Almennir myndugleikar hava vanliga ymiskar l\u00f3gar\u00e1settar uppg\u00e1vur at r\u00f8kja innan s\u00edni m\u00e1ls\u00f8ki. Harumframt er \u00e1lagt myndugleikum samb\u00e6rt g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i at samskifta vir\u00f0iliga vi\u00f0 borgarar og at svara \u00e1heitanum og taka avger\u00f0ir \u00ed m\u00e1lum innan r\u00edmiliga t\u00ed\u00f0.
V\u00ed\u00f0fevnd skriv fr\u00e1 borgarum kunnu vera t\u00ed\u00f0arkrevjandi at vi\u00f0gera og kunnu t\u00ed f\u00f8ra vi\u00f0 s\u00e6r eyka tr\u00fdst \u00e1 myndugleikan, sum skal vi\u00f0gera tey.
\u00c1heitanir og skriv fr\u00e1 borgarum eiga eftir umbo\u00f0smansins meting og samb\u00e6rt g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i alt\u00ed\u00f0 at vera ra\u00f0fest av myndugleikum. Umr\u00e1\u00f0andi er t\u00f3, at myndugleikar \u00ed sambandi vi\u00f0 samskifti vi\u00f0 borgarar ikki n\u00fdta orku at kanna og umhugsa \u00f3vi\u00f0komandi og \u00f3ney\u00f0ug vi\u00f0urskifti og uppl\u00fdsingar, me\u00f0an a\u00f0rar t\u00fddningarmiklar uppg\u00e1vur ver\u00f0a seinka\u00f0ar ella liggja \u00e1 l\u00e1ni.
Umbo\u00f0sma\u00f0urin metir ta\u00f0 t\u00ed vera sakligt og \u00ed samsvari vi\u00f0 g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0 og skynsama n\u00fdtslu av arbei\u00f0sorku, at myndugleikar meta um innkomnar \u00e1heitanir og skriv, t\u00e1 tey ver\u00f0a m\u00f3ttikin. Ni\u00f0anfyri ver\u00f0ur greitt n\u00e6rri fr\u00e1, hvussu myndugleikar vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed fyrisitingarl\u00f3gini og g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i kunnu handfara v\u00ed\u00f0fevnd skriv.
Veglei\u00f0ing \u00ed sambandi vi\u00f0 m\u00f3ttikin skriv<\/strong>
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00ed grein fr\u00e1 2020 l\u00fdst skylduna hj\u00e1 myndugleikum at veglei\u00f0a pers\u00f3nar sum venda s\u00e6r til myndugleikan: \u201cVeglei\u00f0ing\u201d[1].
Veglei\u00f0ingarskyldan samb\u00e6rt fyrisitingarl\u00f3gini og g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i er eisini galdandi \u00ed sambandi vi\u00f0 v\u00ed\u00f0fevnd skriv fr\u00e1 borgarum, sum kunnu tykjast heilt ella lutv\u00edst framleidd vi\u00f0 vitl\u00edki.
Um myndugleikar m\u00f3ttaka v\u00ed\u00f0fevnd skriv, har ta\u00f0 stendst ivi um, hv\u00f8r kjarnin \u00ed \u00e1heitanini er, kunnu teir vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed veglei\u00f0ingarskylduni og m\u00e1lsl\u00fdsingarskylduni gera eina roynd at n\u00e1greina, hv\u00f8rji \u00edt\u00f8kilig evni borgarin ynskir at f\u00e1a avgreidd vi\u00f0 skrivinum.
Ta\u00f0 kann \u00ed sl\u00edkum f\u00f8rum vera sakligt og \u00ed samsvar vi\u00f0 g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0 at seta seg \u00ed samband vi\u00f0 borgaran fyri at f\u00e1a grei\u00f0u \u00e1, hvat veruliga endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 skrivinum er.
Ta\u00f0 er eisini m\u00edn meting, at myndugleikin \u00ed sambandi vi\u00f0 m\u00f3tt\u00f8ku av v\u00ed\u00f0fevndum skrivum sakliga kann m\u00e6la borgarum til at senda tilv\u00edsingar ella leinkjur til m\u00f8guligar avger\u00f0ir og tilfar, sum v\u00edst ver\u00f0ur til. Eisini kann myndugleikin m\u00e6la borgarum til at senda keldulista og tilfar fr\u00e1 m\u00f8guliga n\u00fdttum vitl\u00edkisambo\u00f0i.
Ta\u00f0 m\u00e1 metast at vera \u00ed samsvar vi\u00f0 g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0 at royna at f\u00e1a til vega grei\u00f0ari uppl\u00fdsingar og tilv\u00edsingar, so myndugleikin ikki skal n\u00fdta \u00f3ney\u00f0uga t\u00ed\u00f0 at leita fram uppl\u00fdsingar.
Almenn veglei\u00f0ing<\/strong>
Vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed veglei\u00f0ingarskylduni samb\u00e6rt fyrisitingarl\u00f3gini og g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i kunnu myndugleikar eisini veita almenna veglei\u00f0ing um s\u00edtt virksemi \u00e1 heimas\u00ed\u00f0um, faldarum ella \u00f8\u00f0rum kunningartilfari.
Fyri at arbei\u00f0sorkan ver\u00f0ur n\u00fdtt \u00e1 skynsaman h\u00e1tt, kunnu myndugleikar \u00ed almennari veglei\u00f0ing kunna um, hvussu \u00e1heitanir og skriv til myndugleikan mest skynsamt kunnu or\u00f0ast, og hv\u00f8rjar uppl\u00fdsingar myndugleikin hevur t\u00f8rv \u00e1. Sl\u00edk veglei\u00f0ing hevur sum endam\u00e1l at skj\u00f3tari kunna avgrei\u00f0a \u00e1heitanir fr\u00e1 borgarum.
Myndugleikin kann \u00ed veglei\u00f0ingini m\u00e6la borgarum til at g\u00e1a um, hv\u00f8rt skriv sum \u00e6tlast send myndugleikanum n\u00f3g v\u00e6l l\u00fdsa ta\u00f0, sum borgarin ynskir vi\u00f0gj\u00f8rt.
Serliga \u00ed mun til v\u00ed\u00f0fevnd skriv, sum eru heilt ella lutv\u00edst framleidd vi\u00f0 vitl\u00edki, er vi\u00f0komandi at
m\u00e6la borgarum til at hyggja eftir, um skrivi\u00f0 inniheldur anna\u00f0 enn ta\u00f0, sum borgarin \u00ed roynd og veru ynskir myndugleikan at fyrihalda seg til.
Umbo\u00f0sma\u00f0urin heldur ta\u00f0 \u00ed hesum sambandi vera sakligt og \u00ed samsvari vi\u00f0 g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0, um myndugleikin \u00ed sl\u00edkum almennum kunningartilfari kunnar um m\u00f8guliga longda vi\u00f0ger\u00f0art\u00ed\u00f0 av v\u00ed\u00f0fevndum skrivum.
Bj\u00f3\u00f0a fram oy\u00f0ubl\u00f8\u00f0 at n\u00e1greina \u00e1heitanir og skriv \u2013 men ikki krevja n\u00fdtslu uttan l\u00f3garheimil<\/strong>
Galdandi er, at myndugleikar ikki uttan l\u00f3garheimild kunnu krevja, at borgarar n\u00fdta \u00e1v\u00eds oy\u00f0ubl\u00f8\u00f0 ella samskiftish\u00e6ttir, t\u00e1 i\u00f0 teir venda s\u00e6r til myndugleikan.
Havandi \u00ed huga, at ta\u00f0 kann l\u00e6tta um hj\u00e1 b\u00e6\u00f0i borgarum og myndugleika, um skriv beinanvegin innihalda t\u00e6r uppl\u00fdsingar sum myndugleikin hevur t\u00f8rv \u00e1, kann ta\u00f0 t\u00f3 vera skilagott hj\u00e1 einum myndugleika at bj\u00f3\u00f0a fram oy\u00f0ubl\u00f8\u00f0 til borgarar, sum vilja venda s\u00e6r til myndugleikan.
\u00c1 henda h\u00e1tt f\u00e6r myndugleikin beinanvegin til vega t\u00e6r ney\u00f0ugu uppl\u00fdsingarnar, eins og borgarin ver\u00f0ur vegleiddur um, hvat ein \u00e1heitan til myndugleikan helst skal innihalda. Hetta m\u00e1 metast at vera g\u00f3\u00f0ur fyrisitingarsi\u00f0ur og ein g\u00f3\u00f0 t\u00e6nasta til borgaran.
At bj\u00f3\u00f0a oy\u00f0ubl\u00f8\u00f0 kann eisini s\u00edggjast sum ein li\u00f0ur \u00ed at halda myndugleikans veglei\u00f0ingarskyldu.
Harumframt heldur umbo\u00f0sma\u00f0urin, at ta\u00f0 kann vera sakligt og \u00ed samsvari vi\u00f0 g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0, um myndugleikar, sum longu hava m\u00f3ttiki\u00f0 v\u00ed\u00f0fevnd skriv, venda s\u00e6r til borgarar og bj\u00f3\u00f0a teimum at n\u00e1greina \u00ed einum oy\u00f0ubla\u00f0i. \u00c1 henda h\u00e1tt f\u00e6r borgarin m\u00f8guleika at seta grei\u00f0ari fram, hv\u00f8rjar veruligar umst\u00f8\u00f0ur m\u00e1li\u00f0 sn\u00fdr seg um og hvat.
Skyldan at l\u00fdsa eitt m\u00e1l<\/strong>
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00ed grein fr\u00e1 2014 l\u00fdst skylduna hj\u00e1 myndugleikum at l\u00fdsa m\u00e1l samb\u00e6rt fyrisitingarl\u00f3gini og g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i: \u201cAt halda seg kenna (uppl\u00fdsingarskyldan)\u201d[2].
Ein avbj\u00f3\u00f0ing \u00ed mun til v\u00ed\u00f0fevnd skriv fr\u00e1 borgarum, sum framyvir kunnu v\u00e6ntast send vi\u00f0 n\u00fdtslu av vitl\u00edki er, at ta\u00f0 kann ver\u00f0a t\u00ed\u00f0arkrevjandi hj\u00e1 myndugleikanum at uppl\u00fdsa m\u00e1li\u00f0.
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00ed \u00e1\u00f0urnevndu grein v\u00edst \u00e1, at m\u00e1l skulu uppl\u00fdsast til fulnar. Men merkir ta\u00f0, at myndugleikin skal l\u00fdsa \u00f8ll vi\u00f0urskifti, sum borgarin nevnir?
Fyrisitingarlig avger\u00f0arm\u00e1l, m\u00e1l um \u00fatinnandi fyrisiting og skriv fr\u00e1 borgarum annars eiga samb\u00e6rt fyrisitingarl\u00f3gini og g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i at ver\u00f0a l\u00fdst og kanna\u00f0 so miki\u00f0 v\u00e6l, at grundarlag er fyri at taka eina r\u00e6tta og l\u00f3gliga avger\u00f0 og geva borgarum n\u00f8ktandi svar.
L\u00f3gargrundarlagi\u00f0 avger \u00ed roynd og veru, hv\u00f8rji vi\u00f0urskifti eiga at vera l\u00fdst. \u00d8ll vi\u00f0komandi atlit eiga at ver\u00f0a uppl\u00fdst, me\u00f0an ta\u00f0 ikki er skylda at uppl\u00fdsa vi\u00f0urskifti, sum ey\u00f0s\u00e6\u00f0 ikki hava t\u00fddning fyri avger\u00f0ina, sum takast skal.
Umbo\u00f0sma\u00f0urin heldur ta\u00f0 vera \u00ed samsvar vi\u00f0 fyrisitingarl\u00f3gina og g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0, um myndugleikar \u00ed sambandi vi\u00f0 uppl\u00fdsing av m\u00e1lum vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed v\u00ed\u00f0fevndum skrivum – \u00e1\u00f0renn teir byrja at leita fram keldur og eftirkanna m\u00e1li\u00f0 – seta seg \u00ed samband vi\u00f0 borgaran og geva h\u00f8vi at uppl\u00fdsa m\u00e1li\u00f0 betri.
Vi\u00f0 atliti at skynsamari n\u00fdtslu av arbei\u00f0sorku og fyri at stytta um m\u00e1lsvi\u00f0ger\u00f0art\u00ed\u00f0ina heldur umbo\u00f0sma\u00f0urin ta\u00f0 vera sakligt, um myndugleikin m\u00e6lir borgaranum til at senda tilv\u00edsingar ella leinkjur til m\u00f8guligar avger\u00f0ir og tilfar, sum v\u00edst ver\u00f0ur til. Eisini kann myndugleikin m\u00e6la borgaranum til at senda keldulista og tilfar fr\u00e1 m\u00f8guliga n\u00fdttum vitl\u00edkisambo\u00f0i.
Vi\u00f0ger\u00f0art\u00ed\u00f0<\/strong>
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00ed grein fr\u00e1 2018 skriva\u00f0 um m\u00e1lsvi\u00f0ger\u00f0art\u00ed\u00f0 \u00ed mun til g\u00f3\u00f0an fyrisitingarsi\u00f0: \u201cM\u00e1lsvi\u00f0ger\u00f0art\u00ed\u00f0\u201d[3].
Ein v\u00ed\u00f0fevnd m\u00e1lsl\u00fdsing og vi\u00f0ger\u00f0 krevur vanliga meiri arbei\u00f0sorku enn ein meira avmarka\u00f0 m\u00e1lsl\u00fdsing. V\u00ed\u00f0fevndar \u00e1heitanir eiga t\u00f3 at ver\u00f0a svara\u00f0ar og avgreiddar, eins v\u00e6l og styttri \u00e1heitanir. Havast m\u00e1 \u00ed huga, at ikki \u00f8ll vi\u00f0urskifti kunnu l\u00fdsast \u00ed stuttum skrivum.
Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at myndugleikar fyrihalda seg til ta broyting \u00ed samskifti, sum er v\u00e6ntandi. Umbo\u00f0sma\u00f0urin heldur, at um myndugleikar merkja hesa broyting \u00ed samskifti, kunnu teir h\u00f3skandi gera s\u00e6r mannagongdir fyri handfaring av v\u00ed\u00f0fevndum skrivum. Sl\u00edkar mannagongdir kunnu eitt n\u00fa taka st\u00f8\u00f0i \u00ed veglei\u00f0ingarskylduni, uppl\u00fdsingarskylduni, skylduni at grundgeva og skynsamari n\u00fdtslu av arbei\u00f0sorku.
Mannagongdirnar eiga at hava sum endam\u00e1l, at avgrei\u00f0a borgarans vi\u00f0urskifti \u00e1 n\u00f8ktandi uppl\u00fdsingargrundarlagi\u00f0 og innan r\u00edmiliga t\u00ed\u00f0. At myndugleikar gera s\u00e6r mannagongdir \u00e1 hesum \u00f8ki er g\u00f3\u00f0ur fyrisitingarsi\u00f0ur.
Grundgeving<\/strong>
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00ed grein fr\u00e1 2018 skriva\u00f0 um kravi\u00f0 um grundgeving samb\u00e6rt fyrisitingarl\u00f3gini: \u201cGrundgeving\u201d[4].
Um skrivi\u00f0 fr\u00e1 borgaranum skal avgerast vi\u00f0 eini fyrisitingarligari avger\u00f0, m\u00e1 myndugleikin geva eina n\u00f8ktandi grundgeving. Ein grundgeving skal vera r\u00f8tt \u00e1 tann h\u00e1tt, at hon sakliga skal vi\u00f0gera tey vi\u00f0urskifti og met\u00adingar, sum veruliga hava veri\u00f0 grundarlag undir avger\u00f0ini. Grundgevingin skal t\u00ed v\u00edsa tey atlit, sum myndugleikin veruliga hevur lagt dent \u00e1, og myndugleikin eigur ikki \u00ed grundgevingini at v\u00edsa til atlit, sum ongan t\u00fddning hava havt fyri avger\u00f0ina.
Kravi\u00f0 um grundgeving \u00ed fyrisitingarl\u00f3gini er tengt at fyrisitingarligum avger\u00f0um. Eitt \u00e1v\u00edst krav um grundgeving yvir fyri borgarum m\u00e1 t\u00f3 eisini metast at galda samb\u00e6rt g\u00f3\u00f0um fyrisitingarsi\u00f0i. Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00e1\u00f0ur v\u00edst \u00e1, at ta\u00f0 eitt n\u00fa er g\u00f3\u00f0ur fyrisitingarsi\u00f0ur at svara borgarum \u00e1 sl\u00edkan h\u00e1tt, at teir skilja ta avger\u00f0, sum tikin ver\u00f0ur. Hetta er galdandi b\u00e6\u00f0i fyri fyrisitingarligar avger\u00f0ir og svar vi\u00f0v\u00edkjandi \u00f8\u00f0rum virksemi hj\u00e1 myndugleikanum ella fyrispurningum fr\u00e1 borgarum.
Ein grundgeving eigur at vi\u00f0gera tey sj\u00f3narmi\u00f0 og uppl\u00fdsingar, sum myndugleikin metir hoyra til eina sakliga og v\u00e6l l\u00fdsta avger\u00f0.
\u00cd mun til v\u00ed\u00f0fevnd skriv, sum kunnu tykjast framleidd vi\u00f0 hj\u00e1lp av vitl\u00edki, ger seg stundum galdandi, at umframt sj\u00e1lvt evni\u00f0, sum er ors\u00f8kin til \u00e1heitanina, ver\u00f0ur v\u00edst til eitt n\u00fa l\u00f3garverk innan- og uttanlands, ymiskar l\u00f8gfr\u00f8\u00f0iligar meginreglur og avger\u00f0ir innan- og uttanlands.
At eftirkanna og meta um allar uppl\u00fdsingar, sum vera nevndar \u00ed sl\u00edkum skrivum, kann vera t\u00ed\u00f0arkrevjandi. Ein myndugleiki kann t\u00f3 ikki s\u00edggja burtur fr\u00e1 t\u00ed, sum ein borgari f\u00f8rir fram, uttan so at saklig ors\u00f8k er til tess.
Ein grundgeving fr\u00e1 myndugleikanum eigur t\u00ed sum meginregla at umr\u00f8\u00f0a tey sj\u00f3narmi\u00f0 og uppl\u00fdsingar, sum borgarin hevur f\u00f8rt fram, uttan so at tey eru greitt \u00f3vi\u00f0komandi.
Um ta\u00f0 so eru uppl\u00fdsingar, sum myndugleikin heilt letur vera at vi\u00f0gera, er ta\u00f0 g\u00f3\u00f0ur fyrisitingarsi\u00f0ur at kunna borgaran um ta\u00f0 \u00ed grundgevingini. Borgarin f\u00e6r \u00e1 henda h\u00e1tt m\u00f8guleikan at skilja avger\u00f0ina, ella bo\u00f0ini hann f\u00e6r. Hetta ger seg serliga galdandi, um borgarin sj\u00e1lvur hevur lagt st\u00f3ran dent \u00e1 uppl\u00fdsingarnar.
[1] Greinin s\u00e6st \u00ed savninum \u00e1 www.lum.fo – Veglei\u00f0ing
[2] Greinin s\u00e6st \u00ed savninum \u00e1 www.lum.fo – At halda seg kenna (uppl\u00fdsingarskyldan)
[3] Greinin s\u00e6st \u00ed savninum \u00e1 www.lum.fo – M\u00e1lsvi\u00f0ger\u00f0art\u00ed\u00f0
Umbo\u00f0sma\u00f0urin hevur \u00ed 2026 lagt til merkis, at klagurnar \u00ed st\u00f8rri mun eru v\u00ed\u00f0fevndari og dr\u00fagvari enn \u00e1\u00f0ur, v\u00edsa til f\u00f8royskar og altj\u00f3\u00f0a l\u00f3garreglur, l\u00f8gfr\u00f8\u00f0ilig hugt\u00f8k og avger\u00f0ir fr\u00e1 b\u00e6\u00f0i…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":13216,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-14489","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14489","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=14489"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14489\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":14490,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14489\/revisions\/14490"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/13216"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=14489"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=14489"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=14489"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}