{"id":11918,"date":"2025-11-12T16:04:20","date_gmt":"2025-11-12T16:04:20","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=11918"},"modified":"2025-11-12T16:04:49","modified_gmt":"2025-11-12T16:04:49","slug":"treiskanin-vid-havid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/11\/12\/treiskanin-vid-havid\/","title":{"rendered":"Treiskanin vi\u00f0 havi\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Runav\u00edk \u00ed dag<\/h2>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">R\u00f8\u00f0a, sum borgarstj\u00f3rin flutti fram \u00ed morgun, n\u00fa Bryggjan lat upp fyri almenninginum<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><br>Roy Jacobsen f\u00f3r \u00ed anna\u00f0 lj\u00f3s fyri sm\u00e1um tveimum m\u00e1na\u00f0um s\u00ed\u00f0an &#8211; sjeyti \u00e1ra gamal. Hann var n\u00f3gv virdur h\u00f8vundur \u00far Noregi, sum m.a. skriva\u00f0i um l\u00edvi\u00f0 hj\u00e1 menniskjum \u00ed \u00fatja\u00f0aranum. Ta\u00f0 var hann sum seg\u00f0i: \u201dFyrstur kom fiskurin, me\u00f0an menniskja\u00f0 bert er ein treiskur gestur vi\u00f0 havi\u00f0.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Solei\u00f0is hava vit eisini veri\u00f0 gestir vi\u00f0 havi\u00f0 \u00ed \u00fatnor\u00f0i \u00ed hundra\u00f0ir av \u00e1rum. Sum b\u00fana\u00f0ar- og vei\u00f0if\u00f3lk, i\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini gj\u00f8rdist ein tj\u00f3\u00f0 vi\u00f0 egnum samleika. Serstakari mentan og egnum tungum\u00e1li. \u00cd menningartilgongd tj\u00f3\u00f0arinnar gj\u00f8rdist handilin &#8211; \u00ed lutfalsliga n\u00fdggjari t\u00ed\u00f0 &#8211; fr\u00e6lsur, og ta\u00f0 setti av \u00e1lvara dik \u00e1 fer\u00f0ina fram til samfelagsbygna\u00f0in, sum \u00ed dag man kj\u00e1lka fram \u00edm\u00f3ti at vera millum heimsins fremstu v\u00e6lfer\u00f0arsamfel\u00f8g. Kramb\u00fa\u00f0ir og vinna gingu \u00ed mongum f\u00f8rum hond \u00ed hond. F\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed oyggjunum 10\u00b4falda\u00f0ist, og meiri enn ta\u00f0, ein sj\u00e1ldan sj\u00f3n \u00ed oyggjab\u00f3lkum skotnir fjart fr\u00e1 meginlondum. Ein \u00e1minning um, at ta\u00f0 fyrst og fremst er bygna\u00f0urin, r\u00fami\u00f0 at vaksa \u00ed, sum er avgerandi fyri allari menning, &#8211; politiskar spennitroyggjur og h\u00f8ft fremja ongi framt\u00f8k.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avt\u00f8kan av \u00fatlendska einahandlinum \u00ed 1856 var sum at opna eina kr\u00fattunnu, &#8211; ein bygna\u00f0arbroyting sum loysti mangt \u00far fj\u00f8trum. Ni\u00f0urbundin m\u00e1ttur slapp til verka, og kring um oyggjarnar f\u00f3r n\u00fa at gr\u00f3gva um gangandi f\u00f3t. Upp \u00ed fleiri handlar v\u00f3ru \u00ed so at siga hv\u00f8rjari bygd \u00ed landinum \u00ed dr\u00fagt \u00e1ram\u00e1l, eisini \u00ed bygdunum um hesi sv\u00e6\u00f0i. Tv\u00e6r heils\u00f8lur v\u00f3ru eisini virknar her \u00ed \u00f8kinum \u2013 Poul Hansen\u00b4s heils\u00f8la \u00e1 Glyvrum og Eysturoyar Heils\u00f8la \u00ed Runav\u00edk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt her \u00ed l\u00edvinum er \u00ed st\u00f8\u00f0ugari broyting og prosessirnar \u00ed handilsvinnuni l\u00f8gdu m.a. lunnarnar undir eina mi\u00f0st\u00f8\u00f0 sum SMS, i\u00f0 byrja\u00f0i \u00ed 1977. N\u00f3gv str\u00ed\u00f0 var um mi\u00f0savningina \u00e1 Trapputr\u00f8\u00f0ni, Hans Mortensen kom r\u00e6ttiliga \u00ed eldlinjuna, men eftirt\u00ed\u00f0in man r\u00edkiliga hava sta\u00f0fest, at hann var \u00e1 r\u00e6ttari lei\u00f0. Fyri okkum, sum h\u00f8vdu fer\u00f0ast kring um heimin fyri ta\u00f0, kom hetta ikki \u00f3vart \u00e1. \u00cd USA h\u00f8vdu vit vitja\u00f0 hesar gigantisku handilsmi\u00f0st\u00f8\u00f0irnar, ofta \u00ed b\u00fdarinnar \u00fatry\u00f0jum av fer\u00f0slu- og parkerings\u00e1vum, og fyrsta handilsmi\u00f0st\u00f8\u00f0in av sl\u00edkum slagi \u00ed Danm\u00f8rk var Skotteg\u00e5rden \u00e1 Amager oynni, sum var bygd \u00ed 1953, hetta veit eg av t\u00ed ors\u00f8k, at m\u00edn s\u00e1la\u00f0a fastir, F\u00eda, var n\u00e6sti granni hennara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1i\u00f0 Hans Mortensen, s\u00e1li, n\u00fa var\u00f0 nevndur, er ta\u00f0 at siga, at hann var venjari okkara, t\u00e1i\u00f0 eg sp\u00e6ldi vi\u00f0 unglingali\u00f0num hj\u00e1 Neistanum \u00ed fyrru helvt av sjeyti\u00e1runum \u00ed hinari \u00f8ldini. Ta\u00f0 var serliga ta\u00f0 eina \u00e1ri\u00f0, at vit gj\u00f8rdu vart vi\u00f0 okkum. Sum fyrrverandi HSF\u00b4forma\u00f0urin, Kristian Johansen, tekur til \u00ed einari samr\u00f8\u00f0u vi\u00f0 Hvannr\u00f3k fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an: \u201d \u2013 H\u00e6ddarpunkti\u00f0 var \u00f3iva\u00f0, t\u00e1 i\u00f0 vit \u00ed 1973 vunnu FM-heiti\u00f0. L\u00f8gtingsma\u00f0urin T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen sp\u00e6ldi eisini t\u00e1 vi\u00f0 okkara li\u00f0i.\u201d Leivur, Sigmund, Hjalmar, Petur, Oddur, Kristian, Mortan og eg. Vestmenningar h\u00f8vdu eitt av lakaru \u00e1runum, og veruligi kappingarneytin var Kyndil. Hans d\u00edkti \u00e1 okkum, sum v\u00f3ru vit gr\u00f8nlendskir sletuhundar, og eftir venjing runnu vit hv\u00f8rt kv\u00f8ld \u00far h\u00f8llini \u00e1 H\u00e1lsi ni\u00f0an \u00e1 Hv\u00edtanes &#8211; fyri at styrkja v\u00f8ddar og s\u00e1l. Seinasti dysturin ta\u00f0 \u00e1ri\u00f0 var \u00edm\u00f3ti Kyndli \u00e1 Nabb, og vunnu vit, var FM-steypi\u00f0 okkara. Vit husera\u00f0i \u00ed einum kliva vestaru megin \u00ed h\u00f8llini \u00ed h\u00e1lvleikinum, og makan til spektakul havi eg ikki \u00e1 \u00e6vini uppliva\u00f0. Hypnotisera\u00f0ir \u00ed vinnara\u00f8\u00f0i, sum br\u00f3taraross, l\u00f8gdu vit til brots, n\u00fa skuldi slagi\u00f0 standa, og h\u00f3ast kyndilsunglingar mann fyri mann v\u00f3ru betra li\u00f0i\u00f0, vunnu vit vi\u00f0 einum m\u00e1li og gj\u00f8rdust f\u00f8royameistarar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa er ein l\u00f8ta s\u00ed\u00f0an, at ta\u00f0 degna\u00f0i fyri, at Niels var \u00e1 veg upp \u00e1 br\u00fanna. Tr\u00e6\u00f0rir kn\u00fdta hann at hesum \u00f8kinum, og fyri naka\u00f0 n\u00f3gvum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an b\u00fa\u00f0i hann eitt skifti \u00e1 Glyvrum, me\u00f0an hann var krambakallur \u00ed Hei\u00f0unum. Eitt intermezzo \u00ed venjing \u00e1 lei\u00f0ini til at taka vi\u00f0 sum stj\u00f3ri, kann eg \u00e6tla, og seinri letur B\u00f3nus upp \u00ed h\u00f8lunum, har i\u00f0 eitt av st\u00f3ru handilsvirkjunum \u00ed F\u00f8royum, D. P. H\u00f8jgaard\u00b4s Eftf., hev\u00f0i s\u00edtt megindomicil. \u00cd kjallarah\u00e6ddini var hin t\u00e1 so kenda kramb\u00fa\u00f0in Deild C \u2013 n\u00fa Shari. Systkinabarni\u00f0 Elin, \u00e1 Torkilsheyggi, hevur veri\u00f0 sjefdompt\u00f8rur \u00e1 deildini \u00ed mong \u00e1r, og umframt at hon hevur stj\u00f3rna\u00f0 starvsf\u00f3lkunum vi\u00f0 strongum aga, alt\u00ed\u00f0 fremst \u00ed fylginum, hevur hon eisini tr\u00e1beitin roynt at fingi\u00f0 r\u00e6\u00f0i \u00e1 hinum javnaldrandi borgarstj\u00f3ranum \u00ed b\u00fdnum. Vi\u00f0v\u00edkjandi parkerng o.\u00f8. T\u00e1i\u00f0 bl\u00f3\u00f0 og tendring eisini eru \u00e1j\u00f8vn, hevur tann royndin veri\u00f0 heldur svikalig fyri hennara vi\u00f0komandi, men virknisf\u00fdsni makar ikki fyri ta\u00f0, og seinasta fr\u00edggjakv\u00f8ld l\u00f8gdu vit lei\u00f0ina framvi\u00f0, eftir ein gongut\u00far um Toftavatn, og t\u00e1 gekk hon fremst \u00ed broddi fylkingar, har i\u00f0 hillarnar skuldu fyllast til ta\u00f0, sum n\u00fa fer at henda um skamma stund.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir eitt lutfalsliga langt politiskt l\u00edv skilir man, at onki her \u00ed ver\u00f0ini stendur 1:1 \u2013 eitt til eitt \u2013 \u00ed einum dynamiskum samfelag. Ein hending hevur vi\u00f0 vissu a\u00f0ra ella fleiri vi\u00f0 s\u00e6r. Eftir at Borg hev\u00f0i fingi\u00f0 byggiloyvi undir Heimistovub\u00f8num \u00e1 Glyvrum fr\u00e6ttist, at gamli timburhandilin var seldur. Niels Mortensen var eksponentur fyri keypi\u00f0, og so gekk umr\u00f8\u00f0an sum r\u00f3tas\u00fapan, hvat i\u00f0 n\u00fa f\u00f3r at henda vi\u00f0 og \u00ed bygninginum. Fundarvirksemi &#8211; og undirskriva\u00f0ar avtalur s\u00ed\u00f0an &#8211; gj\u00f8rdu greitt, hv\u00f8r i\u00f0 \u00e6tlanin var, og \u00ed dag f\u00e6r almenningurin atgongd til eina mi\u00f0st\u00f8\u00f0, Bryggjuna, sum er hin fyrsta av s\u00ednum slagi \u00ed b\u00fdnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201dThe City That Never Sleeps\u201d ver\u00f0ur ofta sagt um b\u00fdin New York, og ta\u00f0 var fram\u00far g\u00f3\u00f0i sangarin Frank Sinatra, sum gj\u00f8rdi hesa or\u00f0ingina \u00f3dey\u00f0iliga \u00ed sanginum hesum heimsins metropoli til hei\u00f0urs. Uttan samanbering, \u00ed st\u00f8dd og meingi, so er veruleikin hann, at ein t\u00edttur b\u00fdarpulsur dregur sum ein magnetur. Har i\u00f0 f\u00f3lk eru &#8211; vilja f\u00f3lk vera, og eitt pulserandi handilsl\u00edv dregur anna\u00f0 vi\u00f0 s\u00e6r. Ta\u00f0 gongur sj\u00f3n fyri s\u00f8gn, n\u00fa ta\u00f0 bert eru nakrir f\u00e1ir dagar hespa\u00f0ir upp \u00e1 t\u00ed\u00f0arsn\u00e6lduna s\u00ed\u00f0an Kodio leg\u00f0i lei\u00f0ina hendanvegin, ein h\u00e1rskeri letur eisini upp \u00ed hesum d\u00f8gum og hinumegin vegin, \u00ed n\u00fdggja mi\u00f0b\u00fdar\u00f8kinum, s\u00edggjast konturarnir n\u00fa av n\u00fdggjari \u00edb\u00fa\u00f0ar\u00e6tlan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt hetta bendir \u00e1, at vit gj\u00f8rdu r\u00e6tt, t\u00e1i\u00f0 vit f\u00f3ru undir at fyrireika ein mi\u00f0b\u00fd higani og naka\u00f0 v\u00e6l inn \u00ed Hei\u00f0arnar. At ein av trimum tunnilsmunnum &#8211; \u00far smoguni undir Tangafir\u00f0i &#8211; enda\u00f0i \u00ed \u00f8kinum, sum \u00e1\u00f0ur var b\u00fdarinnar endast\u00f8\u00f0, hev\u00f0i sj\u00e1lvandi eitt broytt fer\u00f0slumynstur vi\u00f0 s\u00e6r. Vi\u00f0 eitt var hetta h\u00f8vu\u00f0sfer\u00f0slu\u00e6\u00f0rin \u00ed landinum. Dr\u00fagt arbei\u00f0i, &nbsp;og n\u00f3gvar tingingar millum F\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og Runav\u00edkar kommunu, enda\u00f0i sum kunnugt vi\u00f0 l\u00f8gtingsl\u00f3gini um Fj\u00f8ruvegin. Innari parturin er gj\u00f8rdur, og eftir er at fara undir uttara partin, sum ger, at fer\u00f0slan ver\u00f0ur flutt su\u00f0ur um \u00f8ki\u00f0, her sum vit n\u00fa standa. Ein skj\u00f3ttarbei\u00f0andi b\u00f3lkur situr eisini \u00ed l\u00f8tuni og fyrireikar eina flyting av renovati\u00f3nini, burtur \u00far t\u00ed, sum n\u00fa er fari\u00f0 at l\u00edkjast einum mi\u00f0b\u00fdar\u00f8ki, ikki minst hesum \u00e1takinum fyri at takka, sum n\u00fa letur upp fyri almenninginum. Naka\u00f0 av toli skal til, Rom var\u00f0 ikki bygdur eftir einum degi \u2013 kortini var\u00f0 hann bygdur. Eg kenni br\u00e1\u00f0r\u00e6sni\u00f0 sum br\u00fasar \u00ed akt\u00f8runum, l\u00edkamiki\u00f0 um spitarin er \u00ed botni, gongur ta\u00f0 ov seint, men eg kann vegna kommununa lova, at vit st\u00fatt og st\u00f8\u00f0ugt virka vi\u00f0 at gera umst\u00f8\u00f0urnar so h\u00f8gligar sum gj\u00f8rligt \u2013 eisini her \u00ed \u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um nakrar dagar hendir tann st\u00f3rhending, eisini \u00ed hesum sama sv\u00e6\u00f0i, at ein toppmoderna\u00f0 svimjih\u00f8ll letur upp fyri almennari svimjing. \u00cd 1964 var fari\u00f0 undir at savna inn pening til svimjingarhyl omanfyri sk\u00falan \u00e1 Glyvrum. Mamma plagar siga, at hon enn minnist j\u00fast hvar i\u00f0 \u00d3li Simonsen st\u00f3\u00f0 \u00ed ganginum, Fyri uttan Gar\u00f0ar, t\u00e1i\u00f0 hann gekk h\u00fas \u00far h\u00fasi og savna\u00f0i pening inn til endam\u00e1li\u00f0. Av n\u00f3gvum ymiskum ors\u00f8kum enda\u00f0i verk\u00e6tlanin \u00ed \u00fatgrevstrinum, men felagi\u00f0 Neptun er til enn, og v\u00f3nandi ver\u00f0ur l\u00edv endurbl\u00e1st \u00ed felagi\u00f0 ein av komandi d\u00f8gunum. Hin s\u00e1la\u00f0i \u00d3li var verfa\u00f0ir Niels, sum aftur er fa\u00f0ir at einum av okkara fremstu svimjarum \u00ed \u00edtr\u00f3ttars\u00f8guni. V\u00e6ntandi ver\u00f0ur tann m\u00f8guleikin \u00fati vi\u00f0 Bylgjuna eisini ein sigul, sum fer at draga f\u00f3lk til b\u00fdin og handilsvirksemi\u00f0 \u00ed \u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var Irena Joensen, s\u00e1la, einafer\u00f0 forkvinna \u00ed forstandaraskapinum \u00ed Sv\u00ednoy, sum helt fyri \u00ed s\u00f3nvarpinum, at veruligt h\u00f3ttafall kom \u00e1 eina bygd, um la\u00f0a\u00f0 var upp \u00ed dyrnar \u00ed sk\u00falanum og handlinum. R\u00e6tt hev\u00f0i hon, og ta\u00f0 er ein syrgilig s\u00f8ga. \u00cd dag kunnu vit fegnast um, at ta\u00f0 gongur hin \u00f8vuta og tann r\u00e6tta vegin her \u00ed \u00f8kinum. Fyri at taka aftur \u00ed or\u00f0ini hj\u00e1 s\u00e1la\u00f0a nor\u00f0manninum Roy Jacobsen, so hilna\u00f0ist ta\u00f0 \u00ed okkara f\u00f8ri at treiskast vi\u00f0 havi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 hesum f\u00e1u or\u00f0um fari eg at takka Nielsi og hansara f\u00f3lki fyri eitt sera gott samstarv fr\u00e1 byrjan til enda \u00ed prosessini fram til hendan dag, og eg fari eisini at n\u00fdta h\u00f8vi til at takka okkara egna f\u00f3lki, vi\u00f0 b\u00fdarverkfr\u00f8\u00f0inginum Maritu S\u00fasonnu Hentze \u00e1 odda, fyri at hava k\u00fdtt seg \u00ed hv\u00f8rjari spong &#8211; fyri at alt hetta kundi bera til innanvert \u00e1sett t\u00ed\u00f0arm\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00e1tti byrurin veri\u00f0 tykkum eigarum bl\u00ed\u00f0ur \u00ed \u00f3komnum d\u00f8gum. V\u00e6lkomin skal hon vera \u2013 Bryggjan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">ES: \u00c1\u00f0renn sn\u00f3rurin vi\u00f0 dyrnar var kvettur, handa\u00f0i Niels Mortensen borgarstj\u00f3ranum T\u00f3rbirni Jacobsen ein kekk. Vir\u00f0i\u00f0 er ein fj\u00f3r\u00f0ingsmilli\u00f3n kr\u00f3nur \u2013 250 t\u00fasund kr\u00f3nur \u2013 og ta\u00f0 er \u00e6tla\u00f0 ungd\u00f3minum millum 0 og 15 \u00e1r solei\u00f0is, at hesi kunnu svimja uttan kostna\u00f0 \u00ed 2026. Runav\u00edkar kommuna takkar vegna m\u00f3ttakaran hjartaliga fyri g\u00e1vuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub>Kelda: runavik.fo 12 nov. 2025 <\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Runav\u00edk \u00ed dag R\u00f8\u00f0a, sum borgarstj\u00f3rin flutti fram \u00ed morgun, n\u00fa Bryggjan lat upp fyri almenninginum Roy Jacobsen f\u00f3r \u00ed anna\u00f0 lj\u00f3s fyri sm\u00e1um tveimum m\u00e1na\u00f0um s\u00ed\u00f0an &#8211; sjeyti \u00e1ra&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":11919,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[7],"tags":[],"class_list":["post-11918","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11918","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=11918"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11918\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11921,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11918\/revisions\/11921"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/11919"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=11918"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=11918"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=11918"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}