{"id":11332,"date":"2025-10-05T12:14:29","date_gmt":"2025-10-05T12:14:29","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=11332"},"modified":"2025-10-05T12:14:29","modified_gmt":"2025-10-05T12:14:29","slug":"nogv-folk-a-vinnumessu","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/10\/05\/nogv-folk-a-vinnumessu\/","title":{"rendered":"N\u00f3gv f\u00f3lk \u00e1 vinnumessu"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4k1lkfso\/3okt25_b3a9762.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">St\u00f3ra vinnumessan \u00ed st\u00f3rh\u00f8llini vi\u00f0 Tjarnir l\u00e6t upp fyrrapartin fr\u00edggjadagin, og longu fr\u00e1 byrjan var heilt fitt av f\u00f3lki komi\u00f0 \u00ed h\u00f8llina.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vinnubla\u00f0i\u00f0 skipar fyri vinnumessuni, sum hevur heili 54 fyrit\u00f8kur undir sama taki \u00ed fr\u00e1l\u00edkum umst\u00f8\u00f0um vi\u00f0 Tjarnir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">He\u00f0in Mortensen, varaborgarstj\u00f3ri og forma\u00f0ur \u00ed vinnunevndini hj\u00e1 T\u00f3rshavnar b\u00fdr\u00e1\u00f0, setti vinnumessuna fyrrapartin fr\u00edggjadagin og seg\u00f0i millum anna\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cEin vinnumessa sum hendan er eitt gylt h\u00f8vi hj\u00e1 okkara mongu fyrit\u00f8kum at gera seg sj\u00f3nligar og ikki minst, at koma \u00ed samband vi\u00f0 s\u00edni vi\u00f0skiftaf\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit liva \u00ed eini t\u00ed\u00f0, har talgildar loysnir vinna fram, og har keyp og s\u00f8la \u00e1 netinum er ein p\u00fara vanligur partur av okkara l\u00edvi \u2013 ja, \u00ed dag er ta\u00f0 n\u00e6stan so, at t\u00e6r ikki n\u00fdtist at fara \u00fat um hur\u00f0ina og n\u00f3g illa reisa teg \u00far sofuni fyri at f\u00e1a alt ta\u00f0, t\u00e6r t\u00f8rvar \u00ed gerandisdegnum, og meira afturat, bori\u00f0 heim til dyrnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt kann or\u00f0nast \u00e1 telefonini ella \u00e1 telduni, og ta\u00f0 tekur bara n\u00f8kur f\u00e1 klikk at b\u00edleggja eina v\u00f8ru heilt \u00far Kina ella Amerika og hava hana her f\u00e1ar dagar seinni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er \u00f3makaleyst hj\u00e1 okkum br\u00fakarum, og sj\u00e1lvandi leggja fyrit\u00f8kur seg eisini eftir at veita eina skj\u00f3ta og g\u00f3\u00f0a t\u00e6nastu \u00e1 netinum, so vit kunnu f\u00e1a okkara v\u00f8rur skj\u00f3tast tilber.\u201d<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a class=\"has-large-image\" href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/wiwnvm0v\/3okt25_b3a9809.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/wiwnvm0v\/3okt25_b3a9809.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"Ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt h\u00f8vi hj\u00e1 fyrit\u00f8kum og vi\u00f0skiftaf\u00f3lkum at m\u00f8tast andlit til andlits, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen millum anna\u00f0\"\/><\/a><figcaption class=\"wp-element-caption\"><em>Ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt h\u00f8vi hj\u00e1 fyrit\u00f8kum og vi\u00f0skiftaf\u00f3lkum at m\u00f8tast andlit til andlits, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen millum anna\u00f0<\/em><\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cAlt gott um ta\u00f0. Men ta\u00f0 er naka\u00f0, sum manglar \u00ed \u00f8llum hesum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er sj\u00e1lvt sambandi\u00f0 millum fyrit\u00f8ku og vi\u00f0skiftaf\u00f3lk. Ta\u00f0 sambandi\u00f0, sum sn\u00fdr seg um at m\u00f8ta vi\u00f0skiftaf\u00f3lkunum \u00ed eygnah\u00e6dd og at kunna v\u00edsa teimum, hvat hetta er fyri ein fyrit\u00f8ka og hvat hon hevur at bj\u00f3\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann besta kundat\u00e6nastan ver\u00f0ur givin andlit til andlits, og ta\u00f0 er so n\u00f3gv, sum kann ver\u00f0a misskilt ella detta ni\u00f0ur\u00edmillum \u00ed einum samskifti, sum bara er gj\u00f8gnum teldupost ella \u00e1 eini heimas\u00ed\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ein vinnumessa sum hendan er eitt gylt h\u00f8vi hj\u00e1 fyrit\u00f8kum og vi\u00f0skiftaf\u00f3lkum at m\u00f8tast andlit til andlits.\u201d<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a class=\"has-large-image\" href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/pu4n4jc5\/3okt25_84a9129.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/pu4n4jc5\/3okt25_84a9129.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"Vi\u00f0 Tjarnir er h\u00f8gt til lofti\u00f0 og v\u00edtt til veggja\"\/><\/a><figcaption class=\"wp-element-caption\"><em>Vi\u00f0 Tjarnir er h\u00f8gt til lofti\u00f0 og v\u00edtt til veggja<\/em><\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cT\u00f3rshavnar kommuna er fegin um at stu\u00f0la Vinnumessuni. Vit s\u00edggja t\u00fddningin av at hava sl\u00edk tilt\u00f8k, sum eru stimbrandi og mennandi fyri vinnuna og fyri handilsl\u00edvi\u00f0 b\u00e6\u00f0i her \u00ed kommununi og a\u00f0rasta\u00f0ni um landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunan vil eisini fegin skapa so g\u00f3\u00f0ar karmar sum m\u00f8guligt fyri vinnul\u00edvi\u00f0, og beint eystan fyri her vit n\u00fa eru, gera vit n\u00fa eisini eitt n\u00fdtt st\u00f3rt vinnu\u00f8ki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Har ver\u00f0ur pl\u00e1ss fyri b\u00e6\u00f0i st\u00f3rum og sm\u00e1um fyrit\u00f8kum, og \u00e1hugin og eftirspurningurin hevur veri\u00f0 st\u00f3rur. So roknast kann vi\u00f0 n\u00f3gv \u00f8ktum virksemi heruppi vi\u00f0 st\u00f3rh\u00f8llina vi\u00f0 Tjarnir.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vinnumessan 2025 er opin fr\u00edggjadagin og leygardagin kl. 10.00-20.00. Ta\u00f0 er \u00f3keypis atgongd.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a class=\"has-large-image\" href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/lahhmqxo\/3okt25_b3a9835.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/lahhmqxo\/3okt25_b3a9835.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"Fyrit\u00f8kur \u00far n\u00f3gvum ymsum vinnugeirum eru vi\u00f0 \u00e1 vinnumessuni\"\/><\/a><figcaption class=\"wp-element-caption\"><em>Fyrit\u00f8kur \u00far n\u00f3gvum ymsum vinnugeirum eru vi\u00f0 \u00e1 vinnumessuni<\/em><\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a class=\"has-large-image\" href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/01ld4z3v\/3okt25_b3a9773.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/01ld4z3v\/3okt25_b3a9773.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"Umframt so mangt anna\u00f0 ber til at f\u00e1a s\u00e6r eina tatovering \u00e1 vinnumessuni\"\/><\/a><figcaption class=\"wp-element-caption\"><em>Umframt so mangt anna\u00f0 ber til at f\u00e1a s\u00e6r eina tatovering \u00e1 vinnumessuni<\/em><\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a class=\"has-large-image\" href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/ulmcza01\/3okt25_84a9194.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/ulmcza01\/3okt25_84a9194.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"He\u00f0in Mortensen og Adam Andreasen, \u00e1byrgdarbla\u00f0stj\u00f3ri \u00e1 Vinnubla\u00f0num, sum skipar fyri vinnumessuni\"\/><\/a><figcaption class=\"wp-element-caption\"><em>He\u00f0in Mortensen og Adam Andreasen, \u00e1byrgdarbla\u00f0stj\u00f3ri \u00e1 Vinnubla\u00f0num, sum skipar fyri vinnumessuni<\/em><\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub>Kelda &amp; myndir: torshavn.fo 3 okt. 2025<\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>St\u00f3ra vinnumessan \u00ed st\u00f3rh\u00f8llini vi\u00f0 Tjarnir l\u00e6t upp fyrrapartin fr\u00edggjadagin, og longu fr\u00e1 byrjan var heilt fitt av f\u00f3lki komi\u00f0 \u00ed h\u00f8llina. Vinnubla\u00f0i\u00f0 skipar fyri vinnumessuni, sum hevur heili 54&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":11333,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[128],"tags":[],"class_list":["post-11332","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-handil-figging-taenasta"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11332","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=11332"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11332\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11334,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11332\/revisions\/11334"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/11333"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=11332"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=11332"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=11332"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}