{"id":12622,"date":"2026-01-23T12:21:31","date_gmt":"2026-01-23T12:21:31","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12622"},"modified":"2026-01-23T12:21:32","modified_gmt":"2026-01-23T12:21:32","slug":"avtala-um-hoevudsutbugvingarstoerv-styrkir-foeroyska-heilsuverkid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/01\/23\/avtala-um-hoevudsutbugvingarstoerv-styrkir-foeroyska-heilsuverkid\/","title":{"rendered":"Avtala um h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingarst\u00f8rv styrkir f\u00f8royska heilsuverki\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Margit St\u00f3r\u00e1, landsst\u00fdriskvinna \u00ed almanna- og heilsum\u00e1lum, og Sophie L\u00f8hde, donsk innanr\u00edkis- og heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0fr\u00faa, hava undirskriva\u00f0 avtalu um h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingarst\u00f8rv fyri l\u00e6knar \u00ed F\u00f8royum. Avtalan er gj\u00f8rd millum Indenrigs- og Sundhedsministeriet, Danske Regioner og Almanna- og heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00a0<a href=\"javascript:window.print()\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 avtaluni f\u00e6r Sj\u00fakrah\u00fasverki\u00f0 m\u00f8guleika at seta eitt \u00e1v\u00edst tal av h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingarst\u00f8rvum (serl\u00e6kna\u00fatb\u00fagving) um \u00e1ri\u00f0, har ein st\u00f3rur partur av \u00fatb\u00fagvingini kann fara fram \u00ed F\u00f8royum. Teir partar av \u00fatb\u00fagvingini, sum krevja serkunnleika, i\u00f0 ikki kann f\u00e1ast \u00ed F\u00f8royum, ver\u00f0a \u00e1 g\u00f3\u00f0kendum \u00fatb\u00fagvingarsj\u00fakrah\u00fasum \u00ed Danmark.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avtalan hevur st\u00f3ran t\u00fddning fyri f\u00f8royska heilsuverki\u00f0. Hon gevur okkum eitt n\u00f3gv sterkari ambo\u00f0 at tryggja framt\u00ed\u00f0ar t\u00f8rvin \u00e1 serl\u00e6knum. N\u00fa kunnu vit \u00ed n\u00f3gv st\u00f8rri mun sj\u00e1lvi skipa og st\u00fdra, hv\u00f8rji h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingarst\u00f8rv skulu setast \u00fat fr\u00e1 t\u00f8rvinum \u00ed f\u00f8royska heilsuverkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Margit St\u00f3r\u00e1, landsst\u00fdriskvinna \u00ed almanna- og heilsum\u00e1lum<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Sj\u00fakrah\u00fasverki\u00f0 st\u00fdrir sj\u00e1lvt tilgongdina av serl\u00e6knum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein av st\u00f8rstu broytingunum vi\u00f0 avtaluni er, at Sj\u00fakrah\u00fasverki\u00f0 f\u00e6r m\u00f8guleika at bj\u00f3\u00f0a upp til fimm h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingarst\u00f8rv \u00fat um \u00e1ri\u00f0 innan t\u00e6r sergreinar, sum f\u00f8royska heilsuverki\u00f0 hevur st\u00f8rstan t\u00f8rv \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta ger ta\u00f0 m\u00f8guligt at arbei\u00f0a meira m\u00e1lr\u00e6tta\u00f0 og vi\u00f0 langt\u00ed\u00f0ar\u00e6tlanum fyri serl\u00e6knast\u00f8rv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Betri m\u00f8guleikar fyri l\u00e6knar og familjur teirra<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avtalan hevur eisini st\u00f3ran t\u00fddning fyri l\u00e6knarnar sj\u00e1lvar. Vi\u00f0 m\u00f8guleikanum at taka ein st\u00f3ran part av h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingini \u00ed F\u00f8royum, \u00f8kjast sannl\u00edkindini fyri, at l\u00e6knar velja at starvast \u00ed F\u00f8royum b\u00e6\u00f0i undir og eftir lokna \u00fatb\u00fagving. Hetta er serliga t\u00fddningarmiki\u00f0 fyri f\u00f8royskar l\u00e6knar \u2013 og l\u00e6knar vi\u00f0 sterkum tilkn\u00fdti til F\u00f8royar \u2013 sum hava familju b\u00fagvandi \u00ed F\u00f8royum, og sum annars hava veri\u00f0 noydd at flyta av landinum \u00ed fleiri \u00e1r \u00ed sambandi vi\u00f0 \u00fatb\u00fagvingina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Partur av longri heilsupolitiskari \u00e6tlan<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avtalan er \u00ed samsvari vi\u00f0 n\u00fdggja heilsupolitikkin fyri F\u00f8royar 2026\u20132035, har dentur ver\u00f0ur lagdur \u00e1, at f\u00f8royskir l\u00e6knar \u00ed st\u00f8rst m\u00f8guligan mun skulu kunna fara undir v\u00ed\u00f0ari\u00fatb\u00fagving \u00ed F\u00f8royum. M\u00e1li\u00f0 er at \u00f8kja tali\u00f0 av serl\u00e6knum og tryggja eitt bur\u00f0ardygt, v\u00e6l skipa\u00f0 og fakliga sterkt heilsuverk \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00fakrah\u00fasverki\u00f0 hevur tiki\u00f0 v\u00e6l \u00edm\u00f3ti avtaluni og fegnast um, at F\u00f8royar n\u00fa hava eina formliga og varandi skipan, sum gevur f\u00f8royska heilsuverkinum st\u00f8rri sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i og betri m\u00f8guleikar at leggja \u00e6tlanir fyri framt\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avtalan kann lesast&nbsp;<a rel=\"noreferrer noopener\" href=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/0uoa443s\/underskrevet-aftale-om-videreuddannelse-af-laeger.pdf?s=iyN9LK9hAB4273h7tJgmt8i32A0\" target=\"_blank\">her<\/a>.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub>Kelda &amp; mynd:ahr.fo <\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Margit St\u00f3r\u00e1, landsst\u00fdriskvinna \u00ed almanna- og heilsum\u00e1lum, og Sophie L\u00f8hde, donsk innanr\u00edkis- og heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0fr\u00faa, hava undirskriva\u00f0 avtalu um h\u00f8vu\u00f0s\u00fatb\u00fagvingarst\u00f8rv fyri l\u00e6knar \u00ed F\u00f8royum. Avtalan er gj\u00f8rd millum Indenrigs- og Sundhedsministeriet,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12623,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-12622","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12622","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12622"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12622\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12624,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12622\/revisions\/12624"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12623"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12622"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12622"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12622"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}