{"id":12074,"date":"2025-11-28T23:52:07","date_gmt":"2025-11-28T23:52:07","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12074"},"modified":"2025-11-29T00:03:59","modified_gmt":"2025-11-29T00:03:59","slug":"fleiri-tydandi-framtoek-a-klaksvikar-havn-i-2026","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/11\/28\/fleiri-tydandi-framtoek-a-klaksvikar-havn-i-2026\/","title":{"rendered":"Fleiri t\u00fd\u00f0andi framt\u00f8k \u00e1 Klaksv\u00edkar havn \u00ed 2026"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hetta komandi \u00e1ri\u00f0 fara vit \u00e1 Klaksv\u00edkar havn at satsa upp \u00e1 st\u00f8rri og spennandi verk\u00e6tlanir, sum \u00f8kja virksemi\u00f0 og innt\u00f8kurnar hj\u00e1 Klaksv\u00edkar havn, samstundis sum vit ikki gloyma tey l\u00edka so ney\u00f0ugu, sm\u00e6rru \u00e1t\u00f8kini og \u00e1b\u00f8turnar, sum geva kundum okkara betri umst\u00f8\u00f0ur og t\u00e6nastur, sigur Sylvia Thomsen, forkvinna \u00ed Havna- og Vinnunevnd b\u00fdr\u00e1\u00f0sins. Hetta skrivar kommunan \u00e1 teirra heimas\u00ed\u00f0u klaksvik.fo<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; St\u00f8rri vinnuverk\u00e6tlanir, landstreymur til k\u00f3sakajina, b\u00e1tadr\u00e1ttur til b\u00e1tahylin \u00e1 Bor\u00f0oyarv\u00edk, dagf\u00f8rd el-veiting vi\u00f0 b\u00e1tahylin \u00e1 v\u00e1gni og fleiri innt\u00f8kur til Klaksv\u00edkar havn. Ta\u00f0 er naka\u00f0 av t\u00ed, sum f\u00edggjar\u00e6tlanin 2026 fevnir um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Landstreymur til K\u00f3sakajina<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; At bj\u00f3\u00f0a landstreym til b\u00e1tar \u00e1 k\u00f3sakajini er ikki naka\u00f0 n\u00fdtt, men seinastu t\u00ed\u00f0ina hava karmar og umst\u00f8\u00f0ur als ikki veri\u00f0 n\u00f8ktandi. El-talvan er ikki dagf\u00f8rd, og ta\u00f0 er somiki\u00f0 trupult fyri b\u00e1tarnar at binda \u00ed, at teir aftra seg vi\u00f0 hesum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Hetta hevur \u00ed longri t\u00ed\u00f0 elvt til st\u00f3ran ampa hj\u00e1 borgarum t\u00e6tt vi\u00f0. T\u00edskil havi eg sum nevndarforkvinna valt at ra\u00f0festa hetta fremst, og ta\u00f0 hevur eydnast m\u00e6r at f\u00e1a hetta samtykt \u00ed t\u00ed fyrstu f\u00edggjar\u00e6tlanini, sum eg havi veri\u00f0 vi\u00f0 til at mynda sum b\u00fdr\u00e1\u00f0slimur \u00ed Klaksv\u00edkar b\u00fdr\u00e1\u00f0, sigur Sylvia Thomsen.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; \u00c6tlanin er at dagf\u00f8ra el-talvuna samb\u00e6rt galdandi kr\u00f8vum umframt at flyta stikki\u00f0, skipini skulu binda \u00ed, oman um kajkantin, so eingin ka\u00f0al liggur eftir kajini og darvar trukkum og \u00f8\u00f0rum arbei\u00f0i vi\u00f0 kajkantin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>B\u00e1tadr\u00e1ttur \u00e1 Bor\u00f0oyarv\u00edk&nbsp;<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; S\u00ed\u00f0ani eg var\u00f0 vald inn \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 og fekk forkvinnusessin \u00ed Havna- og Vinnunevndini, hava fleiri b\u00e1taeigarar hava vent s\u00e6r til m\u00edn vi\u00f0 ynski um ein b\u00e1tadr\u00e1tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eg kann ikki vera anna\u00f0 enn samd vi\u00f0 \u00f8llum teimum \u00ed, at ta\u00f0 er undarligt, at f\u00f8roya fremsti fiskivinnub\u00fdur ikki hevur ein b\u00e1tadr\u00e1tt til sm\u00e6rri b\u00e1tar, sum t\u00ed noy\u00f0ast til Leirv\u00edkar til ymiskt vi\u00f0l\u00edkahald. &#8211; Hetta hevur t\u00ed eisini fingi\u00f0 pl\u00e1ss \u00ed m\u00ednum ra\u00f0festingum \u00e1 havna\u00f8kinum, sigur Sylvia, sum hevur sett eina h\u00e1lva mill\u00f3n av til hetta \u00ed fyrsta umfari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fleiri innt\u00f8kur til Klaksv\u00edkar havn&nbsp;<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Nor\u00f0uri \u00e1 Gr\u00f3tr\u00e6tt er \u00e6tlanin at spunsla \u00edmillum pier\u2019arnar og at byggja kaj \u00edmillum hesar. Ein av ors\u00f8kunum til hetta er, at orkufelagi\u00f0 MAGN fer at v\u00ed\u00f0ka um oljugoymslu teirra \u00e1 sta\u00f0num. Mett ver\u00f0ur, at hetta fer at \u00f8kja munandi um innt\u00f8kurnar hj\u00e1 Klaksv\u00edkar havn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;&nbsp;Ein sera spennandi og mennandi verk\u00e6tlan fyri Klaksv\u00edkar havn og lokalsamfelag okkara, i\u00f0 vit sum b\u00fdr\u00e1\u00f0 gera okkara besta at stu\u00f0la undir og skapa karmar fyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; \u00c1 henda h\u00e1tt fara vit mi\u00f0v\u00edst til verka at skapa bestu fortreytir \u00e1 Klaksv\u00edkar Havn fyri betri umst\u00f8\u00f0um og t\u00e6nastum til kundarnar, samstundis sum vit hava sett okkum h\u00e6gri langt\u00ed\u00f0arm\u00e1l um v\u00f8kstur og menning av okkara virksemi, sigur Sylvia Thomsen, forkvinna \u00ed Havna- og Vinnunevndini og b\u00fdr\u00e1\u00f0slimur, umbo\u00f0andi Sj\u00e1lvst\u00fdri\u00f0.&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Hetta komandi \u00e1ri\u00f0 fara vit \u00e1 Klaksv\u00edkar havn at satsa upp \u00e1 st\u00f8rri og spennandi verk\u00e6tlanir, sum \u00f8kja virksemi\u00f0 og innt\u00f8kurnar hj\u00e1 Klaksv\u00edkar havn, samstundis sum vit ikki gloyma tey&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12084,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[128,7],"tags":[],"class_list":["post-12074","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-handil-figging-taenasta","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12074","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12074"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12074\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12075,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12074\/revisions\/12075"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12084"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12074"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12074"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12074"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}