{"id":3469,"date":"2022-11-02T19:35:11","date_gmt":"2022-11-02T19:35:11","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3469"},"modified":"2023-03-14T23:18:20","modified_gmt":"2023-03-14T23:18:20","slug":"aetla-foeroyingar-nu-at-forda-fyri-flutningi-av-mati-til-fatoek","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/11\/02\/aetla-foeroyingar-nu-at-forda-fyri-flutningi-av-mati-til-fatoek\/","title":{"rendered":"<strong>\u00c6tla f\u00f8royingar n\u00fa at for\u00f0a fyri flutningi av mati til f\u00e1t\u00f8k?<\/strong><strong><\/strong>"},"content":{"rendered":"\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Ta\u00f0 er einki minni enn skelkandi at hoyra r\u00f8ddir \u00ed t\u00ed almenna r\u00faminum tosa um at F\u00f8roya land skal umhugsa at sl\u00edta s\u00edtt v\u00e6l virkandi og v\u00e6l roynda samstarv vi\u00f0 Russland \u00e1 fiskivinnu\u00f8kinum.<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Vit \u00e1sanna at hetta er eitt samfelagsligt og b\u00faskaparligt m\u00e1l i\u00f0 f\u00f8royingar eiga at taka \u00ed st\u00f8rsta \u00e1lvara. Gera vit eitt mistak her, kunnu avlei\u00f0ingarnar av t\u00ed gerast verri enn mong \u00edmynda s\u00e6r.<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Verandi samhandil millum F\u00f8royar og Russland er als ikki \u00ed javnv\u00e1g, sum annars hevur veri\u00f0 f\u00f8rt fram fr\u00e1 landsins ovastu politisku lei\u00f0slu \u2014 hesin samhandil er munandi meira til f\u00f8royskan enn russiskan fyrimun, eins og hagt\u00f8l og a\u00f0rar uppl\u00fdsingar greitt v\u00edsa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta fiskivinnusamstarv hevur heilt s\u00ed\u00f0an byrjan \u00ed 1977 bygt \u00e1 \u2014 og ger ta\u00f0 framvegis \u2014 at russarar f\u00e1a til h\u00f8ldar \u00f3d\u00fdran og proteinr\u00edkan fiskamat me\u00f0an f\u00f8royingar afturfyri f\u00e1a b\u00faskaparligt og f\u00edggjarligt avkast og arbei\u00f0spl\u00e1ss.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkara fiskivei\u00f0isamstarv vi\u00f0 Russland umfatar \u00ed h\u00f8vu\u00f0sheitum s\u00edn\u00e1millum fiskir\u00e6ttindi umframt veitingar av f\u00f8royskum havna-, flutnings- og goymslut\u00e6nastum v.m. til russisk skip.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta samstarv gevur \u00e1rliga t\u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum umlei\u00f0 1,2 milliardir kr\u00f3nur \u00ed \u00f8ktum umsetningi (2021). T\u00ed undrast vit eisini yvir at nakar f\u00f8royingur \u00ed fullum \u00e1lvara kann virka fyri og m\u00e6la til at tveita alt hetta fyri bor\u00f0 uttan naka\u00f0 veruligt at seta inn \u00edsta\u00f0in \u2014 kanska bert fyri at flagga fyri umheiminum at F\u00f8royar vil veittra moralskan peikifingur m\u00f3ti einum st\u00f3rum landi sum kr\u00edggjast? Um hetta er av \u201cprinsippiellum\u201d ors\u00f8kum, sum sagt ver\u00f0ur, hv\u00ed veittra vit t\u00e1 ikki eisini m\u00f3ti \u00f8\u00f0rum i\u00f0 hava kr\u00edggjast enn meira oy\u00f0andi og dr\u00e1piliga?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Boykotta ikki mat <\/strong><strong><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um ein havnastongsul fr\u00e1 f\u00f8royskari s\u00ed\u00f0u skuldi ver\u00f0i\u00f0 settur \u00ed verk av \u201cetiskum\u201d ors\u00f8kum, so merkir ta\u00f0 eisini \u00ed veruleikanum at f\u00f8royingar \u2014 sum kanska heimsins einasta tj\u00f3\u00f0 \u2014 vilja for\u00f0a fyri veitingum av l\u00edvsney\u00f0ugum matv\u00f8rum til f\u00e1t\u00f8k lond. Hev\u00f0i ta\u00f0 veri\u00f0 etiskt r\u00e6tt?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eins og onnur harmast vit um alt v\u00e1pna\u00f0 str\u00ed\u00f0 sum fer fram og t\u00e6r l\u00ed\u00f0ingar ta\u00f0 hevur vi\u00f0 s\u00e6r, og vit v\u00f3na at kr\u00edggi\u00f0 \u00ed Ukraina f\u00e6r ein enda so skj\u00f3tt sum m\u00f8guligt. T\u00f3 stendur greitt at flest \u00f8ll heimsins lond eru samd um at matv\u00f8rur eiga ikki at ver\u00f0a raktar av revsitilt\u00f8kum vegna \u00f3semjur og kr\u00edggj. A\u00f0alskrivarin \u00ed ST, Antonio Guterres, seg\u00f0i fyri n\u00f8krum vikum s\u00ed\u00f0an at ST arbeiddi fyri at f\u00e1a semju vi\u00f0 USA og ES um at vinna \u00e1 for\u00f0ingum fyri at russiskar matv\u00f8rur og handilst\u00f8\u00f0 n\u00e1a \u00fat til heimsins markna\u00f0ir. Hann seg\u00f0i at tey londini sum settu revsitilt\u00f8k \u00ed verk m\u00f3ti Russlandi vegna innr\u00e1sina \u00ed Ukraina h\u00f8vdu gj\u00f8rt greitt at tilt\u00f8kini ikki v\u00f3ru galdandi fyri matv\u00f8rur og handilst\u00f8\u00f0. Sj\u00e1lvt Russland og Ukraina kundu eisini semjast um at ukrainskur \u00fatflutningur av korni skuldi ikki for\u00f0ast h\u00f3ast kr\u00edggi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Russaraskip og frystitrolarar<\/strong><strong><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allur samhandil sn\u00fdr seg um at geva og f\u00e1a. H\u00f3ast summi fyri t\u00ed\u00f0ina tykjast hava ilt vi\u00f0 at skilja hetta, so hanga virksemi\u00f0 hj\u00e1 russiskum skipum \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3\u00f8ki og havnum og fiskivei\u00f0in hj\u00e1 f\u00f8royskum frystitrolarum \u00ed Barentshavinum \u00f3loysiliga saman. Okkara t\u00e6nastur og veitingar til russaraskipini gera at teirra fiskiskapur og flutningur av fiskav\u00f8rum \u00e1 okkara lei\u00f0um yvirh\u00f8vur ber til. Steingja vit fyri hesum, so gevur ta\u00f0 ikki longur meining fyri russisk skip at fiska og umlasta \u00e1 okkara lei\u00f0um; so fellur teirra \u00e1hugi fyri f\u00f8royskari uppsj\u00f3varkvotu sj\u00e1lvandi eisini burtur, og ta\u00f0 hev\u00f0i samstundis bori\u00f0 \u00ed s\u00e6r at botnfiskakvotan hj\u00e1 f\u00f8royingum \u00ed russiskum sj\u00f3gvi f\u00f3r fyri bakka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein sl\u00edk p\u00fara \u00f3ney\u00f0ug vanlukka fyri okkum, av berum \u00f3umhugsni ella \u00f3dugnaskapi, hev\u00f0i veri\u00f0 \u00f3fyrigevilig. T\u00ed er ta\u00f0 br\u00e1\u00f0ney\u00f0ugt n\u00fa at vit gera okkum greitt hvussu hetta hongur saman, og ta\u00f0 er \u00ed grundini einfalt: Vilja vit av vi\u00f0 russaraskipini, so missa vit eisini okkara trolaraflota \u00ed Barentshavinum. Eingin ivi er um ta\u00f0. Og missa vit okkara frystitrolarar \u2014 V\u00e1rharra forbj\u00f3\u00f0i t\u00ed \u2014 so hv\u00f8rvur eisini ein \u00f3gvuliga specialisera\u00f0 vinna, sum hevur tiki\u00f0 mong \u00e1r at byggja upp og ver\u00f0ur \u00ed praksis \u00f3m\u00f8gulig at endurreisa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Metta mong<\/strong><strong><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstarvi\u00f0 millum F\u00f8royar og Russland um fiskir\u00e6ttindi inniber at russarar f\u00e1a umlei\u00f0 100 t\u00fasund tons um \u00e1ri\u00f0 av uppsj\u00f3varfiski \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi, og f\u00f8royingar f\u00e1a afturfyri umlei\u00f0 24 t\u00fasund tons av toski v.m. \u00ed russiskum sj\u00f3gvi. Sj\u00e1lvt um n\u00f8gdirnar \u00e1 uppsj\u00f3varfiskinum vit lata russarum eru v\u00e6l st\u00f8rri, hevur hesin fiskur eitt l\u00e6gri markna\u00f0arvir\u00f0i enn tann botnfiskur vit f\u00e1a fr\u00e1 teimum. Her er eisini vert at undirstrika at hesin uppsj\u00f3varfiskur sum russar vei\u00f0a fer einans til matna\u00f0, til f\u00f3lk i\u00f0 ikki hava r\u00e1\u00f0 at eta d\u00fdrari fisk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umlastingar og l\u00edknandi virksemi hj\u00e1 russiskum skipum \u00ed f\u00f8royskum havnum umfata\u00f0i \u00ed fj\u00f8r so miki\u00f0 sum 325.000 tons, ta\u00f0 er st\u00edvliga tr\u00edggjar fer\u00f0ir tey 100.000 tonsini sum russarar fiska \u00ed f\u00f8royskum \u00f8ki. Talan er um svartkjaft og annan uppsj\u00f3varfisk sum teirra skip fiska ymsasta\u00f0ni og sum ver\u00f0ur avskipa\u00f0ur umvegis F\u00f8royar til Russlands og afrikansk lond \u2014 proteinr\u00edkar, \u00f3d\u00fdrar matv\u00f8rur til f\u00f3lk sum eru lutfalsliga f\u00e1t\u00f8k, og tey eru mong sum f\u00e1a mettuna av hesum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>H\u00f8gt s\u00f8luvir\u00f0i<\/strong><strong><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vir\u00f0i\u00f0 \u00e1 t\u00ed russisku kvotuni av uppsj\u00f3varfiski fr\u00e1 okkum l\u00e1 \u00ed fj\u00f8r tilsamans um 334 milli\u00f3nir kr., me\u00f0an okkara botnfiskakvota fr\u00e1 russarum \u00ed Barentshavinum \u00edrokna\u00f0 r\u00e6kjur var verd umlei\u00f0 550 mi\u00f3. kr. Her er talan um vir\u00f0i \u00ed rundari vekt, sum merkir at virking umbor\u00f0 ikki er tikin vi\u00f0; um hon eisini ver\u00f0ur rokna\u00f0 upp\u00ed, er vir\u00f0i\u00f0 \u00e1 kvotuni har samb\u00e6rt okkara meting umlei\u00f0 770 mi\u00f3. kr.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta kann roknast \u00fat vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed avrunda\u00f0um mi\u00f0alt\u00f8lum fr\u00e1 avrei\u00f0ingum \u00ed fj\u00f8r. Men her m\u00e1 samstundis havast \u00ed huga at vir\u00f0i\u00f0 \u00e1 okkara kvotu \u00ed Barentshavinum er longu munandi h\u00e6kka\u00f0 s\u00ed\u00f0an \u00ed fj\u00f8r, v\u00e6l meira enn hvat i\u00f0 vir\u00f0i\u00f0 \u00e1 t\u00ed russisku uppsj\u00f3varkvotuni \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi eisini er \u00f8kt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Botnfiskurin vit vei\u00f0a \u00ed Barentshavinum \u2014 serliga toskur, t\u00f3 eisini naka\u00f0 av h\u00fdsu og flatfiski umframt r\u00e6kjur \u2014 ver\u00f0ur frystur og pakka\u00f0ur umbor\u00f0, og umlei\u00f0 tveir tri\u00f0ingar av fiskinum ver\u00f0ur eisini virka\u00f0ur til flak umbor\u00f0. Avrei\u00f0ingarpr\u00edsurin \u00e1 sj\u00f3frystum toskaflaki hevur \u00ed 2022 ligi\u00f0 um einar 80 kr. fyri kg., me\u00f0an kilopr\u00edsurin \u00e1 kruvdum og avh\u00f8vda\u00f0um sj\u00f3frystum hevur ligi\u00f0 um einar 35 kr. S\u00ed\u00f0stnevndi fiskur ver\u00f0ur latin f\u00f8royskum flakavirkjum og f\u00e6r solei\u00f0is h\u00e6gri vir\u00f0i og er samstundis vi\u00f0 til at skapa vinnuvirksemi og arbei\u00f0spl\u00e1ss \u00e1 landi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Leggja n\u00f3gv eftir seg <\/strong><strong><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Leggja vit avrei\u00f0ingarnar hj\u00e1 teimum f\u00f8roysku frystitrolarunum saman vi\u00f0 umsetningin av f\u00f8royskum v\u00f8ru- og t\u00e6nastuveitingum til russisk skip \u00ed f\u00f8royskum havnum, f\u00e6r okkara samfelagsb\u00faskapur umlei\u00f0 1,2 mia. kr. inn fr\u00e1 fiskivinnusamstarvinum vi\u00f0 Russland. T\u00e1 taka vit hv\u00f8rki avleitt virksemi, arbei\u00f0spl\u00e1ss ella skattainnt\u00f8kur vi\u00f0, ei heldur \u00fatflutning av f\u00f8royskum fiskav\u00f8rum til tann russiska markna\u00f0in. Vit tosa vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum or\u00f0um um ein r\u00e6ttiliga st\u00f3ran og t\u00fd\u00f0andi part av grundarlagnum fyri f\u00edggjarl\u00f3gini hj\u00e1 F\u00f8roya L\u00f8gtingi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Russisk skip leggja so miki\u00f0 eftir seg \u00ed samfelagnum at talan er um v\u00f8ru- og t\u00e6nastukeyp fyri fleiri hundra\u00f0 mi\u00f3. kr. um \u00e1ri\u00f0, h\u00f3ast vit so gott sum einki keypa fr\u00e1 russarunum. Uppl\u00fdsingar og lyklat\u00f8l fr\u00e1 okkara egna virksemi saman vi\u00f0 tilfari vit hava savna\u00f0 fr\u00e1 t\u00fd\u00f0andi f\u00f8royskum veitarum og myndugleikum v\u00edsa at russisk skip keypa v\u00f8rur og t\u00e6nastur fr\u00e1 f\u00f8royingum fyri umlei\u00f0 435 mi\u00f3. kr. um \u00e1ri\u00f0 (2021).<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8rsti partur av hesum er brenni- og smyrjiolja, harn\u00e6st v\u00f8ru- og t\u00e6nastukeyp umvegis agency fel\u00f8gini so sum br\u00fagva- og havnagjald, lo\u00f0s- og sleipib\u00e1taveitingar,&nbsp; lossing og v\u00f8rugoymsla, sj\u00f3vegis flutningur \u00ed sambandi vi\u00f0 \u2018russarafisk\u2019, v\u00f8rugjald, proviantur, fiskirei\u00f0skapur, umv\u00e6lingar, t\u00e6nastur \u00ed sambandi vi\u00f0 manningarskift so sum hotell, taxakoyring og flogfer\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00c1hugam\u00e1l F\u00f8roya<\/strong><strong><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 t\u00edl\u00edkum b\u00faskaparligum virksemi \u00e1 landi fylgir ey\u00f0vita\u00f0 ymiskt avleitt virksemi. Hartil er talan um arbei\u00f0spl\u00e1ss tengd at hesum veitingum umframt at fiskiskapinum \u00ed Barentshavinum, og skattainnt\u00f8kurnar av \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Millum mest ey\u00f0s\u00fdndu arbei\u00f0spl\u00e1ss her teljast frystitrolararnir, hv\u00f8rs skiparar og manningar vinna st\u00f3rar innt\u00f8kur til seg og s\u00edni og sum vitiligt rinda kommunum og landinum n\u00f3gvan skatt. Ganga vit \u00fat fr\u00e1 at hesi skipini hava \u00f8ll dupulta manning, so er talan um eini 200 \u00e1rsverk bara har. Familjurnar hj\u00e1 hesum sj\u00f3f\u00f3lki kunnu ivaleyst roknast millum t\u00e6r mest keypisterku \u00ed samfelagnum og eru t\u00ed eisini vi\u00f0 til at uppihalda n\u00f3gvum handils- og t\u00e6nastuvirksemi i\u00f0 vendir s\u00e6r til h\u00fasarhald og privatpers\u00f3nar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Onnur arbei\u00f0spl\u00e1ss \u00e1 landi sum okkara fiskivei\u00f0isamstarv vi\u00f0 Russland er vi\u00f0 til at tryggja, finnast eitt n\u00fa \u00e1 teimum flakavirkjum i\u00f0 keypa inn frystan fisk fr\u00e1 frystitrolarunum, men eisini hj\u00e1 teimum ymisku t\u00e6nastuveitarunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samanumtiki\u00f0 kann eingin ivi vera um at \u00e1hugam\u00e1l F\u00f8roya eru best t\u00e6nt vi\u00f0 at halda fast um verandi fiskivei\u00f0isamstarv vi\u00f0 Russland.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Karl-Erik Reynheim<\/em><em><\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>stj\u00f3ri, Faroe Agency<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 er einki minni enn skelkandi at hoyra r\u00f8ddir \u00ed t\u00ed almenna r\u00faminum tosa um at F\u00f8roya land skal umhugsa at sl\u00edta s\u00edtt v\u00e6l virkandi og v\u00e6l roynda samstarv vi\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3485,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[118,7],"tags":[],"class_list":["post-3469","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-utvaldar-greinar","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3469","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3469"}],"version-history":[{"count":7,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3469\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3493,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3469\/revisions\/3493"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3485"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3469"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3469"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3469"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}