{"id":14033,"date":"2026-10-05T14:50:22","date_gmt":"2026-10-05T14:50:22","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=14033"},"modified":"2026-10-05T15:48:13","modified_gmt":"2026-10-05T15:48:13","slug":"etur-laksurin-toskastovnin-tann-dulda-hottanin-a-foeroysku-firdunum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/10\/05\/etur-laksurin-toskastovnin-tann-dulda-hottanin-a-foeroysku-firdunum\/","title":{"rendered":"Etur laksurin toskastovnin? Tann dulda h\u00f3ttanin \u00e1 f\u00f8roysku fir\u00f0unum"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Fiskidagarnir eru skornir inn \u00ed bein, og n\u00e1tt\u00farligar broytingar \u00ed havumhv\u00f8rvinum megna ikki longur at grei\u00f0a fr\u00e1 st\u00f3ra falli\u00f0 \u00ed toskastovninum. Samstundis sum toskastovnurin ikki kemur fyri seg, standa upp \u00ed 20 milli\u00f3nir alilaksar \u00e1 teimum somu fir\u00f0um og v\u00edkum, har hj\u00e1lparleysi toskayngulin leitar inn. T\u00ed\u00f0in er komin at krevja grei\u00f0 sv\u00f8r fr\u00e1 Havstovuni og fr\u00e1 politisku skipanini um ta\u00f0 st\u00f8rsta, \u00f3kanna\u00f0a holi\u00f0 \u00ed f\u00f8royskari fiskivinnu.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Toskurin \u00e1 f\u00f8royska landgrunninum er \u00ed einari dj\u00fapari, vistskipanarligari kreppu, og t\u00e6r si\u00f0bundnu fr\u00e1grei\u00f0ingarnar r\u00f8kka ikki longur. Altj\u00f3\u00f0a havranns\u00f3knar\u00e1\u00f0i\u00f0, ICES, metti \u00ed 1976 samla\u00f0u toskabiomassuna at vera g\u00f3\u00f0 150.000 tons. \u00cd 2025 er henda meting rapa\u00f0 ni\u00f0ur \u00ed 30.714 tons, og g\u00fdtingarstovnurin hevur ligi\u00f0 undir l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga markinum \u00f8ll \u00e1rini fr\u00e1 2020 til 2024. Tilgongdin av \u00e1rsgomlum toski, sum ICES br\u00fakar \u00ed s\u00ednum fors\u00f8gnum, er \u00ed dag mettur til 5,7 milli\u00f3nir fiskar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis standa 10 til 20 milli\u00f3nir alilaksar \u00ed j\u00fast teimum fir\u00f0um og v\u00edkum, sum eru l\u00edvsney\u00f0ug uppvakstrar\u00f8ki hj\u00e1 ynglinum. Spurningurin, sum n\u00fa m\u00e1 setast vi\u00f0 v\u00edsindaligari og politiskari tyngd, er t\u00ed hesin: <strong>Er hin \u00f3gvusliga vakstrarfaringin \u00ed alingini tann veruliga ors\u00f8kin til, at fiskastovnarnir ikki koma fyri seg aftur?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Pl\u00e1sstroti\u00f0 \u00e1 uppvakstrarlei\u00f0unum<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir g\u00fdting rekur fiskaeggi\u00f0 vi\u00f0 havstreymunum kring oyggjarnar. Upsin, sum t\u00e1 er 2,5 til 3,5 cm langur, leitar s\u00e6r inn \u00e1 grunnu v\u00edkarnar \u00ed mai og juni. \u00cd juli er hann um 4 cm og svimur \u00ed torvum inn \u00edm\u00f3ti landi \u00e1 grunnum vatni. Toskurin kemur naka\u00f0 seinni, og h\u00fdsan leitar s\u00e6r ikki inn fyrr enn \u00ed september. Fyrstu tvey \u00e1rini er hetta teirra n\u00e1tt\u00farliga livi\u00f8ki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Yngulin leitar ikki tilvita\u00f0 eftir alibr\u00fakum, men hann ver\u00f0ur noyddur framvi\u00f0 teimum. Eftir ILA-sj\u00fakufars\u00f3ttina kring 2007 v\u00f3r\u00f0u ali\u00f8kini flutt longri \u00fat \u00e1 fir\u00f0arnar og liggja n\u00fa beint \u00e1 teimum si\u00f0bundnu sei\u00f0apl\u00e1ssunum. Hesi anlegg eru uppl\u00fdst alt d\u00f8gni\u00f0, og f\u00f3\u00f0urleivdir reka st\u00f8\u00f0ugt \u00fat gj\u00f8gnum n\u00f3tina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kanningar \u00far Noregi v\u00edsa greitt, at r\u00fasir settar undir aliringum fanga\u00f0u 17 fer\u00f0ir so n\u00f3gvan upsa og 5 fer\u00f0ir so n\u00f3gvan tosk samanbori\u00f0 vi\u00f0 r\u00fasir, i\u00f0 st\u00f3\u00f0u bert 100 metrar burtur. Sm\u00e1ur toskur hev\u00f0i alif\u00f3\u00f0ur \u00ed maganum, me\u00f0an st\u00f8rri toskur \u00e1t uppvakstrarupsan, sum helt til vi\u00f0 ringarnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At lj\u00f3s dregur til s\u00edn sm\u00e1fisk og d\u00fdra\u00e6ti er eitt v\u00e6l dokumentera\u00f0 havfr\u00f8\u00f0iligt fyribrigdi. Hetta var\u00f0 gagnn\u00fdtt \u00ed 1980\u2011\u00e1runum til at savna h\u00f8gguslokk og ver\u00f0ur br\u00fakt altj\u00f3\u00f0a til at halda tunfiski vi\u00f0 skip. Ta\u00f0 er eingin l\u00edvfr\u00f8\u00f0ilig grundgeving fyri at halda, at ein 4 cm langur yngul er \u00f3n\u00e6mur fyri hesum m\u00e1ttmiklu lj\u00f3skeldum. Hann ver\u00f0ur drigin beint inn \u00ed vandakelduna.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Roknistykki\u00f0, sum vantar \u00ed stovnsmetingini<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royar slakta umlei\u00f0 100.000 tons av laksi \u00e1rliga. Vi\u00f0 einari mi\u00f0alvekt \u00e1 umlei\u00f0 5 kg umbo\u00f0ar hetta 20 milli\u00f3nir einstaklingar hv\u00f8rt \u00e1r. Einans eitt felag, Bakkafrost, hev\u00f0i \u00ed mai 2026 umlei\u00f0 57.000 tons av livandi laksi \u00ed sj\u00f3num. Standandi fj\u00f8ldin av laksi \u00ed f\u00f8roysku fir\u00f0unum er sostatt st\u00f8\u00f0ugt millum 10 og 20 milli\u00f3nir fiskar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta skapar eitt roknistykki, sum vantar \u00ed almennu stovnsmetingunum. Laksur \u00ed ringum er framvegis eitt r\u00e1nsdj\u00f3r. Hann etur ta\u00f0, sum kemur inn um munnin. Um hv\u00f8r alilaksur \u00ed s\u00edni livit\u00ed\u00f0 \u00ed sj\u00f3num etur bert ein einasta yngul, kosta\u00f0i ta\u00f0 15 til 20 milli\u00f3nir ynglar \u00e1rliga. Hetta er tr\u00edggjar til f\u00fdra fer\u00f0ir meira enn allur toska\u00e1rgangurin, sum ICES metir kemur inn sum \u00e1rsgamal.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvt um bert hv\u00f8r t\u00edggjundi laksur etur ein yngul, j\u00f8vnar ta\u00f0 seg vi\u00f0 ein heilan \u00e1rgang. Um hv\u00f8r hundra\u00f0asti ger ta\u00f0, er ta\u00f0 framvegis ein t\u00fd\u00f0andi partur av einum veikum \u00e1rgangi. Kemur yngul inn gj\u00f8gnum n\u00f3tina, er hann onga sta\u00f0ni vardur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8ddin \u00e1 alingini merkir, at laksurin ikki n\u00fdtist at jagstra alt d\u00f8gni\u00f0; ta\u00f0 er n\u00f3g miki\u00f0, at ein l\u00edtil partur av ynglinum, sum skal inn \u00e1 fj\u00f8r\u00f0in, ver\u00f0ur drigin inn \u00ed lj\u00f3si\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>H\u00fakarnir og havfr\u00f8\u00f0in fr\u00e1grei\u00f0a ikki heildarmyndina<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tali\u00f0 \u00e1 l\u00ednud\u00f8gum undir F\u00f8royum var einafer\u00f0 oman fyri 36.000 um \u00e1ri\u00f0, men liggur n\u00fa millum 5.000 og 7.000. Tilm\u00e6li\u00f0 fr\u00e1 Havstovuni fyri 2025 og 2026 er skert enn meira, har b\u00f3lkur 3 og 4 tilsamans bert hava umlei\u00f0 3.400 til 3.600 tilm\u00e6ldar dagar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Havstovan hevur sj\u00e1lv m\u00e6lt til skerjingar \u00e1 20 prosent \u00ed 2012 og hevur fingi\u00f0 d\u00f8gini ni\u00f0ur \u00ed helvt \u00ed 2016. \u00d3br\u00faktir dagar eru strika\u00f0ir, og fri\u00f0a\u00f0 \u00f8ki eru v\u00ed\u00f0ka\u00f0. T\u00e1 F\u00f8royabankin var stongdur fr\u00e1 2008 til 2021, kom bankatoskurin fyri seg aftur. Landgrunnstoskurin gj\u00f8rdi ta\u00f0 ikki, h\u00f3ast vei\u00f0itr\u00fdsti\u00f0 var\u00f0 munandi minka\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann sokalla\u00f0i F\u2011faktorurin (fiskidey\u00f0i) kann s\u00fdnast h\u00f8gur sj\u00e1lvt um d\u00f8gini eru f\u00e1, t\u00ed stovnurin er so l\u00edtil. Men ein h\u00fakur \u00e1 landgrunninum fangar ikki 4 cm langan yngul inni \u00e1 fir\u00f0unum. Ovurvei\u00f0a var ors\u00f8kin til fyrsta st\u00f3ra falli\u00f0 \u00ed 1980\u2011 og 1990\u2011\u00e1runum, men hon er ikki fr\u00e1grei\u00f0ingin til kreppuna, sum n\u00fa er varandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Havstovan hevur v\u00edst \u00e1, at ein g\u00f3\u00f0 tilgongd krevur gr\u00f3\u00f0ur \u00e1 landgrunninum og subarktiskan sj\u00f3gv, sum f\u00f8rir dj\u00f3ra\u00e6ti inn. Hesar umhv\u00f8rvisbroytingar grei\u00f0a fr\u00e1 teimun n\u00e1tt\u00farligu sveiggini millum \u00e1v\u00eds g\u00f3\u00f0 og ring \u00e1r (sum \u00ed 1987\u201388, 2008\u201309 og 2016\u201317). Men t\u00e6r grei\u00f0a ikki fr\u00e1 grundleggjandi falli\u00f0inum \u00far 150.000 tonsum ni\u00f0ur \u00ed 30.000 tons \u2014 j\u00fast somu t\u00ed\u00f0 sum 10 til 20 milli\u00f3nir laksar hava yvirtiki\u00f0 uppvakstrar\u00f8kini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kr\u00f8vini um at m\u00e1ta pH, redox og botndj\u00f3r, umframt kravi\u00f0 um eina 30\u2011daga brakkt\u00ed\u00f0, eru fyrst og fremst veterin\u00e6r smittuverjukr\u00f8v. Tey eru ikki ein vistskipanarlig nullstilling av fj\u00f8r\u00f0inum, sum f\u00e6r egg, yngul og n\u00e1tt\u00farligu f\u00f8\u00f0iketuna at koma aftur.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Krav um m\u00e1tingar heldur enn gitingar<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Er alingin veruliga ors\u00f8kin? T\u00f8lini fyri fiskidagar benda \u00e1 ta\u00f0. Havfr\u00f8\u00f0in megnar ikki at fr\u00e1grei\u00f0a falli\u00f0. Landafr\u00f8\u00f0in pr\u00f3gvar, at yngulin ver\u00f0ur noyddur beint framvi\u00f0 lj\u00f3si og f\u00f3\u00f0ri. Og tann einfalda st\u00f8ddfr\u00f8\u00f0in v\u00edsir, at einans marginal predati\u00f3n fr\u00e1 laksi hevur eina massiva \u00e1virkan \u00e1 toskastovnin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er kravi\u00f0 til Havstovuna og til politisku skipanina greitt: <strong>V\u00edsindalig gransking krevur empiriskar m\u00e1tingar.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Hvussu st\u00f3rur partur av hv\u00f8rjum \u00e1rgangi av toski, upsa og h\u00fdsu heldur til vi\u00f0 ali\u00f8kini?<\/li>\n\n\n\n<li>Hvussu n\u00f3gvur 4 til 10 cm langur yngul kemur inn um n\u00f3tina?<\/li>\n\n\n\n<li>Hvussu n\u00f3gvur av hesum yngli ver\u00f0ur etin?<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Inntil hesi vi\u00f0urskifti eru neyvt kortl\u00f8gd og m\u00e1ta\u00f0, er hetta ikki bert ein \u00e1hugaverd hypotesa; ta\u00f0 er <strong>st\u00f8rsta \u00f3kanna\u00f0a holi\u00f0 \u00ed fatanini av, hv\u00ed f\u00f8roysku fiskastovnarnir ikki koma fyri seg aftur<\/strong>.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00dats\u00f8gnin er \u00far einari kanning hj\u00e1 Havforskingsinstituttinum \u00ed Bergen, almannakunngj\u00f8rd \u00ed 2012.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bagdonas, K., Humborstad, O.-B. og L\u00f8kkeborg, S. (2012). Capture of wild saithe (Pollachius virens) and cod (Gadus morhua) in the vicinity of salmon farms: Three pot types compared. Fisheries Research, 134\u2013136, s. 1\u20135. DOI: 10.1016\/j.fishres.2012.06.020.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Greinin liggur \u00e1 ScienceDirect: <a href=\"https:\/\/www.sciencedirect.com\/science\/article\/abs\/pii\/S0165783612002044\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">https:\/\/www.sciencedirect.com\/science\/article\/abs\/pii\/S0165783612002044<\/a>. PDF fr\u00e1 Havforskingsinstituttinum: <a href=\"https:\/\/algeinfo.imr.no\/publications\/sendFile\/473\/Bagdonas_et_al_2012.pdf\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">https:\/\/algeinfo.imr.no\/publications\/sendFile\/473\/Bagdonas_et_al_2012.pdf<\/a>.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f8vundarnir royndu tr\u00ed sl\u00f8g av r\u00fasum undir einum norskum alibr\u00faki og 100 metrar burturi. \u00cd talvuni eru t\u00f8lini hesi: 12 r\u00fasir undir ringunum fingu 1.336 upsar, mi\u00f0al 42,94 fyri r\u00fasu. 12 r\u00fasir 100 metrar burturi fingu 72 upsar, mi\u00f0al 2,56. Ta\u00f0 er 17 fer\u00f0ir. Fyri tosk v\u00f3ru t\u00f8lini 80 m\u00f3ti 17, mi\u00f0al 2,61 m\u00f3ti 0,53, altso fimm fer\u00f0ir. Munurin var signifikant (p &lt; 0,01). Toskurin undir ringunum var eisini st\u00f8rri, 61,9 cm m\u00f3ti 44,1 cm.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um magainnihaldi\u00f0 skriva teir beinlei\u00f0is: magin hj\u00e1 sm\u00e1um toski var domineradur av f\u00f3\u00f0urpillum, me\u00f0an st\u00f3rur toskur \u00e1t upsa. Videouppt\u00f8kur v\u00edstu tosk, sum \u00e1t upsa undir ringunum. Teirra ni\u00f0urst\u00f8\u00f0a er, at t\u00e6ttir torvar av upsa og sm\u00e1um toski undir ringunum v\u00f3ru kn\u00fdttir at f\u00f3\u00f0urleivdum, me\u00f0an st\u00f8rri toskur kom eftir upsanum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0merking og Fyrivarni: Her er talan um kanning \u00ed Noreg: kanningin er gj\u00f8rd vi\u00f0 eitt alibr\u00faki \u00ed Noregi, ikki \u00ed F\u00f8royum, og hon m\u00e1tar, hvussu n\u00f3gvur fiskur heldur seg undir ringunum, ikki hvussu n\u00f3gvur yngul ver\u00f0ur etin av laksi inni \u00ed n\u00f3tini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skriva av: \u00d3li M. Lassen rei\u00f0ari og eigari av 24.fo &#8211; Gj\u00f8gnumgongd vi\u00f0 AI  Tilvildarlig savnsmynd 24.fo <\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fiskidagarnir eru skornir inn \u00ed bein, og n\u00e1tt\u00farligar broytingar \u00ed havumhv\u00f8rvinum megna ikki longur at grei\u00f0a fr\u00e1 st\u00f3ra falli\u00f0 \u00ed toskastovninum. Samstundis sum toskastovnurin ikki kemur fyri seg, standa upp&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":2530,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[23],"tags":[],"class_list":["post-14033","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-innovation"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14033","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=14033"}],"version-history":[{"count":8,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14033\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":14045,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14033\/revisions\/14045"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/2530"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=14033"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=14033"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=14033"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}