{"id":3203,"date":"2022-10-03T22:52:41","date_gmt":"2022-10-03T22:52:41","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3203"},"modified":"2022-10-03T22:52:42","modified_gmt":"2022-10-03T22:52:42","slug":"itrottarfelagid-argir-10-ar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/10\/03\/itrottarfelagid-argir-10-ar\/","title":{"rendered":"\u00cdtr\u00f3ttarfelagi\u00f0 Argir 10 \u00e1r"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Veitsla var \u00ed Sk\u00falanum \u00e1 Argjahamri fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0, n\u00fa \u00cdtr\u00f3ttarfelagi\u00f0 Argir fylti 10 \u00e1r. Borgarstj\u00f3rin helt \u00ed r\u00f8\u00f0u \u00e1 sta\u00f0num, at felagi\u00f0 var komi\u00f0 langt hesi 10 \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Einki kemur av ongum, og ofta mugu vit eisini \u00e1sanna, at ta\u00f0 eru n\u00f8kur ting, i\u00f0 taka s\u00edna t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eitt av teimum er at seta \u00e1 stovn eitt \u00edtr\u00f3ttarfelag, t\u00ed vanliga er ta\u00f0 naka\u00f0, i\u00f0 byrjar \u00ed sm\u00e1um og tekur n\u00f8kur \u00e1r at byggja upp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Hetta kenna tit alt til, men so vil eg kortini siga, at tit hesi 10 \u2013 og n\u00fa 11 \u00e1rini \u2013 hava n\u00e1tt langt, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Her \u00e1 Argjum eru tit v\u00e6l fyri vi\u00f0 \u00edtr\u00f3tti, t\u00ed tit hava havt Argja B\u00f3ltfelag s\u00ed\u00f0ani 1973, Argja R\u00f3\u00f0rarfelag s\u00ed\u00f0ani 1982 og so \u00cdtr\u00f3ttarfelagi\u00f0 Argir s\u00ed\u00f0ani 2011.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Tit \u00ed \u00cdA hava eitt til felags vi\u00f0 AB, og ta\u00f0 er, at sk\u00falaumhv\u00f8rvi\u00f0 \u00e1 Argjum hevur veri\u00f0 karmur um tykkara fyrstu venjingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; AB byrja\u00f0i \u00ed s\u00edni t\u00ed\u00f0 \u00ed sk\u00falagar\u00f0inum ni\u00f0ri \u00ed gamla Argja sk\u00fala, og tit byrja\u00f0u \u00ed t\u00e1verandi tv\u00edh\u00f8llini her \u00ed sk\u00falanum \u00e1 Argjahamri.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"750\" height=\"500\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/10\/argir1oar-torsh-kommuna.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-3204\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/10\/argir1oar-torsh-kommuna.jpg 750w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/10\/argir1oar-torsh-kommuna-300x200.jpg 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/10\/argir1oar-torsh-kommuna-330x220.jpg 330w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/10\/argir1oar-torsh-kommuna-420x280.jpg 420w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/10\/argir1oar-torsh-kommuna-615x410.jpg 615w\" sizes=\"(max-width: 750px) 100vw, 750px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Sk\u00falin heruppi var spildurn\u00fdggjur um sama mundi\u00f0, \u00ed 2011, so tit eru eitt gott d\u00f8mi um, hvat kann f\u00e1ast burtur\u00far, t\u00e1 i\u00f0 sm\u00ed\u00f0a\u00f0 ver\u00f0ur, me\u00f0an jarni\u00f0 er heitt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; At byrja vi\u00f0 h\u00f8vdu tit bara eina dupulta fimleikah\u00f8ll til tykkara virksemi, men h\u00f3ast tit hv\u00f8rki grenja\u00f0u um umst\u00f8\u00f0urnar ella l\u00f3tu illa at, s\u00e1st skj\u00f3tt, at h\u00f8llin var ov l\u00edtil.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; T\u00ed var\u00f0 fari\u00f0 undir at vaksa hana upp \u00ed fulla hondb\u00f3ltsst\u00f8dd, hon st\u00f3\u00f0 li\u00f0ug \u00ed 2017, talan var um ein hondb\u00f3ltsv\u00f8ll vi\u00f0 200 \u00e1sko\u00f0arapl\u00e1ssum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; S\u00ed\u00f0ani hava tit veri\u00f0 \u00e1gr\u00fdtin og r\u00f8sk, og \u00ed dag vita \u00f8ll \u00ed hondb\u00f3lts-F\u00f8royum, hvat \u00cdA er fyri naka\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Argir hava \u00ed mong \u00e1r sta\u00f0i\u00f0 \u00ed st\u00f8\u00f0ugum v\u00f8kstri, og n\u00fa b\u00fagva yvir 2500 f\u00f3lk her.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ta\u00f0 var eisini hesin f\u00f3lkav\u00f8ksturin, i\u00f0 onkursvegna skunda\u00f0i undir og fekk tykkum at tr\u00fagva upp\u00e1, at gott grundarlag var fyri einum hondb\u00f3ltsfelag \u00e1 Argjum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Hj\u00e1 b\u00f8rnum var ta\u00f0 langur vegur at skula ni\u00f0an \u00e1 H\u00e1ls ella ni\u00f0an \u00ed Hoyv\u00edkar at venja hondb\u00f3lt, og t\u00ed valdu tit at seta \u00e1 stovn tykkara egna felag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ta\u00f0 var \u00ed t\u00ed treysti, at um tit sp\u00e6ldu kortini r\u00e6tt, so kundi \u00cdA innan fyri tey n\u00e6stu \u00e1rini hava li\u00f0 \u00ed at kalla \u00f8llum deildum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; At hetta ikki var \u00f3\u00f0amannaverk, hevur gingi\u00f0 sj\u00f3n fyri s\u00f8gn, t\u00ed \u00cdtr\u00f3ttarfelagi\u00f0 Argir er v\u00e6l vi\u00f0 \u00ed \u00f8llum deildum hj\u00e1 teimum yngru, og arbei\u00f0ir seg st\u00f8\u00f0ugt uppeftir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; J\u00fast ta\u00f0, at tit eru byrja\u00f0 vi\u00f0 barna- og ungd\u00f3msarbei\u00f0inum hevur v\u00edst seg at vera lykilin til, at \u00cdA veruliga kann gera vart vi\u00f0 seg sum eitt st\u00f3rt og v\u00e6l skipa\u00f0 felag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Sum eg havi skilt, so hava tit fr\u00e1 fyrstu l\u00f8tu kent ta\u00f0, sum h\u00f8vdu tit luft undir veingjunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Longu fr\u00e1 byrjan hev\u00f0i \u00cdA hug til at vera b\u00e6\u00f0i st\u00f8rri og at hava st\u00f8rri undirt\u00f8ku, enn tit kanska h\u00f8vdu rokna\u00f0 vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; M\u00e6r er fortalt, at hj\u00e1 teimum vaksnu v\u00f3ru ta\u00f0 bara seks, i\u00f0 v\u00f3ru til fyrstu venjingarnar, men \u00e1\u00f0renn tit vistu av, h\u00f8vdu tit 40 mans til venjing, og tit megna\u00f0u at flyta upp longu fyrst \u00e1ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Og so v\u00edsti ta\u00f0 seg eisini, at h\u00f3ast eingin skipa\u00f0ur hondb\u00f3ltur var \u00e1 Argjum frammanundan, v\u00f3ru ta\u00f0 fleiri foreldur, sum h\u00f8vdu sp\u00e6lt hondb\u00f3lt fyrr, i\u00f0 livna\u00f0u uppaftur av n\u00fdggjum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; N\u00fa h\u00f8vdu tey m\u00f8guleikan at halda s\u00ednum egnu b\u00f8rnum til, so tey eisini skuldu l\u00e6ra hetta deiliga sp\u00e6li\u00f0 at kenna, sum j\u00fast n\u00fa er tann \u00edtr\u00f3ttargreinin her heima, i\u00f0 ger mest um seg \u00ed altj\u00f3\u00f0a h\u00f8pi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Tit hava fyrr \u00ed \u00e1r sett ein royndan og dugnaligan h\u00f8vu\u00f0svenjara, sum hartil er v\u00e6l kendur \u00ed f\u00f8royskum hondb\u00f3lti, og hann hevur \u00e1byrgd av barna- og ungd\u00f3msarbei\u00f0num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Felag tykkara er v\u00e6l umbo\u00f0a\u00f0 upp \u00edgj\u00f8gnum deildirnar, hj\u00e1 b\u00e6\u00f0i gentum og dreingjum, og ta\u00f0 er ein fragd at s\u00edggja, hvussu toli\u00f0 og mi\u00f0v\u00edst tit arbei\u00f0a, so grundarlagi\u00f0 alla t\u00ed\u00f0ina er \u00ed lagi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Og vit kunnu \u00e1sanna, at h\u00f3ast argjamenn hava veri\u00f0 tiltiknir fyri s\u00edtt byggikynstur, er eisini galdandi \u00e1 Argjum, at Rom var\u00f0 ikki bygdur eftir einum degi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Men byggi\u00f0 endiliga v\u00ed\u00f0ari, t\u00ed tit eru \u00e1 r\u00e6ttari k\u00f3s, og vit kunnu \u00f8ll samgle\u00f0ast vi\u00f0 tykkum \u00ed tykkara g\u00f3\u00f0a arbei\u00f0i, i\u00f0 b\u00e6\u00f0i er Argjum og T\u00f3rshavnar kommunu til gle\u00f0i og gagns.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Enn einafer\u00f0 hjartaliga tillukku vi\u00f0 tykkara 10 \u00e1rum og bestu eydnu \u00ed framt\u00ed\u00f0ini, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, at enda.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Veitsla var \u00ed Sk\u00falanum \u00e1 Argjahamri fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0, n\u00fa \u00cdtr\u00f3ttarfelagi\u00f0 Argir fylti 10 \u00e1r. Borgarstj\u00f3rin helt \u00ed r\u00f8\u00f0u \u00e1 sta\u00f0num, at felagi\u00f0 var komi\u00f0 langt hesi 10 \u00e1rini. &#8211; Einki kemur&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3205,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[124],"tags":[],"class_list":["post-3203","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fritid-og-itrottur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3203","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3203"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3203\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3206,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3203\/revisions\/3206"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3205"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3203"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3203"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3203"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}