{"id":13298,"date":"2026-04-26T22:25:27","date_gmt":"2026-04-26T22:25:27","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=13298"},"modified":"2026-04-26T22:25:28","modified_gmt":"2026-04-26T22:25:28","slug":"aftanfyri-skyggini-lysa-stjoernurnar-altid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/04\/26\/aftanfyri-skyggini-lysa-stjoernurnar-altid\/","title":{"rendered":"Aftanfyri sk\u00fdggini l\u00fdsa stj\u00f8rnurnar alt\u00ed\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">R\u00f8\u00f0a sum Marita Olsen flutti fram \u00e1 Sk\u00e1la flaggdagin<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u f\u00f8royingar og g\u00f3\u00f0u sk\u00e1laf\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri takksom fyri m\u00f8guleikan at standa her \u00ed dag. Her eri eg uppvaksin, og her havi eg n\u00f3gv g\u00f3\u00f0 minnir. Her havi eg havt heimsins besta barnd\u00f3m og ungd\u00f3m.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd dag savnast vit undir Merkinum fyri at minnast og h\u00e1t\u00ed\u00f0arhalda, men eisini fyri at hyggja frameftir. Ein dagur, i\u00f0 minnir okkum \u00e1 hv\u00f8rji vit eru, og hvat bindur okkum saman sum tj\u00f3\u00f0. S\u00f8gan um Merki\u00f0 er ein s\u00f8ga um str\u00ed\u00f0, tr\u00fagv og samanhald. Flaggdagurin er eitt tekn um okkara samleika, okkara s\u00f8gu og okkara felags framt\u00ed\u00f0. Men eisini ein dagur har vit kunnu v\u00edsa takksemi fyri tey, sum rudda\u00f0u sl\u00f3\u00f0ina. Fyri tey, sum hv\u00f8nn dag hava str\u00ed\u00f0st og bygt samfelagi\u00f0 upp. Merki\u00f0 fylgir okkum \u00ed n\u00f3gvum av l\u00edvsins vi\u00f0urskiftum, ta\u00f0 veittrar \u00ed g\u00f3\u00f0um l\u00f8tum og truplum l\u00f8tum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ungir f\u00f8royingar \u00ed Keypmannahavn str\u00edddust fyri okkara samleika og Merki okkara. Ta\u00f0 hava vit mangan hoyrt. Hendan s\u00f8gan um Merki\u00f0 er hugtakandi. Hon v\u00edsir okkum, at ta\u00f0 ofta tekur t\u00ed\u00f0, \u00e1\u00f0renn eitt gott hugskot ver\u00f0ur til veruleika. Hugskoti\u00f0 er sj\u00e1lvdan nokk \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum. Ofta skal str\u00ed\u00f0ast fyri hugskotinum, fyri at ta\u00f0 skal gerast veruleiki. Hetta str\u00ed\u00f0i\u00f0 minnir okkum \u00e1, at hetta krevur \u00e1r\u00e6\u00f0i og hart arbei\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd einum heimi, har \u00f3semjur fylla n\u00f3gv, er t\u00fddningarmiki\u00f0 at vit halda fast vi\u00f0 okkara vir\u00f0ir. Hetta merkir ikki at vit alt\u00ed\u00f0 eru samd, men at vit megna\u00f0 at lurta og arbei\u00f0a saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum l\u00edtil tj\u00f3\u00f0 hava vit alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 treisk og skapandi. Vit hava megna\u00f0 at tillaga okkum til skiftandi umst\u00f8\u00f0ur, og vit hava eisini megna\u00f0 at finna loysnir, har onnur kanska hava s\u00e6\u00f0 for\u00f0ingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 vit hyggja frameftir, vita vit samstundis, at t\u00ed\u00f0irnar broytast og kr\u00f8vini broytast, og vit mugu onkursvegna fylgja vi\u00f0. T\u00ed er t\u00fddningarmiki\u00f0 at vit standa saman, og halda fast \u00ed okkara vir\u00f0um &#8211; m.a. tolsemi, arbei\u00f0ssemi, \u00e1r\u00e6\u00f0i, samhugi og dirvi. Og ta\u00f0 er j\u00fast hendan styrkin, sum fer at bera okkum inn \u00ed framt\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0 er kjarnan \u00ed degnum \u00ed dag. Vit eru ikki bert bundin saman av s\u00f8gu og si\u00f0venju, men eisini av t\u00ed, vit gera fyri hv\u00f8nn annan \u2013 hv\u00f8nn dag. Eitt samfelag ver\u00f0ur ikki mett eftir hvussu tey sterkastu kl\u00e1ra seg, men hvussu vit taka okkum av teimum, sum hava br\u00fak fyri hj\u00e1lp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Flaggdagurin er eisini ein \u00e1minning um, at lj\u00f3sari t\u00ed\u00f0ir n\u00e6rkast. Vi\u00f0 lj\u00f3sinum fylgir eisini ein v\u00f3n.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e1rsangurin \u00far leikinum Ronja R\u00e1nsmannad\u00f3ttir hevur havt n\u00f3gv at t\u00fd\u00f0a fyri meg. Hann bleiv sungin fyri m\u00e6r, me\u00f0an eg l\u00e1 sj\u00fak \u00e1 R\u00edkissj\u00fakrah\u00fasinum. Sangurin v\u00edsir \u00e1, at v\u00e1ri\u00f0 n\u00fa vinnur \u00e1 vetrinum, og skj\u00f3tt hava Ronja og Birk aftur m\u00f8guleika at ver\u00f0a saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Leysliga umsett lj\u00f3\u00f0ar ni\u00f0urlagi\u00f0 naka\u00f0 solei\u00f0is:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er v\u00e1r, og ta\u00f0 ver\u00f0ur lj\u00f3st \u00ed m\u00ednum sinni\u00f0. T\u00e1 veturin var allarringast kom v\u00e1ri\u00f0. Kavin br\u00e1\u00f0nar fyri meg og m\u00ednum k\u00e6ru. N\u00fa er v\u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00e1labygd hevur alt\u00ed\u00f0 havt st\u00f3ran t\u00fddning fyri meg. Ta\u00f0 er her eg merkti at bygdin av \u00e1lvara st\u00f3\u00f0 saman, t\u00e1 veturin var allarringast. Ta\u00f0 var her eg l\u00e6rdi at menniskju hava st\u00f8rstan t\u00fddning. Ta\u00f0 er hetta, sum er eitt ey\u00f0kenni fyri okkum f\u00f8royingar, og tykkum her \u00ed bygdini. Vit standa saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Aftanfyri sk\u00fdggini l\u00fdsa stj\u00f8rnurnar alt\u00ed\u00f0. Solei\u00f0is ver\u00f0ur av og \u00e1 tiki\u00f0 til. H\u00f3ast hart leikar \u00e1 og veturin er har\u00f0ur, so l\u00fdsa stj\u00f8rnurnar har aftanfyri sk\u00fdggini onkrasta\u00f0ni. Me\u00f0an vit b\u00ed\u00f0a eftir at s\u00edggja stj\u00f8rnurnar er t\u00fddningarmiki\u00f0 at vit standa saman og hj\u00e1lpast at.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eru l\u00edtil, men kn\u00e1 og vi\u00f0 st\u00f3rum hj\u00f8rtum. \u00cd altj\u00f3\u00f0a \u00edtr\u00f3tti kl\u00e1ra vit okkum v\u00e6l. Nevnast kann svimjing, renning, parasport, f\u00f3tb\u00f3ltur, hondb\u00f3ltur o.s.v. T\u00e1 tj\u00f3\u00f0sangurin ver\u00f0ur sungin, og Merki\u00f0 ver\u00f0ur vundi\u00f0 \u00e1 stong, hava vit eina serliga kenslu \u00ed okkum. Kensluna av at hoyra til, og kenslan v\u00edsir \u00e1, at okkara styrki liggur \u00ed felagsskapinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 hesi f\u00f8roysku \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkini fara \u00fat \u00ed heim at kappast, bera tey ikki einans seg sj\u00e1lvi fram \u2013 tey bera F\u00f8royar. \u00cd teimum l\u00f8tunum savnast ein heil tj\u00f3\u00f0 um eitt felags m\u00e1l. Vit kenna stoltleika og spenning. Og spyrt t\u00fa \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkini, so er onki meir serstakt enn at str\u00ed\u00f0ast vi\u00f0 Merkinum \u00e1 bringuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00e1labygd hevur n\u00f3gv at bj\u00f3\u00f0a. Her er n\u00f3gv vinna, n\u00f3gvir felagsskapir og n\u00f3gvir orginalar. Av felagsskapum \u00ed bygdini kunnu m.a. nevnast Sk\u00e1la, St\u00cdF og \u00edtr\u00f3ttar\u00f8ki\u00f0, Meinigheitsh\u00fasi\u00f0, Nerija, S\u00e6la og Kahyttin. Her eru felagsskapir til b\u00e6\u00f0i ung sum eldri. V\u00e6leydna\u00f0a tiltaki\u00f0 J\u00f3l \u00e1 Gamlavegi er eisini alt\u00ed\u00f0 eina vitjan verd. Og enn einafer\u00f0 hava vit fingi\u00f0 eitt l\u00f8gtingsf\u00f3lk \u00ed bygdini. Hetta v\u00edsir eisini, at bygdin stendur saman, og alt hetta samla\u00f0 ger eina bygd serstaka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er t\u00fddningarmiki\u00f0, at standa saman sum tj\u00f3\u00f0, men at standa saman sum bygd er av l\u00edka st\u00f3rum t\u00fddningi. Sum Mikkjal \u00e1 Ryggir yrkir:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um t\u00fa vilt gle\u00f0i vinna, s\u00f8k ei til h\u00e6gsta sal! Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast v\u00e6l, har k\u00e6rleiki man r\u00e1\u00f0a, har bl\u00eddni er vi\u00f0 bor\u00f0, har mildar tungur s\u00e1a tey mj\u00faku troystaror\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fr\u00e1 m\u00e6r skal \u00ed \u00f8llum f\u00f8rum lj\u00f3\u00f0a ein st\u00f3r t\u00f8kk til m\u00edna heimbygd, sum \u00ed m\u00ednum hugaheimi\u00f0 var heimsins besta sta\u00f0 at vaksa upp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa er v\u00e1ri\u00f0 komi\u00f0, vit hoyra tj\u00f8ldrini og s\u00edggja s\u00f3lina, og stj\u00f8rnurnar h\u00f3mast \u00e1 himmalinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lat hetta ver\u00f0a eina \u00e1minning um at standa saman, og lat okkum hyggja at stj\u00f8rnunum saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0an flaggdag.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>R\u00f8\u00f0a sum Marita Olsen flutti fram \u00e1 Sk\u00e1la flaggdagin G\u00f3\u00f0u f\u00f8royingar og g\u00f3\u00f0u sk\u00e1laf\u00f3lk. Eg eri takksom fyri m\u00f8guleikan at standa her \u00ed dag. Her eri eg uppvaksin, og her&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":13299,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[124,131],"tags":[],"class_list":["post-13298","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fritid-og-itrottur","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13298","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=13298"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13298\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":13300,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13298\/revisions\/13300"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/13299"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=13298"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=13298"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=13298"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}