{"id":11963,"date":"2025-11-16T21:54:15","date_gmt":"2025-11-16T21:54:15","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=11963"},"modified":"2025-11-16T21:54:17","modified_gmt":"2025-11-16T21:54:17","slug":"russarasattmalin-og-kenslulig-impulsstyring","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/11\/16\/russarasattmalin-og-kenslulig-impulsstyring\/","title":{"rendered":"Russaras\u00e1ttm\u00e1lin og kenslulig impulsst\u00fdring"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Ta\u00f0 var\u00f0 nevnt \u00ed Degi og viku fyrr \u00ed vikuni, at vinnul\u00edvsmenn eru bangnir. Eg m\u00e1 bara sta\u00f0festa, at ta\u00f0 eri eg eisini \u2013 eg eri bangin!<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri ikki bangin fyri russum ella nj\u00f3sning \u2013 eg eri bangin fyri maktini hj\u00e1 landsst\u00fdriskvinnuni \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum at handla vi\u00f0 kensluligari impulsst\u00fdring.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 \u00f3grunda\u00f0um og vandamiklum revsitilt\u00f8kum m\u00f3tvegis \u00e1v\u00edsum russiskum rei\u00f0ar\u00edum, ver\u00f0ur samhandilin og fiskivinnusamstarvi\u00f0 vi\u00f0 Russland sett \u00ed ve\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit \u2013 og vit eru ikki so f\u00e1 \u2013 i\u00f0 undrast \u00e1 sitandi st\u00fdri\u00f0 og ikki minst meirilutan \u00ed uttanlandsnevndini og landsst\u00fdriskvinnuna sj\u00e1lva. Vit undrast og \u00f8tast, ikki t\u00ed vit IKKI fyrihalda okkum til kr\u00edggi \u00ed Ukraina f\u00f8rt av russum. Nei, eingin okkara hevur minni f\u00f8rleikar ella veikari kenslur yvir fyri f\u00f3lkinum \u00ed kr\u00edgsraktu \u00f8kunum. Vit eru l\u00edka \u00f8rkymla\u00f0 um st\u00f8\u00f0una, sum tey, i\u00f0 vilja gera hetta til eitt kenslustr\u00ed\u00f0 millum f\u00f8royingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 ein undrunarverdan, vandamiklan, mi\u00f0lasnikka\u00f0an h\u00e1tt ver\u00f0ur bo\u00f0skapurin til f\u00f8royska f\u00f3lki\u00f0 framborin solei\u00f0is, at ert t\u00fa fyri Russaras\u00e1ttm\u00e1lanum ella ikki ynskir revsitilt\u00f8k, so er t\u00fa \u00ed etiskum forfalli. Ert t\u00fa \u00edm\u00f3ti s\u00e1ttm\u00e1lanum og ynskir revsutilt\u00f8k, so ert t\u00fa etiskt \u00e1 r\u00e6ttari k\u00f3s. Ta\u00f0 ver\u00f0ur trupult at benda veruleikan meir enn hetta!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vinstravenda st\u00fdri\u00f0 \u00fatflytur og innflytur b\u00e6\u00f0i f\u00f3lk og v\u00f8rur til lond og heimspartar, i\u00f0 etiskt ikki liva upp til standardar, i\u00f0 vit \u00ed F\u00f8royum standa innfyri. Men hesi m\u00e1l er ikki frammi \u00ed l\u00f8tuni, og t\u00ed f\u00e6r hetta fri\u00f0, og eingin ger naka\u00f0 vi\u00f0 ta\u00f0. Kensluliga impulsst\u00fdringin vi\u00f0v\u00edkjandi Russaras\u00e1ttm\u00e1lanum er ein grei\u00f0 \u00e1bending um arbei\u00f0sh\u00e1ttin hj\u00e1 vinstravendum. Kenslurnar st\u00fdra, vit og skil ver\u00f0a tveitt fyri bor\u00f0, vit taka st\u00f8\u00f0u, og vit vaska okkum um hendurnar, og \u00f8ll onnur eru \u00f3nd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00edn v\u00f3n er, at ta\u00f0 gl\u00f3gvar hj\u00e1 onkrum \u00ed vinstravendu samgonguni ella umhv\u00f8rvinum. V\u00f3nandi megnar onkur at stinga fingurin ni\u00f0ur \u00ed j\u00f8r\u00f0ina og ste\u00f0ga \u00f3f\u00f3lkar\u00e6\u00f0isligu tilgongdini at leggja revsir\u00e6ttin \u00ed hendurnar \u00e1 landsst\u00fdriskvinnuni \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum. Sleppi\u00f0 vitleysu, kensluligu impulsst\u00fdringini og taki\u00f0 fakligheit, fakta og avlei\u00f0ingar inn \u00ed kjaki\u00f0 og avger\u00f0argrundarlagi\u00f0!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spyrji\u00f0 tykkum sj\u00e1lvi: Hv\u00f8rjum bjarga vit, og hv\u00f8nn verja vit vi\u00f0 hesi tilgongd? Spyrji\u00f0 tykkum sj\u00e1lvi: Hv\u00f8nn fer henda avger\u00f0 at ganga \u00fat yvir? Spyrji\u00f0 tykkum sj\u00e1lvi: N\u00fa vit taka v\u00e6lfer\u00f0ina fr\u00e1 f\u00f3lki \u2013 hv\u00f8r ver\u00f0ur ta\u00f0 so, i\u00f0 ber pr\u00edsin? Ver\u00f0a ta\u00f0 tey r\u00edku, sum eru av t\u00ed \u00f3nda, ella ver\u00f0a ta\u00f0 tey t\u00f8rvandi, i\u00f0 koma at bera avlei\u00f0ingarnar? Tit kenna sj\u00e1lvandi svari\u00f0 til hendan spurning!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis sum umheimurin framhaldandi hevur risa samhandil vi\u00f0 russar, og ikki minst Danmark, sum umvegis onnur lond innflytur st\u00f3rar mongdir av r\u00e1evni \u00far Russlandi, so er ta\u00f0 undrunarvert, at henda f\u00f8royska sj\u00e1lvvalda ni\u00f0urbr\u00e6\u00f0ingin av okkara v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag yvirh\u00f8vur kemur til vi\u00f0ger\u00f0ar. Hvar eru fakta og fakligheit? Eru hesi st\u00fdrisambo\u00f0 kasta\u00f0 fyri bor\u00f0 av kensluligari impulsst\u00fdring?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum b\u00fdr\u00e1\u00f0slimur \u00ed Klaksv\u00edkar b\u00fdr\u00e1\u00f0, undrar ta\u00f0 meg, at borgarstj\u00f3rin, i\u00f0 situr sum lei\u00f0ari \u00ed vinstravenda meirilutanum, ikki leggur press \u00e1. Og hvar er varaborgarstj\u00f3rin \u00ed Klaksv\u00edk? Hava tit onga meining um hetta, ella eru tit til arbei\u00f0is \u00ed hesum m\u00e1li? Eru vit \u00ed Klaksv\u00edk grei\u00f0 yvir, hv\u00f8rjar avlei\u00f0ingar hetta fer at hava fyri okkara v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrst og fremst sakni eg fakta og fakligheit \u00ed hesum m\u00e1li, men eg sakni sanniliga eisini orku, vilja og kraft fr\u00e1 vinstravenda meirilutanum \u00ed Klaksv\u00edkar b\u00fdr\u00e1\u00f0, n\u00fa v\u00e6lfer\u00f0argrundarlagi\u00f0 \u00ed lokalsamfelagnum er \u00ed vanda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ey\u00f0stein \u00d3. Poulsen<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 var\u00f0 nevnt \u00ed Degi og viku fyrr \u00ed vikuni, at vinnul\u00edvsmenn eru bangnir. Eg m\u00e1 bara sta\u00f0festa, at ta\u00f0 eri eg eisini \u2013 eg eri bangin! Eg eri ikki&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9846,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113,111,110],"tags":[],"class_list":["post-11963","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan","category-lesarabroev-og-tidindaskriv","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11963","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=11963"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11963\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11964,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/11963\/revisions\/11964"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9846"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=11963"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=11963"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=11963"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}