{"id":12702,"date":"2026-02-03T16:22:32","date_gmt":"2026-02-03T16:22:32","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12702"},"modified":"2026-02-03T16:24:09","modified_gmt":"2026-02-03T16:24:09","slug":"100-ara-foedingardagshald-skotar-eru-partur-av-eini-stoerri-heild","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/02\/03\/100-ara-foedingardagshald-skotar-eru-partur-av-eini-stoerri-heild\/","title":{"rendered":"100 \u00e1ra f\u00f8\u00f0ingardagshald: Sk\u00f3tar eru partur av eini st\u00f8rri heild"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/fbqcsqwu\/2feb26_b3a2856.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\">M\u00e1nadagin 2. februar fylti Sk\u00f3tafylki Sigmunds Brestissonar 100 \u00e1r.<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta var\u00f0 h\u00e1t\u00ed\u00f0arhildi\u00f0 vi\u00f0 m\u00f3tt\u00f8ku \u00ed Sk\u00f3tah\u00f8llini vi\u00f0 Havnar\u00e1 sama dag. Sk\u00f3tafylki Sigmunds Brestissonar er eisini elska sk\u00f3tali\u00f0 \u00ed F\u00f8royum, og sostatt merkir ta\u00f0, at f\u00f8royska sk\u00f3tar\u00f8rslan n\u00fa hevur 100 \u00e1r \u00e1 baki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">He\u00f0in Mortensen, varaborgarstj\u00f3ri, bar vegna T\u00f3rshavnar kommunu sk\u00f3tafylkinum eina heilsan:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u gulu sk\u00f3tar! G\u00f3\u00f0u tit \u00f8ll!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hjartaliga tillukku vi\u00f0 teimum 100 \u00e1runum, Sk\u00f3tafylking Sigmund Brestissonar!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg skal heilsa fr\u00e1 borgarstj\u00f3ranum, sum ikki fekk veri\u00f0 vi\u00f0 her \u00ed dag, so t\u00ed fall ta\u00f0 \u00ed m\u00edn lut sum varaborgarstj\u00f3ri at bera tykkum hesa heilsan.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4hijauju\/2feb26_b3a2821.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4hijauju\/2feb26_b3a2821.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var \u00e1 Kyndilsmessu \u00ed 1926, at f\u00fdra havnardreingir t\u00f3ku seg saman og settu \u00e1 stovn Sk\u00f3tali\u00f0 Sigmund Brestissonar, sum ta\u00f0 \u00e6t t\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Havnini bardust dreingirnir \u00far teimum ymsu b\u00fdarp\u00f8rtunum, og vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini kundu hesir bardagar vera so \u00f3gvisligir, at ska\u00f0i st\u00f3\u00f0st av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta vildu teir f\u00fdra B\u00f8dreingirnir broyta, og av t\u00ed at teir v\u00f3ru hugtiknir av sk\u00f3tar\u00f8rsluni, var n\u00e6rliggjandi at royna sk\u00f3tal\u00edvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Teir f\u00fdra v\u00f3ru Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, i\u00f0 var fyrsti lei\u00f0arin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eskild var forrestin framvegis virkin \u00ed sk\u00f3talei\u00f0sluni, t\u00e1 i\u00f0 eg \u00e1 m\u00ednum barna\u00e1rum fekk roynt ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a sk\u00f3tal\u00edvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00f3tar h\u00f8vdu veri\u00f0 \u00ed F\u00f8royum \u00e1\u00f0renn, men hetta var fyrstu fer\u00f0, at sk\u00f3taarbei\u00f0i av \u00e1lvara skipa\u00f0i seg her \u00e1 landi, so t\u00ed fyllir f\u00f8royska sk\u00f3tar\u00f8rslan eisini 100 \u00e1r \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/lcajywh4\/2feb26_b3a2807.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/lcajywh4\/2feb26_b3a2807.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum sk\u00f3tar eru vit eisini partur av eini st\u00f8rri heild og hava naka\u00f0 til felags vi\u00f0 onnur um allan heim.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd dag er sk\u00f3tar\u00f8rslan heimsins st\u00f8rsta barna- og ungd\u00f3msr\u00f8rsla vi\u00f0 yvir 50 milli\u00f3num sk\u00f3tum \u00ed meira enn 200 londum kring kn\u00f8ttin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00f3tar tr\u00edvast best \u00fati \u00ed Gu\u00f0s fr\u00edu nat\u00faru, og samstundis sum kappast ver\u00f0ur \u00ed \u00f8llum m\u00f8guligum, ver\u00f0a sk\u00f3tarnir aldir upp til g\u00f3\u00f0ar samfelagsborgarar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0 vir\u00f0i ver\u00f0a l\u00f8gd ni\u00f0ur \u00ed b\u00f8rnini og tey ungu, sum eru vi\u00f0 \u00ed sk\u00f3tar\u00f8rsluni, og ta\u00f0 kemur \u00f8llum samfelagnum til g\u00f3\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt arbei\u00f0i\u00f0 er sj\u00e1lvbo\u00f0i\u00f0, og av royndum fr\u00e1 b\u00e6\u00f0i sk\u00f3ta- og \u00edtr\u00f3ttarl\u00edvi veit eg, hvussu n\u00f3gv alt hetta er vert, h\u00f3ast ta\u00f0 veruliga vir\u00f0i\u00f0 ikki kann gerast upp \u00ed kr\u00f3num og oyrum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini s\u00edggjast sk\u00f3tarnir \u00ed b\u00fdarmyndini vi\u00f0 skr\u00fa\u00f0gongu b\u00e6\u00f0i \u00e1 Gr\u00e6karismessu og Flaggdegnum, umframt at Sk\u00f3tahj\u00e1lpin og onnur tilt\u00f8k varpa lj\u00f3s \u00e1 sk\u00f3taarbei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Slagor\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 sk\u00f3tunum er \u201cVer til rei\u00f0ar!\u201d, og ta\u00f0 er ikki minst g\u00f3\u00f0ur f\u00f8rningur at f\u00e1a vi\u00f0 s\u00e6r v\u00ed\u00f0ari fram \u00ed l\u00edvinum.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4lxjhmos\/2feb26_b3a2759.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4lxjhmos\/2feb26_b3a2759.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Einafer\u00f0 sk\u00f3ti, alt\u00ed\u00f0 sk\u00f3ti!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ikki langt aftan\u00e1, at eg sum n\u00edggju \u00e1ra gamal flutti til Havnar, gj\u00f8rdist eg partur av gulu sk\u00f3tunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00f3tali\u00f0 Sigmund Brestissonar, sum ta\u00f0 t\u00e1 \u00e6t, helt til \u00ed einum l\u00edtlum h\u00fasum \u00e1 Bakkahellu, beint vi\u00f0 s\u00ed\u00f0una av \u201cstr\u00fakijarninum\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ikki j\u00fast st\u00e1siligir karmar, men v\u00e6l bar til, og t\u00e1 i\u00f0 vit so \u00ed 1957 fluttu ni\u00f0an \u00ed n\u00fdggju h\u00f8lini her vi\u00f0 Havnar\u00e1, fingu vit bestu umst\u00f8\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg vildi fegin gerast sk\u00f3ti, men var ov ungur, so eg byrja\u00f0i sum \u00falvaungi \u00ed patr\u00faljuni \u201cSteinst\u00f3lpan\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 eg ums\u00ed\u00f0ir fekk aldurin og gj\u00f8rdist sk\u00f3ti, kom eg upp \u00ed fj\u00f3r\u00f0u patr\u00falju, i\u00f0 kalla\u00f0ist \u201cM\u00e1sin\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Har k\u00fdttu vit okkum vi\u00f0 l\u00edv og s\u00e1l, saman vi\u00f0 hinum li\u00f0felagum, so vit vunnu kappingar og st\u00f3\u00f0u okkum v\u00e6l \u00ed \u00f8llum lutum.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/kn3jjrre\/2feb26_b3a2764.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/kn3jjrre\/2feb26_b3a2764.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein serlig hending fr\u00e1 sk\u00f3tal\u00edvinum, var annan hv\u00edtusunnudag \u00ed 1959, t\u00e1 i\u00f0 eg var vi\u00f0 \u00ed st\u00f3ru tingakrossrenningini \u00far Tj\u00f8rnuv\u00edk til Havnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit m\u00e1ttu sigla nor\u00f0ur \u00ed Sundalagi\u00f0, t\u00ed koyrandi var ikki t\u00e1, og m\u00edn teinur var at renna nor\u00f0uri vi\u00f0 Haldarsv\u00edk. Tingakrossrenningin enda\u00f0i \u00e1 Vaglinum vi\u00f0 samkomu og st\u00f3rum leirb\u00e1li\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit gle\u00f0ast eisini yvir t\u00e6r g\u00f3\u00f0u og spennandi l\u00f8turnar \u00ed sk\u00f3talegum, Famjin, Saksum, Leynar o.m.a.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta eru nakrar av mongum upplivingum fr\u00e1 sk\u00f3tal\u00edvinum, i\u00f0 r\u00edka\u00f0i m\u00edni barna\u00e1r og m\u00edn uppv\u00f8kstur, samstundis sum eg fekk l\u00e6rt n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 vir\u00f0i, i\u00f0 eg framvegis seti h\u00f8gt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed\u00f0ina sum sk\u00f3ti fekk eg vinir fyri l\u00edvi\u00f0, og fleiri av okkum hittast en m\u00e1namorgnar her \u00ed sk\u00f3tah\u00fasinum at tosa vit um g\u00f3\u00f0ar og gamlar dagar, og skal okkurt gerast, eru vit til rei\u00f0ar at taka eina hond \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/bjapgwrr\/2feb26_b3a2784.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/bjapgwrr\/2feb26_b3a2784.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Enn sum \u00e1\u00f0ur l\u00e6ra sk\u00f3tar framvegis at vera sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugir, at vir\u00f0a nat\u00faruna og at hugsa seg v\u00e6l um, hvussu vit fara um hana.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gongut\u00farar, \u00fatfer\u00f0ir, tjaldlegur, legub\u00e1l, matger\u00f0, kn\u00fatar, kort og kumpass, og mangt, mangt anna\u00f0 myndar enn sum \u00e1\u00f0ur sk\u00f3tal\u00edvi\u00f0 \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd eini t\u00ed\u00f0, har ta\u00f0 n\u00f3gva sn\u00fdr seg um snildfonir og teldlar, er ta\u00f0 gott og hugaligt at s\u00edggja, hvussu virknir og \u00eddnir sk\u00f3tarnir eru, b\u00e6\u00f0i \u00fati og inni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 fl\u00f8var at s\u00edggja, at h\u00f3ast fyrsta \u00f8ldin n\u00fa er farin aftur um bak, er Sk\u00f3tafylking Sigmund Brestissonar enn vi\u00f0 s\u00edtt fr\u00edska l\u00edv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00e6sta \u00e1r eru 120 \u00e1r li\u00f0in, s\u00ed\u00f0ani hj\u00fanini Baden-Powell \u00ed 1907 l\u00f8gdu lunnar undir sk\u00f3tar\u00f8rsluna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Teirra hugsan var, at v\u00edsir t\u00fa b\u00f8rnum \u00e1lit, vaksa tey vi\u00f0 uppg\u00e1vuni, og ta\u00f0 kunnu vit bara sanna enn tann dag \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/f0bmprlw\/2feb26_b3a2963.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/f0bmprlw\/2feb26_b3a2963.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrstu \u00e1rini v\u00f3ru sk\u00f3tar bara \u00ed Havn, men n\u00fa eru b\u00e6\u00f0i gulir sk\u00f3tar og gr\u00f8nir KFUM- og K-sk\u00f3tar um alt landi\u00f0, umframt sk\u00f3tarnir hj\u00e1 Frelsunarherinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So ta\u00f0, i\u00f0 teir f\u00fdra B\u00f8dreingirnir settu gongd \u00e1 henda fyrsta sk\u00f3tafundin \u00ed 1926, hevur v\u00e6l og vir\u00f0iliga bori\u00f0 \u00e1v\u00f8kst, t\u00ed her gr\u00f8r um gangandi f\u00f3t.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0, at teir t\u00f3ku stig til at skipa sk\u00f3tar\u00f8rsluna, man hava gj\u00f8rt s\u00edtt til, at henni hevur veri\u00f0 langt l\u00edv laga\u00f0, t\u00ed \u00ed dag eru um 1.000 limir \u00ed f\u00f8roysku sk\u00f3tar\u00f8rsluni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u tit \u00f8ll.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum si\u00f0ur er, t\u00e1 i\u00f0 samfelagsgagnligir felagsskapir og fel\u00f8g \u00ed T\u00f3rshavnar kommunu fylla 100 \u00e1r, vil kommunan eisini geva eina h\u00f3skandi f\u00f8\u00f0ingardagsg\u00e1vu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit v\u00f3na, at henda g\u00e1va hj\u00e1lpir til framhaldandi at fremja g\u00f3\u00f0a sk\u00f3taarbei\u00f0i\u00f0, i\u00f0 her ver\u00f0ur gj\u00f8rt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vegna T\u00f3rshavnar kommunu skal eg bi\u00f0ja fylkisstj\u00f3ran \u00ed Sk\u00f3tafylking Sigmund Brestissonar, Sigurd Leivsson Lamhauge, um at koma upp higar at taka \u00edm\u00f3ti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lat okkum so \u00f8ll somul r\u00f3pa eitt leingi livi fyri 100 \u00e1ra f\u00f8\u00f0ingardagsbarninum: Sk\u00f3ta r\u00f3p.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00f3tafylking Sigmund Brestissonar leingi livi: Hurr\u00e1! Hurr\u00e1! Hurr\u00e1! Og so ta\u00f0 langa: Hurr\u00e1!<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/oilftqkn\/2feb26_b3a2775.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda &amp; myndir: torshavn.fo <\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/oilftqkn\/2feb26_b3a2775.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>M\u00e1nadagin 2. februar fylti Sk\u00f3tafylki Sigmunds Brestissonar 100 \u00e1r. Hetta var\u00f0 h\u00e1t\u00ed\u00f0arhildi\u00f0 vi\u00f0 m\u00f3tt\u00f8ku \u00ed Sk\u00f3tah\u00f8llini vi\u00f0 Havnar\u00e1 sama dag. Sk\u00f3tafylki Sigmunds Brestissonar er eisini elska sk\u00f3tali\u00f0 \u00ed F\u00f8royum, og&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12703,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[124,156],"tags":[],"class_list":["post-12702","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fritid-og-itrottur","category-torshavnar-portalurin"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12702","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12702"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12702\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12705,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12702\/revisions\/12705"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12703"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12702"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12702"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12702"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}