{"id":11097,"date":"2025-09-22T00:59:34","date_gmt":"2025-09-22T00:59:34","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=11097"},"modified":"2025-09-22T00:59:35","modified_gmt":"2025-09-22T00:59:35","slug":"fundur-i-foeroya-vadaradi-15-septembur-2025","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/09\/22\/fundur-i-foeroya-vadaradi-15-septembur-2025\/","title":{"rendered":"Fundur \u00ed F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i 15. septembur 2025"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>Ta\u00f0 gongur framvegis v\u00e6l \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum. Samb\u00e6rt bankunum hava rentul\u00e6kkingarnar og l\u00f8narh\u00e6kkingarnar \u00f8kt um tilt\u00f8kupeningin hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum, og ta\u00f0 hevur elvt til \u00f8ktan eftirspurning eftir f\u00edgging. <\/em>Rentul\u00e6kkingarnar og l\u00e1ga inflati\u00f3nin stu\u00f0la undir privatu n\u00fdtsluna saman vi\u00f0 l\u00f8narh\u00e6kkingunum og skattal\u00e6ttunum, sum h\u00fasarhaldini hava fingi\u00f0. F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 sigur eisini \u00ed fr\u00e1grei\u00f0ingini at <em>arbei\u00f0svirkni\u00f0 er st\u00f3rt og arbei\u00f0sloysi\u00f0 l\u00e1gt. <\/em><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 hevur hildi\u00f0 31. fundin og metir framvegis, at ta\u00f0 ikki eru tekin um, at systemiskir v\u00e1\u00f0ar eru \u00ed umb\u00fana\u00f0 \u00ed f\u00f8royska bankageiranum. <\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Ta\u00f0 gongur framvegis v\u00e6l \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum. Lutfalsliga l\u00e1gi BT\u00da-v\u00f8ksturin \u00ed 2025 er ikki tekin um l\u00e6gri virksemi \u00ed b\u00faskapinum, men at l\u00e6gri laksapr\u00edsurin hevur \u00e1virka BT\u00da \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum, t\u00ed framlei\u00f0slan er \u00f8kt. Ta\u00f0 er framvegis avlop \u00e1 handilsjavnanum, og harafturat er arbei\u00f0svirkni\u00f0 st\u00f3rt og arbei\u00f0sloysi\u00f0 l\u00e1gt. Samb\u00e6rt bankunum hava rentul\u00e6kkingarnar og l\u00f8narh\u00e6kkingarnar \u00f8kt um tilt\u00f8kupeningin hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum, og ta\u00f0 hevur elvt til \u00f8ktan eftirspurning eftir f\u00edgging. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin \u00ed f\u00f8roysku bankunum var 7,5% \u00ed juli 2025 og stavar serliga fr\u00e1 \u00fatl\u00e1num til privatu vinnuna, og s\u00ed\u00f0ani til kommunur og h\u00fasarhald. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin til privatu vinnuna var 10,6% \u00ed juli 2025, og hann er sostatt \u00f8ktur n\u00f3gv samanbori\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0arskei\u00f0num fr\u00e1 \u00e1 v\u00e1ri 2024 til v\u00e1ri\u00f0 2025, t\u00e1 i\u00f0 hann var negativur.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 gongur framvegis v\u00e6l \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum. Arbei\u00f0svirkni\u00f0 er st\u00f3rt og arbei\u00f0sloysi\u00f0 er l\u00e1gt. Lutfalsliga l\u00e1gi&nbsp; BT\u00da-v\u00f8ksturin, sum er mettur fyri \u00e1ri\u00f0 2025, er ikki tekin um, at virksemi\u00f0 \u00ed b\u00faskapinum er minka\u00f0, men at l\u00e6kka\u00f0i laksapr\u00edsurin hevur \u00e1virka\u00f0 BT\u00da \u00ed \u00e1rsins pr\u00edsum, t\u00ed framlei\u00f0slan av laksi er \u00f8kt. \u00c1 \u00f8\u00f0rum fiskasl\u00f8gum hevur ta\u00f0 veri\u00f0 pr\u00edsv\u00f8kstur, og ta\u00f0 stu\u00f0lar, saman vi\u00f0 st\u00f8rri n\u00f8gdum av \u00fatfluttum laksi, upp undir v\u00f8ksturin \u00ed \u00fatflutninginum. Samstundis er innflutningurin minka\u00f0ur, og ta\u00f0 er b\u00e6\u00f0i orsaka\u00f0 av l\u00e6gri n\u00f8gdum av millum anna\u00f0 innfluttum skipum og bilum, og t\u00ed at pr\u00edsurin \u00e1 brennievni er l\u00e6kka\u00f0ur. Ta\u00f0 er sostatt framvegis avlop \u00e1 handilsjavnanum. \u00c1 f\u00edggjarl\u00f3gini er hinvegin hall. Ta\u00f0 er \u00f3skynsamt, at landskassin ikki er vor\u00f0in konsolidera\u00f0ur \u00ed g\u00f3\u00f0u t\u00ed\u00f0unum, t\u00ed ta\u00f0 ger b\u00faskapin meira s\u00e1rb\u00e6ran fyri \u00f8ktu geopolitisku \u00f3vissuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Rentul\u00e6kkingarnar og l\u00e1ga inflati\u00f3nin stu\u00f0la undir privatu n\u00fdtsluna saman vi\u00f0 l\u00f8narh\u00e6kkingunum og skattal\u00e6ttunum, sum h\u00fasarhaldini hava fingi\u00f0. H\u00f3ast h\u00fasarhaldini tykjast at vera minni bjartskygd \u00ed n\u00fdggjasta konjunkturbarometrinum, s\u00e6st ikki \u00e1 hagt\u00f8lunum fyri kortn\u00fdtslu, at n\u00fdtslan er l\u00e6kka\u00f0. Samb\u00e6rt bankunum hava rentul\u00e6kkingarnar og l\u00f8narh\u00e6kkingarnar \u00f8kt um tilt\u00f8kupeningin hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum, og hetta hevur millum anna\u00f0 elvt til \u00f8ktan eftirspurning eftir f\u00edgging. Seth\u00fasapr\u00edsirnir halda \u00e1 at vaksa, og hetta kann b\u00e6\u00f0i benda \u00e1, at \u00fatbo\u00f0i\u00f0 av b\u00fast\u00f8\u00f0um ikki megnar at fylgja vi\u00f0 eftirspurninginum, og at batna\u00f0a f\u00edggjarst\u00f8\u00f0an hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum merkir, at ta\u00f0 n\u00fa eru eitt sindur fleiri h\u00fasarhald, sum kunnu bj\u00f3\u00f0a upp\u00e1 eini seth\u00fas.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin \u00ed f\u00f8roysku bankunum er \u00f8ktur og var 7,5% \u00ed juli 2025, rokna\u00f0 sum eitt 3 m\u00e1na\u00f0ar mi\u00f0altal. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin stavar serliga fr\u00e1 \u00fatl\u00e1num til privatu vinnuna, og s\u00ed\u00f0ani til kommunur og h\u00fasarhald. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin hj\u00e1 donsku realkredittstovnunum var 0,9%, og samla\u00f0i \u00fatl\u00e1nsv\u00f8ksturin hj\u00e1 f\u00f8roysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var 6,7% \u00ed juli 2025. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin til privatu vinnuna var 10,6% \u00ed juli 2025, og hann er sostatt \u00f8ktur n\u00f3gv samanbori\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0arskei\u00f0num fr\u00e1 \u00e1 v\u00e1ri 2024 til v\u00e1ri\u00f0 2025, t\u00e1 i\u00f0 hann var negativur. Ta\u00f0 kann vera tilvildarligt n\u00e6r \u00fatl\u00e1nsv\u00f8ksturin til vinnuna minkar ella veksur. Seinasta \u00e1ri\u00f0 eru skip og fyrit\u00f8kur handla\u00f0i, samstundis sum, at nakrar st\u00f3rar privatar verk\u00e6tlanir eru settar \u00ed verk. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin til vinnuna stavar fr\u00e1 \u00fatl\u00e1num til b\u00e6\u00f0i tilfeingis- og t\u00e6nastu vinnuna (m.a. innan flutning). \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin til kommunurnar var 7,5%, me\u00f0an hann var 6,3% til h\u00fasarhaldini \u00ed juli 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Innl\u00e1nini \u00ed f\u00f8roysku bankunum vaksa framvegis; innl\u00e1nsv\u00f8ksturin var 10,5% \u00ed juli 2025 fr\u00e1 f\u00f8royskum kundum. Fr\u00e1 h\u00fasarhaldunum var innl\u00e1nsv\u00f8ksturin 6,9%, og fr\u00e1 privatu vinnuni var hann 13% \u00ed juli 2025, rokna\u00f0 sum eitt 3 m\u00e1na\u00f0ar mi\u00f0altal. Samla\u00f0a innl\u00e1nyvirskoti\u00f0 \u00ed f\u00f8roysku bankunum, \u00edrokna\u00f0 deildina hj\u00e1 F\u00f8roya Banka \u00ed Gr\u00f8nlandi, var 3,8 mia. kr. \u00ed juli 2025 og er vaksi\u00f0 yvir 1 mia. kr. upp\u00e1 ein m\u00e1na\u00f0 (fr\u00e1 juni til juli 2025). F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 er varugt vi\u00f0, at h\u00e6kkingin \u00ed innl\u00e1nyvirskotinum er st\u00f3rt, men heldur eyga vi\u00f0 um h\u00e6kkingin fer at v\u00edsa seg at vera varandi ella bert fyribils.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 metir ikki, at ta\u00f0 eru grei\u00f0 tekin um, at systemiskir v\u00e1\u00f0ar eru \u00ed umb\u00fana\u00f0 \u00ed f\u00f8royska bankageiranum, og heldur framvegis eyga vi\u00f0 vi\u00f0urskiftum, sum kunnu \u00e1virka f\u00edggjarliga st\u00f8\u00f0ufesti\u00f0 \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Onnur evnir<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tap og avsetingar hj\u00e1 f\u00f8roysku bankunum eru framvegis eru \u00e1 l\u00e1gum st\u00f8\u00f0i; avsetingarnar eru umlei\u00f0 2% av samla\u00f0u \u00fatl\u00e1nunum og ve\u00f0haldunum. Bankarnir hava s\u00ed\u00f0ani 2022 sett millum 3,4% og 3,8% av \u00edm\u00f3ti tapi \u00e1 \u00fatl\u00e1num og ve\u00f0haldum til vinnuna, me\u00f0an avsetingarnar \u00e1 \u00fatl\u00e1num til h\u00fasarhaldini hava veri\u00f0 millum 0,8% og 1% \u00ed sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur eisini kunna\u00f0 seg um f\u00f8roysku fyrit\u00f8kurnar \u00ed ymsu vinnugreinunum. V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur serliga savna\u00f0 seg um fyrit\u00f8kur, sum hava skuld omanfyri 10 mi\u00f3. kr. og eitt skuldarlutfall omanfyri 60%.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur harafturat mett um solvensin hj\u00e1 b\u00e1\u00f0um pensj\u00f3nsfel\u00f8gunum og b\u00e1\u00f0um tryggingarfel\u00f8gunum \u00ed F\u00f8royum. \u00d8ll f\u00fdra fel\u00f8gini h\u00f8vdu g\u00f3\u00f0an solvens vi\u00f0 \u00e1rslok 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda: landsbankin.fo &#8211; sept. 2025<\/sup><\/sub><\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub><sup>Tilvildarlig savnsmynd 24.fo <\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 gongur framvegis v\u00e6l \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum. Samb\u00e6rt bankunum hava rentul\u00e6kkingarnar og l\u00f8narh\u00e6kkingarnar \u00f8kt um tilt\u00f8kupeningin hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum, og ta\u00f0 hevur elvt til \u00f8ktan eftirspurning eftir f\u00edgging. Rentul\u00e6kkingarnar og l\u00e1ga&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5506,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[7],"tags":[],"class_list":["post-11097","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11097","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=11097"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11097\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11098,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11097\/revisions\/11098"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5506"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=11097"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=11097"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=11097"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}