{"id":13966,"date":"2026-09-26T20:02:05","date_gmt":"2026-09-26T20:02:05","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=13966"},"modified":"2026-09-26T20:02:24","modified_gmt":"2026-09-26T20:02:24","slug":"fundur-i-foeroya-vadaradi-21-september-2026-goda-gongdin-heldur-fram-hetta-skrivar-landsbankin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/09\/26\/fundur-i-foeroya-vadaradi-21-september-2026-goda-gongdin-heldur-fram-hetta-skrivar-landsbankin\/","title":{"rendered":"Fundur \u00ed F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i 21. september 2026 g\u00f3\u00f0a gongdin heldur fram. Hetta skrivar Landsbankin"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 hevur hildi\u00f0 35. fundin. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin \u00ed f\u00f8roysku bankunum var 6,6 % \u00ed juli 2026, og ta\u00f0 eru serliga \u00f8kt \u00fatl\u00e1n til privatu vinnuna og h\u00fasarhald, sum hava toga\u00f0 \u00fatl\u00e1nsv\u00f8ksturin upp. Virksemi\u00f0 \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum er framvegis st\u00f3rt. B\u00faskapurin er millum anna\u00f0 ey\u00f0kendur av l\u00e1gum arbei\u00f0sloysi og h\u00e6kkandi b\u00fasta\u00f0arpr\u00edsum. V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i\u00f0 leggur til merkis, at hetta kann vera tekin um, at sykliskir systemiskir v\u00e1\u00f0ar eru \u00ed umb\u00fana\u00f0, men V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i\u00f0 s\u00e6r ikki grei\u00f0 tekin um, at systemiskir v\u00e1\u00f0ar eru \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at taka seg upp \u00ed f\u00f8royska bankageiranum.<\/em><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er framvegis framgongd \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum. L\u00f8nargjaldingarnar og tali\u00f0 av starvsf\u00f3lki eru vaksandi, arbei\u00f0sloysi\u00f0 er l\u00e1gt, og avlop er \u00e1 handilsjavnanum. Inflati\u00f3nin \u00f8ktist \u00ed \u00f8\u00f0rum \u00e1rsfj\u00f3r\u00f0ingi 2026, og ta\u00f0 stavar serliga fr\u00e1 h\u00e6gri oljupr\u00edsum, sum \u00ed fyrsta lagi er ein avlei\u00f0ing av str\u00ed\u00f0num \u00ed Mi\u00f0eystri. Inflati\u00f3nin \u00ed F\u00f8royum hevur annars veri\u00f0 st\u00f8\u00f0ugt minkandi s\u00ed\u00f0ani 2023. Fyri at t\u00e1lma inflati\u00f3nstr\u00fdstinum \u00ed Evropa hevur Evropeiski Mi\u00f0bankin, ECB, h\u00e6kka\u00f0 rentuna tv\u00e6r fer\u00f0ir higartil \u00ed 2026, og f\u00f8roysku bankarnir fara at h\u00e6kka s\u00ednar rentur samsvarandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d8kt inflati\u00f3n og rentur eru vi\u00f0 til at minka um keypiorkuna hj\u00e1 f\u00f8roysku h\u00fasarhaldunum. Hagt\u00f8lini fyri kortn\u00fdtslu v\u00edsa, at n\u00fdtslan \u00ed fyrra h\u00e1lv\u00e1ri 2026 hevur veri\u00f0 eins st\u00f3r og til t\u00ed\u00f0ir st\u00f8rri, enn \u00ed fyrra h\u00e1lv\u00e1ri \u00e1ri\u00f0 fyri. Ein minka\u00f0 keypiorka hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum kann t\u00f3 fara at t\u00e1lma n\u00fdtsluna komandi t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seth\u00fasapr\u00edsirnir eru \u00ed fleiri \u00e1r \u00e1 ra\u00f0 \u00f8ktir skj\u00f3tari, enn t\u00f8ka innt\u00f8kan hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum. Avmarka\u00f0a \u00fatbo\u00f0i\u00f0 samanbori\u00f0 vi\u00f0 st\u00f3ra eftirspurningin eftir b\u00fast\u00f8\u00f0um, er vi\u00f0 til at tr\u00fdsta pr\u00edsirnar upp. B\u00fasta\u00f0arpr\u00edsirnir eru \u00f8ktir \u00ed st\u00f3rum p\u00f8rtum av landinum \u00ed fyrra h\u00e1lv\u00e1ri 2026 samanbori\u00f0 vi\u00f0 mi\u00f0alpr\u00edsin \u00ed 2025. Mi\u00f0alpr\u00edsurin var 7% h\u00e6gri \u00ed fyrra h\u00e1lv\u00e1ri 2026 fyri seth\u00fas \u00ed T\u00f3rshavn samanbori\u00f0 vi\u00f0 \u00ed 2025. \u00cd st\u00f8rri bygdunum fall mi\u00f0alpr\u00edsurin vi\u00f0 4% \u00ed fyrra h\u00e1lv\u00e1ri 2026, me\u00f0an hann \u00ed sm\u00e6rru bygdunum og \u00ed Su\u00f0uroy\/Sandoy vaks vi\u00f0 \u00e1vikavist 17% og 21% samanbori\u00f0 vi\u00f0 mi\u00f0alpr\u00edsin \u00ed 2025. \u00c1 summum \u00f8kjum eru so miki\u00f0 f\u00e1ar s\u00f8lur, at einstakar s\u00f8lur kunnu toga mi\u00f0alpr\u00edsin upp, og t\u00ed eru t\u00f8lini heft vi\u00f0 \u00f3vissu. Seinastu \u00e1lei\u00f0 fimm \u00e1rini eru fleiri \u00edb\u00fa\u00f0ir bygdar og seldar, enn \u00e1\u00f0ur. \u00cd st\u00f8rru bygdunum var mi\u00f0alpr\u00edsurin \u00e1 \u00edb\u00fa\u00f0um h\u00e6gri, enn mi\u00f0alpr\u00edsurin fyri seth\u00fas \u00ed fyrra h\u00e1lv\u00e1ri 2026.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samla\u00f0i \u00fatl\u00e1nsv\u00f8ksturin \u00ed f\u00f8roysku bankunum var 6,6 % \u00ed juli 2026 rokna\u00f0ur sum eitt 3 m\u00e1na\u00f0a gl\u00ed\u00f0andi mi\u00f0altal samanbori\u00f0 vi\u00f0 sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 \u00e1ri\u00f0 fyri. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin hevur veri\u00f0 minkandi s\u00ed\u00f0ani desember 2025, t\u00e1 hann var 9,3%. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin hj\u00e1 f\u00f8roysku bankunum var 8,7% til h\u00fasarhaldini \u00ed juli 2026 samanbori\u00f0 vi\u00f0 \u00e1ri\u00f0 fyri. H\u00fasarhaldini l\u00e6na fyrst og fremst til b\u00fasta\u00f0arf\u00edgging. \u00cd \u00fatl\u00e1nskanningini svara f\u00f8roysku bankarnir, at teir hava uppliva\u00f0 \u00f8ktan eftirspurning eftir f\u00edgging fr\u00e1 h\u00fasarhaldunum \u00ed \u00f8\u00f0rum \u00e1rsfj\u00f3r\u00f0ingi 2026, og at teir somulei\u00f0is v\u00e6nta vaksandi eftirspurning \u00ed tri\u00f0ja \u00e1rsfj\u00f3r\u00f0ingi 2026.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin \u00ed f\u00f8roysku bankunum til privatu vinnuna, uttan almennu fel\u00f8gini, er framvegis h\u00f8gur. Hann var 9,5% \u00ed juli 2026 samanbori\u00f0 vi\u00f0 sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 \u00e1ri\u00f0 fyri. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin til privatu vinnuna hevur t\u00f3 veri\u00f0 minkandi s\u00ed\u00f0ani mai 2026. \u00datl\u00e1n til privatu vinnuna eru heft vi\u00f0 st\u00f8rri v\u00e1\u00f0a enn \u00fatl\u00e1n til almenna geiran. Bankarnir hava millum anna\u00f0 veitt f\u00edgging til vinnugreinar innan fiskivei\u00f0u, sj\u00f3flutning, gisti- og matstovuvinnur og fastogn. \u00cd \u00fatl\u00e1nskanningini svara bankarnir, at teir hava uppliva\u00f0 st\u00f8rri eftirspurning eftir f\u00edgging fr\u00e1 vinnuni \u00ed \u00f8\u00f0rum \u00e1rsfj\u00f3r\u00f0ingi 2026, og at teir somulei\u00f0is v\u00e6nta \u00f8ktan eftirspurning \u00ed tri\u00f0ja \u00e1rsfj\u00f3r\u00f0ingi 2026. Bankarnir svara harumframt, at rentuh\u00e6kkingar kunnu fara at gera f\u00edggjarligu st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 vinnuni verri ta\u00f0 komandi t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin fr\u00e1 donskum bankum til f\u00f8roysku vinnuna tilsamans (b\u00e6\u00f0i privatar og almennar fyrit\u00f8kur) var 30% \u00ed juli 2026, og er t\u00edskil vi\u00f0 til at toga samla\u00f0a \u00fatl\u00e1nsv\u00f8ksturin upp hj\u00e1 f\u00f8roysku og donsku f\u00edggjarstovnunum. \u00datl\u00e1nini fr\u00e1 donskum bankum til f\u00f8roysku vinnuna tilsamans v\u00f3ru n\u00e6rum 1 mia. kr. \u00ed juli 2026, me\u00f0an \u00fatl\u00e1nini fr\u00e1 f\u00f8roysku bankunum til vinnuna v\u00f3ru 7,6 mia. kr. Ta\u00f0 eru fyrst og fremst privatu fyrit\u00f8kurnar, sum hava skuld \u00ed f\u00f8roysku bankunum (7,1 mia. kr. \u00ed juli 2026), me\u00f0an almennu fel\u00f8gini h\u00f8vdu l\u00e1n fyri n\u00e6rum 500 mi\u00f3. kr. \u00ed f\u00f8roysku bankunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samla\u00f0i \u00fatl\u00e1nsv\u00f8ksturin hj\u00e1 f\u00f8roysku og donsku peninga- og realkredittstovnum var 7,4% \u00ed juli 2026, m\u00e1ta\u00f0 sum eitt 3-m\u00e1na\u00f0a gl\u00ed\u00f0andi mi\u00f0altal samanbori\u00f0 vi\u00f0 sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 \u00e1ri\u00f0 fyri. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin stavar b\u00e6\u00f0i fr\u00e1 \u00fatl\u00e1num til privatu vinnuna, h\u00fasarhald og kommunur. Kommunurnar skylda\u00f0u tilsamans 1,8 mia. kr. \u00ed f\u00f8roysku bankunum og 400 mi\u00f3. kr. \u00ed donskum peninga- og realkredittstovnum \u00ed juli 2026.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Innl\u00e1nsv\u00f8ksturin hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum var 8,1% \u00ed juli 2026, m\u00e1ta\u00f0 sum eitt 3-m\u00e1na\u00f0a gl\u00ed\u00f0andi mi\u00f0altal samanbori\u00f0 vi\u00f0 sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 \u00e1ri\u00f0 fyri. Hetta merkir, at innl\u00e1nini vaksa eitt vet meira enn l\u00f8nirnar. Samla\u00f0a innl\u00e1nsyvirskoti\u00f0 \u00ed f\u00f8roysku bankunum, \u00edrokna\u00f0 deildina hj\u00e1 F\u00f8roya Banka \u00ed Gr\u00f8nlandi, var 4 mia. kr. \u00ed juli 2026.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 s\u00e6r ikki grei\u00f0 tekin um, at systemiskir v\u00e1\u00f0ar eru \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at taka seg upp \u00ed f\u00f8royska bankageiranum. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin hevur veri\u00f0 minkandi \u00ed 2026, men hann er framvegis lutfalsliga h\u00f8gur. Virksemi\u00f0 \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum hevur veri\u00f0 st\u00f3rt \u00ed fleiri \u00e1r \u00e1 ra\u00f0, og b\u00faskapurin er ey\u00f0kendur av l\u00e1gum arbei\u00f0sloysi og framhaldandi vaksandi b\u00fasta\u00f0arpr\u00edsum, sum kunnu vera tekin um, at sykliskir systemiskir v\u00e1\u00f0ar eru \u00ed umb\u00fana\u00f0. Geopolitiski \u00f3fri\u00f0urin er harumframt vi\u00f0 til at tr\u00fdsta orkupr\u00edsirnar og inflati\u00f3nina upp, og harvi\u00f0 eisini rentust\u00f8\u00f0i\u00f0. F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 heldur framvegis eyga vi\u00f0 vi\u00f0urskiftum, sum kunnu \u00e1virka f\u00edggjarliga st\u00f8\u00f0ufesti\u00f0 \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Onnur evni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 hevur kunna\u00f0 seg um h\u00e1lv\u00e1rsroknskapirnar hj\u00e1 bankunum og sta\u00f0festir, at tapini og ni\u00f0urskrivingarnar hj\u00e1 bankunum eru l\u00e1gar, og at allir f\u00fdra bankarnir l\u00faka kr\u00f8vini \u00ed eftirlitsdiamantinum hj\u00e1 F\u00edggjareftirlitinum. F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 hevur harumframt kunna\u00f0 seg um partin av innl\u00e1nunum hj\u00e1 f\u00f8roysku h\u00fasarhaldunum, sum eru tryggja\u00f0i av innskj\u00f3taratrygdargrunninum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Harumframt hevur r\u00e1\u00f0i\u00f0 fingi\u00f0 kunning um n\u00fdggju fr\u00e1grei\u00f0ingina hj\u00e1 B\u00faskaparr\u00e1\u00f0num um f\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8ri\u00f0 og tilm\u00e6lini hj\u00e1 r\u00e1\u00f0num til politisku myndugleikarnar hesum vi\u00f0v\u00edkjandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Privata eftirl\u00f8naruppsparingin hj\u00e1 f\u00f8royingum \u00ed f\u00f8royskum pensj\u00f3nsfel\u00f8gum og bankum var tilsamans 12,4 mia. kr. vi\u00f0 \u00e1rsenda&nbsp;2025. Harav \u00e1ttu menninir 7,3 mia. kr. og kvinnurnar 5,1 mia. kr. Harumframt h\u00f8vdu f\u00f8royingar eftirl\u00f8naruppsparing \u00ed donskum pensj\u00f3nsfel\u00f8gum fyri \u00e1lei\u00f0 3,2 mia. kr. vi\u00f0 \u00e1rsenda&nbsp;2024. Um samansparingin \u00ed Danmark var eins st\u00f3r \u00ed 2025, sum \u00ed 2024, svarar samla\u00f0a privata eftirl\u00f8naruppsparingin til 15,6 mia. kr. ella 53% av BT\u00da \u00ed 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Roknskapirnir hj\u00e1 b\u00e1\u00f0um pensj\u00f3nsfel\u00f8gunum og teimum b\u00e1\u00f0um tryggingarfel\u00f8gunum \u00ed F\u00f8royum v\u00f3r\u00f0u eisini gj\u00f8gnumgingnir, og V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0i\u00f0 sta\u00f0festir, at solvensurin \u00ed \u00f8llum f\u00fdra fel\u00f8gunum er g\u00f3\u00f0ur. Harumframt v\u00f3r\u00f0u tey 10 st\u00f8rstu vinnu\u00fatl\u00e1nini hj\u00e1 hv\u00f8rjum av teimum f\u00fdra f\u00f8roysku bankunum gj\u00f8gnumgingin.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>F\u00f8roya V\u00e1\u00f0ar\u00e1\u00f0 hevur hildi\u00f0 35. fundin. \u00datl\u00e1nsv\u00f8ksturin \u00ed f\u00f8roysku bankunum var 6,6 % \u00ed juli 2026, og ta\u00f0 eru serliga \u00f8kt \u00fatl\u00e1n til privatu vinnuna og h\u00fasarhald, sum hava toga\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":13967,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-13966","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13966","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=13966"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13966\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":13968,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13966\/revisions\/13968"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/13967"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=13966"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=13966"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=13966"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}