Heiminum vi\u00f0 V\u00e1gna, tann 3. februar 2026. Heimi\u00f0 er b\u00fastovnur hj\u00e1 Nor\u00f0oya B\u00fa- og heimat\u00e6nastu<\/li>\n\n\n\n
Heiminum \u00e1 S\u00fdnini, tann 15. apr\u00edl 2026. Heimi\u00f0 er b\u00fastovnur hj\u00e1 Vesturv\u00f3n<\/li>\n\n\n\n
Eldral\u00f3gini, l\u00f3g nr. 19 fr\u00e1 7 apr\u00edl 2014 um heimat\u00e6nastu, eldrar\u00f8kt v.m.\u00a0<\/li>\n\n\n\n
Tvingilsl\u00f3gini, l\u00f3g nr. 73 fr\u00e1 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv \u00ed sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6ttin<\/li>\n\n\n\n
Verjum\u00e1lsl\u00f3gini, anordning nr. 397 fr\u00e1 20. apr\u00edl 2021 om ikrafttr\u00e6den for F\u00e6r\u00f8erne af v\u00e6rgem\u00e5lsloven<\/li>\n\n\n\n
dagligdagurin \u00e1 deildini, m.a. tilt\u00f8k, \u00edtriv og o.a. fyri virkni, trivna og umsorgan<\/li>\n\n\n\n
sambond (relati\u00f3nir) og samskifti vi\u00f0 tey avvar\u00f0andi<\/li>\n\n\n\n
sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6ttur, samtykki, verjum\u00e1l, framt\u00ed\u00f0arfulltr\u00fa og f\u00edggjarvi\u00f0urskifti<\/li>\n\n\n\n
\u00c1\u00f0renn vitjanina v\u00f3r\u00f0u b\u00faf\u00f3lk og teirra avvar\u00f0andi kunna\u00f0i um, at umbo\u00f0sma\u00f0urin kom \u00e1 eftirlitsvitjan, og at tey, sum ynsktu ta\u00f0, h\u00f8vdu m\u00f8guleika at tosa vi\u00f0 umbo\u00f0smannin.
Eftirlitsvitjaninar v\u00f3r\u00f0u skipa\u00f0ar solei\u00f0is, at byrja\u00f0 var\u00f0 vi\u00f0 einum fundi vi\u00f0 lei\u00f0sluna og umbo\u00f0 fyri starvsf\u00f3lkini. Eftir fundin var\u00f0 v\u00edst runt \u00e1 heimunum. S\u00ed\u00f0ani tosa\u00f0i umbo\u00f0sma\u00f0urin vi\u00f0 b\u00faf\u00f3lk, avvar\u00f0andi og starvsf\u00f3lk, sum ynsktu samr\u00f8\u00f0u vi\u00f0 umbo\u00f0smannin. At enda var samr\u00f8\u00f0a vi\u00f0 lei\u00f0sluna, har tiki\u00f0 var\u00f0 samanum dagin.
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur gj\u00f8rt fr\u00e1grei\u00f0ingar fr\u00e1 hesum eftirlitsvitjanunum.
Nor\u00f0oya B\u00fa- og heimat\u00e6nasta, Vesturv\u00f3n og B\u00fa- og heimat\u00e6nastan \u00ed Su\u00f0uroy og lei\u00f0slurnar \u00e1 heimunum fingu h\u00f8vi at gera vi\u00f0merkingar til fr\u00e1grei\u00f0ingarnar. N\u00fa fr\u00e1grei\u00f0ingarnar eru lidnar, eru t\u00e6r, umframt at vera sendar til nevndu eldrasamst\u00f8rv og lei\u00f0slunum fyri heimini, eisini sendar landsst\u00fdriskvinnuni \u00ed heilsum\u00e1lum (eldral\u00f3gin, kommunul\u00e6knaskipanin og psykiatriski depilin) og L\u00f8gtinginum.
Fr\u00e1grei\u00f0ingarnar eru grundarlag undir teimum samandr\u00e1ttum, sum kunnu lesast \u00ed fylgiskj\u00f8lunum 1-3,  har tiki\u00f0 ver\u00f0ur samanum fr\u00e1 vitjanunum, og hv\u00f8rji tilm\u00e6li umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur givi\u00f0.
Her er stutt samanskriving av vi\u00f0merkingum og tilm\u00e6lum fr\u00e1 umbo\u00f0smanninum
Um dagligdagin \u00e1 deildunum<\/strong>
Me\u00f0an Heimi\u00f0 vi\u00f0 V\u00e1gna er ein n\u00fdggjari bygningur (uml. 10 \u00e1r), eru Heimi\u00f0 \u00e1 S\u00fdnini (fr\u00e1 1972) og Su\u00f0uroyar Ellis- og r\u00f8ktarheim (fr\u00e1 1977) eldri bygningar, sum vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini eru umbygdir. Fatanin hj\u00e1 umbo\u00f0smanninum var, at vi\u00f0 teimum broytingum og dagf\u00f8ringum, sum v\u00f3ru gj\u00f8rdar, var talan um stovnar, i\u00f0 h\u00f8vdu r\u00edmiliga g\u00f3\u00f0ar karmar til s\u00edtt virksemi, og \u00ed innr\u00e6ttingini var eisini roynt at skapa heimiligar umst\u00f8\u00f0ur. \u00c1 tveimum av heimunum v\u00f3ru t\u00f3 ynski um at f\u00e1a pausur\u00fam til starvsf\u00f3lkini, og m\u00e6lti umbo\u00f0sma\u00f0urin lei\u00f0sluni at umhugsa, hvussu betrast kann um hesi vi\u00f0urskifti, so fysisku umst\u00f8\u00f0urnar ikki leggja eyka tr\u00fdst \u00e1 starvsf\u00f3lkini og teirra arbei\u00f0sumst\u00f8\u00f0ur.
Eisini var ta\u00f0 fatanin hj\u00e1 umbo\u00f0smanninum, at h\u00f3ast ynski var um at f\u00e1a fleiri starvsf\u00f3lk vi\u00f0 vi\u00f0komandi \u00fatb\u00fagving, so hev\u00f0i verandi starvsf\u00f3lkah\u00f3pur ney\u00f0uga fakligheit at taka s\u00e6r av b\u00faf\u00f3lkunum. Heimini tyktust t\u00f3 ivasom um, hvussu tey \u00ed framt\u00ed\u00f0ini kunna \u00fatvega n\u00f3g n\u00f3gv starvsf\u00f3lk vi\u00f0 n\u00f8ktandi f\u00f8rleikum. \u00cd hesum sambandi vi\u00f0merkti umbo\u00f0sma\u00f0urin m.a. at fyri framhaldandi at tryggja dygdina \u00ed t\u00e6nastuni \u00e1 stovninum, gerst ta\u00f0 meira og meira t\u00fd\u00f0andi at hava grei\u00f0ar mannagongdir og g\u00f3\u00f0a uppl\u00e6ring av n\u00fdggjum starvsf\u00f3lkum. Eisini v\u00edsti umbo\u00f0sma\u00f0urin einum av heimunum \u00e1, at ta\u00f0 kann geva trupulleikar at hava avloysaraskipan, sum berandi fakliga trygd \u00ed eini vaktarskipan, t\u00ed avloysarar hava vanliga r\u00e6tt til eftir egnum umst\u00f8\u00f0um at takka ja og nei til vaktir.
Arbei\u00f0i\u00f0 tyktist samanumtiki\u00f0 v\u00e6l skipa\u00f0. T\u00e6nastan og umsorganin var\u00f0 veitt vi\u00f0 denti \u00e1, at talan var um b\u00faf\u00f3lk, sum hava ellisbrek av ymiskum slagi, at halda tey virkin eftir evni, og at geva teimum umsorgan og innihaldsr\u00edkar dagar.
Tey avvar\u00f0andi, sum tosa\u00f0u vi\u00f0 umbo\u00f0smannin, v\u00f3ru samanumtiki\u00f0 v\u00e6l n\u00f8gd vi\u00f0 t\u00e6nastuna, i\u00f0 stovnarnir veittu b\u00faf\u00f3lkunum, t\u00f3 h\u00f8vdu onkur avvar\u00f0andi vi\u00f0merkingar til \u00edt\u00f8kiligu t\u00e6nastuna, i\u00f0 b\u00faf\u00f3lk fekk, sum tey var\u00f0a\u00f0u av, og onkur avvar\u00f0andi hildu, at b\u00faf\u00f3lk hev\u00f0i ein \u00ed so passivan dagligdag. Umbo\u00f0sma\u00f0urin m\u00e6lti \u00ed hesum sambandi stovnunum til at skipa ymisk tilt\u00f8k, sum geva meining b\u00e6\u00f0i fyri heildina og hj\u00e1 t\u00ed einstaka, so ta\u00f0 ver\u00f0ur tryggja\u00f0, at \u00f8ll b\u00faf\u00f3lkini hava onkran aktivitet, sum tey tr\u00edvast vi\u00f0.
Vi\u00f0v\u00edkjandi sambondum (relati\u00f3nir)<\/strong>
Vitjanirnar g\u00f3vu umbo\u00f0smanninum ta fatan, at heimini skapa g\u00f3\u00f0ar m\u00f8guleikar fyri, at b\u00faf\u00f3lk og teirra avvar\u00f0andi kunnu hava t\u00e6tt samband, h\u00f3ast b\u00fasta\u00f0urin er \u00e1 einum stovni.
S\u00e1larfr\u00f8\u00f0iliga arbei\u00f0sumhv\u00f8rvi<\/strong>
Undir vitjanunum var s\u00e1larfr\u00f8\u00f0iliga arbei\u00f0sumhv\u00f8rvi\u00f0 umr\u00f8tt. Serliga var komi\u00f0 inn \u00e1 spurningin um at tryggja vir\u00f0iligt samskifti millum avvar\u00f0andi, b\u00faf\u00f3lk og starvsf\u00f3lk, og hv\u00f8nn t\u00fddning hetta hevur fyri trivna\u00f0in hj\u00e1 starvsf\u00f3lkum og b\u00faf\u00f3lkum.
Samstarvsr\u00e1\u00f0<\/strong>
\u00c1 t\u00ed eina r\u00f8ktarheiminum var\u00f0 uppl\u00fdst, at samstarvsr\u00e1\u00f0i\u00f0 ikki var valt. Samb\u00e6rt \u00a7 15 \u00ed Eldral\u00f3gini, var eitt l\u00f3garkrav, at velja eitt samstarvsr\u00e1\u00f0 \u00e1 hv\u00f8rjum r\u00f8ktarheimi, sum hevur til endam\u00e1ls at tryggja samstarvi\u00f0 millum b\u00faf\u00f3lk, avvar\u00f0andi og heimi\u00f0. Umbo\u00f0sma\u00f0urin heitti t\u00ed \u00e1 stovnin um at velja og skipa eitt samstarvsr\u00e1\u00f0 fyri stovnin. Umbo\u00f0sma\u00f0urin fekk seinni kunning um, at n\u00fa er samstarvsr\u00e1\u00f0 valt og v\u00e6ntast \u00ed n\u00e6stum at fara til verka.
Sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6ttur og samtykki, verjum\u00e1l, framt\u00ed\u00f0arfulltr\u00fa og f\u00edggjarvi\u00f0urskifti<\/strong>
Sta\u00f0festast kundi, at verjum\u00e1lini v\u00f3ru f\u00e1, og tey sn\u00fa\u00f0u seg bert um f\u00edggjarvi\u00f0urskiftini. F\u00edggjarvi\u00f0urskiftini millum b\u00faf\u00f3lk og stovn v\u00f3r\u00f0u skipa\u00f0 eftir f\u00f8stum og grei\u00f0um leisti, og f\u00edggjarvi\u00f0urskiftini g\u00f3vu annars ikki st\u00f3rvegis trupulleikar.
\u00d8ll b\u00faf\u00f3lkini h\u00f8vdu sostatt sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6tt, og var hetta naka\u00f0 starvsf\u00f3lkini t\u00f3ku atlit at \u00ed sambandi vi\u00f0 veiting av r\u00f8kt og umsorgan yvirfyri einstaka b\u00faf\u00f3lkinum.
Vi\u00f0v\u00edkjandi trygd, har\u00f0skapi, valdsn\u00fdtslu og tvingsil<\/strong>
Heimini h\u00f8vdu skipanir um fr\u00e1bo\u00f0an av valdsn\u00fdtslu og har\u00f0skapi, og starvsf\u00f3lkini h\u00f8vdu fingi\u00f0 skei\u00f0 \u00ed at handfara tv\u00edst\u00f8\u00f0ur og har\u00f0skapsst\u00f8\u00f0ur. Sta\u00f0fest var\u00f0, at ta\u00f0 kom n\u00e6rum ikki fyri, at fysiskur har\u00f0skapur var \u00e1 heimunum, men at onkunt\u00ed\u00f0 kundi or\u00f0alagi\u00f0 gerast \u00ed so h\u00f3ttandi. Umbo\u00f0sma\u00f0urin m\u00e6lti \u00ed hesum sambandi til, at starvsf\u00f3lk eisini f\u00e1a l\u00e6ring \u00ed at handfara og at ste\u00f0ga verbalum har\u00f0skapi.
\u00cd sambandi vi\u00f0 eftirlitsvitjaninar hev\u00f0i umbo\u00f0sma\u00f0urin kunna\u00f0 seg um, \u00ed hv\u00f8nn mun stovnarnir, \u00ed t\u00ed\u00f0arskei\u00f0num 2023 og 2024, h\u00f8vdu s\u00f8kt K\u00e6rustovnin um g\u00f3\u00f0kenning til tvingsilsinntriv.
Undir vitjanunum kundi sta\u00f0festast, at stovnarnir h\u00f8vdu kunna\u00f0 seg um Tvingsilsl\u00f3gina, og at ta\u00f0 skal s\u00f8kjast um g\u00f3\u00f0kenning fr\u00e1 K\u00e6rustovninum til inntriv \u00ed eginfr\u00e6lsi\u00f0, so sum serliga upplatingarskipan til hur\u00f0, serlig hur\u00f0ahondt\u00f8k, \u00e1varingarskipanir og peiliskipanir, og at s\u00f8kjast skal, \u00e1\u00f0renn inntrivini ver\u00f0a sett \u00ed verk.
Umbo\u00f0sma\u00f0urin v\u00edsti \u00e1, at inntriv, sum eru tvingsil samb\u00e6rt Tvingsilsl\u00f3gini, krevja g\u00f3\u00f0kenning.  H\u00f3ast tvingsil \u00ed serligum f\u00f8rum kann s\u00fdnast at ver\u00f0a ney\u00f0ugur fyri at veita n\u00f8ktandi r\u00f8kt og umsorgan til b\u00faf\u00f3lk, so skal alt\u00ed\u00f0 gerast ein \u00edt\u00f8kilig meting av st\u00f8\u00f0uni hj\u00e1 einstaka b\u00faf\u00f3lkinum. Inntrivini eiga at ver\u00f0a r\u00e6tta\u00f0i m\u00f3ti einstaka b\u00faf\u00f3lkinum og ikki \u00f8llum b\u00faf\u00f3lkunum sum ein samla\u00f0 eind.
Eftirlitsvitjanirnar \u00e1 r\u00f8ktarheimunum v\u00f3r\u00f0u r\u00e6tta\u00f0ar m\u00f3ti st\u00f8\u00f0uni hj\u00e1 eldri borgarum, sum b\u00fagva \u00e1 stovni, teirra dagligdegi, herundir eitt n\u00fa samband (relati\u00f3nir) vi\u00f0 avvar\u00f0andi, millum b\u00faf\u00f3lkini og starvsf\u00f3lkini, virkni og heilsu,…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":13216,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-13920","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13920","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=13920"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13920\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":13921,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13920\/revisions\/13921"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/13216"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=13920"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=13920"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=13920"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}