1. november b\u00fa\u00f0u 54.870 f\u00f3lk \u00ed F\u00f8royum. F\u00f3lkatali\u00f0 vaks vi\u00f0 343 f\u00f3lkum, ella 0,6 prosentum, seinastu t\u00f3lv m\u00e1na\u00f0irnar. V\u00f8ksturin var st\u00f8rri enn \u00ed undanfarnu t\u00f3lv m\u00e1na\u00f0unum, millum anna\u00f0 t\u00ed at f\u00e6rri fluttu \u00far F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n F\u00f3lkatali\u00f0 n\u00e6rkast spakuliga 55 t\u00fasund. Ta\u00f0 kom annars beint upp um 55 t\u00fasund \u00ed summar, men minka\u00f0i aftur eftir fr\u00e1flytingina \u00ed august og september, t\u00e1 mong ung fluttu uttanlands. <\/p>\n\n\n\n Tann 1. november b\u00fa\u00f0u 54.870 f\u00f3lk \u00ed F\u00f8royum. Myndin ni\u00f0anfyri v\u00edsir gongdina m\u00e1na\u00f0 fyri m\u00e1na\u00f0.<\/p>\n\n\n\n F\u00f3lkatali\u00f0 ver\u00f0ur \u00e1virka\u00f0 av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fr\u00e1flyting, og bur\u00f0aravlopi, sum er munurin millum f\u00f8dd og dey\u00f0. <\/p>\n\n\n\n F\u00f3lkav\u00f8ksturin seinasta \u00e1ri\u00f0 kom av einum bur\u00f0aravlopi \u00e1 182 f\u00f3lk og einari nettoflyting \u00e1 161 f\u00f3lk. <\/p>\n\n\n\n Bur\u00f0aravlopi\u00f0 var um 50 st\u00f8rri enn \u00ed undanfarna t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i, serliga t\u00ed at fleiri b\u00f8rn v\u00f3ru f\u00f8dd. Um h\u00e1lvfjer\u00f0s fleiri b\u00f8rn v\u00f3ru f\u00f8dd seinastu t\u00f3lv m\u00e1na\u00f0irnir samanbori\u00f0 vi\u00f0 teir undanfarnu t\u00f3lv, t\u00e1 lutfalsliga f\u00e1 b\u00f8rn v\u00f3ru f\u00f8dd. <\/p>\n\n\n\n Nettoflytingin var \u00e1 lei\u00f0 100 st\u00f8rri enn \u00ed undanfarna t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i, serliga, t\u00ed fr\u00e1flytingin var minni. <\/p>\n\n\n\n S\u00ed fleiri t\u00f8l \u00ed talvuni ni\u00f0anfyri. Trendarnir \u00ed myndini ni\u00f0anfyri v\u00edsa m\u00e1na\u00f0arligu gongdina \u00ed til- og fr\u00e1flytingini. Gev g\u00e6tur, at s\u00ed\u00f0stu seks m\u00e1na\u00f0irnir \u00ed trendinum skulu takast vi\u00f0 fyrivarni, t\u00ed teir ikki hava fult d\u00e1tugrundarlag.<\/p>\n\n\n\n Trendurin fyri flytingarnar m\u00e1na\u00f0 fyri m\u00e1na\u00f0 v\u00edsir, at flytingarnar hava ligi\u00f0 \u00ed einari st\u00f8\u00f0ugari legu seinastu m\u00e1na\u00f0irnar. Fr\u00e1flytingin er um 120 \u00ed mi\u00f0al um m\u00e1na\u00f0in, me\u00f0an tilflytingin er um 130 \u00ed mi\u00f0al um m\u00e1na\u00f0in. Gloppi\u00f0 \u00edmillum til- og fr\u00e1flyting, t.e. nettoflytingin er t\u00ed l\u00edti\u00f0 \u2014 um 10 \u00ed mi\u00f0al m\u00e1na\u00f0arliga. <\/p>\n\n\n\n
Minni fr\u00e1flyting og st\u00f8rri f\u00f8\u00f0ital<\/h2>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Flytingarnar vi\u00f0 ta\u00f0 sama<\/h2>\n\n\n\n