{"id":11287,"date":"2025-09-30T23:48:00","date_gmt":"2025-09-30T23:48:00","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=11287"},"modified":"2025-09-30T23:48:01","modified_gmt":"2025-09-30T23:48:01","slug":"litla-barn-gaevi-tin-bustadur-var-tann-tryggasti-a-joerd","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/09\/30\/litla-barn-gaevi-tin-bustadur-var-tann-tryggasti-a-joerd\/","title":{"rendered":"L\u00edtla barn. G\u00e6vi t\u00edn b\u00fasta\u00f0ur var tann tryggasti \u00e1 j\u00f8r\u00f0."},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Eg bleiv f\u00f8ddur \u00ed \u00e1rinum 1996 og ta\u00f0 sama blivu 674 a\u00f0rir javnaldrar. Eg havi m\u00f8tt fleiri av m\u00ednum javnaldrum \u00ed f\u00f3lkask\u00falanum, \u00e1 eftirsk\u00fala og \u00ed mi\u00f0n\u00e1mssk\u00falanum. Eisini havi eg veri\u00f0 samla\u00f0ur vi\u00f0 r\u00e6ttiliga n\u00f3gvum \u00ed m\u00ednum \u00e1rgangi \u00e1 barna- og ungd\u00f3mslegum b\u00e6\u00f0i \u00ed Nesv\u00edk og \u00e1 Zarepta. Umframt hetta havi eg gj\u00f8rt ymiskan \u00edtr\u00f3tt saman vi\u00f0 m\u00ednum javnaldrum og solei\u00f0is kundi eg blivi\u00f0 vi\u00f0.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ordiliga stuttligt at m\u00f8ta m\u00ednum javnaldrum \u00ed dag og f\u00e1a eitt pr\u00e1t, har eg kann hoyra hvussu teirra l\u00edv hevur \u00fatfolda seg. Summir javnaldrar stinga seg eisini upp \u00ed t\u00ed\u00f0indaflutninginum, har teir bera s\u00ednar meiningar fram ella v\u00edsa s\u00edni evni fram \u00ed ymiskum samanhangum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er fasinerandi at s\u00edggja hvussu ymiskt hendan g\u00e1van ver\u00f0ur br\u00fakt, sum 675 b\u00f8rn fingu \u00ed 1996. G\u00e1van vit fingu var l\u00edvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis er ta\u00f0 syrgiligt at hugsa um, at har v\u00f3ru 48 a\u00f0rir javnaldrar vit ongant\u00ed\u00f0 fingu h\u00f8vi\u00f0 at hitta. Teirra serstaka DNA var longu kota\u00f0 og teirra kroppur byrja\u00f0i at mennast, men teir sluppu ongant\u00ed\u00f0 at \u00fatfolda seg \u00ed l\u00edvinum. Javnaldrarnir blivu, sum l\u00edtil b\u00f8rn, tiknir \u00far m\u00f3\u00f0url\u00edvi og mistu t\u00ed hetta l\u00edvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Talan er altso um tveir st\u00f3rar sk\u00falaflokkar vi\u00f0 24 b\u00f8rnum \u00ed hv\u00f8rjum flokki, sum ikki fingu s\u00edn r\u00e6tt til l\u00edvi\u00f0. Hetta er sera dapurt at hugsa um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Glottin \u00ed \u00f8llum hesum, er t\u00f3, at f\u00f8royingar vir\u00f0ismeta l\u00edvi\u00f0 h\u00f8gt um samanbori\u00f0 ver\u00f0ur vi\u00f0 a\u00f0rar tj\u00f3\u00f0ir. T\u00ed l\u00f3gu vit til d\u00f8mis \u00e1 sama st\u00f8\u00f0i sum danir, so v\u00f3ru ta\u00f0 ikki bara tveir st\u00f3rir sk\u00falaflokkar, sum ikki fingu r\u00e6ttin til l\u00edvi\u00f0, men heili sjey st\u00f3rir sk\u00falaflokkar!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men hvat var ta\u00f0 sum Bjarni K\u00e1rason Petersen, landsst\u00fdrisma\u00f0ur, valdi at gera \u00ed fj\u00f8r\u00f0? Hann valdi nettupp at renna beint aftan \u00e1 d\u00f8num og eftirapa teirra l\u00f3gg\u00e1vu. Ja beint eftir d\u00f8num, sum als ikki vir\u00f0a ella verja l\u00edvi\u00f0 hj\u00e1 l\u00edtla barninum. Ein og hv\u00f8r sum hevur lisi\u00f0 hetta uppskoti\u00f0 dugir at s\u00edggja, at hetta er eitt roynt kopi av danskari l\u00f3gg\u00e1vu. Undranarsamt at Bjarni K\u00e1rason Petersen ikki valdi at sm\u00ed\u00f0a eina f\u00f8royska l\u00f3g. Ta\u00f0 sum undrar enn meira, er at f\u00fdra L\u00f8gtingsf\u00f3lk smekka akkur\u00e1t ta\u00f0 sama uppskoti\u00f0 fram fyri L\u00f8gtingi\u00f0 aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta l\u00f3garuppskoti\u00f0 hevur virkuligani ein dapran hugbur\u00f0 \u00edm\u00f3ti l\u00edtla barninum. Eg hoyri eina \u00f3hugnaliga samr\u00f8\u00f0u fyri m\u00e6r, t\u00e1 i\u00f0 eg lesi uppskoti\u00f0. Og hon lj\u00f3\u00f0ar solei\u00f0is:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvat sigur t\u00fa l\u00edtla barn \u00ed m\u00f3\u00f0url\u00edvi\u00f0? Er mamma t\u00edn f\u00e1t\u00e6k? Hevur mamma t\u00edn avbj\u00f3\u00f0andi familju relati\u00f3nir? Jamen so er ivasamt um t\u00edtt l\u00edv er vert at liva. Ella skal mamma t\u00edn lesa til l\u00e6kna? So bl\u00edvur t\u00fa kanska ein for\u00f0ing fyri hennara \u00fatb\u00fagving.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00edtla barn, er p\u00e1pi t\u00edn ein brotsma\u00f0ur &#8211; ein ney\u00f0t\u00f8kuma\u00f0ur!? Lati\u00f0 okkum sleppa av vi\u00f0 teg. T\u00fa l\u00edkist ov n\u00f3gv p\u00e1pa t\u00ednum!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvat feilar l\u00edtla barn? Hevur t\u00fa eitt brek? Hevur t\u00fa down syndrome? Jamen so veit eg ikki um t\u00fa passar inn \u00ed okkara samfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00edtla barn, mamma t\u00edn og p\u00e1pi t\u00edn ynsktu s\u00e6r bara eina g\u00f3\u00f0a samlegu, men planurin var ikki at f\u00e1a teg, so kanska vit bara fjerna teg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta eru nakrar \u00f3tr\u00faliga daprar ni\u00f0urst\u00f8\u00f0ur at koma til. Og hetta \u00f3hugnaliga l\u00f3garuppskoti\u00f0 banar vegin fyri, at ta\u00f0 ver\u00f0ur m\u00f8guligt handla upp\u00e1 hesar ni\u00f0urst\u00f8\u00f0urnar. Altso, at l\u00edtla barni\u00f0 ver\u00f0ur ofra\u00f0 vi\u00f0 fosturt\u00f8ku, t\u00ed ta\u00f0 ver\u00f0ur s\u00e6\u00f0 sum ein for\u00f0ing so ella so.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt hetta \u00e1tti at vent \u00e1 h\u00f8vdinum. Undir truplum umst\u00f8\u00f0um, vi\u00f0 sj\u00faku ella breki, ja \u00ed dj\u00fapasta myrkri \u00e1tti l\u00edtla barni\u00f0 at fingi\u00f0 hetta eina og sama svari\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00edtla barn, t\u00fa ert undurfult skapt. T\u00edtt vir\u00f0i er \u00f3endaliga h\u00f8gt. Ligg t\u00fa trygt \u00ed t\u00ednum b\u00fasta\u00f0i. Lat okkum hj\u00e1lpa t\u00e6r inn \u00ed l\u00edvi\u00f0. Og lat okkum hj\u00e1lpa t\u00e6r \u00ed l\u00edvinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er \u00fatfr\u00e1 hesum andanum at ein l\u00edvsj\u00e1ttandi l\u00f3g skuldi veri\u00f0 sm\u00ed\u00f0a\u00f0. Ikki \u00fatfr\u00e1 t\u00ed lj\u00f3ta og pessimistiska andanum har dey\u00f0in skal vera svari\u00f0 upp\u00e1 avbj\u00f3\u00f0ingarnar \u00ed okkara samfelagi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta uppskoti\u00f0 er ein total fallit erkl\u00e6ring. Kunnu vit yvirh\u00f8vur kalla okkum eitt v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag longur, t\u00e1 i\u00f0 tey allar veikastu ikki f\u00e1a vernd; t\u00e1 i\u00f0 b\u00f8rn vera avlima\u00f0i ella eitra\u00f0i \u00ed s\u00ednum fyrsta b\u00fasta\u00f0i, eru vit t\u00e1 petti friari enn t\u00e6r tj\u00f3\u00f0ir, i\u00f0 vit ikki ynskja at samanberast vi\u00f0?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cEin tj\u00f3\u00f0 sum drepur s\u00edni b\u00f8rn \u00ed m\u00f3\u00f0url\u00edvi\u00f0 hevur mist s\u00edna s\u00e1l\u201d seg\u00f0i M\u00f3\u00f0ur Teresa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri hv\u00f8rja fosturt\u00f8ku sum ver\u00f0ur framd, fyri hv\u00f8rt \u201cl\u00edtla barn\u201d, sum ver\u00f0ur avl\u00edva, so rennur bl\u00f3\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her eru L\u00f8gtingsmenn og L\u00f8gtingskvinnur sum dekka seg sj\u00e1lvi inn vi\u00f0 at siga: \u201cKvinnan f\u00e6r fr\u00edtt val. Kvinnan velur sj\u00e1lv um hon vil hava fosturt\u00f8ku ella ikki\u201d. Og solei\u00f0is vaska hesi s\u00ednar egnu hendur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00e6knarnir \u00ed okkara sj\u00fakrah\u00fasverki\u00f0 f\u00e1a bl\u00f3\u00f0 d\u00e1lka\u00f0ar hendur, t\u00ed fosturt\u00f8ka ver\u00f0ur vald sum ein samfelagsloysn upp\u00e1 okkara samfelagstrupulleikar. Teir kunnu vera hetta bl\u00f3\u00f0 fyriuttan um vit \u00ed L\u00f8gtinginum velja annarlei\u00f0is.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kvinnan er bl\u00f3\u00f0d\u00e1lka\u00f0 eftir eina fosturt\u00f8ku. Full av skomm og ringari samvitsku. Eitt sundurkn\u00fast hjarta. Ta\u00f0 var j\u00fa hennara val ella hvat?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Summar taka s\u00e6r ikki av bl\u00f3\u00f0inum og halda seg ikki hava gj\u00f8rt naka\u00f0 skeivt, men vit sleppa ikki uttanum at eitt menniskja, at l\u00edtla barni\u00f0, letur l\u00edv \u00ed einari fosturt\u00f8ku.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">P\u00e1pin at l\u00edtla barninum stendur antin hj\u00e1lparleysur ella \u00e1byrgdarleysur \u00e1 s\u00ed\u00f0ulinjuni. Hj\u00e1lparleysur t\u00ed hann onki hevur at siga, samb\u00e6rt l\u00f3garuppskotinum um fr\u00eda fosturt\u00f8ku. Sj\u00e1lvt t\u00e1 hann av \u00f8llum hjarta ynskir s\u00e6r l\u00edtla barni\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ella \u00e1byrgdarleysur, t\u00ed p\u00e1pin vil onki hava vi\u00f0 l\u00edtla barni\u00f0 at gera. Hann vil bara samleguna og harvi\u00f0 gerst fr\u00ed fosturt\u00f8ka hansara \u00fatvegur til totalt \u00e1byrgdarloysi\u00f0. Er ta\u00f0 sl\u00edkar menn vit ynskja at upp\u00e6la \u00ed F\u00f8royum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u menn og g\u00f3\u00f0u p\u00e1par. M\u00edn \u00e1heitan er t\u00f3, at tit \u00e1haldandi taka fulla \u00e1byrgd, \u00f3ans\u00e6\u00f0 hvat l\u00f3gin sigur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her at enda. L\u00f8gtingsmenninir og L\u00f8gtingskvinnurnar, sum \u00e6tla s\u00e6r at bera fr\u00eda fosturt\u00f8ku \u00edgj\u00f8gnum L\u00f8gtingi\u00f0, halda seg hava gullreinar hendur. Noy, bl\u00f3\u00f0i\u00f0 ver\u00f0ur \u00e1 tykkara hondum! Ta\u00f0 eru tit, sum vi\u00f0 hesum l\u00f3garuppskotinum, byggja ein pall, har mann fr\u00edtt kann avl\u00edva l\u00edtla barni\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bl\u00f3\u00f0i\u00f0 er \u00e1 tykkara hondum, men tit turka ta\u00f0 upp\u00ed kvinnuna!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00edtla barn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00e6vi t\u00edn b\u00fasta\u00f0ur var tann tryggasti \u00e1 j\u00f8r\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Steffan Klein Poulsen, L\u00f8gtingsma\u00f0ur<br>30.09.2025<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sup>Kelda &amp; mynd: Mi\u00f0flokkurin<\/sup><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Eg bleiv f\u00f8ddur \u00ed \u00e1rinum 1996 og ta\u00f0 sama blivu 674 a\u00f0rir javnaldrar. Eg havi m\u00f8tt fleiri av m\u00ednum javnaldrum \u00ed f\u00f3lkask\u00falanum, \u00e1 eftirsk\u00fala og \u00ed mi\u00f0n\u00e1mssk\u00falanum. Eisini havi eg&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":11288,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-11287","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11287","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=11287"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11287\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11289,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11287\/revisions\/11289"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/11288"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=11287"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=11287"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=11287"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}