin n\u00f3gv seinastu \u00e1rini. Ta\u00f0 v\u00edsir, at hendan st\u00f3ra samfer\u00f0sluverk\u00e6tlanin ikki bara hevur veri\u00f0 eitt st\u00f3rt \u00edl\u00f8gu\u00e1tak, men eisini hevur givi\u00f0 veruligan \u00e1g\u00f3\u00f0a fyri borgarar og&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":10987,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-10986","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10986","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=10986"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10986\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10989,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10986\/revisions\/10989"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/10987"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=10986"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=10986"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=10986"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}