T\u00e1i\u00f0 eg vaks upp \u00ed Sy\u00f0rug\u00f8tu, fluttur \u00e1 kj\u00f8li \u00ed babyliftu \u00far Marstal, v\u00f3ru ongir av mannahondum skaptir karmar um \u00edtr\u00f3ttina \u00ed bygdunum, undantaki\u00f0 var ein stoyptur og undir himni opin svimjingarhylur omanfyri gomlu sk\u00falarnar vi\u00f0 G\u00f8tugj\u00f3gv. B\u00f3ltur var\u00f0 sparka\u00f0ur \u00ed t\u00fanum ella ni\u00f0ri \u00e1 sandinum. F\u00f3tb\u00f3ltsv\u00f8llurin \u00ed Sarpiger\u00f0i \u00ed Nor\u00f0rag\u00f8tu var ikki li\u00f0ugur fyrrenn \u00e1 hv\u00edtusunnu \u00ed 1965. T\u00e1 v\u00f3ru vit longu flutt \u00fat \u00e1 Glyvrar at b\u00fagva, og har var n\u00fdliga komin ein hondb\u00f3ltsv\u00f8llur omanfyri n\u00fdggja sk\u00falan \u00ed bygdini. Hann var\u00f0 br\u00faktur optimalt \u00ed sk\u00falat\u00ed\u00f0, og eftir hana, fram hagartil, at sk\u00fdming og myrkur k\u00e1ma\u00f0i fyri leikinum. Ta\u00f0 kom eisini fyri at onkur teigur, h\u00f3skandi jar\u00f0arlutur, var\u00f0 br\u00faktur til dystir millum bygdir. F\u00f3tb\u00f3ltsv\u00f8llurin vi\u00f0 L\u00f8kin kom ikki fyrrenn \u00ed 1972. Sama \u00e1ri\u00f0 sum eg innlosjera\u00f0i meg \u00e1 Dreingjakostdeildina \u00ed Hoyd\u00f8lum, og f\u00f3r at sp\u00e6la hondb\u00f3lt vi\u00f0 unglingunum hj\u00e1 Neistanum \u2013 \u00e1 li\u00f0num, sum vann f\u00f8royameistaraheiti\u00f0 \u00ed 1973. Eysturoyggin var annars og yvirh\u00f8vur \u00ed st\u00f3ran mun ein hondb\u00f3lts- og kappr\u00f3\u00f0raroyggj.
Fyritreytirnar og fasilitetirnir v\u00f3ru ikki til anna\u00f0.
T\u00ed\u00f0irnar v\u00f3ru eisini \u00f8\u00f0rv\u00edsi. Arbei\u00f0sdagurin var longri og str\u00e6vnari, og leygardagurin misti ikki taki\u00f0 sum sk\u00faladagur, og vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini eisini sum arbei\u00f0sdagur, fyrrenn ein herskin oljukreppa gj\u00f8rdi k\u00e1l \u00e1 honum fyrst \u00ed sjeyti\u00e1runum. N\u00fa broyttist alt \u00ed st\u00f3rum. T\u00e1i\u00f0 40 av 168 t\u00edmum \u00ed einari viku n\u00fa v\u00f3ru marka\u00f0ir til verkligt str\u00ed\u00f0 \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum, sv\u00f8vnurin f\u00f3r kanska avsta\u00f0 vi\u00f0 72 t\u00edmum, so v\u00f3ru 56 t\u00edmar eftir – til at taka. J\u00fast hesir vikuligu 56 t\u00edmarnir eru r\u00e6ttiliga avgerandi, og ta\u00f0 er j\u00fast her, at hin kommunali leikluturin tekur dik \u00e1 seg og samfelagi\u00f0 av \u00e1lvara broytist, t\u00ed politikarar, sum hava bi\u00f0i\u00f0 um og fingi\u00f0 f\u00f3lksins \u00e1lit, hava skyldu til at mi\u00f0a eftir, hvussu f\u00f3lksins f\u00e6 sum fr\u00e6gast ver\u00f0ur br\u00fakt til tess, at sunnar s\u00e1lir kunnu tr\u00edvast \u00ed sunnum kroppum.
\u00cd dag b\u00fagva 4.462 borgarar \u00ed Runav\u00edkar kommunu. \u00cd 15 bygdum. Kommunan er \u00ed st\u00f3rari menning, og f\u00f3lkatali\u00f0 er \u00ed st\u00f3rum v\u00f8kstri og fer at vaksa, n\u00fa st\u00f3rar \u00e6tlanir eru og fara at vera settar \u00ed verk, solei\u00f0is, at roknast kann vi\u00f0, at f\u00f3lkatali\u00f0 er fari\u00f0 v\u00e6l upp um 5 t\u00fasund um 5 \u00e1r.
F\u00f3tb\u00f3ltsv\u00f8llirnir vi\u00f0 L\u00f8kin og eisini undir M\u00fdrihjalla \u00e1 Sk\u00e1la gj\u00f8rdust veruliga startskoti\u00f0. S\u00ed\u00f0an kom hv\u00f8rt eftir \u00f8\u00f0rum. \u00cdtr\u00f3ttarhallir, fimleikahallir og FIFA-v\u00f8llir \u00ed sm\u00e1u bygdunum. Tann seinasti lagdur undir sk\u00falanum \u00ed Funningi \u2013 ennt\u00e1 vi\u00f0 vallarlj\u00f3si.
Fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an gj\u00f8rdi kommunan av, at sleppa fel\u00f8gunum undan leigu\u00fatrei\u00f0slum yvirh\u00f8vur. Hildi\u00f0 var ikki skilagott, at tey sum var\u00f0a av fel\u00f8gunum, \u00f3l\u00f8ntir idealistar og filantropar fyri ta\u00f0 n\u00f3gva, skuldu br\u00faka st\u00f3ran part av s\u00ednari d\u00fdrabaru t\u00ed\u00f0 til at skipa fyri innt\u00f8kugevandi \u00e1t\u00f8kum – fyri at halda lunnunum undir ungd\u00f3minum \u00ed h\u00f3skiligum standi. Samstundis var\u00f0 fari\u00f0 undir eina skipan vi\u00f0 \u00edtr\u00f3ttarstu\u00f0li, veittur eftir einum skipa\u00f0um lykli, og eitt krav \u00ed skipanini er, at eitt felag, i\u00f0 s\u00f8kir um stu\u00f0ul, skal hava lati\u00f0 grannsko\u00f0a\u00f0an roknskap inn fyri leik\u00e1ri\u00f0 frammanundan. \u00cd 2025 j\u00e1tta\u00f0i Runav\u00edkar kommuna \u00edtr\u00f3ttarfel\u00f8gunum 845 t\u00fasund kr\u00f3nur \u00ed stu\u00f0li. Upph\u00e6ddin ver\u00f0ur \u00e1 lei\u00f0 hin sama \u00ed 2026.
\u00cd 2025 lat kommunan fel\u00f8gum vi\u00f0 tilsamans 2.649 limum \u00edtr\u00f3ttarstu\u00f0ul. N\u00fa svimjingin er vi\u00f0 at taka dik \u00e1 seg, n\u00e6rkast tali\u00f0 2.800, t\u00e1i\u00f0 endurstovna\u00f0a svimjifelagi\u00f0 Neptun longu hevur fingi\u00f0 tekna\u00f0ar \u00e1 lei\u00f0 100 limir \u00ed hesum \u00e1rinum. Ta\u00f0 eru 18 ymsir felagsskapir, st\u00f8rri og minni, sum kommunan onkursvegna samskiftir og samstarvar vi\u00f0, og ta\u00f0 gr\u00f8r um gangandi f\u00f3t sohv\u00f8rt sum m\u00f8guleikar og fyritreytir v\u00ed\u00f0kast og mennast, bara \u00ed \u00e1r longu h\u00f3pin av virkni kring um n\u00fdggju og st\u00e1siligu svimjih\u00f8llina \u00ed Bylgjuni.
Ta\u00f0 eru n\u00fa gingin g\u00f3\u00f0 13 \u00e1r s\u00ed\u00f0an, at onkur fekk meg yvirtala\u00f0an til at gera royndina sum kommunalpolitikari. Ta\u00f0 var ongant\u00ed\u00f0 \u00e6tlanin, hev\u00f0i slept t\u00ed gesjeftinum, og var enda\u00f0ur \u00ed t\u00ed r\u00e6tta elementinum \u00e1 maritima m\u00f3tinum sum havnameistari. Mongum brestur \u00e6tlan, og n\u00fa havi eg siti\u00f0 fyri endanum sum borgarstj\u00f3ri \u00ed tri\u00f0ist\u00f8rstu kommunu landsins \u00ed g\u00f3\u00f0 10 \u00e1r. Hesi 13 \u00e1rini hevur Runav\u00edkar kommuna, vi\u00f0 huga\u00f0um b\u00fdr\u00e1\u00f0slimum, eini dyggari fyrisiting og virknum borgarum, gj\u00f8rt \u00edl\u00f8gur fyri \u00e1 lei\u00f0 300 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed \u00edtr\u00f3ttarfasilitetir. Fimleikarh\u00f8ll, v\u00ed\u00f0kan av \u00edtr\u00f3ttarh\u00f8ll, umv\u00e6lingar av \u00edtr\u00f3ttarhallum, n\u00fdggir grasl\u00edkisv\u00f8llir, vallarlj\u00f3s, sprinkling, \u00edtr\u00f3ttarh\u00fas, n\u00e1tth\u00fas, m\u00e1ltalvur, sk\u00fdli og ikki minst ein framkomin svimjih\u00f8ll, sum saman vi\u00f0 allari Bylgjuni ver\u00f0ur hita\u00f0 upp vi\u00f0 tj\u00f3\u00f0arinnar st\u00f8rstu jar\u00f0hitaskipan – vi\u00f0 30 bora\u00f0um holum \u00ed sv\u00e6\u00f0inum.
Vit eiga eisini tj\u00f3\u00f0arinnar h\u00e6gsta skattaprosent. Hinvegin hava vit landsins h\u00e6gsta barnafr\u00e1dr\u00e1tt \u2013 har sum b\u00f8rn b\u00fagva, r\u00edmilig ansingargj\u00f8ld, og so er ta\u00f0 hugtaki\u00f0 Spjaldur.
Var fr\u00edt\u00ed\u00f0arkorti\u00f0 Spjaldur eitt skilagott hugskot?
Sum \u00ed \u00f8llum l\u00edvsins vi\u00f0urskiftum eru ta\u00f0 helst fleiri meiningar um hetta l\u00edka. Vit vitstu, at \u00edslendingar \u00ed Reykjav\u00edk og K\u00f3pavogi h\u00f8vdu roynt skipanina vi\u00f0 \u201dfristundarkorti\u201d. \u00cd teirra f\u00f8ri ein roynd at flyta ungd\u00f3min inn \u00e1 eina skilabetri l\u00edvslei\u00f0. Ta\u00f0 hevur eydnast \u00ed st\u00f3ran mun.
Ta\u00f0 eru ymiskir h\u00e6ttir at l\u00e6tta um ella at umskipa f\u00edggjarligu orkuna \u00ed samfelagnum. Skattal\u00e6tti er ein h\u00e1ttur og ein annar, av mongum, er at stu\u00f0la undir gerandisdagin hj\u00e1 barnafamiljum og teimum, sum hava trengri kor enn onkur annar. Ta\u00f0 er ein politisk uppg\u00e1va at tryggja, at b\u00f8rn og ungd\u00f3mar sleppa framat tilbo\u00f0unum \u00e1 \u00edtr\u00f3ttar, mentanar- og fr\u00edt\u00ed\u00f0ar\u00f8kinum \u00ed einari kommunu, – l\u00edkamiki\u00f0 hv\u00f8rji f\u00edggjarligu lunnindini annars eru. Sosiala og f\u00edggjarliga st\u00f8\u00f0an hj\u00e1 foreldrum eigur ikki at gera mun \u00e1 b\u00f8rnum og ungum til tess at f\u00e1a nett sama gagn av teimum aktivitetum og m\u00f8guleikum, i\u00f0 annars finnast \u00ed eini kommunalari eind \u00e1 hesum m\u00f3tum.
Vit b\u00e1\u00f0ir Jens Martin Knudsen samskiftu um hendan m\u00f8guleikan, hann hevur veri\u00f0 yrkisleikari \u00ed knattspyrnu \u00ed fr\u00e6ndatj\u00f3\u00f0ini, og eftir ta\u00f0 var Runav\u00edkar b\u00fdr\u00e1\u00f0 \u00e1 vitjan \u00ed \u00cdslandi, har i\u00f0 vit m.a. vitja\u00f0u Reykjav\u00edkar kommunu. T\u00e1 fingu vit kunning um hetta fyribrigdi\u00f0, og eftir at eg \u00ed sj\u00f3nvarpinum hev\u00f0i s\u00e6\u00f0 ein dokumentar hj\u00e1 Dagmari Joensen-N\u00e6s, um einligar mammur \u00ed Havn, og tann eina, vi\u00f0 trimum b\u00f8rnum, \u00ed l\u00edtlari kjallara\u00edb\u00fa\u00f0 sta\u00f0festi, at um eitt av b\u00f8rnunum skuldi \u00ed\u00f0ka \u00edtr\u00f3tt, so rukku hennara f\u00edggjarligu fyritreytir ikki til at hini b\u00e6\u00f0i fingu nakran m\u00f8guleika \u00ed so m\u00e1ta. Fekk ilt fyri br\u00f3sti\u00f0 av sendingini, hon svei\u00f0, og t\u00e1 fall avger\u00f0in. Hetta kundi eitt v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag \u00ed 2019 ikki bj\u00f3\u00f0a s\u00ednum unga f\u00f3lki. B\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 t\u00f3k undir vi\u00f0 at fara undir eina roynd \u00e1 hesum m\u00f3tinum, og eftir at hava samskift vi\u00f0 Reykjav\u00edkar kommunu um m\u00e1li\u00f0, fingu vit serfr\u00f8\u00f0ingin \u00e1 \u00f8kinum, J\u00f3honnu Gar\u00f0arsd\u00f3ttir, \u00ed heims\u00f3kn at hj\u00e1lpa okkum vi\u00f0 at f\u00e1a eina skipan \u00ed lag. Hetta var \u00ed november 2019, og longu 1. januar \u00ed 2020 f\u00f3r skipanin \u00far barkastokki. N\u00f3gvar t\u00f8kniligar tillagingar eru gj\u00f8rdar s\u00ed\u00f0an, og n\u00fa er skipanin \u00ed st\u00f3ran mun sj\u00e1lvvirkandi.
Skipanin er galdandi fyri \u00f8ll \u00ed aldrinum fr\u00e1 0-18 \u00e1r. 3 t\u00fasund kr\u00f3nur eru settar av til hv\u00f8rt av hesum \u00e1rliga, og f\u00e6i\u00f0 er kr\u00f8kt \u00ed b\u00f8rn og ungd\u00f3mar solei\u00f0is, at bert hesi kunnu br\u00faka peningin, foreldrini sleppa ikki framat f\u00e6num, hetta fyri at tryggja \u00f8llum atgongd til teir m\u00f8guleikarnar, sum eru \u00ed kommununi.
Ta\u00f0 v\u00f3ru 1208 b\u00f8rn og ung \u00ed Runav\u00edkar kommunu \u00ed 2025. 2 milli\u00f3nir v\u00f3ru settar av til endam\u00e1li\u00f0, og av hesum v\u00f3r\u00f0u br\u00faktar slakar 1,4 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed farna \u00e1ri. N\u00fdtslan er vaksandi, og eftir tilvenjing er v\u00e6ntandi, at \u00f8ll upph\u00e6ddin ver\u00f0ur br\u00fakt sum fr\u00e1l\u00ed\u00f0ur. N\u00fa eru ongar ranns\u00f3knir gj\u00f8rdar hesum vi\u00f0v\u00edkjandi, men \u00e1 f\u00f3lkamunni hoyri eg ikki anna\u00f0 enn r\u00f3sandi or\u00f0 um skipanina.
Ein politisk skipan, sum ein kommuna eisini er, er sett \u00ed ver\u00f0ina til at skipa eitt so vir\u00f0ismiki\u00f0 samfelag fyri s\u00ednar borgarar sum til ber, vi\u00f0 t\u00ed f\u00e6i sum n\u00fa einafer\u00f0 er t\u00f8kt. Og eftir at omanfyrinevndu upph\u00e6ddir n\u00fa eru br\u00faktar \u00e1 \u00edtr\u00f3ttarm\u00f3tinum, havi eg mangan spurt meg sj\u00e1lvan: Hvussu hev\u00f0i alternativi\u00f0 veri\u00f0 ella s\u00e6\u00f0 \u00fat?
Ta\u00f0 er ikki til at siga, men ta\u00f0 hev\u00f0i undir \u00f8llum umst\u00f8\u00f0um veri\u00f0 \u00f8\u00f0rv\u00edsi\u00f0. Og n\u00e6rliggjandi er at spyrja, hvat i\u00f0 hasir 56 t\u00edmarnir um vikuna annars h\u00f8vdu veri\u00f0 n\u00fdttir til hj\u00e1 hv\u00f8rjum einst\u00f8kum? Ivaleyst til okkurt minni mennandi enn \u00edtr\u00f3tt ella vi\u00f0komandi heilsufremjandi \u00e1hugam\u00e1l. \u00cd sama vi\u00f0fangi eigi eg tann hei\u00f0ur at vera st\u00fdrisforma\u00f0ur \u00ed Ro\u00f0anum, sum er eldra\u00f8ki\u00f0 vi\u00f0 Sk\u00e1lafj\u00f8r\u00f0in, og har skipa vit tv\u00e6r fer\u00f0ir um vikuna, \u00ed Runav\u00edk og \u00e1 Sk\u00e1la, fyri fimleikal\u00f8tum fyri borgarar okkara fr\u00e1 67 til 100 \u00e1ra aldur, og har hava vit sta\u00f0fest, at hesi eru v\u00e6l betri fyri kropsliga, og helst eisini s\u00e1larliga av sosiala felagsskapinum, enn tey v\u00f3ru frammanundan.
Ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur bara um at liggja \u00e1 takinum st\u00fatt og st\u00f8\u00f0ugt. \u00cd l\u00f8tuni gera vit okkum b\u00fagvin til at taka \u00edm\u00f3ti p\u00f8rtum av Oyggjaleikunum \u00ed 2027, ein \u00edtr\u00f3ttarh\u00f8ll er tekna\u00f0 inn \u00ed n\u00fdggju sk\u00fala\u00e6tlanina \u00e1 Glyvrum og so hev\u00f0i ta\u00f0 veri\u00f0 ynskiligt, at f\u00f3tb\u00f3ltsleikarar okkara h\u00f8vdu betri atst\u00f8\u00f0ur til venjingar undir taki, serliga \u00ed vetrarh\u00e1lvuni. Ta\u00f0 mesta av t\u00ed sum vit droyma um kemur einafer\u00f0 \u2013 fyrr ella seinri. Um ikki \u00ed dag \u2013 so \u00ed morgin. Seta vit okkum m\u00e1l, so vera tey einafer\u00f0 rokkin. Uttan m\u00e1l og mi\u00f0 er status quo hin beiski veruleikin, og vit vera vi\u00f0 vissu yvirh\u00e1la\u00f0 av \u00f8\u00f0rum – sokkin \u00ed m\u00fdrulendi.
T\u00e1i\u00f0 fasiliteturin stendur uppi, tykist alt so sj\u00e1lvsagt, og ongin spyr hv\u00f8r i\u00f0 kostna\u00f0urin var. Men vit kunnu sta\u00f0festa, at bara hesi \u00e1rini, s\u00ed\u00f0an eg og a\u00f0rir saman vi\u00f0 m\u00e6r sparka\u00f0u b\u00f3lt \u00ed Gr\u00f3\u00f0art\u00fani og \u00e1 onkrum jar\u00f0arteigi \u00e1 Glyvrum og bygdunum um t\u00e6r lei\u00f0ir, eru F\u00f8royar vor\u00f0nar einar a\u00f0rar enn t\u00e6r v\u00f3ru \u2013 bara \u00ed m\u00ednum stutta l\u00edvi. Ta\u00f0 s\u00e6st n\u00fa aftur \u00e1 leikv\u00f8llum kring um allan heimin. Ikki minst er hetta \u00f8llum teimum fyri at takka, sum dagliga – \u00f3l\u00f8nt – leggja l\u00edv og s\u00e1l \u00ed at f\u00e1a felagsskapin at fungera hj\u00e1 okkara ungd\u00f3mum, sum solei\u00f0is vera betri fyri at taka yvir og menna hesa v\u00e6lsigna\u00f0u tj\u00f3\u00f0 uppaftur meiri.
Ein kommuna skal ikki aktivera s\u00ednar borgarar, hennara lutur er at skipa undirst\u00f8\u00f0una \u2013 dagliga virkna\u00f0inum mega og skulu huga\u00f0ir borgarar skipa fyri. Samfelagi\u00f0 veksur \u00far sv\u00f8r\u00f0inum og uppeftir, ikki \u00far erva og ni\u00f0ureftir, skuldi ta\u00f0 veri\u00f0 – doy\u00f0i samfelagi\u00f0. Pulsurin \u00ed einum samfelag hv\u00edlir \u00e1 engagementinum hj\u00e1 hv\u00f8rjum einstakum borgara og ikki \u00e1 einum l\u00edvleysum kommunukassa. Ta\u00f0 er og fer at vera fyritreytin fyri allari menning n\u00fa og \u00ed allari framt\u00ed\u00f0.
R\u00f8\u00f0a, sum T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen, borgarstj\u00f3ri, helt \u00e1 r\u00e1\u00f0stevnu \u00ed Kongsh\u00f8ll \u00ed dag. Ta\u00f0 hev\u00f0i bori\u00f0 til at leita aftur til \u00c1dam og Evu, Heilagu skriftirnar ella til hitt forna Hellas,…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12733,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[124],"tags":[],"class_list":["post-12732","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fritid-og-itrottur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12732","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12732"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12732\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12734,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12732\/revisions\/12734"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12733"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12732"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12732"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12732"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}