{"id":12189,"date":"2025-12-10T15:53:30","date_gmt":"2025-12-10T15:53:30","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12189"},"modified":"2025-12-10T15:53:31","modified_gmt":"2025-12-10T15:53:31","slug":"fiskiveidusamstarvid-fuglafjoerdur-og-foeroyar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/12\/10\/fiskiveidusamstarvid-fuglafjoerdur-og-foeroyar\/","title":{"rendered":"FISKIVEI\u00d0USAMSTARVI\u00d0, FUGLAFJ\u00d8R\u00d0UR OG F\u00d8ROYAR"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fiskivei\u00f0usamstarvi\u00f0 vi\u00f0 Russland hevur \u00ed fleiri \u00e1rat\u00edggju veri\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi grundarlag undir&nbsp;einum bet\u00fd\u00f0iligum parti av vinnul\u00edvinum \u00ed F\u00f8royum \u2013 og ikki minst \u00ed Fuglafir\u00f0i. Ta\u00f0 er bara&nbsp;veruleikin, sum hann er. Eitt samstarv, sum gevur arbei\u00f0spl\u00e1ss, skapar virksemi og st\u00f3r vir\u00f0i fyri&nbsp;alt landi\u00f0. Forma\u00f0urin \u00ed F\u00f8roya Fiskimannafelag, Jan H\u00f8jgaard, skriva\u00f0i solei\u00f0is \u00ed grein herfyri:&nbsp;\u00abN\u00fa m\u00e1 s\u00e1ttm\u00e1lin ikki lorkast burtur!\u00bb Eg eri samdur.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast n\u00f3gv revsitilt\u00f8k eru sett \u00ed verk, so ver\u00f0ur framvegis handla\u00f0 vi\u00f0 Russland. Og t\u00f3 at samhandilin er n\u00f3gv minka\u00f0ur, so keypir Evropa framvegis olju, gass, t\u00f8\u00f0, kemikaliir og metal fyri milliardir av kr\u00f3num \u00e1rliga. Vit selja fisk. Vit hava b\u00e6\u00f0i eitt fiskivinnusamstarv og eitt handilsligt samstarv vi\u00f0 russar. Samst\u00f8rv, sum hava eina langa s\u00f8gu, og sum hava havt og framvegis hava sera st\u00f3ran t\u00fddning fyri okkara samfelag. Revsitilt\u00f8kini, sum vit higartil hava sett \u00ed verk m\u00f3tvegis Russlandi, hava lutfalsliga havt r\u00e6ttiliga st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 og avlei\u00f0ingar fyri okkum sj\u00e1lv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Eitt samstarv, sum hevur vart \u00ed ein mansaldur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskivei\u00f0us\u00e1ttm\u00e1lin, i\u00f0 vit hava havt s\u00ed\u00f0ani 1977, er umr\u00e1\u00f0andi partur av l\u00edvsgrundarlagnum undir einum st\u00f3rum skara av okkara sj\u00f3f\u00f3lki. Ta\u00f0 er veruleikin. Mett ver\u00f0ur, at \u00ed hvussu er 220 eru beinlei\u00f0is kn\u00fdtt at teimum skipunum, sum fiska \u00ed Barentshavinum \u2013 og taka vit familju teirra vi\u00f0, ja, so er talan um sera n\u00f3gv f\u00f3lk, i\u00f0 so ella so eru umfata\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Handilssamstarv okkara vi\u00f0 russar fer heilt aftur til 1953, t\u00e1 vit gj\u00f8rdu avtalu um sild. Ein r\u00fagva av f\u00f3lki arbei\u00f0ir \u00e1 uppisj\u00f3varvirkjum okkara \u00ed dag, umframt at uppisj\u00f3varskipini \u00ed st\u00f3ran mun landa fisk, i\u00f0 ver\u00f0ur virka\u00f0ur og s\u00ed\u00f0ani handla\u00f0ur vi\u00f0 russar og onnur lond. Ta\u00f0 er veruleikin. Og ta\u00f0 er ein sannroynd, at vit framvegis selja n\u00f3gv st\u00f8rsta partin av sildini og makrelinum til Eysturevropa og serliga Russland.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>St\u00f3ran t\u00fddning fyri Fuglafj\u00f8r\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1v\u00eds \u00f8ki kring landi\u00f0 hava n\u00f3gv virksemi, sum er kn\u00fdtt at Russlandssamtarvinum. Klaksv\u00edk er eitt, Tv\u00f8royri eitt anna\u00f0 \u2013 og so Fuglafj\u00f8r\u00f0ur ikki minst. N\u00fdggi og st\u00e1siligi trolarin, Akraberg, i\u00f0 er heimahoyrandi \u00ed Fuglafir\u00f0i, er skr\u00e6ddarasm\u00ed\u00f0a\u00f0ur at fiska og framlei\u00f0a \u00far fongi \u00far Barentshavinum. Pelagos, uppisj\u00f3varvirki\u00f0 \u00ed Fuglafir\u00f0i, f\u00e6st vi\u00f0 at keypa og selja uppisj\u00f3varfisk, sum m.a. H\u00f8gaberg og Fagraberg landa til virki\u00f0. Fisk, sum m.a. ver\u00f0ur seldur til Russlands. B\u00e6\u00f0i skipini eru heimahoyrandi \u00ed Fuglafir\u00f0i. Samb\u00e6rt grein \u00e1 in.fo \u00ed juli \u00ed \u00e1r, so seldi Pelagos 87000 tons av fiski fyri umlei\u00f0 1. milliard kr\u00f3nur \u00ed 2024 \u2013 harav ein munandi partur f\u00f3r til Russlands. Sama grein nevnir, at ta\u00f0 starvast eini 75 f\u00f3lk \u00e1 virkinum. Akraberg, Fagraberg og H\u00f8gaberg hava \u00f8ll dupulta manning, so eisini har er talan um n\u00f3gv f\u00f3lk. Ein bet\u00fd\u00f0iligur partur av virkseminum hj\u00e1 goymsluvirkinum, Bergfrost, er uppisj\u00f3varfiskur fr\u00e1 Pelagos og toskur \u00far Barentshavinum fr\u00e1 Akrabergi. Fleiri virki og fyrit\u00f8kur aftrat veita t\u00e6nastur og v\u00f8rur til b\u00e6\u00f0i skip og virki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er veruleikin, sum hann er. Og ta\u00f0 er fullkomiliga veruleikafjart at halda, at man bara kann sl\u00edta samstarvi\u00f0 uttan at ta\u00f0 fer at senda sjokkbylgjur gj\u00f8gnum hesar vinnur. Gj\u00f8gnum lokal\u00f8ki og samfelagi\u00f0 sum heild. Og ta\u00f0, uttan at hava okkurt hondgr\u00edpiligt alternativ til alt hetta virksemi\u00f0, sum samstarvi\u00f0 russar er vi\u00f0 til at skapa. Uttan at hava okkurt alternativ til \u00f8ll tey, sum tjena til l\u00edvsins uppihald \u00ed og av hesum vinnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Hetta sn\u00fdr seg um l\u00edvsgrundarlag \u00ed F\u00f8royum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa, ta\u00f0 er ikki vist, at ein slitin fiskivei\u00f0is\u00e1ttm\u00e1li ger enda \u00e1 handilsliga samstarvinum, men ta\u00f0 er avgj\u00f8rt ikki \u00f3hugsandi heldur. Vit kunnu sp\u00e6la eitt sovor\u00f0i\u00f0 v\u00e1\u00f0asp\u00e6l og risikera at missa eitt so umr\u00e1\u00f0andi bein hj\u00e1 virkjunum og \u00f8llum teimum, sum hava s\u00edtt dagliga yrki har. \u00c1virkanin \u00e1 skip og manningar \u2013 umframt eina r\u00fagvu av avleiddari vinnu av \u00f8llum handaslag \u2013 ver\u00f0a sera st\u00f3rar, um heilt illa vil til. Og ta\u00f0 sj\u00e1lvsagt ikki bara \u00ed Fuglafir\u00f0i, men sanniliga eisini \u00ed Klaksv\u00edk, har missurin ver\u00f0ur \u00f3metaliga st\u00f3rur, \u00e1 Tv\u00f8royri, \u00ed Eysturkommunu og, ja, runt alt landi\u00f0. F\u00edggjarliga rensli\u00f0 og avkasti\u00f0 av samstarvinum seyrar ni\u00f0ur gj\u00f8gnum skipanir og munar v\u00e6l \u00ed kommunukassum eins v\u00e6l og \u00ed landskassanum. Munar v\u00e6l \u00ed einum b\u00faskapi sum okkara, i\u00f0 er vi\u00f0brekin og l\u00edtil. Ta\u00f0 er veruleikin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Samstarvi\u00f0 er t\u00fddningarmiki\u00f0 \u2013 ta\u00f0 er veruleikin<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa hevur CEF-samgongan samtykt vi\u00f0 2. vi\u00f0ger\u00f0 at geva landsst\u00fdriskvinnuni heimild til at her\u00f0a tilt\u00f8k m\u00f3ti Russlandi. Hon hevur sagt, at hon kann hugsa s\u00e6r at taka \u00ed br\u00fak hesa heimild. Men vit eiga eisini at spyrja okkum sj\u00e1lvi: Hvat ger Russland so? Einki? N\u00f3gv? Hv\u00f8rji tilt\u00f8k ver\u00f0a sett \u00ed verk? Og hv\u00f8r tekur \u00e1byrgdina, um hesi m\u00f8guligu tilt\u00f8k f\u00e1a st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 vinnul\u00edv og arbei\u00f0spl\u00e1ss her heima? Ta\u00f0 er hetta, i\u00f0 L\u00f8gtingi\u00f0 m\u00e1 hava fyri eyga, n\u00fa 3. og seinasta vi\u00f0ger\u00f0 stendur fyri durum 2. desember. Veruleikin er, at vit hava eitt samstarv vi\u00f0 Russland. Ta\u00f0 er kanska ikki l\u00edka sj\u00f3nligt \u00ed h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0ar\u00f8kinum og a\u00f0rasta\u00f0ni kring landi\u00f0, og t\u00ed er kanska l\u00e6ttari hj\u00e1 summum at r\u00f3pa hart um, at samstarvi\u00f0 skal sl\u00edtast her og n\u00fa. Men sum eg havi roynt at v\u00edsa \u00e1, so er ta\u00f0 eitt sera umr\u00e1\u00f0andi grundarlag og ein bet\u00fd\u00f0iligur partur av vinnul\u00edvinum \u00ed F\u00f8royum, ikki minst \u00ed \u00e1v\u00edsum \u00f8kjum. Og ta\u00f0 sn\u00fdr seg um fisk. Kr\u00edggi\u00f0 \u00ed Ukraina er r\u00e6\u00f0uligt. Or\u00f0 kunnu ikki l\u00fdsa sorgarleikin. Eg havi dj\u00fapan samhuga vi\u00f0 ukrainum, og eg haldi ta\u00f0 vera gott og r\u00e6tt, at vit hava j\u00e1tta\u00f0 pening til ney\u00f0hj\u00e1lp, og at vit hava tiki\u00f0 \u00edm\u00f3ti ukrainskum fl\u00f3ttum. Fiskivinnusamstarvi\u00f0 vi\u00f0 russar kunnu vit t\u00f3 ikki lata fara fyri bakka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Uttanlandsnevndin, Siri\u00f0 og heimildin<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum sagt, so hevur Siri\u00f0 Stenberg givi\u00f0 til kennar, at hon v\u00e6l m\u00f8guliga fer at br\u00faka ta hemild, hon f\u00e6r at seta fleiri tilt\u00f8k \u00ed verk. Og ein kann loyva s\u00e6r at undrast \u00e1 hv\u00ed, t\u00e1 meirilutin \u00ed Uttanlandsnevnd L\u00f8gtingsins s\u00ednum \u00e1liti um m\u00f8gulig tilt\u00f8k m\u00f3tvegis russiskum skipum og rei\u00f0ar\u00edum sigur hetta: \u201cEftir vi\u00f0ger\u00f0ina av m\u00e1linum, og eftir at hava havt fundir vi\u00f0 vi\u00f0komandi akt\u00f8rar, stendur ta\u00f0 greitt fyri meirilutanum, at neyvan er hald \u00ed illgrunanum um, at F\u00f8royar ver\u00f0a br\u00faktar sum umskipanarhavn til \u00f3l\u00f3gligar sankti\u00f3nera\u00f0ar v\u00f8rur, og at F\u00f8royar eru eitt sta\u00f0, sum er uttanfyri l\u00f3g og landaskil, har russisk skip kunnu gera sum teimum lystir. Ta\u00f0 er l\u00edti\u00f0 og einki, sum talar fyri, at skipini, sum hava loyvi at fiska vi\u00f0 F\u00f8royar, fremja brot \u00e1 l\u00f3gina ella fiskivinnuavtaluna. Hetta er sta\u00f0fest vi\u00f0 eftirliti, og herdum eftirliti, b\u00e6\u00f0i umbor\u00f0 \u00e1 nevndu skipum og \u00e1 landi. Eftirlit er vi\u00f0 vei\u00f0uni, umskipan, provianti og \u00f8\u00f0rum, sum kemur \u00ed land og\/ella fer umbor\u00f0. Higartil er onki at finnast at hesum vi\u00f0v\u00edkjandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00e1r\u00f0ur \u00e1 Lakjuni, l\u00f8gtingsma\u00f0ur<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda og mynd: folkaflokkurin.fo<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fiskivei\u00f0usamstarvi\u00f0 vi\u00f0 Russland hevur \u00ed fleiri \u00e1rat\u00edggju veri\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi grundarlag undir&nbsp;einum bet\u00fd\u00f0iligum parti av vinnul\u00edvinum \u00ed F\u00f8royum \u2013 og ikki minst \u00ed Fuglafir\u00f0i. Ta\u00f0 er bara&nbsp;veruleikin, sum hann er. Eitt&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12190,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110,7],"tags":[],"class_list":["post-12189","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12189","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12189"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12189\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12191,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12189\/revisions\/12191"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12190"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12189"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12189"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12189"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}