{"id":12985,"date":"2026-03-23T15:21:30","date_gmt":"2026-03-23T15:21:30","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=12985"},"modified":"2026-03-23T15:21:30","modified_gmt":"2026-03-23T15:21:30","slug":"formansfragreiding-brugvin-millum-folkid-og-heimastyrid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/03\/23\/formansfragreiding-brugvin-millum-folkid-og-heimastyrid\/","title":{"rendered":"Formansfr\u00e1grei\u00f0ing: Br\u00fagvin &#8211; millum f\u00f3lki\u00f0 og heimast\u00fdri\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.kf.fo\/#\"><\/a><a href=\"https:\/\/www.kf.fo\/#\"><\/a><a><\/a><\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Kommunali kalendarin hevur enn einafer\u00f0 lagt eitt \u00e1r aftur \u00ed kjalarsl\u00f3\u00f0ina. N\u00fa ver\u00f0ur a\u00f0alfundur hildin \u00ed Kommunufelagnum fyri \u00e1ri\u00f0 2025, og \u00ed n\u00e6stum standa ikki f\u00e6rri enn tvey val \u00e1 skr\u00e1, val til F\u00f8roya l\u00f8gting og eisini skulu tvey umbo\u00f0 veljast til eitt \u00fatlendskt parlament.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tollaksmessuaftan \u00ed 2022 skriva\u00f0u tr\u00edggir flokkar (CEF) undir samgonguskjal undir heitinum \u201dSaman eru vit sterk.\u201d Kommunali geirin ver\u00f0ur at kalla ikki tikin upp\u00e1 tungu \u00ed hesum politiska manifestinum, kortini hevur samskifti\u00f0 veri\u00f0 heldur fr\u00e6gari enn vi\u00f0 a\u00f0rar samgongur undan hesari. Okkurt hendinga er komi\u00f0 burtur\u00far, men alt ov l\u00edti\u00f0 \u00ed mun til leiklutin, st\u00f8ddina og t\u00fddningin, sum kommunurnar hava \u00ed f\u00f8royska samfelagnum \u00ed dag. Tiki\u00f0 ver\u00f0ur aftur \u00ed aftur hendan t\u00e1ttin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa forma\u00f0urin \u00ed N\u00fdskipanarnevnd l\u00f8gmans avh\u00f8vda\u00f0i seg sj\u00e1lvan, vi\u00f0 at kandidatera til ein sess \u00e1 F\u00f8roya l\u00f8gtingi, vita vit ikki hv\u00f8rjum n\u00fdskipandi \u00e1t\u00f8kum hann og hansara fylgi \u00e6tla\u00f0i at bor\u00f0rei\u00f0a vi\u00f0, n\u00fa ta\u00f0 \u00e1 \u00f8\u00f0rum sinni l\u00e1 fyri hj\u00e1 nevndini at geva landsst\u00fdrinum g\u00f3\u00f0 r\u00e1\u00f0. G\u00f3\u00f0ar keldur vilja kortini vera vi\u00f0, at nevndin \u00e6tla\u00f0i at v\u00edsa \u00e1 \u00e1ney\u00f0irnar at rationalisera kommunala geiran. At savna kommunurnar \u00ed f\u00e6rri og st\u00f8rri eindir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 eitt afturvendandi umr\u00f8\u00f0uevni \u00e1 politiska pallinum \u00ed \u00e1rat\u00edggju, og umframt fleiri trivalig \u00e1lit, var alt f\u00f3lki\u00f0 \u00ed landinum einafer\u00f0 \u2013 fyri 14 \u00e1rum s\u00ed\u00f0an &#8211; riki\u00f0 til valh\u00f8lini fyri at gera grei\u00f0i fyri s\u00ednari st\u00f8\u00f0u hesum vi\u00f0v\u00edkjandi. \u00c1hugin fyri f\u00f3lkaatkv\u00f8\u00f0uni hin 3. mai \u00ed 2012 var v\u00e6l lakari enn v\u00e6nta\u00f0, fyri ikki at siga p\u00fart ongin, og \u00farsliti\u00f0 gj\u00f8rdi st\u00f8\u00f0una fl\u00f8ktari enn hon var frammanundan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hugsaninar eru av g\u00f3\u00f0um og n\u00f3gvum ors\u00f8kum ymiskar um eitt m\u00e1l sum hetta. \u00cd grannalondunum, t.d. \u00ed \u00cdslandi og \u00ed Danm\u00f8rk, er tali\u00f0 av kommunum v\u00e6l l\u00e6gri enn fyri fj\u00f3r\u00f0ings\u00f8ld s\u00ed\u00f0an, me\u00f0an gongdin \u00ed eitt n\u00fa Fraklandi hevur veri\u00f0 hin \u00f8vuta. Ein av st\u00f3ru politisku vitunum \u00ed Europu, generalurin og forsetin Charles de Gaulle, var sannf\u00f8rdur um, at kommunurnar og borgarstj\u00f3rarnir \u00ed landinum v\u00f3ru ein alney\u00f0ugur grundv\u00f8llur undir franska f\u00f3lkar\u00e6\u00f0inum, h\u00f3ast hann sj\u00e1lvur mi\u00f0savna\u00f0i landspolitiska valdi\u00f0 inni \u00e1 bona\u00f0u fjalunum \u00ed Par\u00eds \u2013 \u00ed Palais de l&#8217;\u00c9lys\u00e9e.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">De Gaulle hugsa\u00f0i um politisku geirarnar sum ein familjubygna\u00f0, har i\u00f0 borgarstj\u00f3rarnir onkursvegna umbo\u00f0a ein vakran og \u00e1byrgdarfullan bygna\u00f0, sum er br\u00fagvin \u00edmillum statin og f\u00f3lki\u00f0 \u00ed landinum. Ta\u00f0 eru \u00e1 lei\u00f0 35 t\u00fasund kommunur \u00ed Fraklandi, &#8211; \u00ed 70%\u00b4um av hesum b\u00fagva f\u00e6rri enn t\u00fasund borgarar. Onkursvegna eru kommunurnar samrakstrar-m\u00e1tturin \u00ed einum landi, sum annars er giti\u00f0 fyri politiska \u00f3r\u00f3gv, og n\u00faverandi kommunali bygna\u00f0ur teirra er eisini ein beinlei\u00f0is avlei\u00f0ing av st\u00f3ru fronsku byltingini seinast \u00ed 18. \u00f8ld.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00edkamiki\u00f0 hvat i\u00f0 hv\u00f8r meinar um kommunala bygna\u00f0in \u00ed F\u00f8royum, so er st\u00f8\u00f0an framvegis hon, at 29 st\u00f8rri og sm\u00e6rri kommunur hava \u00e1byrgdina av st\u00f3rum p\u00f8rtum av samfelagnum. Eftir at dagstovna\u00f8ki\u00f0, barnaverndin og eldra\u00f8ki\u00f0 v\u00f3ru flutt kommununum at taka s\u00e6r av, helst av t\u00ed ors\u00f8k, at landsgeirin ikki evna\u00f0i at reka \u00f8kini h\u00f3skiliga, er kommunali geirin vor\u00f0in ein alt avgerandi leikari \u00ed f\u00f8royska samfelagnum. Hesin geirin er n\u00fa meginleikarin \u00e1 m\u00f3tum, har sum borgarin og myndugleikin m\u00f8tast \u00e1 m\u00f8rkum. Vi\u00f0 hesum hv\u00edlir ein ovurst\u00f3r \u00e1byrgd \u00e1 f\u00f8royskum kommunum. Hetta s\u00e6st eisini aftur \u00ed peningaliga umfarinum hj\u00e1 kommununum, sum t\u00edbetur hevur veri\u00f0 vaksandi, n\u00fa F\u00f8royar hava veri\u00f0 \u00ed einum uppgangandi b\u00faskaparligum sveiggi \u00ed \u00f3vanliga dr\u00fagva t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd n\u00f8kur \u00e1r hava formansskapurin og fyrisitingin \u00ed Kommunufelagnum virka\u00f0 fyri at demokratisera felagsskapin. Gamli bygna\u00f0urin var ein leivd fr\u00e1 t\u00ed\u00f0ini, t\u00e1i\u00f0 tveir kommunalir felagsskapir umbo\u00f0a\u00f0u geiran, t\u00ed var ney\u00f0ugt at endursko\u00f0a og dagf\u00f8ra grundarlagi\u00f0 solei\u00f0is, at ta\u00f0 h\u00f3ska\u00f0i til ein n\u00fdggjan veruleika.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa sita allir borgarstj\u00f3rar landsins \u2013 29 \u00ed tali &#8211; vi\u00f0 bor\u00f0i\u00f0, t\u00e1i\u00f0 vi\u00f0komandi m\u00e1l vera vi\u00f0gj\u00f8rd nakrar fer\u00f0ir um \u00e1ri\u00f0. \u00cd formansskapinum sita 5 borgarstj\u00f3rar, har i\u00f0 tveir teirra \u00ed l\u00f8tuni eru forma\u00f0ur og n\u00e6stforkvinna. \u00cd KAF sita tr\u00edggir borgarstj\u00f3rar saman vi\u00f0 umbo\u00f0um fyri kommunalu ognirnar SEV og IRF, og \u00ed BVS-nevndini (barnavernd) sita tr\u00edggir borgarstj\u00f3rar. Alt bendir \u00e1, at ta\u00f0 hevur eydnast v\u00e6l at flyta \u00e1byrgdina av felagsm\u00e1lunum yvir \u00e1 fleiri her\u00f0ar at r\u00f8kja. Leggjast skal afturat, at Kommunufelagi\u00f0 hevur eina serstakliga munadygga fyrisiting, sum alt\u00ed\u00f0 er t\u00f8k, t\u00e1i\u00f0 kommunurnar hava \u00e1ney\u00f0ir \u00e1 skikka\u00f0ari hj\u00e1lp \u00ed gerandisdegnum. Felagi\u00f0 heldur til \u00e1 tveimum matriklum mi\u00f0skei\u00f0is \u00ed h\u00f8vu\u00f0sborgini, og \u00ed \u00e1r er skipa\u00f0 solei\u00f0is fyri, at b\u00e1\u00f0ir bygningarnir hava lagt um fr\u00e1 svartari til gr\u00f8na orku.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir at samgongan, sum n\u00fa leggur fr\u00e1 s\u00e6r, var\u00f0 skipa\u00f0, hendi ta\u00f0, at eitt a\u00f0alr\u00e1\u00f0 kom undan kavi, sum skuldi hava \u00e1byrgdina av b\u00f8rnum og \u00fatb\u00fagvingum. R\u00f3pt BUMR \u00ed dagligari talu. Ein barnaverk\u00e6tlan var sett \u00e1 lunnar, og \u00e6tlanin var at sm\u00ed\u00f0a eina barnal\u00f3g. Kommunurnar gj\u00f8rdust av g\u00f3\u00f0um grundum ein partur av hesi st\u00f3ru \u00e6tlan, sum samb\u00e6rt v\u00e6lvitandi keldum hevur kosta\u00f0 landinum v\u00e6l omanfyri 10 milli\u00f3nir kr\u00f3nur. L\u00edti\u00f0 og onki kom burtur\u00far arbei\u00f0num uttan ta\u00f0, at ein Familjudepil var\u00f0 skipa\u00f0ur, eftir at Kommunufelagi\u00f0 strongdi \u00e1 fyri at f\u00e1a l\u00edv \u00ed&nbsp; hendan alney\u00f0uga virkna\u00f0in aftur. N\u00fa n\u00fdval er \u00ed hondum ber til at siga, at ongin barnal\u00f3g er komin, og at t\u00e6nasturnar til b\u00f8rn og ung ikki eru betri samskipa\u00f0ar \u00ed dag enn t\u00e6r v\u00f3ru frammanundan, at hetta \u00ed meira lagi akademiska eksperimenti\u00f0 f\u00f3r av bakkastokki. Kanska t\u00ed\u00f0in er komin til, at kommunurnar f\u00e1a ein st\u00f8rri leiklut \u00e1 sk\u00fala\u00f8kinum, sum kann enda vi\u00f0, at f\u00f3lkask\u00falin ver\u00f0ur lagdur til kommununrar at reka \u00e1 sama h\u00e1tt sum hini tr\u00fd \u00f8kini \u2013 dagstovnar, barnavernd og eldra\u00f8ki \u2013 sum samb\u00e6rt teimum flestu liggja \u00ed v\u00e6l betri hondum \u00ed kommunala- heldur enn \u00ed landsgeiranum frammanundan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein skitsa til eina barnal\u00f3g liggur n\u00fa onkusta\u00f0ni \u00edmillum skins og hold, drukna\u00f0 \u00e1 lei\u00f0ini millum pensi\u00f3nsaldur og heimsins longstu undirsj\u00f3varsmogu, og samb\u00e6rt henni var \u00e6tlanin, at kommunurnar skuldu bera dasti\u00f0 av \u00fatrei\u00f0slunum, h\u00f3ast \u00e1byrgdar\u00f8ki\u00f0 liggur b\u00e1\u00f0umegin marki\u00f0. Ongin avtala var millum partarnar um f\u00edgging, h\u00f3ast n\u00fa f\u00fana\u00f0a uppskoti\u00f0 var sent vi\u00f0komandi p\u00f8rtum til hoyringar. Hugskoti\u00f0 var ivaleyst \u00e1 einari lei\u00f0, men ov dr\u00fagva handfaringin fer helst at hava ta\u00f0 vi\u00f0 s\u00e6r, at vit ikki fr\u00e6tta fr\u00e1 hesum m\u00e1linum aftur \u00ed br\u00e6\u00f0i &#8211; um nakrant\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein endursko\u00f0a\u00f0 dagstovnal\u00f3g hvarv eisini \u00far h\u00f8pinum, n\u00fa val var\u00f0 skriva\u00f0 \u00fat. T\u00edbetur, t\u00e1 hon \u00e1 ongan h\u00e1tt var til frama fyri kommunurnar, og h\u00f8pi\u00f0 hon var \u00e6tla\u00f0 til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00edggingin av eldra\u00f8kinum er longu ein avbj\u00f3\u00f0ing, og allar framrokningar benda \u00e1, at st\u00f8\u00f0an fer at standa vi\u00f0 og versna. \u00cd 2021 var ein eftirmeting gj\u00f8rd av \u00f8kinum \u00ed s\u00edni heild, og t\u00e1 kom ein b\u00f3lkur vi\u00f0 fleiri tilm\u00e6lum um, hvat i\u00f0 kundi gerast fyri at tryggja f\u00edggjarliga grundarlagi\u00f0, sum var vi\u00f0 at r\u00ed\u00f0a undan \u00ed mun til kostna\u00f0in. Ta\u00f0 einasta sum higartil er komi\u00f0 burtur\u00far hesum er, at skuldarlofti\u00f0 hj\u00e1 kommununum er h\u00e6kka\u00f0 samsvarandi landskassans afturbering eftir einum f\u00edggingarlykli sm\u00ed\u00f0a\u00f0ur \u00ed 2014. Hartil er loyst upp fyri, at ta\u00f0 ber til at h\u00e6kka egingj\u00f8ldini hj\u00e1 teimum, sum gera br\u00fak av eldra\u00f8kinum. Solei\u00f0is hevur hendan n\u00fa 5 \u00e1ra gamla eftirmetingin ongan bata havt vi\u00f0 s\u00e6r \u00ed mun til f\u00edggjarligu vi\u00f0urskiftini millum land og kommunur. Almenni myndugleikin hevur bert flutt seg \u00e1 m\u00f3tum, sum ongar f\u00edggjarligar avlei\u00f0ingar hevur fyri hann. Avr\u00e1tt var annars \u00e1 fundi millum Landsst\u00fdri\u00f0 og Kommunufelagi\u00f0 t\u00ed\u00f0liga seinasta summar, at F\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 skuldi kalla inn til fund um at finna eina lei\u00f0 burtur\u00far vaksandi avbj\u00f3\u00f0ingunum. Ta\u00f0 hoyrdist hv\u00f8rki or\u00f0 ella ei\u00f0ur aftur \u00far Tinganesi, t\u00ed ver\u00f0ur ein roynd gj\u00f8rd aftur so skj\u00f3tt sum ein n\u00fdggj landsstj\u00f3rn hevur sett seg vi\u00f0 heimast\u00fdrisradiatorarnar \u00ed Nesinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 2025 samr\u00e1ddist Kommunufelagi\u00f0 vi\u00f0 Eirik \u00ed J\u00e1kupsstovu, t\u00e1verandi landsst\u00fdrismann \u00ed almannam\u00e1lum, um at yvirtaka \u00e1byrgdina av teimum minnisveiku undir 67 \u00e1r. Semja og f\u00edgging fekst \u00ed lag, og fr\u00e1 1. januar 2026 er \u00f8ki\u00f0 komi\u00f0 inn \u00ed kommunala geiran. Onnur m\u00e1l \u00e1 markam\u00f3tum liggja framvegis \u00f3loyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c6tlanin var at uppstiga SSP \u2013 tv\u00f8rfakligt samstarv millum sk\u00falar, sosialar myndugleikar og l\u00f8gregluna, men ta\u00f0 eydna\u00f0ist ikki, t\u00e1i\u00f0 ta\u00f0 ikki bar til hj\u00e1 hinum b\u00e1\u00f0um p\u00f8rtunum at h\u00e6kka j\u00e1ttanina. F\u00edggingin til h\u00f8pi\u00f0 er annars samantvinna\u00f0 solei\u00f0is, at kommunurnar, ein f\u00f3lkask\u00falaj\u00e1ttan og ein stu\u00f0ulsj\u00e1ttan fr\u00e1 landinum gjalda hv\u00f8r s\u00edn tri\u00f0ing \u2013 \u00ed \u00e1r \u00e1sett til kr. 1.800.000.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heimild er eisini latin kommununum at taka t\u00e6nastugj\u00f8ld fyri t\u00f3m b\u00fdli, og Fer\u00f0avinnul\u00f3gin, sum var sett \u00ed gildi \u00ed mai 2024, \u00e1leg\u00f0i kommununum at gera fer\u00f0avinnu\u00e6tlanir \u00e1\u00f0renn \u00e1rsskifti\u00f0 2025\/26.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunufelagi\u00f0 hevur \u00ed fleiri \u00e1r veri\u00f0 umbo\u00f0a\u00f0 \u00ed einum orkub\u00f3lki, sum hev\u00f0i til endam\u00e1ls at vera tilm\u00e6landi um ein f\u00f8royskan orkupolitikk. Semja var um ta\u00f0 mesta, men seinasti parturin av arbei\u00f0ssetninginum er ikki avgreiddur enn. Kommunalu umbo\u00f0ini hava sj\u00e1lvandi veri\u00f0 lita\u00f0 av, at kommunurnar eiga og reka orkuskipanina \u00ed F\u00f8royum. \u00d3hugsandi er at eigarin, kommunurnar, hava nakran \u00e1huga \u00ed at sleppa samhaldsfasta leistinum, sum okkara orkuskipan hv\u00edlir \u00e1. Hendan skipanin, sum fyrst og fremst er megingrundin undir einum framkomnum samfelag og landi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt serstakt m\u00e1l \u00ed kommunala geiranum \u00ed 2025 og higartil \u00ed 2026 er avger\u00f0in \u00ed ni\u00f0urlagda l\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0num um, at umval skuldi haldast til b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 \u00ed Runav\u00edkar kommunu hin 13. januar. F\u00f8roya r\u00e6ttur ste\u00f0ga\u00f0i m\u00e1linum fyribils. F\u00f8royska l\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 skriva\u00f0i vali\u00f0 \u00fat \u00ed somu l\u00f8tu sum danska l\u00f8greglan \u00ed F\u00f8royum hev\u00f0i flutt eina skuldseting til eina \u00e1k\u00e6ru \u00edm\u00f3ti valst\u00fdrisformanninum \u00ed Oyndarfir\u00f0i. Hesin er n\u00fa \u00ed F\u00f8roya r\u00e6tti fr\u00edkendur, men enn fer\u00f0ast m\u00e1li\u00f0 um umval onkusta\u00f0ni \u00edmillum F\u00f8roya r\u00e6tt, Procesbevillingsn\u00e6vnet og Landsr\u00e6ttin. Hvussu leikur fer \u00ed hesum margh\u00e1ttliga leiki, eind\u00f8mi \u00ed danskari r\u00e6ttarskipan, fara vit ivaleyst at fr\u00e6tta meiri um sum fr\u00e1l\u00ed\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa standa annars tvey onnur m\u00e1l fyri framman, &#8211; f\u00f3lkatingsval og l\u00f8gtingsval. F\u00f3lkatingsvali\u00f0 hevur ongan t\u00fddning, og ikki st\u00f8rri vir\u00f0i enn tv\u00e6r forvunnar trivaligar l\u00f8nir og r\u00edkiligar pensi\u00f3nir umframt. Teir b\u00e1\u00f0ir sessirnir gagna bert tveimum f\u00f8royingum, \u00f8\u00f0rv\u00edsi er vi\u00f0 l\u00f8gtingsvalinum. L\u00edkamiki\u00f0 hv\u00f8r i\u00f0 sessast \u00fati \u00ed Tingnesi, t\u00e1i\u00f0 landsst\u00fdri\u00f0 er skipa\u00f0, so fara ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 at vera m\u00e1l, sum r\u00f8kka um m\u00f8rk, inn \u00ed b\u00e1\u00f0ar geirar, lands- og kommunala geiran. So skj\u00f3tt sum n\u00fdtt landsst\u00fdri er skipa\u00f0, fer Kommunufelagi\u00f0 at seta seg \u00ed samband vi\u00f0 n\u00fdvalda l\u00f8gmannin um at f\u00e1a \u00ed lag eitt kontinuerligt samskifti og samstarv vi\u00f0 hann og landsst\u00fdrisf\u00f3lkini undir honum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa, ein l\u00edtil vika er eftir av valstr\u00ed\u00f0num, er ylur annars komin \u00ed materiuna, og mascaran br\u00e1\u00f0nar fr\u00e1 gekkaskortunum. Vit hava sj\u00e1lvandi \u00ed spenningi b\u00ed\u00f0a eftir \u00e1lopum \u00e1 kommunala geiran, og ikki \u00f3v\u00e6nta\u00f0 koma skotr\u00ed\u00f0urnar n\u00fa \u00far ymsum hera\u00f0shornum. Hesi, sum l\u00f8gdu dagstovna\u00f8ki\u00f0, barnaverndina og eldra\u00f8ki\u00f0 \u00fat til kommunurar at reka, bert t\u00ed at tey ikki megna\u00f0u ta\u00f0 sj\u00e1lvi, royna n\u00fa at foykja f\u00edggjarligu skor\u00f0urnar undan kommunukassunum, sum eru ivaleysa sperdir frammanundan. Ein politiskur flokkur endurtekur n\u00fa royndina, at h\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin \u00ed kommunuskattinum, og n\u00fa sum fyrr skulu vit bert v\u00edsa \u00e1, at h\u00e6kkar botnfr\u00e1dr\u00e1tturin upp \u00ed 65 t\u00fasund kr\u00f3nur, sum \u00e6tlanin einafer\u00f0 var, fer ta\u00f0 at kosta kommununum \u00e1 lei\u00f0 300 milli\u00f3nir kr\u00f3nur um \u00e1ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt valevni \u00ed sama flokki sum arkitekturin handan aldarinnar mest unikka lop \u2013 man\u00f8vru &#8211; \u00ed b\u00faskaparligum fimleiki, forskattingin av pensi\u00f3nunum, var so \u00f3ansin at siga, at hansara egni keisari var spillnakin. Hann fekk ein uppercut undir h\u00f8gra kj\u00e1lka, og er ikki s\u00e6ddur \u00ed ringinum aftur. Forskattingin er ein partur av vantandi haldf\u00f8rinum, var sagt, og hon er bulurin \u00ed f\u00edggingini av eldra\u00f8kinum, sum kommunurnar n\u00fa fyrisita.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samgongan, sum n\u00fa bl\u00f8\u00f0ir \u00fat, megna\u00f0i ikki royndina, at stytta arbei\u00f0svikuna ni\u00f0ur \u00ed 37 t\u00edmar. Politiska handalagi\u00f0 rakk ikki, og n\u00fa leggur stj\u00f3rnarlei\u00f0arin, l\u00f8gma\u00f0ur, sum ein s\u00e6rdur hvalur, eftir kommunala geiranum fyri at hava for\u00f0a hesum. Her ver\u00f0ur ikki tiki\u00f0 \u00ed egnan barm, t\u00e1i\u00f0 sagt ver\u00f0ur, at kommunali geirin ver\u00f0ur st\u00fdrdur av stein-konservativum monnum. Stein-konservativum monnum. Ta\u00f0 eru tey sum halda, at protestantiski arbei\u00f0smoralurin er ein meginbulur undir v\u00e6lfer\u00f0arsamfel\u00f8gunum, ta\u00f0 eru \u00f8ll eftir \u00f8llum at d\u00f8ma ikki samd um, og vit hava \u00e1\u00f0ur sta\u00f0fest, at bara hendan man\u00f8vran hev\u00f0i kosta\u00f0 kommununum 205 milli\u00f3nir kr\u00f3nur um \u00e1ri\u00f0. Bara \u00ed tveir dagar hava borgarnir, i\u00f0 var\u00f0a av kommununum, bert vi\u00f0 hesum b\u00e1\u00f0um d\u00f8munum, fingi\u00f0 eina loftborna rokning \u00e1 eina h\u00e1lva milliard kr\u00f3nur \u00e1rliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunurnar hava t\u00ed bara eina inniliga \u00e1heitan \u00e1 flokkar og valevni: \u201dHaldi fingrarnar burtur fr\u00e1 kommunala geiranum(!)\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royskur b\u00faskapur er sj\u00e1lvandi \u00f3gviliga \u00e1virka\u00f0ur av t\u00ed sum hendir kring um \u00ed heiminum, men samb\u00e6rt seinastu fr\u00e1grei\u00f0ingini fr\u00e1 B\u00faskaparr\u00e1\u00f0num er ongin grund til st\u00faran. \u00d8rvarnir renna r\u00e6tta vegin, og um skil f\u00e6st \u00e1 raksturin, sum fl\u00f8\u00f0ir og fjarar upp og ni\u00f0ur \u00ed landskassanum, eru \u00fatlitini \u00e1 heilt g\u00f3\u00f0ari lei\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast eitt \u00e1r er umli\u00f0i\u00f0, so kennist ta\u00f0 l\u00edka r\u00e6tt at enda vi\u00f0 somu or\u00f0um sum fyri j\u00fast einum \u00e1ri s\u00ed\u00f0an:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201d\u00d3r\u00f3gv og umskiftilig vi\u00f0urskifti herja heimin. Trupult er at vita hvat i\u00f0 vendir upp og hvat i\u00f0 vendir ni\u00f0ur. Hvat i\u00f0 er reytt og hvat i\u00f0 er bl\u00e1tt og \u00f8vut. Eitt slag av klassiskari imperialismu hevur eisini tiki\u00f0 seg upp fyri eystan og vestan, autokratiskt hugsandi menn ynskja og royna at v\u00ed\u00f0ka um egi\u00f0 territorium, og ein avlei\u00f0ing hj\u00e1 okkum f\u00f8royingum er m.a., at vit hava sett \u00ed verk havnastongsul m\u00f3tvegis einum av samstarvspartnarum okkara. Hvussu vit fara at navigera \u00ed eini meiri \u00f3kendari framt\u00ed\u00f0 enn annars, ta\u00f0 er ilt at vita, men undir \u00f8llum umst\u00f8\u00f0um kunnu r\u00e1\u00f0ini hj\u00e1 Gandhi hj\u00e1lpa okkum: \u201d\u2026..onki teirra sleppur kortini at taka meg av f\u00f3tum. Eg ver\u00f0i standandi \u00ed egnum j\u00f8r\u00f0ildi \u2013 \u00e1 egnari grund.\u201d Tann grundin er treytaleyst f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong><em>T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen, forma\u00f0ur<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sub>Kelda: Kommunufelagi\u00f0 23 mars 2026<\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Kommunali kalendarin hevur enn einafer\u00f0 lagt eitt \u00e1r aftur \u00ed kjalarsl\u00f3\u00f0ina. N\u00fa ver\u00f0ur a\u00f0alfundur hildin \u00ed Kommunufelagnum fyri \u00e1ri\u00f0 2025, og \u00ed n\u00e6stum standa ikki f\u00e6rri enn tvey val \u00e1&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6389,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-12985","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12985","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=12985"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12985\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12986,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/12985\/revisions\/12986"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6389"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=12985"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=12985"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=12985"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}