{"id":3237,"date":"2022-10-08T20:14:00","date_gmt":"2022-10-08T20:14:00","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3237"},"modified":"2022-10-17T21:27:24","modified_gmt":"2022-10-17T21:27:24","slug":"runavikar-kommuna-umbodsmadurin-og-neystaloyvir","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/10\/08\/runavikar-kommuna-umbodsmadurin-og-neystaloyvir\/","title":{"rendered":"Runav\u00edkar kommuna, Umbo\u00f0sma\u00f0urin og neystaloyvir"},"content":{"rendered":"\n<h3 class=\"wp-block-heading\">N\u00fa f\u00f3lk gita hv\u00f8r gevur m\u00e6r uppl\u00fdsingar, skal eg uppl\u00fdsa at eg var\u00f0i av einari ums\u00f3kn. Havi ofta tosa vi\u00f0 T\u00f3ra, Terja, umsiting og borgarstj\u00f3ra. M\u00e6r t\u00f8rvar t\u00ed ikki lekar. M\u00e6r t\u00f8rvar ikki at tosa vi\u00f0 Jonhard Danielsen og t\u00e1 ein politikari hev\u00f0i hug at halda at ta\u00f0 var har eg hev\u00f0i uppl\u00fdsingar, fortaldi eg honum, at um hann nakrant\u00ed\u00f0 seg\u00f0i hatta aftur, fekk hann almenna avh\u00f8lving sum hann ongant\u00ed\u00f0 hev\u00f0i fingi\u00f0 fyrr og ta\u00f0 stendur vi\u00f0 og er galdandi fyri onnur eisini og er ikki avmarka til eitt stk. og er heldur ikki t\u00ed\u00f0aravmarka.<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At gera m\u00ednum b\u00f8rnum \u00f3r\u00e6tt er ein feilur. \u00cd prinsippinum er onki mark fyri hvussu st\u00f3rur tann feilurin kann bl\u00edva.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg veit ta\u00f0 er eitt st\u00f3rt tak. Eg veit at n\u00fa byrja summi at verja seg \u00ed flokki fyri t\u00ed ella honum \u00ed koma skal.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg tr\u00edvist best \u00e1 smala vegnum. Hava teir hug at standa saman og verja ta\u00f0 sum hendir \u00e1 brei\u00f0a vegnum, so taka vit ta\u00f0 vi\u00f0. Vit lesa um at venda hin kj\u00e1lkan til, t\u00e1 onkur sl\u00e6r. Men ongasta\u00f0ni stendur at vit skulu hyggja at me\u00f0an \u00f3r\u00e6ttur ver\u00f0ur framdur m\u00f3ti \u00f8\u00f0rum. Sj\u00e1lvt tann sum onki gj\u00f8rdi og grava\u00f0i talentirnar ni\u00f0ur fekk \u00e1talu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tobbi hevur vinir. Fleiri kenna til sey\u00f0 og mun \u00e1 uttangar\u00f0s og innangar\u00f0s, so teir vita ivaleyst hvat t\u00e6nir teimum best. Og n\u00fa vita teir, at ver\u00f0i eg umr\u00f8ddur, so ver\u00f0a teir eisini umr\u00f8ddir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunust\u00fdrislimir m\u00f8ta v\u00e6l upp \u00ed Guds h\u00fasi. Tey standa v\u00e6l saman. Hv\u00ed tey stu\u00f0la f\u00f3lki heldur enn at heita \u00e1 tey um at fara av brei\u00f0a vegnum yvir \u00e1 smala vegin er m\u00e6r ein g\u00e1ta. Men eg s\u00e1 dokumentar fr\u00e1 2010 \u00far Ukraina \u00ed vikuskiftinum, har f\u00f3lk fortaldu at tey hugdu at t\u00e1 j\u00f8darnir blivu avr\u00e6tta\u00f0ir ni\u00f0ur \u00ed h\u00f3pgr\u00f8vir og s\u00ed\u00f0an f\u00f3ru tey og l\u00f8gdu greinar og mold oman\u00e1 so tey n\u00e6stu sum skuldu avr\u00e6ttast ikki s\u00f3u. Og tey kendu, t\u00ed at onkur sum gj\u00f8rdi hetta v\u00f3ru syskinab\u00f8rn hj\u00e1 h\u00e1lvum j\u00f8dum, sum v\u00f3ru millum tey avr\u00e6tta\u00f0u. So undarlig eru vit menniskju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heimskendi psykologurin, Jordan Peterson greiddi fr\u00e1, : Um tit v\u00f3ru \u00ed seinna heimsbardaga so siga tit, at tit h\u00f8vdu veri\u00f0 Schindler. Ta\u00f0 er ikki r\u00e6tt, tit h\u00f8vdu veri\u00f0 fangav\u00f8rurin!! Solei\u00f0is er menniskjan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At kommunust\u00fdrislimir bara lata standa til, er t\u00ed \u00ed prinsippinum menniskjasligt. Men ta\u00f0 er ikki at gera s\u00edna skyldu. Ta\u00f0 er skeivt. At gera \u00f3r\u00e6tt m\u00f3ti borgarum, vi\u00f0 at lata standa til, er at ganga \u00e1 brei\u00f0a vegnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fari at citera Indiskan mann sum tala\u00f0i \u00ed Kelduni 11 september. Ta\u00f0 hann seg\u00f0i er eisini galdandi fyri kommunust\u00fdrislimir. Hann fortaldi: Ein ma\u00f0ur var dey\u00f0anum n\u00e6r, t\u00ed hann onki \u00e1t. Tey spurdu hann, um hann tr\u00fa\u00f0i at hann fekk ta\u00f0 betri um hann \u00e1t. Ja ta\u00f0 tr\u00fa\u00f0i hann. Og so endurt\u00f3k hann spurning og svar 3 fer\u00f0ir. Og sama svar fr\u00e1 hunga\u00f0a manninum. Men so doy\u00f0i ma\u00f0urin. Og so seg\u00f0i pr\u00e6dikuma\u00f0urin: Ma\u00f0urin tr\u00fa\u00f0i, men ta\u00f0 var ikki n\u00f3g miki\u00f0 til at bjarga honum! Hann handla\u00f0i ikki eftir s\u00ednari tr\u00fagv og t\u00ed doy\u00f0i hann! Solei\u00f0is er vi\u00f0 kommunust\u00fdrislimum. Teir tr\u00fagva, men fer\u00f0ast fegnir \u00e1 brei\u00f0a vegnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 ver\u00f0ur sum \u00ed sanginum Dreymurin, sum Alex sang: &#8230;Eg ei teg kenni, f\u00e6r og t\u00e6n t\u00ed harra t\u00fa t\u00e6nti har&#8230;&nbsp; P\u00e1pi vit ei t\u00e6r fylgja&#8230; T\u00fa ver\u00f0ur aldri okkar p\u00e1pi meir&#8230;. \u00cd sanginum vakna\u00f0i hann \u00far dreyminum. Um kommunust\u00fdri vaknar vita vit ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg l\u00e6rdi st\u00f3rsta partin av b\u00edbliuni \u00ed b\u00edblius\u00f8gu \u00ed sk\u00falanum og eri annars uppvandur vi\u00f0 Guds or\u00f0 og at gera ta\u00f0 sum er r\u00e6tt og at f\u00e1a \u00e1talu fyri ta\u00f0 sum var skeivt. Kl\u00e1ri meg vi\u00f0 at lurta eftir Poul F\u00e6r\u00f8 og Bispi. Br\u00faki meginpartin av t\u00ed\u00f0ini \u00e1 smala vegnum, t\u00f3 at brei\u00f0i vegurin ikki er m\u00e6r \u00f3kendur. Eg skilji ikki hv\u00ed f\u00f3lk fara \u00ed kommunust\u00fdri og so sannl\u00edkt enda sum f\u00fdrb\u00f8tarar, ennt\u00e1 vi\u00f0 stu\u00f0li fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum tr\u00fagvandi, sum eru so fitt, at tey ikki tora at bi\u00f0ja tey koma yvir aftur \u00e1 smala vegin.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">K\u00e6ran til L\u00f8gtingsins umbo\u00f0smann<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er Havnanevndin, sum hevur skyldu at avgrei\u00f0a m\u00e1lini. Ennt\u00e1 uttan at spyrja borgarstj\u00f3ran. Bara so at f\u00f3lk vita, hv\u00f8r hevur \u00e1byrgdina av \u00f3skilinum. Ta\u00f0 er \u00ed prinsippinum ikki Tobbi. T\u00f3 er ta\u00f0 ivaleyst solei\u00f0is at \u00f8ll r\u00e6\u00f0ast Tobba og t\u00ed gera tey ikki s\u00edna skyldu. Ta\u00f0 er so l\u00edti\u00f0 skil \u00e1 t\u00ed ein f\u00e6r uppl\u00fdst \u00ed umsitingini, at ongin er so skilaleysur uttan at bl\u00edva uppsagdur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann, sum k\u00e6rdi til Lum var ein eldri ma\u00f0ur. Hann hevur s\u00f8kt um loyvi at byggja neyst, t\u00ed at grannin, sum er samb\u00fagvi hj\u00e1 systir Ludv\u00edk vi\u00f0 Stein, hev\u00f0i fingi\u00f0 loyvi\u00f0 og bygt neyst. Og ikki nokk vi\u00f0 ta\u00f0. Hann hevur ennt\u00e1 goldi\u00f0 s\u00edn part av felags vegginum, fyri grannan, sum also fekk byggiloyvi. Men hesin gamli ma\u00f0ur skal ikki f\u00e1a loyvi, h\u00f3ast hann hevur goldi\u00f0 part av \u00fatrei\u00f0slunum hj\u00e1 grannanum. Skj\u00f3tt at hugsa, at atgongdin til Borgarstj\u00f3ran er avger\u00f0andi. Beiggi Ludv\u00edk og K\u00e1ri Egholm Jacobsen kennast sj\u00e1lvandi eisini. Ta\u00f0 er ikki naka\u00f0 pr\u00f3gv. Men ta\u00f0 m\u00e1 roknast vi\u00f0 at solei\u00f0is hugsa f\u00f3lk. T\u00ed er ta\u00f0 relevant, sj\u00e1lvt um ta\u00f0 seinni v\u00edsur seg at ver\u00f0a onnur ors\u00f8k. Hypotesur skriva vit frammanundan og ikki t\u00e1 m\u00e1li\u00f0 er li\u00f0ugt. (Ludv\u00edk er nevndur seinni \u00ed greinini og t\u00ed ikki dulnevndur her)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8\u00f0an hj\u00e1 gamla manninum er syndarlig. Men ta\u00f0 leggja tey f\u00f3lkavaldu onki \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunuskrivarin \u00ed Runav\u00edkar kommunu hevur heldur ikki fingi\u00f0 svar upp\u00e1 s\u00edna ums\u00f3kn. Ta\u00f0 t\u00fd\u00f0ur upp\u00e1 at ta\u00f0 eru a\u00f0rar ors\u00f8kir enn at bara summi f\u00e1a loyvi.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hv\u00ed er Tobbi \u00edm\u00f3ti neystum<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ors\u00f8kin tykist ver\u00f0a, at Tobbi er \u00edm\u00f3ti neystum. Men hv\u00ed er Tobbi \u00edm\u00f3ti. \u00c1 fundi fyri \u00e1rum s\u00ed\u00f0an, seg\u00f0i Tobbi, at hann \u00e6tla\u00f0i s\u00e6r eisini at byggja neyst. Tobbi eigur eitt neyst \u00ed \u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg var \u00e1 stuttligum kommunust\u00fdrisfundi. Sat vi\u00f0 s\u00ed\u00f0una av Hilmar Sam, sum umvegis telefonina samskifti vi\u00f0 Ludv\u00edk vi\u00f0 Stein, sum eg sj\u00e1lvandi s\u00e1. Neystaloyvi hj\u00e1 teimum b\u00e1\u00f0um var \u00e1 skr\u00e1 hendan fundin. Harumframt s\u00e1 eg Ipaddin hj\u00e1 Kristian, sum t\u00e1 sat \u00ed kommunust\u00fdrinum. Ipaddurin s\u00e1st og kundi lesast av \u00e1sko\u00f0arapl\u00e1ssinum. Hilmar Sam var so upptikin av at samskifta vi\u00f0 Ludv\u00edk at hann neyvan s\u00e1 hvat eg s\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesin stuttligi fundur enda\u00f0i vi\u00f0 at Hilmar Sam og Ludv\u00edk vi\u00f0 Stein fingu loyvi at byggja eitt st\u00f3rt neyst sum \u00ed dag kann leigast umvegis Air-Bnb. Ta\u00f0 hev\u00f0i Tobbi onki \u00edm\u00f3ti t\u00ed t\u00e1 \u00e6tla\u00f0i hann s\u00e6r at inr\u00e6tta s\u00edtt neyst. Sj\u00e1lvt um kommunan visti, at \u00f8ki\u00f0 var fri\u00f0a og ta\u00f0 var landb\u00fana\u00f0ar\u00f8ki\u00f0. T\u00e1 var sannliga v\u00edtt til veggja. Byggiloyvi var ikki samb\u00e6rt byggisamtyktini, men ta\u00f0 hev\u00f0i ongin rygg at sta\u00f0festa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Trupulleikin byrjar t\u00e1 Samuelsen vil byggja neyst \u00ed sama \u00f8ki sum Ludv\u00edk og Hilmar Sam. N\u00fa var Jonhard Danielsen \u00e1 fundi. Hann kravdi at tey fylgdu byggisamtyktini men v\u00edsti samstundis \u00e1, at til bar at broyta byggisamtykina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Onkursvegna fekk K\u00e1ri Egholm Jacobsen kaldar f\u00f8tur. Hetta eru \u00e1 lei\u00f0 4 \u00e1r s\u00ed\u00f0an og onki er hent \u00ed m\u00e1linum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu gita hvussu gla\u00f0ur Tobbi bleiv. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum bleiv Jonhard koyrdur \u00ed andst\u00f8\u00f0u. Men ta\u00f0 sigst ver\u00f0a K\u00e1ri Egholm Jacoben, sum t\u00f3k stig til ta\u00f0. Officielt t\u00ed hann var \u00f3m\u00f8guligur. Men reelt t\u00ed at Tobbi ikki slapp at byggja neyst og at K\u00e1ri Egholm Jacobsen ikki toldi tr\u00fdsti og vandan fyri at loyvi til neyst hj\u00e1 Ludv\u00edk og Hilmar Sam m\u00e1tti takast aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvi Samuelsen ikki fekkk loyvi, t\u00e1 Hilmar Sam og Ludv\u00edk fingu loyvi er sj\u00e1lvandi undarligt. Neystini h\u00f8vdu j\u00fa sta\u00f0i\u00f0 li\u00f0 um li\u00f0 \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men Samuelsen hevur enn ikki fingi\u00f0 svar. M\u00e1li\u00f0 hevur ligi\u00f0 s\u00ed\u00f0ani!!<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hv\u00ed ikki broyta byggisamtyktina og hv\u00ed ikki avgrei\u00f0a neystaums\u00f3knir<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tobbi hevur fri\u00f0a\u00f0 \u00f8ki\u00f0 har hann eigur neyst og har Hilmar Sam og Ludv\u00edk vi\u00f0 Stein fingu loyvi at byggja h\u00f3ast Tobbi hevur fri\u00f0a \u00f8ki\u00f0. Harumframt er ta\u00f0 landb\u00fana\u00f0ar\u00f8ki\u00f0!!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann tykist ver\u00f0a so fornerma\u00f0ur, at t\u00e1 hann ikki f\u00e6r neyst, so skal ongin \u00ed kommununi f\u00e1a neyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 ber til at broyta byggisamtyktina. Men so f\u00e1a Vang, Jacobsen, Lamhauge og Knudsen eisini byggiloyvi og ta\u00f0 vil Tobbi heldur ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8\u00f0an \u00ed dag er t\u00ed helst, at neysti\u00f0 hj\u00e1 Ludv\u00edk og Hilmar Sam er bygt \u00ed landb\u00fana\u00f0ar\u00f8ki\u00f0 og partv\u00eds fri\u00f0a\u00f0um \u00f8ki og m\u00e1 takast ni\u00f0ur aftur og kommunan m\u00e1 endurgjalda teimum b\u00e1\u00f0um fyri missin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 Tobbi ikki fekk neyst, so skuldi ongin annar hava. At hann sj\u00e1lvur hevur fri\u00f0a s\u00edna egnu ogn er hansara egna b\u00fdttheit. Hev\u00f0i hann so fri\u00f0a \u00f8ki\u00f0 undir n\u00fdggju kirkjuni, t\u00e1 hann all\u00edkval fri\u00f0a\u00f0i \u00ed b\u00fdligninum, so hev\u00f0i eg skilt hann. Og til tey sum ikki vita hvussu hann er, so er hann sera h\u00f3ttandi. Og hann leggur hatur \u00e1 f\u00f3lk. Hann er harm\u00e6ltur. Hann klamsar vi\u00f0 hur\u00f0um. Ta\u00f0 er ikki m\u00e1tin at behandla starvsf\u00f3lk. Men hvat skulu tey gera? Hann kann saktans finna upp\u00e1 at koyra f\u00f3lk til h\u00fas. Umskipan er av og \u00e1 \u00e1 skr\u00e1. T\u00e1 plagar at lukta av at onkur skal uppsigast, vil onkur kommunust\u00fdrislimur ver\u00f0a vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alternativi\u00f0 at broyta byggisamtyktina er einfalt. Also burturs\u00e6\u00f0 fr\u00e1 at so f\u00e1a onnur eisini byggiloyvi. Og ta\u00f0 vil Tobbi ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At Tobbi n\u00fa sigur, at hann skal ikki hava naka\u00f0 byggiloyvi er helst bara sta\u00f0festing av at hann veit, at hann kann ikki f\u00e1a byggiloyvi \u00ed einum \u00f8ki, hann sj\u00e1lvur hevur fri\u00f0a\u00f0. Solei\u00f0is sleppur hann undan at vi\u00f0ganga, at hann einafer\u00f0 ynskti neyst og n\u00fa f\u00e6r hann ikki og t\u00ed skal ongin annar hava neyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sporturin gerst fullkomin, t\u00e1 vit s\u00edggja eina matstovu \u00ed hesum sama landb\u00fana\u00f0ar\u00f8ki\u00f0. Also neysta\u00f8kinum, sum er landb\u00fana\u00f0ar\u00f8ki\u00f0 samb\u00e6rt b\u00fdarplaninum.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">R7 \u00e1 breddan \u00e1 seinasta kommunufundi<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tobbi visti at siga \u00e1 seinasta fundi, at n\u00fa hev\u00f0i R7 bi\u00f0i\u00f0 um innlit \u00ed m\u00e1li\u00f0. R7 hevur bi\u00f0i\u00f0 um innlit \u00ed m\u00e1li\u00f0 um at broyta byggisamtyktina. Ors\u00f8kin er, at undirrita\u00f0i h\u00f3ast tosa er vi\u00f0 n\u00f3gv f\u00f3lk ikki hevur s\u00e6\u00f0 ella hoyrt um hesa broyting. Hendan broyting s\u00e6r ikki \u00fat til at existera. Hon er ikki til. Men h\u00f3ast hon ikki er til, so ver\u00f0ur hon br\u00fakt til at grundgeva fyri at fyribils nokta byggiloyvi. V\u00edsur ta\u00f0 seg at ver\u00f0a solei\u00f0is, so hevur kommunan givi\u00f0 l\u00f8gtingsins umbo\u00f0smanni skeivar uppl\u00fdsingar. Ta\u00f0 er r\u00e6ttuliga groft. Men ta\u00f0 fer R7 at vi\u00f0ger\u00f0a. \u00cd hesum h\u00f8pi er ta\u00f0 sum hj\u00e1 Tobba, t\u00e1 hann seg\u00f0i at privatpers\u00f3nurin og borgarstj\u00f3rin eru ikki sami pers\u00f3nur. Hetta skrivar Eivind og ta\u00f0 hevur onki at gera vi\u00f0 R7.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tobbi visti eisini at siga at eg \u00e6tla\u00f0i m\u00e6r eftir K\u00e1ra Egholm Jacobsen. Ta\u00f0 \u00e6tlar R7 ikki. R7 arbei\u00f0ur systematist frameftir. Og R7 \u00fatvelur ikki syndabukkar framman undan. Ivaleyst var ta\u00f0 taktikkur av Tobba, sum skilur at n\u00fa r\u00ed\u00f0ur um sn\u00e6ri\u00f0 hj\u00e1 honum sj\u00e1lvum. Hetta er ein m\u00e1ti at f\u00e1a vinmennirnar at samlast \u00ed flokki m\u00f3ti m\u00e6r. Gangi \u00fat fr\u00e1 at vinmennirnir skilja, at ta\u00f0 standa teir seg best vi\u00f0 ikki at gera og um ikki, so fara teir 100% sikkurt at skilja ta\u00f0 aftan\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hvat hendir frameftir<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skal uppl\u00fdsa Tobba, at undirrita\u00f0 \u00e6tlar at tvinga b\u00fdr\u00e1\u00f0slimir at seta Tobba upp \u00e1 pl\u00e1ss, solei\u00f0is at Runav\u00edkar kommuna \u00fatskrivar tey neystaloyvi hon hevur skyldu at \u00fatskriva og sum borgarar hava r\u00e6tt til at f\u00e1a \u00fatskriva. Ta\u00f0 gerst best vi\u00f0 at ver\u00f0a \u00f3avmarka brutalur. Helst dupult so brutalur sum Tobbi nakrant\u00ed\u00f0 er. Men ta\u00f0 hevur onki at gera vi\u00f0 R7. \u00d3avmarka brutalur merkir at ver\u00f0a \u00f3avmarka brutalur vi\u00f0 kommunust\u00fdrislimir, sum ikki gera s\u00edna skyldu. T\u00e1 Tobbi kann h\u00f3tta teir at lata ver\u00f0a, so m\u00e1 bera til hj\u00e1 m\u00e6r at yvirbev\u00edsa teir um at gera ta\u00f0 m\u00f3ts\u00e6tta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fr\u00e1 fundinum veit eg eisini, at Tobbi seg\u00f0i, at ta\u00f0 ber ikki til at byggja b\u00fasta\u00f0ir \u00ed hv\u00f8rjum neysti. Ta\u00f0 hevur Tobbi sagt fyrr og ta\u00f0 seg\u00f0i hann aftur \u00e1 seinasta fundi. Aftan\u00e1 at hann alment hevur tiki\u00f0 fulla \u00e1byrgd av t\u00ed hann onki eigur \u00ed. TVS. At ta\u00f0 hann leg\u00f0i \u00fat \u00e1 heimas\u00ed\u00f0una meinti hann ikki. Ta\u00f0 var sostatt ein lodr\u00f8tt lygn. Ta\u00f0 forkl\u00e1rar so eisini hv\u00ed hann t\u00f3k fulla \u00e1byrgd av n\u00f8krum sum hann onga \u00e1byrgd hevur av. Tobbi vil framvegis ikki hava neyst og t\u00e1 hann ikki slapp at byggja, t\u00ed hann hev\u00f0i fri\u00f0a s\u00edtt egna neyst, so skal \u00f8ll fj\u00f8ra \u00ed Runav\u00edkar kommunu standa \u00f3bygd, sj\u00e1lvt um ta\u00f0 er \u00edm\u00f3ti l\u00f3gini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Runav\u00edkar kommuna er nevndarst\u00fdrd. Byggim\u00e1l samb\u00e6rt st\u00fdrisskipanini sortera undir vi\u00f0komandi nevnd. TVS. Havnanevndin hevur skyldu og heimild at avgrei\u00f0a tey, uttan at spyrja borgarstj\u00f3ran og uttan at spyrja kommunust\u00fdri\u00f0. St\u00fdrisskipanin \u00ed Runav\u00edk er r\u00e6ttuliga exakt sum tann \u00ed Sj\u00f3var kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skal skoyta uppi, at eg t\u00edmi ikki at ver\u00f0a umr\u00f8ddur \u00ed t\u00ed\u00f0 og \u00f3t\u00ed\u00f0 \u00e1 b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundi \u00ed Runavikar kommunu. Ikki bara av Tobba men av \u00f8\u00f0rum eisini. Havandi \u00ed huga hvussu undirbrotlig summi eru, so t\u00edmi eg ta\u00f0 uppaftur minni. T\u00edmi heldur ikki at ver\u00f0a umr\u00f8ddur millum vinirnar hj\u00e1 Tobba. Fyrigeving er millum v\u00e1rharra og vi\u00f0komandi. Saga er saga!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa er t\u00ed\u00f0 at enda hetta langa skriv. Men eg skal v\u00edsa \u00e1, at h\u00f3ast avger\u00f0ina hj\u00e1 L\u00f8gtingsins umbo\u00f0smanni, so s\u00e6r \u00fat til at onki ver\u00f0ur broytt. Tobbi vil ikki hava broytingar og kommunust\u00fdri torir ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum eg havi nevnt, so er ta\u00f0 Havnanevndin sum skal avgrei\u00f0a m\u00e1lini. T\u00ed er ta\u00f0 ikki \u00e1byrgdin hj\u00e1 Tobba. Men starvsf\u00f3lkini r\u00e6\u00f0ast Tobba. Ta\u00f0 skilji eg v\u00e6l. Kommunust\u00fdrislimir r\u00e6\u00f0ast Tobba og ta\u00f0 skilji eg men ta\u00f0 g\u00f3\u00f0taki eg ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa \u00e6tli eg at b\u00ed\u00f0a \u00ed nakrar dagar. Um onki hendir, so fara vit at vi\u00f0ger\u00f0a tey sum sita \u00ed kommunust\u00fdrinum. Og tey taka vit t\u00e1 pers\u00f3n fyri pers\u00f3n. Tobbi er ikki behagiligur. Men eg kann, um eg vil, ver\u00f0a 10 fer\u00f0ir verri. Og eg dugi heilt erliga ikki at s\u00edggja hv\u00ed f\u00f3lkavald sum renna undan \u00e1bygd skulu sparast. Tey hava \u00e1v\u00edsar skyldur. Og misr\u00f8kja tey s\u00ednar skyldur \u00ed almennum starvi m\u00e1 roknast vi\u00f0 at sami standur er \u00ed borgarliga starvinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eivind Jacobsen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Strendur<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fa f\u00f3lk gita hv\u00f8r gevur m\u00e6r uppl\u00fdsingar, skal eg uppl\u00fdsa at eg var\u00f0i av einari ums\u00f3kn. Havi ofta tosa vi\u00f0 T\u00f3ra, Terja, umsiting og borgarstj\u00f3ra. M\u00e6r t\u00f8rvar t\u00ed ikki lekar.&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3296,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[111],"tags":[],"class_list":["post-3237","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarabroev-og-tidindaskriv"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3237","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3237"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3237\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3239,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3237\/revisions\/3239"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3296"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3237"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3237"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3237"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}