{"id":3450,"date":"2022-10-28T19:34:13","date_gmt":"2022-10-28T19:34:13","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3450"},"modified":"2022-10-28T19:34:13","modified_gmt":"2022-10-28T19:34:13","slug":"fyrsta-vidgerd-av-figgjaraetlanini-avgreidd","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/10\/28\/fyrsta-vidgerd-av-figgjaraetlanini-avgreidd\/","title":{"rendered":"Fyrsta vi\u00f0ger\u00f0 av f\u00edggjar\u00e6tlanini avgreidd"},"content":{"rendered":"\n<p>He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, seg\u00f0i \u00ed framl\u00f8guni \u00e1 b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundi \u00ed gj\u00e1r, at samla\u00f0u innt\u00f8kurnar \u00ed f\u00edggjar\u00e6tlanini fyri 2023 vaksa vi\u00f0 6,8% upp \u00ed 1,162 miljard kr\u00f3nur. Rakstrar\u00fatrei\u00f0slurnar hj\u00e1 kommununi vaksa vi\u00f0 4% upp \u00ed 953,8 milj\u00f3nir kr. Hetta gevur eitt \u00farslit \u00e1\u00f0renn rentur upp\u00e1 267 mi\u00f3. kr.<\/p>\n\n\n\n<p>S\u00ed\u00f0an uppskoti\u00f0 til f\u00edggjar\u00e6tlan var\u00f0 lagt fram, eru n\u00fdggjar innt\u00f8kumetingar gj\u00f8rdar. F\u00edggjar\u00e6tlanin skal ver\u00f0a endaliga samtykt \u00ed seinasta lagi 1. desember. B\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 hev\u00f0i fyrstu vi\u00f0ger\u00f0 \u00ed gj\u00e1r 27. oktober og onnur vi\u00f0ger\u00f0 ver\u00f0ur 24. november.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; \u00cd uppskotinum til f\u00edggjar\u00e6tlan 2023 er rokna\u00f0 vi\u00f0, at kommunuskattaprosenti\u00f0 og barnafr\u00e1dr\u00e1tturin framhaldandi ver\u00f0a \u00e1vikavist 19,00% og 8.000 kr. Kendar framskrivingar og virksemisbroytingar eru tiknar vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; S\u00ed\u00f0ani uppskoti\u00f0 var\u00f0 framlagt eru n\u00fdggjar innt\u00f8kumetingar gj\u00f8rdar. Sta\u00f0festur felagsskattur \u00ed 2022 er 69,8 mi\u00f3. kr. Felagsskatturin, sum fellur til gjaldingar \u00ed 2022, er \u00e1l\u00edkna\u00f0ur \u00e1 teir roknskapir, har innt\u00f8ku\u00e1ri\u00f0 fellur saman vi\u00f0 ella endar \u00ed 2021.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Felagskatturin kann vera torf\u00f8rur at meta um, men sum gongdin er \u00ed b\u00faskapinum, ver\u00f0ur mett r\u00e1\u00f0iligt at h\u00e6kka partafelagsskattin til 60 mi\u00f3.kr. Fyri 2023 sigur n\u00fdggjasta metingin eisini, at eftirl\u00f8narskatturin ver\u00f0ur 2 mi\u00f3. kr h\u00e6gri enn upprunaliga mett, seg\u00f0i borgarstj\u00f3rin.<\/p>\n\n\n\n<p><em><strong>Innt\u00f8kur og \u00fatrei\u00f0slur<\/strong><\/em><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Samla\u00f0u innt\u00f8kurnar \u00ed f\u00edggjar\u00e6tlaninini fyri 2023 vaksa 78,6 mi\u00f3. kr ella 6,8% upp \u00ed 1.240 mi\u00f3. kr \u00ed mun til metingina fyri 2022 upp \u00e1 1.162 mi\u00f3. kr.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Samanl\u00f8gdu rakstrar\u00fatrei\u00f0slurnar hj\u00e1 kommununi vaksa \u00ed f\u00edggjar\u00e6tlanini fyri 2023 netto 36,7 mi\u00f3. kr upp \u00ed 953,8 mi\u00f3. kr \u00far 917,1 mi\u00f3. kr. Hetta er ein v\u00f8kstur upp \u00e1 4,0% \u00ed mun til f\u00edggjar\u00e6tlanina fyri 2022.<\/p>\n\n\n\n<p><em><strong>\u00darslit<\/strong><\/em><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; \u00cd fyriliggjandi uppskoti til f\u00edggjar\u00e6tlan vi\u00f0 nevndu fortreytum og virksemisbroytingum ver\u00f0ur \u00farsliti\u00f0 \u00e1\u00f0renn rentur 266,9 &nbsp;mi\u00f3.kr. \u00darslit \u00e1\u00f0renn avdr\u00e1ttir og \u00edl\u00f8gur ver\u00f0ur 244,1 mi\u00f3.kr. Avlop til skattaf\u00edggja\u00f0ar \u00edl\u00f8gur hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu ver\u00f0ur 225 mi\u00f3.kr.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; L\u00e1niskuldin hj\u00e1 kommununi er 236 mi\u00f3. kr. Av hesum eru 228 mi\u00f3. kr kn\u00fdttar at T\u00f3rshavnar havn. Er avlopi\u00f0 til skattaf\u00edggja\u00f0ar \u00edl\u00f8gur l\u00e6gri enn samla\u00f0u \u00edl\u00f8gurnar, m\u00e1 munurin f\u00edggjast vi\u00f0 meiri innt\u00f8ku og\/ella l\u00e6gri \u00fatrei\u00f0slum og\/ella l\u00e1nt\u00f8ku.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Samgongan er ikki li\u00f0ug at vi\u00f0gera rakstur og l\u00f8gur og ta\u00f0 koma broytingar til 2. vi\u00f0ger\u00f0. T\u00e6r st\u00f3ru l\u00f8gurnar eru vi\u00f0 \u00ed f\u00edggjar\u00e6tlanini, men ta\u00f0 koma nakrar afturat, so sum l\u00f8gur til infrakervi\u00f0, tvs. kloakkir, vegir og gr\u00f8na orkuskifti\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Harafturat kemur byggingin av h\u00f8lum til h\u00e1deildina \u00e1 Sankta Frans vi\u00f0 \u00ed f\u00edggjar\u00e6tlanina 2023 og 2024, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri at enda.<\/p>\n\n\n\n<p>F\u00edggjar\u00e6tlanin kemur til a\u00f0ru vi\u00f0ger\u00f0 \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0num 24. november.<\/p>\n\n\n\n<p>Kelda &amp; mynd: torshavn.fo  28 okt 2022<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, seg\u00f0i \u00ed framl\u00f8guni \u00e1 b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundi \u00ed gj\u00e1r, at samla\u00f0u innt\u00f8kurnar \u00ed f\u00edggjar\u00e6tlanini fyri 2023 vaksa vi\u00f0 6,8% upp \u00ed 1,162 miljard kr\u00f3nur. Rakstrar\u00fatrei\u00f0slurnar hj\u00e1 kommununi vaksa vi\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3451,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-3450","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3450","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3450"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3450\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3452,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3450\/revisions\/3452"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3451"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3450"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3450"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3450"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}