{"id":12096,"date":"2025-12-01T14:24:51","date_gmt":"2025-12-01T14:24:51","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12096"},"modified":"2025-12-01T14:25:28","modified_gmt":"2025-12-01T14:25:28","slug":"klaksvik-setur-gongd-i-stoersta-bustadaroeki-nakrantid-uppi-a-fossum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/12\/01\/klaksvik-setur-gongd-i-stoersta-bustadaroeki-nakrantid-uppi-a-fossum\/","title":{"rendered":"Klaksv\u00edk setur gongd \u00ed st\u00f8rsta b\u00fasta\u00f0ar\u00f8ki nakrant\u00ed\u00f0 \u2013 uppi \u00e1 Fossum"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Vit hava arbeitt mi\u00f0v\u00edst vi\u00f0 at f\u00e1a hetta \u00e1hugaverda b\u00fasta\u00f0alendi\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk kl\u00e1rt til \u00fatbj\u00f3\u00f0ing, og eg fegnist um, at b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 h\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 samtykti at seta fer\u00f0 \u00e1 hesa bygging, sum kann fevna um naka\u00f0 oman fyri 150 b\u00fasta\u00f0aeindir tilsamans, trivna\u00f0ar\u00f8kir, ein dagstovn og eitt stykki til innkeyps-, k\u00f3nt\u00f3r- ella handilsbygning, sigur Anfinn \u00ed Toft, forma\u00f0ur \u00ed Umhv\u00f8rvis- og b\u00fdarskipanarnevndini.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; T\u00e1 eg vi\u00f0 \u00e1rsbyrjan t\u00f3k vi\u00f0 sum forma\u00f0ur \u00ed Umhv\u00f8rvis- og b\u00fdarskipanarnevndini, var p\u00fara greitt, at st\u00f8rsta einstaka avbj\u00f3\u00f0ingin hj\u00e1 Klaksv\u00edkar kommunu er at \u00fatvega n\u00f3g miki\u00f0 av v\u00e6l egna\u00f0um lendi til bygging av b\u00fast\u00f8\u00f0um, sum eru fj\u00f8lbroyttir og kunnu n\u00f8kta t\u00f8rvin hj\u00e1 \u00f8llum m\u00e1lb\u00f3lkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Sum eitt av t\u00ed fyrsta setti eg m\u00e6r t\u00ed fyri at ra\u00f0festa hetta \u00f8ki\u00f0, sum er st\u00f8rsta einstaka fortreytin fyri at skapa v\u00f8kstur og menning \u00ed okkara annars v\u00e6l \u00fatbygda og spennandi b\u00fdi og kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; T\u00ed hava vit longu avtiki\u00f0 gamla grundstykkjalistan, og fingi\u00f0 eina eina n\u00fdggja talgilda s\u00f8luskipan til kommunalu grundstykkini, i\u00f0 er t\u00f8k \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 kommununi \u2013 hetta ger, at stykkini eru l\u00e6ttari atkomulig hj\u00e1 f\u00f3lki, t\u00e1 i\u00f0 t\u00f8rvur er \u00e1 t\u00ed, og hetta minkar munandi um umsitingina av skipanini, sigur Anfinn \u00ed Toft.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Lendi til umlei\u00f0 150 b\u00fasta\u00f0ir og tilhoyrandi bygningar \u00e1 Fossum<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundinum h\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 27. november 2025 samtykti b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 einm\u00e6lt at bj\u00f3\u00f0a \u00fat eitt st\u00f3rt lendi \u00e1 Fossum til b\u00fasta\u00f0abyggingar, og \u00ed komandi viku ver\u00f0ur s\u00f8lul\u00fdsing l\u00f8gd \u00fat \u00e1 heimas\u00ed\u00f0u kommununnar og \u00ed mi\u00f0larnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Talan er um eitt st\u00f3rt byggilendi \u00e1 samanlagt 29.200 m2, til blanda\u00f0 \u00edb\u00fa\u00f0ar- og vinnuendam\u00e1l, i\u00f0 kann lutast sundur \u00ed sm\u00e6rri byggi\u00f8kir. T.d. ver\u00f0ur eitt byggi\u00f8ki \u00e1 3.400 m2 \u00fatlagt til ein komandi barnagar\u00f0. M\u00f8guleikar eru fyri geirum millum byggi\u00f8kini, i\u00f0 ver\u00f0a \u00fatlagdir sum gr\u00f8n fr\u00ed\u00f8kir, trivna\u00f0ar\u00f8kir og bindili\u00f0 millum komandi b\u00fdlingarnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er upp til tey bj\u00f3\u00f0andi at koma vi\u00f0 uppskoti til eina \u00fatstykkingar\u00e6tlan um, hvussu \u00f8ki\u00f0 og byggingin ver\u00f0ur skipa\u00f0. Bo\u00f0gevari kann velja at lata gera uppskot til \u00fatstykkingar\u00e6tlan fyri byggi\u00f8kini og stovnin ella einans gera \u00fatstykkingar\u00e6tlan fyri eitt ella fleiri av byggi\u00f8kjunum. N\u00e6rri uppl\u00fdsingar um hetta ver\u00f0a t\u00f8kir, t\u00e1 i\u00f0 lendi\u00f0 ver\u00f0ur bo\u00f0i\u00f0 \u00fat um nakrar dagar.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a href=\"https:\/\/www.klaksvik.fo\/upload\/tinymce\/e12b6a1f474af4de734901c25e62d45a52ebfbca.jpg\" data-rel=\"penci-gallery-image-content\" ><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.klaksvik.fo\/upload\/tinymce\/e12b6a1f474af4de734901c25e62d45a52ebfbca.jpg\" alt=\"\"\/><\/a><\/figure>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Spennandi verk\u00e6tlan<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; B\u00fasta\u00f0averk\u00e6tlanin \u00e1 Fossum er eitt t\u00fd\u00f0andi stig fyri okkum \u00ed Klaksv\u00edkar kommunu, b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 s\u00edni st\u00f8dd, sum gevur pl\u00e1ss til h\u00f3pin av n\u00fdggjum borgarum, og eisini t\u00ed hesin n\u00fdggi b\u00fdlingurin liggur sera v\u00e6l og t\u00e6tt vi\u00f0 mi\u00f0b\u00fdin \u00ed Klaksv\u00edk, sigur Anfinn \u00ed Toft, i\u00f0 s\u00e6r fram til, at enn st\u00f8rri fer\u00f0 n\u00fa kann koma \u00e1 b\u00fasta\u00f0abyggingarnar \u00ed Klaksv\u00edkar kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Fleiri a\u00f0rar b\u00fasta\u00f0averk\u00e6tlanir eru \u00ed gongd og \u00e1vegis, sum vit eisini fegnast st\u00f3rliga um, og vit fara framhaldandi at gera okkara \u00edtasta til at \u00fatvega fleiri lendi til b\u00fasta\u00f0averk\u00e6tlanir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub>Kelda &amp; mynd: klaksvik.fo<\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Vit hava arbeitt mi\u00f0v\u00edst vi\u00f0 at f\u00e1a hetta \u00e1hugaverda b\u00fasta\u00f0alendi\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk kl\u00e1rt til \u00fatbj\u00f3\u00f0ing, og eg fegnist um, at b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 h\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 samtykti at seta fer\u00f0 \u00e1 hesa bygging, sum&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12097,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-12096","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12096","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12096"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12096\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12100,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12096\/revisions\/12100"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12097"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12096"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12096"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12096"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}