{"id":12932,"date":"2026-03-12T23:39:02","date_gmt":"2026-03-12T23:39:02","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12932"},"modified":"2026-03-12T23:39:03","modified_gmt":"2026-03-12T23:39:03","slug":"skjot-ikki-bodberan","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/03\/12\/skjot-ikki-bodberan\/","title":{"rendered":"Skj\u00f3t ikki bo\u00f0beran"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>Skeivar metingar av \u00farsliti Landskassans v\u00edsa st\u00f3ru \u00f3vissuna \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum.<\/em>&nbsp;<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 dagf\u00f8rdi \u00ed v\u00e1rfr\u00e1grei\u00f0ingini&nbsp;&nbsp;i farnu viku metingina av \u00farslitinum hj\u00e1 landskassanum fyri 2025 fr\u00e1 \u2013390 mi\u00f3. kr. til \u201350 mi\u00f3. kr. T\u00e1 v\u00f3ru n\u00f8kur skj\u00f3t at spyrja:&nbsp;<em>Hvussu kunnu tit taka so n\u00f3gv feil?<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men spurningurin er skeivt settur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Veruleikin er, at broytingin \u00ed metingini ikki fyrst og fremst v\u00edsir, at B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur rokna\u00f0 skeivt. Hon v\u00edsir heldur, hvussu st\u00f3r \u00f3vissan er \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum \u2013 og hvussu avmarka\u00f0 ambo\u00f0 vit hava til at meta um gongdina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ta\u00f0 sum broytti metingina<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin til broytingina er ikki n\u00fdggjar \u00fatrokningar hj\u00e1 B\u00faskaparr\u00e1\u00f0num.&nbsp;Hon er, at F\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 sj\u00e1lvt hevur broytt s\u00edna meting av \u00farslitinum fyri landskassan \u00ed 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00ed\u00f0ani seinastu fr\u00e1grei\u00f0ing eru nevniliga n\u00fdggj t\u00f8l komin fram, sum broyta grundarlagi\u00f0 undir metingini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Serliga eru tr\u00edggjar broytingar:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Rakstrar\u00farsliti\u00f0 er n\u00fa av FMR mett at vera umlei\u00f0 170 mi\u00f3. kr. betri, serliga t\u00ed innt\u00f8kurnar fr\u00e1 t\u00f8ku- og vei\u00f0ugj\u00f8ldum gj\u00f8rdust h\u00e6gri enn v\u00e6nta\u00f0.<\/li>\n\n\n\n<li>\u00cdl\u00f8gurnar eru umlei\u00f0 110 mi\u00f3. kr. l\u00e6gri enn \u00e1\u00f0ur rokna\u00f0 vi\u00f0.<\/li>\n\n\n\n<li>Eykaj\u00e1ttanirnar v\u00f3ru 23 mi\u00f3. kr. l\u00e6gri enn mett bleiv.<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samanlagt flyta hesar broytingar metingina vi\u00f0 303 mi\u00f3. kr. og forkl\u00e1ra solei\u00f0is st\u00f8rsta partin av muninum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum or\u00f0um: Metingin broyttist n\u00f3gv, t\u00ed n\u00fdggj t\u00f8l v\u00edsa eina a\u00f0ra gongd enn mett bleiv \u00ed august 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Prognosur eru ikki sp\u00e1d\u00f3mar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00edggjarligar metingar eru ikki sp\u00e1d\u00f3mar.&nbsp;T\u00e6r eru fr\u00e6gastu framskrivingar vi\u00f0 t\u00ed vit vita \u00ed l\u00f8tuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd sm\u00e1um opnum b\u00faskapum sum t\u00ed f\u00f8royska kann n\u00f3gv broytast skj\u00f3tt: Vei\u00f0un\u00f8gdir, heimsmarkna\u00f0arpr\u00edsir, skatta- og avgjaldsinnt\u00f8kur, l\u00f8nir og \u00edl\u00f8gur.&nbsp;Ein l\u00edtil broyting \u00ed fiskivinnuni, alivinnuni ella \u00ed skattainnt\u00f8kum kann skj\u00f3tt flyta f\u00edggjarliga \u00farsliti\u00f0 vi\u00f0 fleiri hundra\u00f0 milli\u00f3num kr\u00f3num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er ta\u00f0 eisini heilt vanligt, at metingar ver\u00f0a dagf\u00f8rdar. \u00cd veruleikanum er ta\u00f0 tekin um eina virkna f\u00edggjarliga eftirlitsmekanismu, at t\u00f8l ver\u00f0a r\u00e6tta\u00f0, t\u00e1 n\u00fdggj vitan kemur fram.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>St\u00f8rri \u00f3vissa \u00ed sm\u00e1um b\u00faskapum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d3vissan er st\u00f8rri \u00ed F\u00f8royum enn \u00ed st\u00f3rum londum. \u00cd londum vi\u00f0 5\u201310 milli\u00f3num \u00edb\u00fagvum javnar n\u00f3gv seg \u00fat. \u00cd F\u00f8royum kann ein einst\u00f8k vinnugrein flyta n\u00f3gv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskapurin er l\u00edtil og serstakliga treyta\u00f0ur av fiski- og alivinnu, sum grundleggjandi sveiggja n\u00f3gv. T\u00ed er ta\u00f0 n\u00e6rum \u00f3m\u00f8guligt at gera heilt neyvar f\u00edggjarligar metingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ikki eitt tekin um veikleika hj\u00e1 teimum sum meta. Ta\u00f0 er ein grundleggjandi eginleiki vi\u00f0 f\u00f8royska b\u00faskapinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Betri ambo\u00f0 kunnu b\u00f8ta um metingar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 merkir ikki, at vit ikki kunnu gera ta\u00f0 betur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd fleiri londum hava f\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0 og tj\u00f3\u00f0bankar seinastu \u00e1rini br\u00fakt n\u00f3gva orku upp\u00e1 at f\u00e1a til vega betri hagfr\u00f8\u00f0iliga grunda\u00f0ar makrob\u00faskaparligar myndlar. Hetta kann eitt n\u00fa byggja \u00e1 realt\u00ed\u00f0ard\u00e1tur, neyvari innt\u00f8kumetingar og framkomnari prognosuh\u00e6ttir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd F\u00f8royum eru hesi ambo\u00f0 framvegis sera einf\u00f8ld. T\u00ed hev\u00f0i ta\u00f0 veri\u00f0 skynsamt, um F\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 \u00ed felag br\u00faktu orku upp\u00e1 betri metingarambo\u00f0 til f\u00f8royska b\u00faskapin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ikki t\u00ed at prognosur nakrant\u00ed\u00f0 ver\u00f0a fullkomnar. Men t\u00ed at t\u00e6r kunnu gerast betri og meira gj\u00f8gnumskygdar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Skj\u00f3t ikki bo\u00f0beran<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur eina einfalda uppg\u00e1vu: At greina b\u00faskaparligu gongdina og siga fr\u00e1, t\u00e1 vit s\u00edggja broytingar. Umframt at koma vi\u00f0 tilr\u00e1\u00f0ingum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 n\u00fdggj t\u00f8l koma, mugu metingar eisini broytast. Ta\u00f0 er ikki ein veikleiki. Ta\u00f0 er j\u00fast solei\u00f0is ein \u00e1byrgdarfull r\u00e1\u00f0geving um b\u00faskaparpolitikkin eigur at virka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed \u00e1tti kjaki\u00f0 ikki at sn\u00fa\u00f0 seg um at skj\u00f3ta bo\u00f0beran.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heldur \u00e1tti spurningurin at veri\u00f0:&nbsp;Hvussu f\u00e1a vit betri vitan um f\u00f8royska b\u00faskapin \u2013 so politiskar avger\u00f0ir kunnu takast \u00e1 tryggari grund?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Metta \u00farsliti\u00f0 fyri 2026<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Roknskapurin fyri 2025 er ikki endaligur enn, t\u00ed kann endaliga \u00farslit Landskassans gerast eitt anna\u00f0 enn t\u00e6r minus 50 mi\u00f3. kr. Men hvussu vi\u00f0 metta \u00farslitinum fyri 2026?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d3vissan var st\u00f3r fyri metingina av \u00farslitinum fyri 2025, sum bleiv gj\u00f8rd \u00ed september \u00ed fj\u00f8r. Tess st\u00f8rri er \u00f3vissan um \u00farsliti\u00f0 fyri 2026, sum er mett um n\u00fa \u00ed mars.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Mett ver\u00f0ur, at Landskassin fer at hava eitt hall \u00e1 368 mi\u00f3. kr. \u00ed 2026. Hetta byggir beinlei\u00f0is \u00e1 metingina hj\u00e1 FMR, sum samb\u00e6rt F\u00edggjarl\u00f3gini fyri 2026 f\u00e6r eitt hall \u00e1 268 mi\u00f3. kr. Harumframt v\u00e6ntar B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0, at ta\u00f0 koma eykaj\u00e1ttanir fyri 50 mi\u00f3. kr. og meira \u00edl\u00f8gur fyri 50 mi\u00f3. kr.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Halli\u00f0 \u00e1 368 mi\u00f3. kr. svarar til 1,2% av metta BT\u00da fyri 2026. Hetta er ikki n\u00f8ktandi \u00ed eini st\u00f8\u00f0u vi\u00f0 n\u00f3gvum virksemi og st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 ongum arbei\u00f0sloysi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">FMR hevur gj\u00f8rt semju vi\u00f0 12 fakfel\u00f8g um l\u00f8narkarm fyri 2025\/26, har l\u00f8nirnar h\u00e6kka\u00f0 vi\u00f0 3,87%. \u00cd f\u00edggjarl\u00f3gini fyri 2026 bleiv h\u00e6dd tiki\u00f0 fyri eini l\u00f8narh\u00e6kking \u00e1 3,30%. FMR metir t\u00f3, at n\u00fdggi l\u00f8narkarmurin r\u00famast \u00ed verandi j\u00e1ttan. T\u00ed er metingin ikki broytt, men h\u00f8ga l\u00f8narh\u00e6kkingin ger ta\u00f0 meira sannl\u00edkt, at halli\u00f0 ver\u00f0ur enn st\u00f8rri.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heimurin er ikki blivin tryggari hesa s\u00ed\u00f0stu vikuna. Og f\u00f8royski b\u00faskapurin er framvegis l\u00edtil og opin. T\u00ed mugu vit \u00ed F\u00f8royum r\u00e1\u00f0leggja vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed, at \u00farslit Landskassans fyri 2026 kann gerast verri, um st\u00f8rri \u00e1t\u00f8k ikki ver\u00f0a gj\u00f8rd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Johnny \u00ed Gr\u00f3tinum, forma\u00f0ur<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Skeivar metingar av \u00farsliti Landskassans v\u00edsa st\u00f3ru \u00f3vissuna \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum.&nbsp; B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 dagf\u00f8rdi \u00ed v\u00e1rfr\u00e1grei\u00f0ingini&nbsp;&nbsp;i farnu viku metingina av \u00farslitinum hj\u00e1 landskassanum fyri 2025 fr\u00e1 \u2013390 mi\u00f3. kr. til \u201350&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":12933,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,7],"tags":[],"class_list":["post-12932","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12932","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12932"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12932\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12934,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12932\/revisions\/12934"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/12933"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12932"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12932"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12932"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}