{"id":11948,"date":"2025-11-15T22:41:34","date_gmt":"2025-11-15T22:41:34","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=11948"},"modified":"2025-11-15T22:41:34","modified_gmt":"2025-11-15T22:41:34","slug":"landsfundur-2025-formansfragreidingin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/11\/15\/landsfundur-2025-formansfragreidingin\/","title":{"rendered":"Landsfundur 2025: Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>G\u00f3\u00f0u tit, g\u00f3\u00f0u f\u00f3lkafloksf\u00f3lk.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cT\u00e1 vit bygdu h\u00fas hj\u00e1lpti alt grannalagi\u00f0 hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum. At seta formar upp, at stoypa og at byggja so miki\u00f0, at vit kundu flyta inn sum skj\u00f3tast. Ta\u00f0 var ikki so farligt, um h\u00fasini v\u00f3r\u00f0u li\u00f0ug beinanvegin. T\u00ed ta\u00f0 blivu tey vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini, t\u00e1 vit so l\u00ed\u00f0andi gj\u00f8rdu meira og meira li\u00f0ugt.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta fortaldi ein eldri kvinna m\u00e6r. Og hetta er ikki fyrsta s\u00f8gan, eg hoyri um j\u00fast hetta. Hetta setti nakrar tankar \u00ed gongd um, hvussu st\u00f8\u00f0an er \u00e1 n\u00f3gvum m\u00f3tum \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er ikki bara ein s\u00f8ga um, hvussu ta\u00f0 gekk fyri seg, t\u00e1 n\u00f8kur bygdu h\u00fas. Hetta er eisini s\u00f8gan um eina a\u00f0ra t\u00ed\u00f0, har f\u00f3lk h\u00f8vdu betri stundir til hv\u00f8nn annan, og ikki \u00e1 sama h\u00e1tt kravdu, at alt skuldi ganga so skj\u00f3tt og vera perfekt beinanvegin. Ein t\u00ed\u00f0, har f\u00f3lk h\u00f8vdu meir fr\u00e6lsi \u00ed gerandisdegnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men hev\u00f0i hetta bori\u00f0 til \u00ed dag? \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum ikki \u00e1 sama h\u00e1tt sum fyrr orsaka\u00f0 av l\u00f3gg\u00e1vuni \u00e1 \u00f8kinum. \u00cd dag eru b\u00e6\u00f0i fleiri og strangari kr\u00f8v sett til tey, i\u00f0 byggja. Kr\u00f8v, sum d\u00fdrka byggingina \u00f3ney\u00f0uga n\u00f3gv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 hetta er sagt, skal eg undirstrika, at sj\u00e1lvandi skulu kr\u00f8v vera \u00e1 \u00f8kinum. T\u00f3 skulu vit ikki hava \u00f3ney\u00f0ug kr\u00f8v, t\u00ed ta\u00f0 skal ikki vera torf\u00f8rari enn ta\u00f0 longu er at seta f\u00f8tur undir egi\u00f0 bor\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0 er eisini ta\u00f0, sum vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum hava arbeitt og arbei\u00f0a hart fyri. Millum anna\u00f0 vi\u00f0 at f\u00f8ra fram, at bygningskunnger\u00f0in eigur at broytast, f\u00e1a betri og skj\u00f3tari mannagongdir innan matrikkulering. Vit hava lagt uppskot fram um at gera ta\u00f0 l\u00e6ttari at \u00fatvega s\u00e6r s\u00edn fyrsta b\u00fasta\u00f0 og lagt uppskot fram um at gera ta\u00f0 meira lokkandi at byggja leigu\u00edb\u00fa\u00f0ir og so framvegis.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At hava egnan b\u00fasta\u00f0 \u2013 serliga eiga egnan b\u00fasta\u00f0 \u2013 er so grundleggjandi, og er naka\u00f0, sum allar flestu f\u00f8royingar ynskja. Ja, at eiga ta\u00f0 fr\u00e6lsi at r\u00e1\u00f0a \u00ed egnum h\u00fasi liggur so dj\u00fapt \u00ed f\u00f8roysku f\u00f3lkas\u00e1lini, og er naka\u00f0, vit alt\u00ed\u00f0 meir ella minni hava barst fyri. Og ta\u00f0 er heldur ikki l\u00f8gi\u00f0, t\u00ed vit f\u00f8royingar vita best, hvussu okkara vi\u00f0urskifti skulu skipast og vera.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed hava vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum valt at veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed eini semju vi\u00f0 n\u00e6rum \u00f8llum flokkum \u00e1 tingi um, at r\u00edkisr\u00e6ttarliga st\u00f8\u00f0an skal broytast, solei\u00f0is, at F\u00f8royar hava st\u00f8rri heimildir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum er sannf\u00f8rd um, at sj\u00e1lvandi skulu vit hava st\u00f8\u00f0u sum ein sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug tj\u00f3\u00f0. S\u00f8gan hevur fleiri fer\u00f0ir v\u00edst, at vit b\u00e6\u00f0i duga og vita best, hvussu vit skulu skipa okkum \u00ed F\u00f8royum. Hv\u00f8r umbo\u00f0ar best \u00e1hugam\u00e1li\u00f0 hj\u00e1 f\u00f8royingum? Ta\u00f0 eru sj\u00e1lvandi vit f\u00f8royingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava fingi\u00f0 naka\u00f0 av kritikki fyri, at vit ikki hava veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed onkrum brei\u00f0um semjum, eitt n\u00fa \u00ed m\u00e1lunum um gongd \u00ed haga og t\u00f8kugj\u00f8ld. Men t\u00e1 mann fer \u00ed holt vi\u00f0 at leggja fleiri f\u00edggjarligar byr\u00f0ar \u00e1 vinnuna og taka fr\u00e6lsi at virka fr\u00e1 henni, so gongur mann okkara vir\u00f0um ov n\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hinvegin leggur hendan semjan upp til, at vit sum land f\u00e1a st\u00f8rri fr\u00e6lsi, i\u00f0 eisini gevur st\u00f8rri m\u00f8guleikar til okkara borgarar og vinnu. At vit virka \u00e1 j\u00f8vnum f\u00f8ti vi\u00f0 onnur sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug lond, i\u00f0 er eitt ney\u00f0ugt stig at taka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er helst eingin her, sum ivast, hv\u00f8rt F\u00f3lkaflokkurin er ein familjuflokkur ella ikki. T\u00ed helst hevur eingin annar tosa so n\u00f3gv um familjuna seinastu \u00e1rini, sum vit hava gj\u00f8rt. Vit halda, sum so ofta \u00e1\u00f0ur nevnt, at familjan er kjarnin \u00ed f\u00f8royska samfelagnum. Trygga grundarlagi\u00f0, sum skapar tryggar og g\u00f3\u00f0ar umst\u00f8\u00f0ur til b\u00f8rn okkara. T\u00ed er ta\u00f0 alney\u00f0ugt, at samfelagi\u00f0 gerst meira familjuvinarligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta var eisini ors\u00f8kin til, at vit \u00ed fj\u00f8r g\u00f3vu \u00fat ein familjupakka, har vit komu vi\u00f0 fleiri bo\u00f0um upp\u00e1, hvussu vit gera F\u00f8royar meira familjuvinarligar. Eitt n\u00fa at geva familjunum st\u00f8rri fr\u00e6lsi yvir teirra t\u00ed\u00f0, pengum og m\u00f8guleikum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 krevur st\u00f3ra f\u00edggjarliga orku, t\u00e1 familjan skal hava gerandisdagin at mala runt. Vit vilja geva familjum og borgarum st\u00f8rri fr\u00e6lsi yvir teirra egnu pengum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja h\u00e6kka barnafr\u00e1dr\u00e1ttin, so hann er h\u00e6gri enn \u00ed dag, og gera hann stigv\u00edsan, so t\u00fa f\u00e6rt st\u00f8rri f\u00edggjarligt r\u00e1sar\u00fam, tess st\u00f8rri familjan ver\u00f0ur. Okkara uppskot gevur einari familju vi\u00f0 trimum b\u00f8rnum, harav tvey eru undir sk\u00falaaldri, 10.100 kr. meira um \u00e1ri\u00f0 at liva fyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er gott, at samgongan hevur h\u00e6kka\u00f0 barnafr\u00e1dr\u00e1ttin naka\u00f0, men hev\u00f0i mann br\u00fakt pengarnir skynsamari, so hev\u00f0i barnafamiljan fingi\u00f0 enn meira.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja, at familjur skulu hava bestu m\u00f8guleikar at r\u00e1\u00f0a yvir t\u00ed\u00f0ini, t\u00e1 b\u00f8rnini eru sm\u00e1. Familjan skal hava fr\u00e6lsi at r\u00e1\u00f0a yvir egnum vi\u00f0urskiftum b\u00e6\u00f0i, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til barsil og ansing.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 ger mun fyri familjuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tryggar og g\u00f3\u00f0ar umst\u00f8\u00f0ur fyri b\u00f8rn eru ikki bara g\u00f3\u00f0 vir\u00f0i, sum vit ynskja at hava sum samfelag. Hetta eru eisini vir\u00f0i, sum kunnu vera fyribyrgjandi, t\u00e1 talan er um ung f\u00f3lk, sum koma skeivt fyri. Byrja at n\u00fdta r\u00fasevni. Og ta\u00f0 er ney\u00f0ugt, at vit eru varug vi\u00f0 hetta, t\u00ed r\u00fasevnismisn\u00fdtslan \u00ed F\u00f8royum er t\u00edverri vaksandi. Eisini millum ung f\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda: folkaflokkurin.fo<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 eitt menniskja fer \u00e1 skeiva lei\u00f0, er ta\u00f0 ikki bara tann einstaki, i\u00f0 ver\u00f0ur raktur. Familjan og avvar\u00f0andi at t\u00ed einstaka ver\u00f0a eisini rakt. Hetta fingu vit innlit \u00ed yrkingasavninum Sv\u00f8rt Orkid\u00e9 eftir V\u00f3nbj\u00f8rt Vang, sum j\u00fast hevur vunni\u00f0 \u00e1rsins besta nor\u00f0urlendska b\u00f3kmentarliga avrik \u00ed 2025. Ein st\u00f3rsligin og s\u00f8guligur hei\u00f0ur fyri eitt sera pers\u00f3nligt og t\u00fddningarmiki\u00f0 verk, sum ikki bara setur sj\u00f3neykuna \u00e1 eitt evni, vit mugu tosa meira um og gera meira vi\u00f0, men sum eisini er til linna fyri tey avvar\u00f0andi, i\u00f0 eru \u00ed l\u00edknandi st\u00f8\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd verkinum skrivar V\u00f3nbj\u00f8rt eitt n\u00fa:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>vi\u00f0 frystum fingrum<\/em><br><em>r\u00f3ta\u00f0i eg \u00ed v\u00e1tu moldini<\/em><br><em>m\u00edtt barn var\u00f0 drigi\u00f0 ni\u00f0ur \u00ed undirver\u00f0ina<\/em><br><em>eg setti tulipanir ni\u00f0ur<\/em><br><em>summar av teimum svartar<\/em><br><em>og har ni\u00f0ri royndi eg at fjakka<\/em><br><em>leita\u00f0i eftir soni m\u00ednum<\/em><br><em>i\u00f0 var farin ni\u00f0ur \u00ed avd\u00fdpi\u00f0<\/em><br><em>h\u00e1la\u00f0ur \u00ed moldina<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit skylda okkara ungu og b\u00f8rnum at gera meira fyri at ste\u00f0ga r\u00fasevnum. Vit skylda teimum at seta meira inn fyri at ste\u00f0ga r\u00fasevnunum, i\u00f0 floyma inn \u00ed landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men mest av \u00f8llum skylda vit teimum at fyribyrgja og gera fortreytirnar til l\u00edvi\u00f0 l\u00e6ttari, solei\u00f0is at einki menniskja skal hava fyri ney\u00f0ini at r\u00fasa seg burtur fr\u00e1 veruleikanum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d8ll menniskju hava eitt st\u00f3rt vir\u00f0i og hava uppibori\u00f0 so n\u00f3gv betri enn ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er ta\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi at familjurnar f\u00e1a betri fortreytir \u00e1 allan h\u00e1tt fyri at vera meira um okkara b\u00f8rn og ungu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3 er ta\u00f0 eisini n\u00f3gv, vit \u00ed dag kunnu gle\u00f0ast um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd F\u00f8royum hava vit enn l\u00e1gt arbei\u00f0sloysi. Arbei\u00f0i er til allar hendur. B\u00faskapurin veksur, og n\u00f3gv virksemi er \u00ed samfelagnum. T\u00f3 s\u00e6st hetta t\u00edverri ikki aftur \u00ed f\u00edggjarl\u00f3gini. Fyribils eru ta\u00f0 173 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed undirskoti \u2013 ta\u00f0 er ikki n\u00f8ktandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd undanfarna valskei\u00f0i funnust t\u00e1verandi andst\u00f8\u00f0uflokkar \u2013 teir, sum n\u00fa sita vi\u00f0 valdinum \u2013 hvassliga at f\u00edggjarpolitikkinum hj\u00e1 okkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Yvirskoti\u00f0 hj\u00e1 okkum var ikki n\u00f3g st\u00f3rt, s\u00f8gdu tey. \u00cd so g\u00f3\u00f0um t\u00ed\u00f0um skuldi mann hava trivalig avlop. N\u00fa er beint \u00f8vugt &#8211; eitt dundrandi undirskot \u00f8ll \u00e1rini, upp\u00e1 knappa milliard tilsamans, og ta\u00f0 er ikki gott nokk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt er undirskot, men hv\u00f8rt \u00e1r hevur \u00fatrei\u00f0sluv\u00f8ksturin veri\u00f0 h\u00e6gri enn innt\u00f8kuv\u00f8ksturin, og ta\u00f0 er vandamiki\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita, at um ta\u00f0 \u00ed einum h\u00fasarhaldi ver\u00f0ur br\u00fakt meira, enn ta\u00f0 ver\u00f0ur forvunni\u00f0, so gongur gali\u00f0. Hendan gongdin m\u00e1 vendast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum halda, at F\u00f8roya f\u00f3lk \u2013 og komandi \u00e6ttarli\u00f0ini \u2013 hava uppibori\u00f0 ein skynsamari f\u00edggjarpolitikk. Og hesum ynskja vit eisini at virka fyri, sleppa vit at vera vi\u00f0 til at r\u00e1\u00f0a fyri borgum. Vit mugu t\u00e1lma \u00fatrei\u00f0sluv\u00f8kstrinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Mann hevur hug at siga, at samgongan hevur, eins og tey gera \u00ed donsku sendir\u00f8\u00f0ini Luksusf\u00e6lden, leita\u00f0 s\u00e6r hj\u00e1lp uttanifr\u00e1. Spurt seg fyri, hvat tey skulu gera fyri at koma \u00e1 r\u00e6tt kj\u00f8l aftur f\u00edggjarliga. T\u00ed hava hava tey sett eina n\u00fdskipanarnevnd, sum skal hj\u00e1lpa teimum aftur \u00e1 beint.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fdskipanarnevndin hevur havt s\u00edtt fyrsta tilm\u00e6li, har byrja\u00f0 var \u00ed toppinum. Ta\u00f0 er r\u00e6tt, men ta\u00f0 er ikki nokk. Haldast m\u00e1 \u00e1 at finna loysnir, har \u00fatrei\u00f0sluv\u00f8ksturin ver\u00f0ur t\u00e1lma\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vinnupolitiskt er torf\u00f8rt at f\u00e1a eyga \u00e1, hv\u00f8r k\u00f3sin er. Ta\u00f0 tykist ikki sum, at viljin er at \u00f8kja um k\u00f8kuna. Ta\u00f0 einasta, semja hevur veri\u00f0 um, er, at vinnan skal gjalda meiri, og t\u00ed eisini gerast minni kappingarf\u00f8r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkara h\u00f8vu\u00f0svinnur bl\u00edva skatta\u00f0ar alsamt har\u00f0ari, h\u00f3ast l\u00e6gri pr\u00eds \u00ed alivinnuni og l\u00e6gri kvotur \u00ed fiskivinnuni. Kappingarf\u00f8ri\u00f0 versnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini hava vit uppliva\u00f0, at ein r\u00f8\u00f0 av \u00f8\u00f0rum gj\u00f8ldum eru h\u00e6kka\u00f0i hj\u00e1 b\u00e6\u00f0i borgarum og vinnu. Bensin- og dieselavgjald, brennioljugjald, ymisk orkugj\u00f8ld, gjald \u00ed samband vi\u00f0 sj\u00faku, gistingargjald, gj\u00f8ld hj\u00e1 fleiri almennum stovnum og n\u00f3gv fleiri, har fleiri av hesum eru h\u00e6kka\u00f0i meir enn 100%.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta rakar vinnuna meint, og ikki minst tey sm\u00e6rru vinnurekandi. Hetta tyngir um teirra f\u00edggjarligu st\u00f8\u00f0u, og \u00e1virkar ta\u00f0 eisini \u00edverksetarahugin, t\u00e1 ta\u00f0 gerst d\u00fdrari at vera vinnurekandi. Hetta hevur okkara samfelag ikki r\u00e1\u00f0 til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e6r sm\u00e6rru og mi\u00f0alst\u00f3ru fyrit\u00f8kurnar eru partur av hjartasl\u00e1ttrinum \u00ed f\u00f8royska samfelagnum. Um allar F\u00f8royar finna vit sm\u00e6rri fyrit\u00f8kur og sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug vinnurekandi, sum dag og dagliga t\u00e6na okkara t\u00f8rvi og eftirspurningi. Og hesar hundra\u00f0tals fyrit\u00f8kurnar tryggja eisini t\u00fasundtals f\u00f8royingum arbei\u00f0i hv\u00f8nn dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit skulu minnast til, at ein og hv\u00f8r st\u00f3r fyrit\u00f8ka einafer\u00f0 var ein l\u00edtil fyrit\u00f8ka. T\u00ed er ta\u00f0 av alst\u00f3rum t\u00fddningi, at vit eggja hugin hj\u00e1 okkara \u00edverksetum. Teirra dreymur, um einafer\u00f0 at gerast ein st\u00f3r fyrit\u00f8ka, i\u00f0 eisini er uttanfyri landoddarnar, skal ikki k\u00f8vast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eiga at gera meira fyri, at f\u00edggjarligu tungu byr\u00f0arnar hj\u00e1 teimum gerast l\u00e6ttari, solei\u00f0is at eisini t\u00e6r sleppa at vaksa seg st\u00f8rri, sterkari og sostatt f\u00e1a eitt tryggari grundarlag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja, at sm\u00e6rri vinnurekandi f\u00e1a betri atgongd til almennar skipanir, eitt n\u00fa barsilsskipanina. Vit vilja eisini avtaka kringvarpsgjaldi\u00f0 fyri sm\u00e6rri vinnurekandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini skulu vit skapa karmar, so vit f\u00e1a fleiri vinnur at menna seg \u00ed F\u00f8royum, so vit kunnu \u00f8kja um k\u00f8kuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd gj\u00e1rkv\u00f8ldi\u00f0 kom Akraberg \u00e1 Fuglafj\u00f8r\u00f0. Afturkomin \u00far Barentshavinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Manningin er gla\u00f0, n\u00fa ta\u00f0 aftur er fast undir f\u00f3tum, og mann er komin heim til s\u00edni k\u00e6ru. T\u00f3 valdar ein \u00f3vissa. Hvussu n\u00f3gvir t\u00farar ver\u00f0a afturat?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd vikuni gj\u00f8rdist ta\u00f0 greitt, at ein meiriluti av Uttanlandsnevndini tekur undir vi\u00f0 at seta tilt\u00f8k \u00ed verk m\u00f3ti tveimum russiskum rei\u00f0ar\u00edum. Avlei\u00f0ingarnar av hesi ger\u00f0, kenna vit ikki enn, men ta\u00f0 kann f\u00e1a \u00e1lvarsligar avlei\u00f0ingar fyri okkara vinnu og b\u00faskap.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d8ll eru samd um, at kr\u00edggj er r\u00e6\u00f0uligt, og v\u00f3nandi f\u00e6r hetta kr\u00edggi\u00f0 skj\u00f3tt ein enda. Vit hava eisini v\u00edst \u00e1byrgd vi\u00f0 at taka \u00edm\u00f3ti fl\u00f3ttum, vi\u00f0 at veita ney\u00f0hj\u00e1lp og vi\u00f0 at seta avmarkandi tilt\u00f8k \u00ed verk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini er okkara \u00fatflutningur til Russlands minka\u00f0ur vi\u00f0 meir enn einari helvt, me\u00f0an innflutningurin er farin ni\u00f0ur \u00ed onki. F\u00f8royar hava tiki\u00f0 \u00e1byrgd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samgongan setti \u00ed verk ein umfatandi havnastongsul, i\u00f0 rakti okkara t\u00e6nastuvinnu hart. N\u00fa tekur mann stigi\u00f0 v\u00ed\u00f0ari, og setur hundra\u00f0tals arbei\u00f0spl\u00e1ss og familjur \u00ed st\u00f3ra \u00f3vissu um teirra livibrey\u00f0, eftir okkara tykki uttan haldg\u00f3\u00f0a ors\u00f8k.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00f3nin er, at ta\u00f0 eru samgonguf\u00f3lk, i\u00f0 s\u00edggja \u00e1lvaran \u00ed hesum, n\u00fa st\u00f8\u00f0a skal takast til hetta skj\u00f3tt. F\u00f8royar hava v\u00edst \u00e1byrgd, og hava mist n\u00f3gv. M\u00edn \u00e1heitan \u00e1 samgonguf\u00f3lk er: hugsi\u00f0 n\u00fa um manningina \u00e1 Akrabergi og \u00f8\u00f0rum skipum, hv\u00f8rs livibrey\u00f0 er upp\u00e1 sp\u00e6l. Hugsi\u00f0 um okkara vinnu og b\u00faskap.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkara fiskivinna livir eisini \u00ed einari a\u00f0rari \u00f3vissu. S\u00ed\u00f0ani hendan samgongan t\u00f3k vi\u00f0, hevur mann ikki longt vei\u00f0iloyvini, i\u00f0 v\u00f3ru 12 \u00e1r. H\u00f3ast mann hevur \u00e6tla\u00f0 s\u00e6r fleiri fer\u00f0ir, so er enn einki komi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 sum er r\u00e6\u00f0andi er, at n\u00fa eru r\u00f8ddir \u00ed samgonguni frammi um, at \u00e1ram\u00e1li\u00f0 skal ni\u00f0ur \u00e1 0 \u00e1r, og so skal mann bara finna \u00fatav, hvat skal henda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hendir ta\u00f0, so f\u00e1a vit somu st\u00f8\u00f0u sum \u00ed 2007, t\u00e1 loyvini t\u00e1 blivu upps\u00f8gd. Eftir ta\u00f0 blivu ongar n\u00fd\u00edl\u00f8gur gj\u00f8rdar, og \u00f3vissa valda\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d3vissan helt fram inntil undanfarna samgonga vi\u00f0 F\u00f3lkaflokkinum framdi eina n\u00fdggja fiskivinnul\u00f3gg\u00e1vu, i\u00f0 skapti st\u00f8\u00f0ugar karmar fyri vinnuna, i\u00f0 elvdi til fleiri n\u00fdggjar \u00edl\u00f8gur, i\u00f0 hava veri\u00f0 til st\u00f3rt gagn \u00f8llum samfelagnum at frama.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesum skulu vit halda fast vi\u00f0, og t\u00ed vilja vit beina hesa \u00f3vissu av vegnum og aftur f\u00e1a 12 \u00e1ra loyvir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tit vita, eins v\u00e6l og eg, at politikkur sn\u00fdr seg um ra\u00f0festingar. T\u00ed er ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 umhugsni, ein skal hava vi\u00f0 s\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gj\u00f8gnum hesa setuna hava vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum sett spurnartekn vi\u00f0 fleiri av ra\u00f0festingunum hj\u00e1 samgonguni. Eitt n\u00fa sparingar \u00e1 t\u00fd\u00f0andi v\u00e6lfer\u00f0ar\u00f8kjum, me\u00f0an \u00fatrei\u00f0slur til umsiting spola avsta\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta v\u00edstu vit eisini \u00e1, t\u00e1 landsst\u00fdrisma\u00f0urin var \u00ed holt vi\u00f0 at spara tv\u00e6r handaligar \u00fatb\u00fagvingar \u00e1 Glasi burtur. Vit \u00e1tala\u00f0u hetta beinanvegin, og t\u00edbetur kom landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00e1 a\u00f0rar tankar og t\u00f3k sparingina aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi, at vit \u00ed F\u00f8royum halda fram vi\u00f0 at hava eitt fj\u00f8lbroytt \u00fatb\u00fagvingartilbo\u00f0. T\u00ed vit hava br\u00fak fyri ymiskum f\u00f3lkum, sum duga ymisk ting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3 er ta\u00f0 eisini ney\u00f0ugt, at vit \u00ed F\u00f8royum tora at hyggja at okkara \u00fatb\u00fagvingarskipan og eftirmeta, um ta\u00f0 er ney\u00f0ugt, at vit bj\u00f3\u00f0a so n\u00f3gv pl\u00e1ss \u00e1 \u00e1v\u00edsum \u00fatb\u00fagvingum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&nbsp;T\u00ed vit mugu eisini hyggja at, hv\u00f8rji arbei\u00f0sf\u00f3lk, vit mangla, og hv\u00f8rji fak\u00f8ki, vit \u00fatb\u00fagva ov n\u00f3gv f\u00f3lk \u00ed. Ta\u00f0 kann lj\u00f3\u00f0a hart, men hetta er ney\u00f0ugt, skulu vit tryggja arbei\u00f0i\u00f0 til allar hendur og ein sunnan b\u00faskap.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kanningar v\u00edsa, at vit \u00ed F\u00f8royum hava og fara at hava ein vaksandi t\u00f8rv \u00e1 f\u00f3lki vi\u00f0 handaligum og yrkis\u00fatb\u00fagvingum. T\u00ed er r\u00e6tta lei\u00f0in ikki at strika hesar \u00fatb\u00fagvingar, men at styrkja t\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kenna avbj\u00f3\u00f0ingina av, at fleiri av okkara ungu fara av landinum, og ikki venda heimaftur. Ta\u00f0 er ikki ein einf\u00f8ld loysn upp\u00e1 tann trupulleikan, men g\u00f3\u00f0 og fj\u00f8lbroytt \u00fatb\u00fagvingartilbo\u00f0 er ein. Ta\u00f0 er vi\u00f0 til at skapa ein sunnan b\u00faskap.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og t\u00e1 vit tosa um ein sunnan b\u00faskap, er ta\u00f0 j\u00fast ta\u00f0, sum fleiri tosa um, t\u00e1 talan er um Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava \u00edgj\u00f8gnum t\u00ed\u00f0ina lagt st\u00f3ra orku \u00ed at \u00fatbyggja okkara samfer\u00f0slukervi \u2013 at gera land okkara st\u00f8rri. Hesar \u00edl\u00f8gur hava veri\u00f0 ein h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8k til, at vit hava eitt so framkomi\u00f0 land. T\u00ed\u00f0in er komin, at vit n\u00fa byggja ta\u00f0 longur su\u00f0ur eftir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg veit, at ta\u00f0 eru sera n\u00f3gv ivam\u00e1l um m\u00e1li\u00f0, og ta\u00f0 skilji eg v\u00e6l. Hetta er h\u00f3ast alt st\u00f8rsta verk\u00e6tlan \u00ed F\u00f8roya s\u00f8gu, allarhelst nakrant\u00ed\u00f0. T\u00ed skal ta\u00f0 gerast vi\u00f0 skili. Atlit skulu takast til linjuf\u00f8ring, umhv\u00f8rvi og ikki minst tann f\u00edggjarliga partin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00e1li\u00f0 um at fyrireika og bj\u00f3\u00f0a \u00fat Su\u00f0uroyartunnilin hevur n\u00fa veri\u00f0 til hoyring, og v\u00f3ni eg, at mann grei\u00f0ir tey ivam\u00e1l, i\u00f0 eru \u00ed m\u00e1linum, so m\u00e1li\u00f0 kann venda so r\u00e6tt sum gj\u00f8rligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>G\u00f3\u00f0u tit,<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Veljarakanningar hava veri\u00f0 g\u00f3\u00f0ar vi\u00f0 F\u00f3lkaflokkin. Hetta fegnast vit um, men minna okkum \u00e1, at ta\u00f0 er bara eitt \u00farslit, sum telur, og ta\u00f0 er ta\u00f0 \u00e1 valinum. T\u00ed fegnast vit, men fara ikki \u00e1 flog, t\u00ed sum ein kendur ma\u00f0ur seg\u00f0i, so er onki li\u00f0ugt fyrr enn alt er li\u00f0ugt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er ein grei\u00f0 \u00e1bending \u2013 f\u00f3lki\u00f0 ynskir broyting. F\u00f3lki\u00f0 ynskir ein politikk, i\u00f0 gevur f\u00f3lki\u00f0 fr\u00e6lsi. Fr\u00e6lsi at skapa, fr\u00e6lsi fyri vinnuna, i\u00f0 er grundarlagi\u00f0 undir ein sj\u00e1lvberandi b\u00faskapi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og j\u00fast t\u00ed er eitt st\u00f3rt arbei\u00f0i fyri framman, n\u00fa vit eru \u00ed holt vi\u00f0 at fyrireika vali\u00f0. Vit hava t\u00f8rv \u00e1 tykkum \u00f8llum, t\u00ed betri \u00farsliti\u00f0 er, j\u00fa st\u00f8rri er m\u00f8guleikin fyri so n\u00f3gvari \u00e1virkan sum m\u00f8guligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og \u00e1virkan er ta\u00f0, i\u00f0 er okkara m\u00e1l. Eftir komandi val skulu vit \u00fat \u00ed Tinganes. Lat meg enn eina fer\u00f0 sl\u00e1a fast, at F\u00f3lkaflokkurin er opin fyri at samstarva vi\u00f0 allar flokkar, og er m\u00e1li\u00f0 at koma \u00ed eina samgongu, har vit f\u00e1a so n\u00f3gv sum m\u00f8guligt av okkara politikki vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg byrja\u00f0i r\u00f8\u00f0una vi\u00f0 at fortelja um t\u00ed eldru kvinnuna, i\u00f0 greiddi m\u00e6r fr\u00e1, hvussu ta\u00f0 var, t\u00e1 hon bygdi h\u00fas.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 vit byggja h\u00fas, so er ta\u00f0 av st\u00f3rum t\u00fddningi, at grundin er trygg og kl\u00e1rar at standa \u00edm\u00f3ti, t\u00e1 \u00e1 stendur. Hetta skulu vit ikki bert hugsa um, t\u00e1 vit byggja okkara egnu h\u00fas, men eisini, t\u00e1 vit byggja F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er ta\u00f0 br\u00fak fyri eini stj\u00f3rn, i\u00f0 setur ta\u00f0 pers\u00f3nliga fr\u00e6lsi, herundir fr\u00e6lsi yvir egnum pengum, h\u00f8gt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er br\u00fak fyri eini stj\u00f3rn, i\u00f0 ynskir eitt fr\u00e6lst og trygt vinnul\u00edv, i\u00f0 er grundarsteinurin fyri okkara v\u00e6lfer\u00f0 og einum sj\u00e1lvberandi b\u00faskapi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er br\u00fak fyri eini stj\u00f3rn, i\u00f0 ynskir fr\u00e6lsi fyri okkara land og f\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er br\u00fak fyri F\u00f3lkaflokkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri, og framhaldandi g\u00f3\u00f0an landsfund!<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0u tit, g\u00f3\u00f0u f\u00f3lkafloksf\u00f3lk. \u201cT\u00e1 vit bygdu h\u00fas hj\u00e1lpti alt grannalagi\u00f0 hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum. At seta formar upp, at stoypa og at byggja so miki\u00f0, at vit kundu flyta inn sum&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":11949,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-11948","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11948","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=11948"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11948\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11950,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11948\/revisions\/11950"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/11949"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=11948"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=11948"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=11948"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}