{"id":13517,"date":"2026-06-02T14:56:47","date_gmt":"2026-06-02T14:56:47","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=13517"},"modified":"2026-06-02T14:56:47","modified_gmt":"2026-06-02T14:56:47","slug":"landsvegir-i-forfalli-375-millionir-kronur-i-eftirsleipi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/06\/02\/landsvegir-i-forfalli-375-millionir-kronur-i-eftirsleipi\/","title":{"rendered":"Landsvegir \u00ed forfalli, 375 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed eftirsleipi"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Fyri kortum hevur undirrita\u00f0i saman vi\u00f0 fleiri \u00f8\u00f0rum l\u00f8gtingslimum sett landsst\u00fdrismanninum \u00ed vinnum\u00e1lum \u00a752a-fyrispurningar um vegakervi\u00f0 og vantandi j\u00e1ttan til rakstur av hesum. Hetta hevur fingi\u00f0 landsverkfr\u00f8\u00f0ingin at taka bla\u00f0i\u00f0 fr\u00e1 munninum og r\u00f3pa varsk\u00f3. Eftirsleipi\u00f0 av vantandi vi\u00f0l\u00edkahaldi av undirst\u00f8\u00f0ukervinum var umlei\u00f0 375 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed 2018 og er helst n\u00f3gv st\u00f8rri \u00ed dag. St\u00f8\u00f0an, sum hon er \u00ed dag, er p\u00fara greitt ein beinlei\u00f0is avlei\u00f0ing av t\u00ed evarska l\u00edtlu rakstrarj\u00e1ttanini, sum ver\u00f0ur sett av til at halda vegir okkara.<\/h2>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image is-resized\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.samband.fo\/Admin\/Public\/Getimage.ashx?image=\/Files\/Billeder\/Tidindi\/Unknown.jpeg&amp;width=900&amp;height=500&amp;Crop=7&amp;x=-62&amp;y=38\" alt=\"\" style=\"aspect-ratio:1.8000216348754192;width:334px;height:auto\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsvegir \u00ed forfalli, 375 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed eftirsleipi<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eru tilsamans 476 kilometrar av landsvegi \u00ed F\u00f8royum, og samla\u00f0a j\u00e1ttanin til vi\u00f0l\u00edkahald av landsvegunum er umlei\u00f0 42 milli\u00f3nir kr\u00f3nur. Av hesum fara umlei\u00f0 11 milli\u00f3nir kr\u00f3nur bert til vetrarhald, og harumframt fer ein partur av j\u00e1ttanini til tilb\u00fagving. Pr\u00edsurin \u00e1 asfalti er farin n\u00f3gv upp seinastu t\u00ed\u00f0ina, og vi\u00f0 verandi fer\u00f0 kemur Landsverk helst ikki at r\u00f8kka runt at vi\u00f0l\u00edkahalda allar landsvegir, fyrr enn v\u00e6l yvir ein \u00f8ld er runnin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann parturin av undirst\u00f8\u00f0ukervinum, sum avgj\u00f8rt ver\u00f0ur best hildin, eru undirsj\u00f3vartunlarnir, og ta\u00f0 er eingin tilvild. Raksturin av teimum ver\u00f0ur beinlei\u00f0is f\u00edggja\u00f0ur vi\u00f0 tunnilsgj\u00f8ldunum, sum ver\u00f0a goldin av br\u00fakarunum av tunlunum. Hetta leggur raksturin av \u00f8llum undirsj\u00f3vartunlum \u00ed eina trygga rakstrarlegu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Innt\u00f8kurnar \u00ed landskassanum fr\u00e1 \u00e1vikavist vektgjaldi eru 145 milli\u00f3nir kr\u00f3nur, fr\u00e1 skr\u00e1setingargjaldi 117 milli\u00f3nir kr\u00f3nur og fr\u00e1 fer\u00f0aavgjaldi 17 milli\u00f3nir kr\u00f3nur. Hetta eru tilsamans 279 milli\u00f3nir kr\u00f3nur, sum beinlei\u00f0is ver\u00f0a tiknar inn \u00ed landskassan fyri slit \u00e1 undirst\u00f8\u00f0ukervi. Hev\u00f0i bert ein partur av hesum veri\u00f0 settur av til rakstur og vi\u00f0l\u00edkahald av vegum okkara, hev\u00f0i sta\u00f0i\u00f0 munandi betur til vi\u00f0 landsvegunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er sj\u00f3n fyri s\u00f8gn, at politiska skipanin hevur havt st\u00f3ran \u00e1huga \u00ed at klippa sn\u00f3rar og gera n\u00fdggjar \u00edl\u00f8gur, men ongan \u00e1huga \u00ed at seta av til at vi\u00f0l\u00edkahalda hesar somu \u00edl\u00f8gurnar. T\u00f3 tykist ta\u00f0 vera ein konsensus \u00ed politisku skipanini um, at st\u00f8\u00f0an, sum hon er \u00ed dag, ikki er n\u00f8ktandi og m\u00e1 endursko\u00f0ast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So er st\u00f3ri spurningurin, um ta\u00f0 fer at eydnast landsst\u00fdrismanninum og L\u00f8gtinginum at ra\u00f0festa eina langt\u00ed\u00f0ar\u00e6tlan fyri vi\u00f0l\u00edkahaldi \u00e1 komandi f\u00edggjarl\u00f3gum. Livst, so spyrst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 v\u00f3n um batar, Hermann R. Samuelsen<br>L\u00f8gtingsma\u00f0ur, Sambandsflokkurin<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\">kelda: samband.fo<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyri kortum hevur undirrita\u00f0i saman vi\u00f0 fleiri \u00f8\u00f0rum l\u00f8gtingslimum sett landsst\u00fdrismanninum \u00ed vinnum\u00e1lum \u00a752a-fyrispurningar um vegakervi\u00f0 og vantandi j\u00e1ttan til rakstur av hesum. Hetta hevur fingi\u00f0 landsverkfr\u00f8\u00f0ingin at taka bla\u00f0i\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":13518,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-13517","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13517","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=13517"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13517\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":13543,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13517\/revisions\/13543"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/13518"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=13517"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=13517"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=13517"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}