{"id":14507,"date":"2026-11-21T22:56:21","date_gmt":"2026-11-21T22:56:21","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=14507"},"modified":"2026-11-21T22:56:21","modified_gmt":"2026-11-21T22:56:21","slug":"sendistovan-i-london-verdur-nidurradfest-samstundis-sum-vit-skulu-styrkja-samstarvid-vid-bretland","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2026\/11\/21\/sendistovan-i-london-verdur-nidurradfest-samstundis-sum-vit-skulu-styrkja-samstarvid-vid-bretland\/","title":{"rendered":"Sendistovan \u00ed London ver\u00f0ur ni\u00f0urra\u00f0fest \u2013 samstundis sum vit skulu styrkja samstarvi\u00f0 vi\u00f0 Bretland?"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Hv\u00ed skal f\u00f8royska sendistovan \u00ed London missa s\u00edtt egna sendif\u00f3lk, j\u00fast n\u00fa F\u00f8royar tosa um st\u00f8rri sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i, \u00f8kt altj\u00f3\u00f0a samstarv og ein meira virknan leiklut \u00ed verju- og trygdarpolitikki?<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann 30. september kunngj\u00f8rdi landsst\u00fdri\u00f0, at uttanr\u00edkist\u00e6nastan skal umskipast. Sendistovurnar \u00ed Moskva og Tel Aviv skulu latast aftur, me\u00f0an sendistovan \u00ed London heldur fram, men uttan egi\u00f0 sendif\u00f3lk. \u00cd sta\u00f0in skal f\u00f8royska sendif\u00f3lki\u00f0 \u00ed Br\u00fassel eisini r\u00f8kja sambandi\u00f0 vi\u00f0 Bretland.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spurningurin er, um hetta er r\u00e6tta mannagongdin \u00ed eini t\u00ed\u00f0, t\u00e1 i\u00f0 altj\u00f3\u00f0a trygd og samstarv hava st\u00f8rri t\u00fddning enn \u00ed mong \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit liva \u00ed eini sera spentari heimspolitiskari st\u00f8\u00f0u. Samstundis tosa F\u00f8royar um st\u00f8rri sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i og um at gerast ein meira virkin partur av altj\u00f3\u00f0a verju- og trygdarpolitiskum samstarvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bretland er ein av okkara t\u00fddningarmiklu samstarvsp\u00f8rtum, b\u00e6\u00f0i s\u00f8guliga, handilsliga og trygdarpolitiskt. Vit vita, at Bretland hevur ein t\u00fd\u00f0andi leiklut \u00ed verjuni av Nor\u00f0uratlantshavi, og \u00ed eini \u00e1lvarsligari kreppust\u00f8\u00f0u ver\u00f0ur bretska verjumegin ein av teimum heilt avgerandi samstarvsp\u00f8rtunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed kennist ta\u00f0 l\u00f8gi\u00f0, at vit n\u00fa velja at ni\u00f0urra\u00f0festa okkara diplomatiska umbo\u00f0an \u00ed London.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kennist eisini l\u00f8gi\u00f0, at politiska lei\u00f0slan \u00ed Tinganesi st\u00f8\u00f0ugt tosar meira um verju- og trygdarpolitikk og um, at F\u00f8royar skulu taka st\u00f8rri \u00e1byrgd, samstundis sum vit ikki megna at hava b\u00e6\u00f0i okkara vaktar- og bjargingarskip \u00ed vinnu \u00ed senn. Harumframt seldi landi\u00f0 fyri t\u00ed\u00f0 s\u00ed\u00f0an ta\u00f0 l\u00edtla vaktarskipi\u00f0, sum vit \u00e1ttu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvussu skulu vit taka st\u00f8rri \u00e1byrgd av trygdini \u00ed Nor\u00f0uratlantshavi, um vit ikki megna at tryggja okkara egnu grundleggjandi tilb\u00fagving?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen, fyrrverandi landsst\u00fdrisma\u00f0ur og l\u00f8gtingsma\u00f0ur og n\u00fa borgarstj\u00f3ri \u00ed Runav\u00edkar kommunu, var millum luttakararnar, t\u00e1 i\u00f0 sendistovurnar og f\u00edggjarl\u00f3gin v\u00f3ru vi\u00f0gj\u00f8rdar \u00ed sendingini <em>Stj\u00f3rnin<\/em> \u00e1 FM1 tann 7. oktober.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3rbj\u00f8rn hevur v\u00edst \u00e1, at ta\u00f0 er eitt skeivt signal at senda, t\u00e1 i\u00f0 ein sendistova ver\u00f0ur ni\u00f0url\u00f8gd ella ni\u00f0urra\u00f0fest. Ta\u00f0 kann geva ta fatan, at ein ynskir at minka um samstarvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri samdur vi\u00f0 honum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 i\u00f0 vit sum land hava stovna\u00f0 eina sendistovu hj\u00e1 einum av okkara t\u00fddningarmiklu handils- og samstarvsp\u00f8rtum, er ta\u00f0 \u00f3heppin uttanr\u00edkispolitikkur at taka burtur ta sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugu diplomatiska umbo\u00f0anina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At eitt sendif\u00f3lk \u00ed Br\u00fassel n\u00fa eisini skal r\u00f8kja f\u00f8roysku \u00e1hugam\u00e1lini \u00ed Bretlandi, er ikki ta\u00f0 sama sum at hava eitt sendif\u00f3lk, i\u00f0 dagliga arbei\u00f0ir \u00ed London og byggir upp pers\u00f3nlig og politisk sambond vi\u00f0 bretskar myndugleikar, vinnul\u00edv og samstarvsfelagar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit skulu heldur ikki gloyma, at Bretland ikki longur er limur \u00ed ES. Ta\u00f0 ger ta\u00f0 enn meira t\u00fddningarmiki\u00f0 at hava eina beinlei\u00f0is og sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0uga diplomatiska umbo\u00f0an \u00ed London.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsst\u00fdri\u00f0 grundgevur umskipanina vi\u00f0 st\u00f8rri denti \u00e1 handilsframa og f\u00f8royskan \u00fatflutning. Men hvussu samsvarar ta\u00f0 vi\u00f0 at minka um okkara diplomatiska n\u00e6rveru \u00ed einum so t\u00fddningarmiklum landi sum Bretlandi?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu ikki \u00f8\u00f0rumegin tosa um at styrkja okkara altj\u00f3\u00f0a st\u00f8\u00f0u og samstarv vi\u00f0 Bretland, men hinumegin taka stig, sum \u00ed veruleikanum kunnu veikja okkara diplomatiska samband.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00e1i\u00f0 vi\u00f0urskiftini \u00ed r\u00e6ttlag. Var\u00f0veiti\u00f0 sendistovuna \u00ed London vi\u00f0 egnum sendif\u00f3lki og styrki\u00f0 heldur samstarvi\u00f0 vi\u00f0 Bretland.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>OML<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Hv\u00ed skal f\u00f8royska sendistovan \u00ed London missa s\u00edtt egna sendif\u00f3lk, j\u00fast n\u00fa F\u00f8royar tosa um st\u00f8rri sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i, \u00f8kt altj\u00f3\u00f0a samstarv og ein meira virknan leiklut \u00ed verju- og trygdarpolitikki? Tann&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":14508,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-14507","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-uncategorized"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14507","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=14507"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14507\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":14509,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/14507\/revisions\/14509"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/14508"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=14507"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=14507"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=14507"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}