{"id":12198,"date":"2025-12-10T16:00:43","date_gmt":"2025-12-10T16:00:43","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12198"},"modified":"2025-12-10T16:00:43","modified_gmt":"2025-12-10T16:00:43","slug":"man-tad-ikki-fara-at-ganga","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/12\/10\/man-tad-ikki-fara-at-ganga\/","title":{"rendered":"Man ta\u00f0 ikki fara at ganga?"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Nei \u2013 ta\u00f0 ger ta\u00f0 ikki meir!<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd fleiri \u00e1r hevur V\u00e1ga kommuna v\u00edst \u00e1, at verandi farlei\u00f0 gj\u00f8gnum Mi\u00f0v\u00e1g og Sandav\u00e1g tolir hv\u00f8rki dagsins fer\u00f0slutr\u00fdst ella ta\u00f0, sum kemur \u00ed framt\u00ed\u00f0ini. Vit hava siti\u00f0 \u00e1 fundum, havt framl\u00f8gur, l\u00fdst trupulleikarnar, bj\u00f3\u00f0a okkum til at loysa partar sj\u00e1lvi, og lagt fram \u00edt\u00f8kilig tilm\u00e6li um, hvat kann gerast. Men h\u00f3ast vit hava roynt alt hetta, s\u00edggja vit n\u00fa at vit hava tosa\u00f0 fyri deyvum oyrum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 gevur onga meining, at samstundis sum landi\u00f0 j\u00e1ttar 350 milli\u00f3nir kr\u00f3nur til \u00fatbygging av V\u00e1ga Floghavn, ver\u00f0ur NULL sett av til fer\u00f0slutrygd ella innkomuveg til einastu farlei\u00f0ina til flogv\u00f8llin. Me\u00f0an pengar ver\u00f0a br\u00faktir til ein bygning, har fer\u00f0andi kunnu keypa kaffi og tollfr\u00edtt, ver\u00f0a bygdirnar, i\u00f0 bera alla fer\u00f0sluna, sleptar upp\u00e1 fjall. Ta\u00f0 er ein grundleggjandi skeivleiki: me\u00f0an flogv\u00f8llurin ver\u00f0ur \u00fatbygdur til at taka \u00edm\u00f3ti 1.000.000 fer\u00f0af\u00f3lkum, ver\u00f0ur vegurin, i\u00f0 lei\u00f0ir alla fer\u00f0sluna til flogv\u00f8llin, ikki tikin vi\u00f0 \u00ed \u00e6tlanirnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fer\u00f0slan er vaksin vi\u00f0 risa fetum seinastu \u00e1rini. Framskrivingar v\u00edsa, at vit eru \u00e1 veg m\u00f3ti eini milli\u00f3n fer\u00f0andi \u00e1rliga. Ta\u00f0 merkir eitt \u00f8randi h\u00f8gt tal av leigubilum, fleiri bussar, t\u00f3 ikki bygdalei\u00f0ir, har t\u00faratali\u00f0 f\u00e6kkar, og fleiri fer\u00f0af\u00f3lk. Og alt hetta fer \u00edgj\u00f8gnum tv\u00e6r bygdir, har st\u00f3rur partur av vegnum er landsvegur, og sum ikki er dagf\u00f8rdur, s\u00ed\u00f0ani hann var\u00f0 lagdur, fyri h\u00e1lvari \u00f8ld s\u00ed\u00f0an.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ta\u00f0 er ikki haldf\u00f8rt!<br>Ta\u00f0 er ikki vir\u00f0iligt!<br>Ta\u00f0 er ikki trygt!<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er ikki bara eitt lokalt m\u00e1l; ta\u00f0 er eitt tekin um ein landspolitikk, sum alt ov ofta hevur sett V\u00e1ga kommunu til viks. T\u00ed t\u00e1 st\u00f3rar verk\u00e6tlanir ver\u00f0a gj\u00f8rdar a\u00f0rasta\u00f0ni \u00ed landinum, fylgir ein t\u00ed\u00f0arh\u00f3skandi innkomuvegur vi\u00f0 \u2013 og landi\u00f0 hevur f\u00edggja\u00f0 hesar loysnir, heilt ella partv\u00edst. Solei\u00f0is var\u00f0 n\u00fdggjur innkomuvegur gj\u00f8rdur \u00ed Leirv\u00edk, t\u00e1 Nor\u00f0oyatunnilin lat upp; innkomuvegur var\u00f0 gj\u00f8rdur \u00ed Runav\u00edkar \u00f8kinum, t\u00e1 Eysturoyartunnilin var li\u00f0ugur; og ringvegurin \u00ed T\u00f3rshavn ein n\u00fdggjan, partv\u00edst landsf\u00edggja\u00f0an innkomuveg. Tr\u00edggjar st\u00f3rar verk\u00e6tlanir \u2013 tr\u00edggir innkomuvegir \u2013 allir f\u00edggja\u00f0ir heilt ella partv\u00edst av landinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Men \u00ed V\u00e1ga kommunu?<\/strong><br>Her koyrir allur fer\u00f0slustreymurin, uttan naka\u00f0 sum helst umhugsa\u00f0 fer\u00f0slu\u00e1tak, \u00edgj\u00f8gnum Sandav\u00e1g og Mi\u00f0v\u00e1g, \u00e1 einum vegi sum als ikki stendur m\u00e1t vi\u00f0 t\u00ed\u00f0arinnar kr\u00f8v. Og ta\u00f0 mesta av vegnum er landsvegur, uttan eitt stutt strekki \u00ed Mi\u00f0v\u00e1gi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava gj\u00f8rt vart vi\u00f0 hetta aftur og aftur. Vit hava lagt loysnir \u00e1 bor\u00f0i\u00f0: fer\u00f0slutrygdar\u00e1t\u00f8k, tunnilsloysnir, n\u00fdggjan innkomuveg og fer\u00f0slulj\u00f3s. Men h\u00f3ast alt hetta, eru eingi stig tikin, eingin t\u00ed\u00f0ar\u00e6tlan l\u00f8gd, eingin f\u00edgging funnin og eingin politiskur vilji at taka \u00e1byrgd \u2013 l\u00f8gtingi\u00f0 hevur EINKI gj\u00f8rt!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e1ga kommuna vil ikki finna seg \u00ed hesum longur. Vit finna okkum ikki \u00ed, at \u00f8ll fer\u00f0slan til og fr\u00e1 flogv\u00f8llinum skal leggjast \u00edgj\u00f8gnum okkara bygdir, uttan t\u00e1lmandi fer\u00f0slu\u00e1t\u00f8k. Vit finna okkum ikki \u00ed, at b\u00f8rn okkara skulu ganga heim eftir einum \u00f3tryggum landsvegi. Og vit finna okkum ikki \u00ed, at ein so st\u00f3r landsverk\u00e6tlan ver\u00f0ur ra\u00f0fest uttan at taka h\u00e6dd fyri teimum, sum liva og b\u00fagva beint vi\u00f0 farlei\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit krevja t\u00ed, at landi\u00f0 beinanvegin setur f\u00edgging av til ney\u00f0ugar \u00e1b\u00f8tur og tryggjar eina t\u00ed\u00f0arh\u00f3skandi og \u00e1byrgdarfulla \u00e6tlan fyri alt vegakervi\u00f0 gj\u00f8gnum V\u00e1ga kommunu, og til flogv\u00f8llin. Ein framt\u00ed\u00f0ar\u00e6tlan er ney\u00f0ug \u2013 og \u00e1byrgdin liggur hj\u00e1 l\u00f8gtinginum og landsmyndugleikunum. Hetta er ikki eitt ynski; hetta er eitt krav. N\u00fa er nokk!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0 skal sigast: vit hava veri\u00f0 opin, upps\u00f8kjandi og roynt at funni\u00f0 loysnir saman vi\u00f0 landsmyndugleikum, men eingin hevur tosa\u00f0 vi\u00f0 okkum \u00ed sambandi vi\u00f0 st\u00f3ru \u00fatbyggingarnar. Harumframt hevur V\u00e1ga Floghavn sprongt fyri einum st\u00f3rum parkeringspl\u00e1ssi vi\u00f0 flogv\u00f8llin \u2013 uttan nakra fr\u00e1bo\u00f0an ella dialog vi\u00f0 V\u00e1ga kommunu, sum er tann einasta kommunan sum merkir avlei\u00f0ingarnar av t\u00ed \u00fatbyggingini. Hetta ver\u00f0ur gj\u00f8rt fyri at f\u00e1a pl\u00e1ss fyri enn fleiri leigubilum, sum allir skulu \u00edgj\u00f8gnum Mi\u00f0v\u00e1g og Sandav\u00e1g.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava veri\u00f0 stillur vi\u00f0sp\u00e6lari leingi, men ta\u00f0 ver\u00f0a vit ikki longur. Vit fara n\u00fa at hyggja upp\u00e1 at seta fer\u00f0slufor\u00f0ingar \u00e1 tann partin av vegnum \u00ed Mi\u00f0v\u00e1gi, sum enn er kommunalur, og vit fara at arbei\u00f0a fram \u00edm\u00f3ti at yvirtaka landsvegin aftur gj\u00f8gnum Sandav\u00e1g fyri at tryggja fer\u00f0slutrygd og arbei\u00f0a mi\u00f0v\u00edst vi\u00f0 ney\u00f0ugum fer\u00f0slut\u00e1lmandi for\u00f0ingunum har. So kann L\u00f8gtingi\u00f0 og Landsverk finna s\u00e6r eina a\u00f0ra farlei\u00f0, um teimum ikki d\u00e1mar verandi farlei\u00f0 vi\u00f0 teimum fer\u00f0slut\u00e1lmandi \u00e1t\u00f8kum vit koma at gera.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og um hetta ikki var n\u00f3g miki\u00f0, so er komin ein n\u00fdggja fer\u00f0a\u00e6tlan hj\u00e1 Strandfer\u00f0sluni \u00ed gildi 9. desember (\u00ed dag). Hon hevur vi\u00f0 s\u00e6r, at tveir t\u00farar hj\u00e1 lei\u00f0 300 ver\u00f0a skornir burtur gerandisdagar, b\u00e6\u00f0i \u00far V\u00e1gum og \u00far T\u00f3rshavn. Sagt ver\u00f0ur at fer\u00f0a\u00e6tlanin er blivin betri til og fr\u00e1 flogv\u00f8llinum, so hon passar betri til flogfer\u00f0sluna og vi\u00f0 lei\u00f0 400 og 401. \u00darsliti\u00f0 er greitt: fer\u00f0ase\u00f0ilin gj\u00f8rdist d\u00fdrari, men t\u00e6nastan til borgarar \u00ed V\u00e1gum verri. Ta\u00f0 er \u00f3skiljandi arbei\u00f0i fr\u00e1 Strandfer\u00f0sluni og v\u00edsir \u00e1 eina grundleggjandi vantandi vir\u00f0ing fyri borgarum \u00ed V\u00e1gum. Samstundis sum vit skulu gerast gr\u00f8nari, sum eisini eigir at umfata fer\u00f0slu, so ver\u00f0ur t\u00faratali\u00f0 hj\u00e1 lei\u00f0 300 skert, vi\u00f0 ynski um at fleiri leigibilar ver\u00f0a til fer\u00f0af\u00f3lk sum \u00f8ll skulu koyra \u00ed hv\u00f8r s\u00ednum bili \u00edgj\u00f8gnum Mi\u00f0v\u00e1g og Sandav\u00e1g.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava veri\u00f0 tolin. Vit hava veri\u00f0 arbei\u00f0ssom. Vit hava v\u00edst \u00e1 loysnir. Men n\u00fa er ta\u00f0 li\u00f0ugt. Vit b\u00ed\u00f0a ikki longur. Vit krevja ta\u00f0, sum er r\u00edmiligt og ney\u00f0ugt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er ikki eitt ynski \u2014 hetta er eitt krav.&nbsp;<strong>N\u00fa er nokk!<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bjarni Prior,<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>borgarstj\u00f3ri<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda &amp; mynd vaga.fo &#8211; 10.12.2025<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Nei \u2013 ta\u00f0 ger ta\u00f0 ikki meir! \u00cd fleiri \u00e1r hevur V\u00e1ga kommuna v\u00edst \u00e1, at verandi farlei\u00f0 gj\u00f8gnum Mi\u00f0v\u00e1g og Sandav\u00e1g tolir hv\u00f8rki dagsins fer\u00f0slutr\u00fdst ella ta\u00f0, sum kemur&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12199,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-12198","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12198","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12198"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12198\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12200,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12198\/revisions\/12200"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12199"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12198"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12198"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12198"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}