{"id":2716,"date":"2022-07-12T13:43:43","date_gmt":"2022-07-12T13:43:43","guid":{"rendered":"http:\/\/24fo.news\/?p=2716"},"modified":"2022-07-12T13:43:43","modified_gmt":"2022-07-12T13:43:43","slug":"stoedan-er-otolandi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/07\/12\/stoedan-er-otolandi\/","title":{"rendered":"ST\u00d8\u00d0AN ER \u00d3TOLANDI"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">written by&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.fo24.net\/author\/oml\/\">OML<\/a>&nbsp;28. september 2021<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><a href=\"https:\/\/usercontent.one\/wp\/www.fo24.net\/wp-content\/uploads\/2021\/09\/2skiparar-scaled.jpg?media=1656370268\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/usercontent.one\/wp\/www.fo24.net\/wp-content\/uploads\/2021\/09\/2skiparar-scaled-1170x821.jpg?media=1656370268\" alt=\"\" title=\"2skiparar\"\/><\/a><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Hetta siga skiparar og rei\u00f0arar \u00e1 frystil\u00fdnuskipum. Vit hava gj\u00f8rt \u00edl\u00f8gur fyri hundra\u00f0tals milli\u00f3nir kr\u00f3nur og hava als ikki n\u00f8ktandi fiskir\u00e6ttindir. J\u00fast n\u00fa ver\u00f0a \u00fatluta n\u00fdggj uppisj\u00f3\u00f0arr\u00e6ttindi sum fyri okkum er p\u00fara \u00f3skiljandi. Me\u00f0an hotellir \u00ed h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0num og festivalar f\u00e1a korona hj\u00e1lp, ver\u00f0ur ikki hugsa um, hvussu flotin kann f\u00e1a h\u00f3skandi karmar at virka undir. Landsins myndugleikar mugu fara \u00edgongd vi\u00f0 umb\u00fdti\u00f0 av uppisj\u00f3\u00f0arr\u00e6ttindum fyri at skapa okkum betri fiskim\u00f8guleikar. \u00datlutanin av uppisj\u00f3\u00f0arr\u00e6ttindum m\u00e1 ste\u00f0ga n\u00fa, hetta gevur ikki meining.<\/strong>&nbsp;Hetta siga Ey\u00f0stein S\u00f8rensen skipari og rei\u00f0ari, John K\u00e1ri Jacobsen, skipar og \u00d3li M. Lassen rei\u00f0ari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00c1liti\u00f0 er Flemish Kap<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var vi\u00f0 bjartskygni, at menn f\u00f3ru undir at endurn\u00fdggja l\u00ednuflotan vi\u00f0 meira n\u00fat\u00edmans fristil\u00ednuskipum. Hetta var gj\u00f8rt t\u00ed man visti, at Flemish Kap skuldi ver\u00f0a h\u00f8vu\u00f0sgrundarlagi\u00f0 undir \u00edl\u00f8guni, n\u00fa sera n\u00f3gvur fiskur aftur var \u00e1 Flemish Kap. Stokkut var gle\u00f0in og ta\u00f0 undrar okkum almiki\u00f0 at h\u00f3pin av \u00fatlendskum trolarum fiska\u00f0u kongafisk \u00e1 toskalei\u00f0 \u00ed 2020 me\u00f0an vit ikki troyttu hesi fiskimi\u00f0. Royndarfiskiskapurin hevur v\u00edst, at har er so n\u00f3gvur toskur at kannibalisma er \u00e1 Flemish Kap. St\u00f3ru toskarnir v\u00f3ru fullur av sm\u00e1fiski (sm\u00e6rri toskar o.\u00f8. fiski). Vit eiga at \u00e1seta okkum kvotu \u00e1 Flemish Kap, fyri veruliga at pr\u00f3gva g\u00f3\u00f0u st\u00f8\u00f0una \u00e1 Flemish Kap. T\u00e1 spani\u00f3lar og portugisar kunnu liggja og trola kring bankan vi\u00f0 einum st\u00f3rum flota, so m\u00e1 eisini vera loyvt og bera til hj\u00e1 okkum at fiska har.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/usercontent.one\/wp\/www.fo24.net\/wp-content\/uploads\/2021\/09\/JAKUPB-JP3.jpg?media=1656370268\" alt=\"\" class=\"wp-image-10717\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fleiri opin sj\u00f3\u00f8ki\u00f0 undir \u00cdslandi og h\u00e6gri kvotu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdsland hevur tey seinastu mongu \u00e1rini gj\u00f8rt ta\u00f0 alt truplari hj\u00e1 f\u00f8royskum skipum at fiska har, orsaka av stongdum lei\u00f0um v.m. Eins og \u00edslendsk skip kunnu fiska \u00e1 somu fiskimi\u00f0um sum okkara egnu uppisj\u00f3\u00f0arskip undir F\u00f8royum, eiga vit eisini at kunna fiska \u00e1 somu fiskimi\u00f0um sum \u00edslendsk l\u00ednuskip undir \u00cdslandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Royndarfiskiskapur og kvotur vi\u00f0 Gr\u00f8nland<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er gott at, vit n\u00fa vi\u00f0 frystil\u00ednuskipum veruliga kunnu royna \u00e1 fjarskotnum lei\u00f0um og fiska vi\u00f0 Gr\u00f8nland. Vit hava veri\u00f0 til royndarfiskiskap sum hevur hepnast misjavnt. Men skulu f\u00f8roysk l\u00ednuskip royndarfiska vi\u00f0 Gr\u00f8nland, so m\u00e1 hetta eisini samantvinnast vi\u00f0 fiskim\u00f8guleikar \u00e1 g\u00f3\u00f0um fiskimi\u00f0um. \u00cd dag f\u00e1a Gr\u00f8nlendsk skip r\u00fama atgongd til at fiska uppisj\u00f3\u00f0arfisk, \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi. Ta\u00f0 er eingin ivi um, at ta\u00f0 eru \u00f3troyttir m\u00f8guleikar vi\u00f0 at samarbei\u00f0a enn meira vi\u00f0 gr\u00f8nlendingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00f8roya Banki m\u00e1 lata upp fyri vinnuligum fiskiskapi &nbsp;<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royski l\u00ednuflotin m\u00e1 aftur f\u00e1a atgongd til bankan. Har er n\u00f3gv h\u00fdsa og m\u00e1 fiskivinnan ver\u00f0a vi\u00f0 til, at endurreisa vistfr\u00f8\u00f0iskipanina \u00e1 F\u00f8roya Bank. Hendan oy\u00f0imarkagongd m\u00e1 ste\u00f0ga. Sum Ey\u00f0un Hansen skipari hevur v\u00edst \u00e1, so missur vinna,&nbsp; land og f\u00f3lk 100 talls milli\u00f3nir av, at bankin hevur veri\u00f0 stongdur n\u00fa \u00ed n\u00f3gv \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>N\u00fdggi rei\u00f0ar\u00ed\u00f0ir inn \u00ed fiskivinnuna, hvat er meiningin ?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kennist undarligt at n\u00fdggir akt\u00f8rar skulu inn \u00ed uppisj\u00f3\u00f0arvinnuna, t\u00e1 man einsval kundi n\u00fdtt part av ovurhonds n\u00fdggja tilfeinginum undir F\u00f8royum til at skaffa okkum betur fiskir\u00e6ttindi v\u00ed\u00f0a hvar. Flestu okkara hava veri\u00f0 her s\u00ed\u00f0ani kreppuna \u00ed 1993 t\u00e1 vit v\u00f3ru vi\u00f0, at seta fer\u00f0 aftur \u00e1 samfelagi\u00f0. \u00cd dag er fiskiskapurin undir F\u00f8royum eftir botnfiski v\u00e1naligur, t\u00ed er \u00e1trokandi at vit f\u00e1a n\u00fdggj fiskimi\u00f0 at troyta, heldur enn at geva n\u00fdggjum rei\u00f0arum gullranda\u00f0a vei\u00f0um\u00f8guleikar. At geva tveimum n\u00fdggjum sm\u00e1partafel\u00f8gum g\u00f3\u00f0 33.000 tons av uppisj\u00f3\u00f0arkvotu og hartil kvotu upp\u00e1 12.000 tons fr\u00e1 2020, er sera l\u00f8gi\u00f0. Vit hava \u00e1haldandi v\u00edst \u00e1, at man politiskt m\u00e1 fara og skaffa okkum betur r\u00e6ttindi, hvar er r\u00e6ttarkenslan ?.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00c1heitan \u00e1 alla politisku skipanina 10.000 tons av botnfiski til L\u00ednuflotan n\u00fa<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 2008 herja\u00f0i ein f\u00edggjarkreppa sum rakti fiskiflotan meint og har var eingin hj\u00e1lp \u00ed eygsj\u00f3n. Vit kenna \u00f8ll avlei\u00f0ingarnar av hesum. &nbsp;\u00cd dag hava \u00edslendsk, norsk, gr\u00f8nlendsk og russisk skip g\u00f3\u00f0a atgongd til f\u00f8roysk hav\u00f8ki\u00f0. Hetta eigur at geva m\u00f8guleikar til, at vit f\u00e1a betri fiskir\u00e6ttindir \u00ed fremmandum sj\u00f3gvi. Ney\u00f0ugt er beinanvegin at ste\u00f0ga \u00fatlutanini av uppisj\u00f3\u00f0arr\u00e6ttindum \u00ed eyst og vest.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit tosa um, at hv\u00f8rt l\u00ednuskip skal hava munandi fleiri r\u00e6ttindi. N\u00fa Flemish Kap sveik, er ney\u00f0ugt, at vit saman finna eina loysn, so tey frambrot \u00ed eru skapt vi\u00f0 betran av l\u00ednuflotanum ikki skulu fara fyri bakka. Og tann \u00f3svara\u00f0i spurningurin er, hv\u00ed tora vit ikki at \u00e1seta okkum egna kvotu \u00e1 Flemish Kap, t\u00e1 vit uttan himpr einvegis kunnu \u00e1seta okkum eina metst\u00f3ra makrelkvotu upp\u00e1 167.000 tons undir F\u00f8royum. Ta\u00f0 ber ikki til at bl\u00edva vi\u00f0 at utluta n\u00fdggj r\u00e6ttindi til Per og P\u00f3l t\u00e1 rei\u00f0ar\u00ed\u00f0ur \u00ed hava virka her \u00ed \u00fatvi\u00f0 30 \u00e1r eru skorin \u00ed d\u00f8gum og mist st\u00f3r hav\u00f8kir at royna \u00e1. N\u00fdggju uppisj\u00f3\u00f0arr\u00e6ttindi mugu n\u00fdtast at f\u00e1a okkum betri r\u00e6ttindi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ney\u00f0ugt er, at vit f\u00e1a eini 4.000 tons av toski og 6.000 tons av h\u00fdsu. Hetta gevur minst 270 milli\u00f3nir \u00ed umsetningi. Hetta gevur beinlei\u00f0is einar 150 mi\u00f3. kr \u00ed h\u00fdrum og l\u00f8nargjaldingum \u00ed F\u00f8royum og hartil h\u00f3pin av avleiddum virksemi\u00f0. Og er hetta eisini vi\u00f0 til at rei\u00f0ar\u00edini ver\u00f0a betur f\u00f8r fyri, at halda s\u00ednar skyldur til f\u00edggingarkeldur og hartil st\u00f8\u00f0uga og g\u00f3\u00f0a f\u00f8royska manning.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royar sum land hava allar m\u00f8guleikar at finna loysnir, so rei\u00f0ar\u00ed\u00f0ir i\u00f0 fiska vi\u00f0 l\u00ednu kunnu f\u00e1a munandi betur m\u00f8guleikar at virka \u00e1 j\u00f8vnum f\u00f8ti vi\u00f0 restina av fel\u00f8gum \u00ed fiskivinnuni.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><\/h3>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>written by&nbsp;OML&nbsp;28. september 2021 Hetta siga skiparar og rei\u00f0arar \u00e1 frystil\u00fdnuskipum. Vit hava gj\u00f8rt \u00edl\u00f8gur fyri hundra\u00f0tals milli\u00f3nir kr\u00f3nur og hava als ikki n\u00f8ktandi fiskir\u00e6ttindir. J\u00fast n\u00fa ver\u00f0a \u00fatluta n\u00fdggj&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":2717,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113],"tags":[],"class_list":["post-2716","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2716","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=2716"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2716\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":2718,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2716\/revisions\/2718"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/2717"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=2716"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=2716"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=2716"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}