{"id":13586,"date":"2026-06-05T23:11:38","date_gmt":"2026-06-05T23:11:38","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=13586"},"modified":"2026-06-05T23:13:46","modified_gmt":"2026-06-05T23:13:46","slug":"grundlogardagur-og-folkaraedid-i-litlum-oyggjasamfelag","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/06\/05\/grundlogardagur-og-folkaraedid-i-litlum-oyggjasamfelag\/","title":{"rendered":"Grundl\u00f3gardagur og f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i\u00f0 \u00ed l\u00edtlum oyggjasamfelag"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Eru vit eitt v\u00e6lvirkandi r\u00e6ttarsamfelag?<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 teimum risa broytingum, sum eru hendar \u00ed okkara samfelag tey seinastu 20 \u00e1rini, kann ein spyrja, um vit eru eitt v\u00e6lvirkandi r\u00e6ttarsamfelag, har n\u00fdskapan og menning hava g\u00f3\u00f0 kor.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein kann spyrja, hv\u00ed eg nevni n\u00fdskapan og r\u00e6ttarsamfelag samstundis. Hetta er sera einfalt: skulu vit menna eitt land, og skulu borgarar og vinna t\u00edma at menna samfelagi\u00f0, so er ney\u00f0ugt, at tey undirliggjandi vi\u00f0urskiftini eru grei\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Eftirlitsstovnar \u2013 n\u00f3gv eru sett \u00e1 stovn, men riggar skipanin?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava sett h\u00f3pin av eftirlitsstovnum \u00ed landinum: kommunala eftirliti\u00f0, fjarskiftiseftirlit, orku-eftirlit, br\u00fakaraeftirlit og eina r\u00fagvu av undirdeildum og stovnum v.m., sum \u00f8ll skulu kanna tey, sum skulu arbei\u00f0a ella stovna vinnufyrit\u00f8kur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men um mi\u00f0fyrisitingin, stovnar, L\u00f8gtingi\u00f0 og L\u00f8gtingsins umbo\u00f0sma\u00f0ur ikki kunnu tryggja, at grundleggjandi vi\u00f0urskiftir eru \u00ed lagi, so f\u00e1a vit ikki eitt v\u00e6lvirkandi r\u00e6ttarsamfelag, har innovati\u00f3n tr\u00edvist.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Kommunurnar \u2013 ein st\u00f3rur partur av b\u00faskapinum og ein veikur li\u00f0ur \u00ed n\u00e6r demokratinum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunurnar eru ein st\u00f3rur partur av landsins b\u00faskapi, og t\u00ed er ta\u00f0 avgerandi, at eftirliti\u00f0 her er n\u00f8ktandi. Um kommunala eftirliti\u00f0 ikki virkar, kann ta\u00f0 merkja eitt veikt n\u00e6r demokrati, har borgarstj\u00f3rar kunnu taka s\u00e6r vald og avger\u00f0arheimildir, i\u00f0 teir ikki hava r\u00e6tt til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd einum l\u00edtlum samfelag, har avstandurin millum vald og borgara er stuttur, er ta\u00f0 serliga vandamiki\u00f0, um kommunalir lei\u00f0arar kunnu st\u00fdra eftir egnum vilja uttan veruligt eftirlit. Hetta kann skapa mistrivna\u00f0, \u00f3javnv\u00e1g og \u00f3trygd \u00ed lokalsamfelagnum \u2013 og ta\u00f0 undirgrevur alt ta\u00f0, sum eitt r\u00e6ttarsamfelag byggir \u00e1: gj\u00f8gnumskygni, \u00e1byrgd og javnr\u00e6tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00e1 demokrati ver\u00f0ur veikt<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Demokrati er so veikt, at um borgarstj\u00f3rar gera sum teir vilja, og kommunala eftirliti\u00f0 ikki heldur st\u00fdr \u00e1 kommununum, so er skj\u00f3tt gali\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um L\u00f8gtingi\u00f0 hevur samtykt, at allar fiskivinnubroytingar \u00ed millumlanda s\u00e1ttm\u00e1lum skulu leggjast fyri L\u00f8gtingi\u00f0, og hetta ikki ver\u00f0ur gj\u00f8rt, so er ringt skil \u00ed landinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um Landsst\u00fdri\u00f0 ikki hevur eftirlit vi\u00f0 l\u00f3gg\u00e1vuarbei\u00f0inum hj\u00e1 landsst\u00fdrinum, so er heilt gali\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um LUM ikki tekur m\u00e1l upp, um tey fella uttanfyri teirra arbei\u00f0s\u00f8ki\u00f0 ella eru ov gomul, so er eisini heilt gali\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Hin gr\u00f8v: ov n\u00f3gv eftirlit og ov n\u00f3gv regulering<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hinvegin kunnu vit fara \u00ed hina gr\u00f8vina, har alt skal kannast og regulerast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2013 F\u00f8royskar fyrit\u00f8kur, sum gera ein l\u00edtlan feil, f\u00e1a risa b\u00f8tur, um eitt komma er skeivt \u00ed ums\u00f3kn um f\u00f8royska arbei\u00f0smegi. \u2013 Skal ein vindmylla setast upp, so tekur ta\u00f0 fleiri \u00e1r vi\u00f0 kanningum og hoyringum \u00ed est og vest. \u2013 Um rei\u00f0ar\u00ed halda, at a\u00f0alr\u00e1\u00f0 tulkar l\u00f3gina skeivt, so er eingin, sum vil eftirkanna hetta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Sv\u00f8k pressa og eingin vinnumi\u00f0il<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um borgarar ella fyrit\u00f8kur halda seg ver\u00f0a fyri \u00f3r\u00e6tti, so er torf\u00f8rt at f\u00e1a hesi vi\u00f0urskiftir fram \u00ed lj\u00f3si\u00f0. Vit hava j\u00fa ikki eina pressu, sum hevur f\u00edggjarliga orku og f\u00f3lk til at eftirkanna ivam\u00e1l \u00ed samfelagnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um vinnan heldur, at mannagongdir og avger\u00f0ir kundu veri\u00f0 meira skilag\u00f3\u00f0ar, so er eingin vinnumi\u00f0il til at taka hetta upp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 mesta ver\u00f0ur bara sligi\u00f0 upp \u00ed glans og yppa \u00f8ksl. T\u00ed kann ein spyrja, um vit veruliga hava ta\u00f0 eftirlit, i\u00f0 er ney\u00f0ugt. Samstundis kann ein eisini spyrja, um vit ikki hava eitt yvir regulera\u00f0 samfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00f8rvur \u00e1 sterkum l\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0 og \u00e1byrgd<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd einum l\u00edtlum samfelag er ney\u00f0ugt vi\u00f0 sterkum l\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0. Og skulu vit hava ein stovn sum LUM, so m\u00e1 hesin sum ta\u00f0 minsta kunna geva administrativar b\u00f8tur til tey starvsf\u00f3lk, sum ikki r\u00f8kja s\u00edtt starv til fulnar \u2013 b\u00f8tur \u00far 1.000 til 5.000 kr. Hetta fyri at signalera, at landi\u00f0 ikki letur alt um seg ganga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt r\u00e6ttarsamfelag byggir eisini \u00e1, at borgarar f\u00e1a svar uttan at skula bi\u00f0a um hetta. Ta\u00f0 er ney\u00f0ugt vi\u00f0 grundleggjandi hugbur\u00f0abroytingum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Hagt\u00f8l, greiningar og t\u00f8rvurin \u00e1 eini virknari Hagstovu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 ta\u00f0 kemur til hagt\u00f8l, so hava vit eina g\u00f3\u00f0a Hagstovu vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um datagrunnum. Men ney\u00f0ugt er, at spesialistarnir har gera greiningar fyri og til politikarar, vinnu og borgarar \u2013 og til mi\u00f0lar at analysera.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eingin hevur orku til at gera vinnugreiningar, f\u00f3lkasamansetingargreiningar, arbei\u00f0smarkna\u00f0argreiningar og innt\u00f8kugreiningar. <strong>\u00c1rb\u00f3kin m\u00e1 f\u00e1ast til l\u00edv aftur<\/strong>, og <strong>Hagtalst\u00ed\u00f0indi<\/strong> framleidd av Hagstovuni. Ta\u00f0 eru hagt\u00f8l, sum v\u00edsa gongdina \u00ed samfelagnum yvir fleiri \u00e1r \u2013 minst 10 \u00e1r. At tosa um hagt\u00f8l \u00e1r fyri \u00e1r gevur onga meining at leggja \u00e1 heimas\u00ed\u00f0una.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Eru vit innovativ og hava vit eitt sterkt r\u00e6ttarsamfelag?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg ivist. Vi\u00f0 t\u00ed vitan og teimum uppl\u00fdsingum, eg dagliga f\u00e1i, haldi eg, at her kunnu st\u00f3rir batar gerast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>L\u00edtla oyggjasamfelagi\u00f0 og tann veika fj\u00f3r\u00f0a statsvaldi\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ikki l\u00e6tt \u00ed einum l\u00edtlum oyggjasamfelag vi\u00f0 veikum eftirlitsstovnum og einari f\u00e1mentari pressu at seta spurnartekn vi\u00f0 tey ivam\u00e1l, sum kunnu uppstanda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd fleiri av okkara grannalondum f\u00e6r pressan be\u00f0t\u00fd\u00f0iligan statsstu\u00f0ul, t\u00ed f\u00f3lk og politikarar ynskja, at samfelagi\u00f0 hevur eitt virki\u00f0 r\u00e6ttarsamfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd F\u00f8royum er gott at liva og virka, men ta\u00f0 kann gerast enn betur og okkum t\u00f8rvar einfaldari mannagongdir \u00e1 n\u00f3gvum \u00f8kjum og ta\u00f0 er ikki st\u00f8ddin \u00e1 a\u00f0alr\u00e1\u00f0um i\u00f0 avger\u00f0 um vit hava eitt v\u00e6lvirkandi samfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri meiri bangin fyri einum st\u00f3rum a\u00f0alr\u00e1\u00f0 har alt er vavt saman og har \u00f8ll kunnu goyma seg og siga hatta var ikki m\u00edn deild, men hin deildin og hin deildarlei\u00f0arin. <\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkum t\u00f8rvar eina l\u00f3gg\u00e1vu sum definerar n\u00f8kur a\u00f0alr\u00e1\u00f0 sum ikki kunnu broytast, serliga eitt sterkt l\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0. Vit mugu sum skj\u00f3tast yvirtaka \u00fatlendinga \u00f8ki\u00f0, vit mugu \u201cforeinkla\u201d sj\u00fakradagpeningaskipanina, vit mugu ger\u00f0a ta\u00f0 \u201ceinklari\u201d at stovna fyrit\u00f8kur. T\u00e1 f\u00f3lk hava stovna fyrit\u00f8ku hj\u00e1 skr\u00e1seting F\u00f8roya skulu tey sj\u00e1lvsagt ikki senda somu skj\u00f8l til TAKS stovningarsamtykt, vi\u00f0t\u00f8kur, hvat er endam\u00e1li\u00f0 v.m. Ta\u00f0 er longu skr\u00e1sett. <\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um vit h\u00f8vdu eina sterka pressu so h\u00f8vdu tey eisini spurt politikarar um hvussu oljuvinnan skal skattast \u00ed einum framkomnum landi og hvat landi f\u00e6r burtur\u00far. Og um vit h\u00f8vdu eina vanliga vinnupressu, so vildu tey eisini v\u00edst \u00e1, at at st\u00f3rfyrit\u00f8kur innan olju\u00fatvinnan bert skulu skattast av \u00e1rs\u00farslitinum ikki er ein gongd lei\u00f0, ta\u00f0 hava tey langt s\u00ed\u00f0ani funni \u00fatav \u00ed Afrika og \u00f8llum heiminum<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Eru vit eitt v\u00e6lvirkandi r\u00e6ttarsamfelag? Vi\u00f0 teimum risa broytingum, sum eru hendar \u00ed okkara samfelag tey seinastu 20 \u00e1rini, kann ein spyrja, um vit eru eitt v\u00e6lvirkandi r\u00e6ttarsamfelag, har n\u00fdskapan&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":2,"featured_media":9080,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-13586","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13586","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/2"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=13586"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13586\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":13588,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13586\/revisions\/13588"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9080"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=13586"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=13586"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=13586"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}