{"id":12535,"date":"2026-01-11T00:00:12","date_gmt":"2026-01-11T00:00:12","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12535"},"modified":"2026-01-11T01:36:19","modified_gmt":"2026-01-11T01:36:19","slug":"hvi-siri-ein-spurningur-um-raettvisan-politikk-og-soeguligt-samstarv","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/01\/11\/hvi-siri-ein-spurningur-um-raettvisan-politikk-og-soeguligt-samstarv\/","title":{"rendered":"Hv\u00ed Siri Stenberg? \u2013 Ein Spurningur um R\u00e6ttv\u00edsan Politikk og S\u00f8guligt Samstarv"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>N\u00fa uttanr\u00edkiskvinnan \u00ed F\u00f8royum hevur valt at \u00fatiloka tveimum vanligum russiskum rei\u00f0ar\u00edum at fiska \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3\u00f8ki, er ta\u00f0 meira enn nakrant\u00ed\u00f0 relevant at spyrja, hvat logikkurin aftanfyri avger\u00f0ini er. F\u00f8royar hava longu gj\u00f8rt fiskivinnuavtalu vi\u00f0 Russland fyri 2026, og b\u00e6\u00f0i vinnan og royndir politikarar \u00ed Javna\u00f0arflokkinum og Tj\u00f3\u00f0veldi m\u00e6la fr\u00e1 at boykotta \u00fatvald rei\u00f0ar\u00ed\u00f0ir. Ta\u00f0 ger spurningin enn meira t\u00fddningarmiklan: Hv\u00ed Siri?<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><em>\u00d3li M. Lassen, rei\u00f0ari og eigari av 24fo.news<\/em><\/sub><\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">\u00datih\u00fdsan av russiskum fiskiskipum \u2013 politiskt vent \u00e1 h\u00f8vdi<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum undanarni forma\u00f0ur floksins, H\u00f8gni Hoydal, plagdi at siga: \u201cEinki um okkum uttanum okkum.\u201d<br><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men n\u00fa sleppa tit at vera vi\u00f0 \u2013 og kortini kl\u00e1ra tit ikki at f\u00f8ra ein sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugan uttanr\u00edkispolitikk. Heldur hanga tit \u00ed skj\u00fartivelinum \u00e1 ES og Noregi.<br>Tit tosa javnan um l\u00f3g og r\u00e6tt og at vit liva \u00ed einum r\u00e6ttarsamfelag, men tit gloyma hetta gle\u00f0iliga \u00ed tr\u00e1anini eftir at fylgja leistinum hj\u00e1 ES, sum ikki \u00e1 nakran h\u00e1tt hevur megna\u00f0 at f\u00e1a fri\u00f0 \u00ed lag \u00ed Europa. \u00cd hesum d\u00f8gum ver\u00f0ur n\u00f3gv tosa\u00f0 um \u201cregelbaseret verdensorden\u201d, men hetta vilja tit heldur ikki fylgja.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Trygdarpolitiskur bakgrundur<\/strong><br>Vit v\u00f3ru veruliga bangin fyri russum fyri 40 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, t\u00e1 kalda kr\u00edggi\u00f0 var veruleiki. Sj\u00e1lvur skriva\u00f0i eg um trygdarpolitikk og eri helst fyrsti pers\u00f3nurin, i\u00f0 kalla\u00f0i GIUK-\u00f8ki\u00f0 fyri GIFUK-\u00f8ki\u00f0, eitt heiti sum til t\u00ed\u00f0ir ver\u00f0ur n\u00fdtt enn \u00ed dag.<br>Eg skriva\u00f0i \u00ed dagbla\u00f0num um russisku fiskiskipini, i\u00f0 av vesturlendskum fregnart\u00e6nastum v\u00f3ru mett sum nj\u00f3snaraskip \u2013 vi\u00f0 einum hav av antennum \u00e1 br\u00fagvatekjuni og \u00ed mastrunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Politiskar broytingar <\/strong><br>T\u00ed er ta\u00f0 l\u00f8gi\u00f0, at vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum \u00ed dag ver\u00f0a noydd at verja russiska f\u00f3lki\u00f0 og russiska sj\u00f3mannin. Me\u00f0an tykkara f\u00f3lk gekk \u00ed fri\u00f0argongum og r\u00f3pti saman vi\u00f0 javna\u00f0arf\u00f3lkum og kommunistum:<br>\u201cNATO \u00fat \u00far F\u00f8royum!\u201d<br>Tit kravdu F\u00f8royar sum eitt atomfr\u00edtt \u00f8ki og vitja\u00f0u kommunistarnar uttanlands. L\u00f8gi\u00f0 er ta\u00f0 t\u00ed, at tit n\u00fa fylgja ES, og Sj\u00far\u00f0ur Skaale tosar um NATO og \u00cdsrael. Alt er vent \u00e1 h\u00f8vdi. Og n\u00fa fylgja tit ES-l\u00ednuni og tala fyri at sanktionera l\u00f3gligum fiskiskipum og rei\u00f0ar\u00ed\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 eru ikki bara vit borgarligu, sum halda, at ta\u00f0 er h\u00f8pisleyst at \u00fatih\u00fdsa \u00fatvaldum russiskum rei\u00f0ar\u00ed\u00f0um og fiskiskipum \u00far f\u00f8royskum hav\u00f8ki. Sama halda so fr\u00e6gir menn sum:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>J\u00f3annes Eidesgaard, fyrrverandi l\u00f8gma\u00f0ur og forma\u00f0ur Javna\u00f0arfloksins<\/li>\n\n\n\n<li>Torbj\u00f8rn Jacobsen, fyrrverandi landsst\u00fdrisma\u00f0ur hj\u00e1 Tj\u00f3\u00f0veldi, n\u00fa forma\u00f0ur \u00ed Kommunufelagnum og borgarstj\u00f3ri \u00ed Runav\u00edk<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Russiskur fiskiskapur og f\u00f8royskt hav\u00f8ki<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Russiskir fiskimenn hava fiska\u00f0 vi\u00f0 F\u00f8royar \u00ed \u00fatvi\u00f0 50 \u00e1r. Ta\u00f0 teir ikki vita um f\u00f8royskt hav\u00f8ki er ikki vert at vita. Ta\u00f0 er tiltiki\u00f0, sum ofta ver\u00f0ur sagt, at teir hava betri sj\u00f3kort yvir F\u00f8royar enn vit sj\u00e1lvi hava.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Herna\u00f0arligur veruleiki \u00ed F\u00f8royum<br>Vit hava ongar herna\u00f0arligar instalati\u00f3nir \u00ed F\u00f8royum:<\/h2>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Onga flotast\u00f8\u00f0<\/li>\n\n\n\n<li>Ongan \u201cmilit\u00e6rbasa\u201d<\/li>\n\n\n\n<li>Onga radarst\u00f8\u00f0<\/li>\n\n\n\n<li>Samskiftiska\u00f0alarnir liggja alment frammi, (merktir \u00ed sj\u00f3kortum). <\/li>\n\n\n\n<li>Til eftirlit vi\u00f0 fiskiskipum hava vit: <\/li>\n\n\n\n<li>F\u00f8roysk og donsk verjuskip<\/li>\n\n\n\n<li>Tyrlur og flogf\u00f8r<\/li>\n\n\n\n<li>Skipini hava radarar, i\u00f0 r\u00f8kka uml. 100 fj\u00f3r\u00f0ingar<\/li>\n\n\n\n<li>AIS-skipanir<\/li>\n\n\n\n<li>Harumframt hava vit fylgisveinar, sum kunnu eyglei\u00f0a skipafer\u00f0sluna.<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ikki bara vinnan m\u00f3tm\u00e6lir<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrrverandi l\u00f8gma\u00f0ur og forma\u00f0ur javna\u00f0arfloksins J\u00f3annes Eidesgaard og borgarstj\u00f3rin \u00ed Runav\u00edkar kommunu og fyrrverandi fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harrin T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen, og fyrrverandi landsst\u00fdrisma\u00f0urin He\u00f0in Zachariassen \u2013 \u00ed dag vinnul\u00edvsma\u00f0ur \u2013 hava allir v\u00edst grei\u00f0a m\u00f3tst\u00f8\u00f0u. Teir leggja dent \u00e1, at fiskivinnuavtalan vi\u00f0 Russland hevur veri\u00f0 galdandi s\u00ed\u00f0an 1977, og at ta\u00f0 krevur sera haldg\u00f3\u00f0ar grundgevingar at broyta eina sl\u00edka avtalu. Kelda: FM1<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen seg\u00f0i \u00ed FM1: \u201cHevur t\u00fa gj\u00f8rt eina avtalu, skalt t\u00fa ganga \u00edgj\u00f8gnum eld fyri at halda hana.\u201d J\u00f3annes Eidesgaard sta\u00f0festi, at um russisku skipini h\u00f8vdu hermenn umbor\u00f0, so var ta\u00f0 ein annar spurningur \u2013 men \u00ed hesum f\u00f8ri sn\u00fdr ta\u00f0 seg um eina vanliga fiskivinnuavtalu, sum eigur at ver\u00f0a hildin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-black-color has-luminous-vivid-amber-background-color has-text-color has-background has-link-color has-medium-font-size wp-elements-edc197344784386b93c21ee06aebd53a wp-block-paragraph\">\u201cSankti\u00f3nirnar av \u00e1v\u00edsum russiskum rei\u00f0ar\u00edum byggja \u00e1 veikt og politiskt manipulerandi grundarlag. Norskur trygdarserfr\u00f8\u00f0ingur\u201d<\/p>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\"><strong>T\u00f8kni og illgruni um nj\u00f3sning<\/strong><\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skipini hava veri\u00f0 \u00ed dokk, og myndir av botninum v\u00edsa greitt, at har er einki \u00f3vanligt. F\u00f8royskar fyrit\u00f8kur hava \u00ed \u00e1rat\u00edggjur selt og sett \u00fatger\u00f0 upp \u00e1 russiskum fiskiskipum, og hetta hevur veri\u00f0 ein vanligur partur av vinnuliga samstarvinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">KVF hevur eisini v\u00edst \u00e1, at stuttbylgjum\u00f3ttakarar, sum eru umbor\u00f0, eru av sama slag, sum t\u00fasundtals f\u00f8royingar kenna fr\u00e1 gomlum fiskiskipum. Kortbylgjusendarar kunnu hoyrast \u00ed vanligum radio, og eru ikki koda\u00f0ir og kunnu t\u00ed ikki n\u00fdtast til nj\u00f3sning.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein stj\u00f3ri innan nautiska \u00fatger\u00f0 sta\u00f0festi \u00ed samr\u00f8\u00f0u vi\u00f0 R7, at \u00e1\u00f0renn sankti\u00f3nir, seldu f\u00f8royskar fyrit\u00f8kur fyri milli\u00f3nir til russisk skip. Hetta v\u00edsir, at talan er um \u00fatger\u00f0, sum hevur veri\u00f0 partur av vanligum fiskivinnuligum virksemi \u2013 ikki um herna\u00f0arliga t\u00f8kni.<\/p>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\">Hetta sigur Ole Fostad: Tunnt og manipulerandi grundarlag\u00a0<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Trygdarserfr\u00f8\u00f0ingurin Ole Fostad hevur \u00ed grein \u00ed Tr\u00f8nderR\u00f8d v\u00edst \u00e1, at sankti\u00f3nirnar m\u00f3ti russiskum rei\u00f0ar\u00edum byggja \u00e1 tunt og manipulerandi grundarlag. Hann nevnir F\u00f8royar og heldur, at f\u00f8royskir myndugleikar ikki \u00f3maka\u00f0u s\u00e6r at gera ney\u00f0uga arbei\u00f0i\u00f0, h\u00f3ast teir h\u00f8vdu fleiri m\u00e1na\u00f0ir til ta\u00f0 enn Noreg og ES.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fostad v\u00edsir \u00e1, at sankti\u00f3nirnar \u00ed Noregi byggja \u00e1 spekulati\u00f3nir \u00ed mi\u00f0lunum \u2013 serliga dokumentarin *Skyggekrigen* hj\u00e1 NRK \u2013 og at ES-kommissi\u00f3nin sj\u00e1lv vi\u00f0urkennir, at grundarlagi\u00f0 er veikt. Norebo fekk ein \u201cpr\u00f3vpakka\u201d vi\u00f0 18 t\u00ed\u00f0indagreinum, fleiri maskin-umsettar, sum skuldu vera grundarlag undir \u00e1k\u00e6runum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann kallar hetta eina vandamikla gongd, har journalistisk tilvild og mi\u00f0laspekulati\u00f3n gerst grundarlag undir altj\u00f3\u00f0a politikki. \u00cd F\u00f8royum seg\u00f0i Siri\u00f0 Stenberg sj\u00e1lv vi\u00f0 KvF, at: *\u201cHetta ver\u00f0ur gj\u00f8rt fyri at gera ta\u00f0 sama, sum onnur lond gera.\u201d** [Kelda: Tr\u00f8nderR\u00f8d \u2013 grein hj\u00e1 Ole Fostad](https:\/\/tronderrod.no\/fredsarbeid\/manipulerende-journalistikk-fra-nrk-som-grunnlag-for-eu-sanksjoner\/)&nbsp; *Nor\u00f0l\u00fdsi\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fakligar \u00e1heitanir og uttanr\u00edkispolitikkur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harri og n\u00fa limur \u00ed uttanlandsnevndini, seg\u00f0i \u00ed samr\u00f8\u00f0u vi\u00f0 DR, at F\u00f8royar ikki eiga at svartilista russisk rei\u00f0ar\u00ed, h\u00f3ast ES hevur illgruna um nj\u00f3sning. Hann heldur, at avger\u00f0ir skulu byggja \u00e1 fakta og ikki illgruna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 vitjan \u00ed USA fekk L\u00f8gtingsins uttanlandsnevnd grei\u00f0a kunning fr\u00e1 fregnart\u00e6nastuni hj\u00e1 amerikanska flotanum, The Navy of Intelligence, sum sta\u00f0festi, at russisk fiskiskip hava als onga \u00e1virkan \u00e1 trygdina \u00ed Nor\u00f0uratlantshavinum. Hetta er ein t\u00fd\u00f0andi sta\u00f0festing fr\u00e1 einum sterkum samstarvsfelaga, sum undirstrikar, at talan er um vinnuligt virksemi \u2013 og ikki herna\u00f0arliga h\u00f3ttan.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Vinnul\u00edvs\u00e1varingar<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bogi Jacobsen, stj\u00f3ri \u00ed P\/F Vardin, hevur v\u00edst \u00e1, at samb\u00e6rt Hagstovuni \u00fatfluttu F\u00f8royar til Russland fyri yvir 1,3 milliardir kr\u00f3nur seinasta \u00e1ri\u00f0 \u2013 makrelur fyri 864 milli\u00f3nir og sild fyri 380 milli\u00f3nir. Hann heldur, at ein svartlistan av rei\u00f0ar\u00edum kann skapa \u00f3tryggleika og elva til \u201cm\u00f3treaksjonir\u201d fr\u00e1 russiskari s\u00ed\u00f0u. Sl\u00edkar avlei\u00f0ingar kunnu raka \u00fatflutningin hart og seta \u00ed vanda ta\u00f0 stabila samstarvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hanus Hansen, forma\u00f0ur \u00ed Rei\u00f0arafelagnum, \u00e1varar um, at svartlistan av Murman Seafood og Norebo JSC kann seta framt\u00ed\u00f0ar fiskivinnuavtaluna vi\u00f0 Russland \u00ed vanda. Hann v\u00edsir \u00e1, at USA sj\u00e1lvt metir, at skipini ikki \u00fatgera nakran reellan vanda fyri F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Politiskar r\u00f8ddir \u00e1 tingi og rei\u00f0arar \u00ed F\u00f8royum og Ruslandi<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elsebeth Mercedis Gunnleygsd\u00f3ttur seg\u00f0i \u00ed samr\u00f8\u00f0u vi\u00f0 24.fo, at ta\u00f0 kundi hava st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 land og f\u00f3lk, um vit missa Russlandss\u00e1tmalan. Kristian Martin Rasmussen rei\u00f0ari \u00e1vara\u00f0i um, at boykott uttan pr\u00f3gv skapar \u00f3tryggleika og fer heilt v\u00edst at f\u00e1a ein reakti\u00f3n \u00far Russlandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Stefan Klein Olsen sta\u00f0festi, at skipini ikki eru reell h\u00f3ttan m\u00f3ti trygdini, men at avlei\u00f0ingarnar fyri fiskivinnusamfelagi\u00f0 kunnu vera st\u00f3rar. Hann leg\u00f0i dent \u00e1, at tr\u00fdsti\u00f0 kemur ikki fr\u00e1 EU ella d\u00f8num, men \u00far samgonguni og l\u00f8gtinginum sj\u00e1lvum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Beinir Johannesen v\u00edsti \u00e1, at F\u00f8royar eru eitt av teimum londunum, sum har\u00f0ast eru rakt av sankti\u00f3num, me\u00f0an ES framvegis keypir olju og gass \u00far Russlandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Jacob Vestergaard seg\u00f0i, at F\u00f8royar ikki hava fiskivinnuavtalu vi\u00f0 EU, og spurdi, um hetta er ein roynd hj\u00e1 d\u00f8num og EU at seta k\u00edlar \u00edmillum ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a samstarvi\u00f0 vi\u00f0 Russland. Hann v\u00edsti \u00e1, at verjan av F\u00f8royum liggur hj\u00e1 USA og UK innan NATO \u2013 ikki hj\u00e1 Danmark.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta sigur stj\u00f3rin &#8211;  CEO Vladimir Khizhnyakov (Murman Seafood): \u201eOkkara skip hava ongant\u00ed\u00f0 veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed \u00f8\u00f0rum enn vanligum, typiskum fiskivei\u00f0uvirksemi.\u201cKelda: Hook &amp; Net Magazine (2025) og The Fishing Daily (juli 2025)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201eNorebo told The i Paper that it categorically rejected any suggestion that it was involved in espionage, saying such claims were \u2018false\u2019 and designed to \u2018promote a political agenda\u2019.\u201c The i Paper (inews.co.uk), grein fr\u00e1 mai 2025<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">M\u00edn \u00e1heitan \u00e1 landsst\u00fdri\u00f0<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1heitanin \u00e1 Siri Stenberg, uttanr\u00edkiskvinnu, og Eirikur \u00ed J\u00e1kupstovu, landst\u00fdrismann \u00ed tilfeingis- og vinnum\u00e1lum, m\u00e1 vera at r\u00e6tta k\u00f3sina, leggja \u00e1 annan b\u00f3gv og seta \u00fat \u00ed korti\u00f0 av n\u00fdggjum. Skeivleikar, sum eru \u00edkomnir, eiga at ver\u00f0a r\u00e6tta\u00f0ir, og rei\u00f0ar\u00edini, sum hava fiska\u00f0 vi\u00f0 F\u00f8royar \u00ed \u00e1rat\u00edggjur, eiga at sleppa at halda fram sum vanligt. Danska verjan skal nokk hj\u00e1lpa Tj\u00f3\u00f0veldi\u00f0 at hava eftirlit vi\u00f0 fiskif\u00f8rum, i\u00f0 fiska \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00e6\u00f0i vinnan og royndir politikarar m\u00f3tm\u00e6la, og fakligar kanningar v\u00edsa, at h\u00f3ttanin ikki er til sta\u00f0ar, t\u00ed  ver\u00f0ur spurningurin enn meira \u00e1trokandi: Hv\u00ed Siri?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avger\u00f0in um at \u00fatiloka russisk rei\u00f0ar\u00edir kann \u00e1virka eitt samstarv, sum \u00ed h\u00e1lva \u00f8ld hevur havt st\u00f3ran t\u00fddning. Fiskivinnuavtalan er longd fram til 2026, og matv\u00f8rur eru kl\u00e1rt undantiknar sankti\u00f3num. Ta\u00f0 merkir, at grundarlagi\u00f0 fyri samstarvinum er b\u00e6\u00f0i l\u00f3gligt og tryggja\u00f0 \u00ed altj\u00f3\u00f0a h\u00f8pi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er ta\u00f0 \u00f3skiljandi, at F\u00f8royar velja at ganga \u00ed takt vi\u00f0 linjuna hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum, h\u00f3ast fakligar ni\u00f0urst\u00f8\u00f0ur og vinnuligar \u00e1heitanir v\u00edsa, at h\u00f3ttanin ikki er til sta\u00f0ar. Spurningurin er t\u00ed, hv\u00f8r veruliga tr\u00fdstir: eru ta\u00f0 danir, Noreg ella ES, i\u00f0 leggja tr\u00fdst \u00e1 F\u00f8royar \u2013 ella er ta\u00f0 okkara egna samgonga, sum vil profilera seg vi\u00f0 einum boykotti, h\u00f3ast ta\u00f0 kann f\u00e1a \u00e1lvarsligar avlei\u00f0ingar fyri \u00fatflutningin og framt\u00ed\u00f0ina hj\u00e1 okkara fiskivinnusamstarvi\u00f0 og \u00fatflutningi av uppsj\u00f3varfiski og laksi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em><sub>\u00d3li M. Lassen <\/sub><\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fa uttanr\u00edkiskvinnan \u00ed F\u00f8royum hevur valt at \u00fatiloka tveimum vanligum russiskum rei\u00f0ar\u00edum at fiska \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3\u00f8ki, er ta\u00f0 meira enn nakrant\u00ed\u00f0 relevant at spyrja, hvat logikkurin aftanfyri avger\u00f0ini er.&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12406,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113,111,110,7],"tags":[],"class_list":["post-12535","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan","category-lesarabroev-og-tidindaskriv","category-politikkur","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12535","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12535"}],"version-history":[{"count":14,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12535\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12557,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12535\/revisions\/12557"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12406"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12535"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12535"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12535"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}