{"id":3293,"date":"2022-10-17T21:26:57","date_gmt":"2022-10-17T21:26:57","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3293"},"modified":"2022-10-17T21:29:16","modified_gmt":"2022-10-17T21:29:16","slug":"ung-sova-ov-litid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/10\/17\/ung-sova-ov-litid\/","title":{"rendered":"Ung sova ov l\u00edti\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<h3 class=\"wp-block-heading\">N\u00fdggj gransking v\u00edsir m.a., at unga \u00e6ttarli\u00f0i\u00f0 hevur st\u00f3rar avbj\u00f3\u00f0ingar, t\u00ed tey ikki sova n\u00f3g miki\u00f0.\u00a0<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit menniskju hava \u00ed dag st\u00f3rar heilsuavbj\u00f3\u00f0ingar, t\u00ed vit hava broytt atfer\u00f0, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um heilt grundleggjandi menniskjaligar t\u00e6ttir; eitt n\u00fa r\u00f8rslu, kost og sv\u00f8vn. Vit r\u00f8ra okkum ov l\u00edti\u00f0 og hava sum heild minni g\u00f3\u00f0ar kostvanar. Harumframt sova vit ov l\u00edti\u00f0, og hesir t\u00e6ttir tykjast eisini at hanga saman. N\u00fdggj gransking v\u00edsir m.a., at unga \u00e6ttarli\u00f0i\u00f0 hevur st\u00f3rar avbj\u00f3\u00f0ingar, t\u00ed tey ikki sova n\u00f3g miki\u00f0.\u00a0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tey ungu sova sum heild ov l\u00edti\u00f0, t\u00ed tey br\u00faka ov n\u00f3gva t\u00ed\u00f0 \u00e1 snildfon, teldu, teldli ella sj\u00f3nvarpi fyri songart\u00ed\u00f0. Hetta er m.a. ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.sdu.dk\/da\/sif\/rapporter\/2022\/soevn\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">\u00ed einari n\u00fdggjari kanning<\/a>&nbsp;hj\u00e1 Statens Institut for Folkesundhed, sum j\u00fast er komin \u00fat. Kanningin v\u00edsir \u00e1, at alt fleiri ung ikki megna at leggja sk\u00edggjan fr\u00e1 s\u00e6r um kv\u00f8ldarnar og t\u00ed eru troytt dagin eftir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd donsku kanningini hava tey spurt fleiri enn 11.000 f\u00f3lk, i\u00f0 eru 16 \u00e1r og eldri um teirra sv\u00f8vnvanar, t.d. um tey halda seg sova n\u00f3g miki\u00f0, solei\u00f0is at tey kenna seg hv\u00edld. Her svara\u00f0u umlei\u00f0 helvtin av teimum spurdu \u00ed aldrinum 16-24 \u00e1r, at tey ikki sova n\u00f3g miki\u00f0, solei\u00f0is at tey kenna seg hv\u00edld dagin eftir. T\u00e1 i\u00f0 tey v\u00f3r\u00f0u spurd, hv\u00f8rjar ors\u00f8kirnar v\u00f3ru, svara\u00f0u 80% av teimum ungu monnunum og 70% av ungu kvinnunum, at ein av ors\u00f8kunum til manglandi sv\u00f8vnin var sk\u00edggjan\u00fdtsla fyri songart\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00f8roysk t\u00f8l fr\u00e1 2019 siga ta\u00f0 sama<br><\/strong>Hetta eru skelkandi t\u00f8l, men ta\u00f0 s\u00e6r t\u00edverri ikki betri \u00fat \u00ed F\u00f8royum. \u00cd st\u00f3ru f\u00f3lkaheilsukanningin \u201cHvussu hevur t\u00fa ta\u00f0?\u201d, sum F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 gj\u00f8rdi \u00ed 2019, spurdu vit j\u00fast somu spurningar um sv\u00f8vn sum \u00ed donsku kanningini. Sum ta\u00f0 framgongur \u00e1 figuri 1 ni\u00f0anfyri, siga \u00e1lei\u00f0 70% av teimum ungu, \u00ed aldrinum 18-24 \u00e1r, at tey ikki sova n\u00f3g miki\u00f0, solei\u00f0is at tey kenna seg hv\u00edld dagin eftir. Somulei\u00f0is er ta\u00f0 sk\u00edggjan\u00fdtsla fyri songart\u00ed\u00f0, i\u00f0 er h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin til, at tey ungu \u00ed F\u00f8royum ikki sova n\u00f3g miki\u00f0. Heili 76% av teimum ungu monnunum og 65% av ungu kvinnunum siga seg fara ov seint \u00ed song, t\u00ed tey br\u00faka fartelefon, teldu, teldil ella sj\u00f3nvarp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"444\" height=\"255\" src=\"https:\/\/mail.google.com\/mail\/u\/0?ui=2&amp;ik=49573ffc2a&amp;attid=0.0.1&amp;permmsgid=msg-f:1742597535056037589&amp;th=182ef339b77c86d5&amp;view=fimg&amp;fur=ip&amp;sz=s0-l75-ft&amp;attbid=ANGjdJ-5vBR1ijUrUwaHGhAtztUp7WWKgRuCobTyqm-7x0Dm008-VKwO8eg0rDJNg83bFu2xZ2JdRhVzfJEnflEkGpQsvoZLWn6FeNik8wXneIWL-hQ4HHJa8FszbTo&amp;disp=emb\"><br><strong>Figur 1:<\/strong>&nbsp;v\u00edsir prosentpartin av teimum, sum siga seg ikki sova n\u00f3g miki\u00f0, t\u00ed tey fara ov seint \u00ed song vegna n\u00fdtslu av sk\u00edggja. B\u00fdtt upp \u00ed aldur og kyn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00fddningurin av n\u00f8ktandi sv\u00f8vni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sv\u00f8vnur er ein grundleggjandi fysiologiskur t\u00f8rvur, i\u00f0 er ney\u00f0ugur fyri, at menniskju kunnu virka b\u00e6\u00f0i kropsliga og s\u00e1larliga. F\u00e1a vit ov l\u00edti\u00f0 av sv\u00f8vni, kann ta\u00f0 \u00ed byrjanini \u00e1virka okkara v\u00e6lveru, gera ta\u00f0 trupult at hugsavna seg og somulei\u00f0is \u00e1virka okkara heilsuatfer\u00f0 neiliga. Ov l\u00edti\u00f0 av sv\u00f8vni \u00ed eitt longri t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 kann hava neiligar fylgjur fyri okkara immunverju og kann \u00f8kja um vandan fyri fleiri ymiskum sj\u00fakum, eitt n\u00fa hjarta- \u00e6\u00f0rasj\u00fakum og diabetes. T\u00ed er ta\u00f0 r\u00e6\u00f0andi, at ta\u00f0 eru so n\u00f3gv ung, i\u00f0 siga seg sova ov l\u00edti\u00f0. Sv\u00f8vnur, s\u00e1larlig heilsust\u00f8\u00f0a, kostvanar og&nbsp;r\u00f8rsla&nbsp;hanga saman, solei\u00f0is at s\u00e1larlig javnv\u00e1g, ein kropsliga virkin gerandisdagur og skilag\u00f3\u00f0ir kostvanar fremja g\u00f3\u00f0an sv\u00f8vn. Hinvegin ger v\u00e1naligur sv\u00f8vnur, at s\u00e1larliga heilsust\u00f8\u00f0an versnar, yvirskoti\u00f0 til at vera virkin og hava g\u00f3\u00f0ar kostvanar minkar, so talan er um eina ringa ringr\u00e1s, um vit ikki sova n\u00f3g miki\u00f0 og n\u00f3g v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>G\u00f3\u00f0 og einf\u00f8ld r\u00e1\u00f0 til betri sv\u00f8vn<br><\/strong>Ta\u00f0 eru longu fimm \u00e1r s\u00ed\u00f0ani, at F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 kom vi\u00f0&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.folkaheilsa.fo\/ti%C3%B0indi\/skiggjara%C3%B0\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">sk\u00edggjar\u00e1\u00f0um<\/a>, har lj\u00f3s var\u00f0 varpa\u00f0 \u00e1, at sk\u00edggjan\u00fdtsla kann hava neiliga \u00e1virkan \u00e1 heilsuna. Eitt av r\u00e1\u00f0unum var: \u201cFar \u00ed song uttan sk\u00edggja\u201d. \u00cd desembur 2021 komu vit vi\u00f0 einari dagf\u00f8rdari \u00fatg\u00e1vu av sk\u00edggjar\u00e1\u00f0unum, sum umframt eina plakat vi\u00f0 yvirskipa\u00f0um sk\u00edggjar\u00e1\u00f0um eisini fevnir um ein&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.folkaheilsa.fo\/Admin\/Public\/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fTidindi%2fFaldarar%2f131045-Almennu-skyggjaradini-Faldari-210x280mm.pdf\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">faldara<\/a>, i\u00f0 v\u00edsir \u00e1 neiligu \u00e1rinini, sum sk\u00edggjan\u00fdtsla kann hava \u00e1 heilsuna. Faldarin er gj\u00f8rdur vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.folkaheilsa.fo\/Files\/Files\/Kanningar\/Gransking_skiggjar_GK.pdf\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">gransking<\/a>.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sk\u00edggjar\u00e1\u00f0ini m\u00e6la fr\u00e1, at man hevur talgildar mi\u00f0lar \u00ed sovikamarinum. Fleiri br\u00faka snildfonina sum vekjara, men m\u00e6lt ver\u00f0ur heldur til, at man br\u00fakar ein \u201cvanligan\u201d vekjara, solei\u00f0is at snildfonin kann liggja \u00ed einum \u00f8\u00f0rum r\u00fami enn sovikamarinum. M\u00e6lt ver\u00f0ur somulei\u00f0is til ikki at br\u00faka sk\u00edggja ein til tveir t\u00edmar, \u00e1\u00f0renn fari\u00f0 ver\u00f0ur \u00ed song. Sk\u00edggjan\u00fdtsla fyri songart\u00ed\u00f0 ger ta\u00f0 trupult at sovna skj\u00f3tt og \u00e1virkar sv\u00f8vng\u00f3\u00f0skuna.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 bj\u00f3\u00f0ar \u00f3keypis fyrilestrar um sk\u00edggjar\u00e1\u00f0&nbsp;<a href=\"mailto:Gitte@folkaheilsa.fo\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">Gitte@folkaheilsa.fo<\/a>&nbsp;og kostr\u00e1\u00f0&nbsp;<a href=\"mailto:Snorri@folkaheilsa.fo\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">Snorri@folkaheilsa.fo<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda og mynd F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0o\u00f0 august 2022.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fdggj gransking v\u00edsir m.a., at unga \u00e6ttarli\u00f0i\u00f0 hevur st\u00f3rar avbj\u00f3\u00f0ingar, t\u00ed tey ikki sova n\u00f3g miki\u00f0.\u00a0 Vit menniskju hava \u00ed dag st\u00f3rar heilsuavbj\u00f3\u00f0ingar, t\u00ed vit hava broytt atfer\u00f0, t\u00e1 i\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3294,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[124],"tags":[],"class_list":["post-3293","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fritid-og-itrottur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3293","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3293"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3293\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3297,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3293\/revisions\/3297"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3294"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3293"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3293"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3293"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}