{"id":3532,"date":"2022-11-07T09:51:30","date_gmt":"2022-11-07T09:51:30","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3532"},"modified":"2022-11-07T09:51:31","modified_gmt":"2022-11-07T09:51:31","slug":"merkisdagar-a-heiminum-i-vallalid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/11\/07\/merkisdagar-a-heiminum-i-vallalid\/","title":{"rendered":"Merkisdagar \u00e1 Heiminum \u00ed Vallal\u00ed\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Fr\u00edggjadagin var samkoma \u00e1 Heiminum \u00ed Vallal\u00ed\u00f0 fyri fleiri starvsf\u00f3lkum, sum h\u00f8vdu merkisdagar, harav tvey, sum h\u00f8vdu 30 \u00e1ra starvsdag.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, var og heilsa\u00f0i upp\u00e1 og handa\u00f0i g\u00e1vur og hei\u00f0urstekin. Borgarsjt\u00f3rin nevndi, at tr\u00fafesti og \u00e1haldni \u00ed starvinum hevur so \u00f3metaligan st\u00f3ra t\u00fddning fyri T\u00f3rshavnar kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Hetta, at vit vita, at okkara b\u00fdur og alt, sum f\u00e6r b\u00fdin at virka, er \u00ed tryggum, dugnaligum og skikka\u00f0um hondum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eg kann so bara fegnast um, at tykkara \u00f3metaliga st\u00f3ra tr\u00fafesti bara kann merkja, at tit hava trivist.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Og v\u00f3nandi hevur T\u00f3rshavnar Kommuna eisini roynst eitt gott arbei\u00f0spl\u00e1ss seinnu \u00e1rini. T\u00ed annars h\u00f8vdu tit ikki st\u00f8\u00f0ast so v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; So enn einafer\u00f0, hjartaliga takk fyri tykkara tr\u00fafasta og st\u00f3ra arbei\u00f0i fyri okkum \u00f8ll.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eg skal siga n\u00f8kur f\u00e1 or\u00f0 um hv\u00f8nn einstakan av tykkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Kirstin Djurhuus, 10 \u00e1r \/ 30 \u00e1r<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kirstin hevur starvast her \u00ed 10 \u00e1r, men hon hevur arbeitt hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu tilsamans \u00ed 30 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kirstin byrja\u00f0i \u00e1 dagstovna\u00f8kinum \u00ed 1992, bleiv lei\u00f0ari \u00ed 1996 og arbeiddi sum lei\u00f0ari \u00e1 trimum dagstovnum, til hon \u00ed 2012 flutti ni\u00f0an \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hon er n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingur og h\u00fasf\u00f3lki\u00f0 \u00ed Vallal\u00ed\u00f0 hevur haft st\u00f3ra gle\u00f0i av f\u00f8rleikum hennara &#8211; og ta\u00f0 hava tey avvar\u00f0andi eisini.&nbsp; Kirstin dugir sera v\u00e6l at taka hond um og stu\u00f0la, har ta\u00f0 er t\u00f8rvur, b\u00e6\u00f0i \u00ed gle\u00f0i og kreppu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Har ta\u00f0 ikki hava veri\u00f0 avvar\u00f0andi, hevur &nbsp;hon n\u00f3gvar fer\u00f0ir virka\u00f0 sum avvar\u00f0andi, og tiki\u00f0 hond um alt, sum hartil hoyrir. Kirstin hevur veri\u00f0 sett sum \u00f3fakl\u00e6rd \u00e1 \u00f8kinum, til hon \u00ed juli fekk ta vi\u00f0urkenning, at hon var sett sum fakl\u00e6rd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kirstin hevur m.a. sta\u00f0i\u00f0 fyri K\u00f3rinum \u201cSangfuglar\u201d, eitt tiltak, sum er til gle\u00f0i og gagns fyri tey, i\u00f0 luttaka beinlei\u00f0is, og fyri \u00f8ll, sum kunnu gle\u00f0ast um sangin til h\u00f8gt\u00ed\u00f0ir og serlig tilt\u00f8k.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umframt hetta varpar k\u00f3ri\u00f0 lj\u00f3s \u00e1 f\u00f8rleikar hj\u00e1 f\u00f3lki vi\u00f0 demens og er t\u00ed vi\u00f0 til at br\u00f3ta ni\u00f0ur tabu um demenssj\u00fakur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt fantastiskt \u00e1tak.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Meiken Micaelsen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Meiken hevur starvast hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu \u00ed 31 \u00e1r. Hon byrja\u00f0i 1991 \u00ed Barnagar\u00f0inum vi\u00f0 Velbasta\u00f0vegin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Meiken arbeiddi \u00e1 barnagar\u00f0s\u00f8kinum til hon \u00ed 2011 f\u00f3r at l\u00e6ra til heilsur\u00f8ktara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hon hevur veri\u00f0 her \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0 9 \u00bd \u00e1r .<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Meiken er fakliga dugnalig. Stillisliga og tekur hon s\u00e6r av h\u00fasf\u00f3lkum og avvar\u00f0andi, og f\u00e6r tey at kenna seg v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Meiken dugur sera v\u00e6l at hugna um og at skapa perlul\u00f8tur \u00ed gerandisdegnum hj\u00e1 h\u00fasf\u00f3lkunum. Hon er tolin, bl\u00ed\u00f0 og humoristisk, og dugur sera v\u00e6l \u00ed samskiftinum vi\u00f0 h\u00fasf\u00f3lk, og sum heild.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Karlon Winther<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Karlon hevur veri\u00f0 h\u00fasav\u00f8r\u00f0ur \u00ed 14 \u00e1r. Hann hevur haft st\u00f3ran k\u00e6rleika til heimi\u00f0 s\u00ed\u00f0an fyrsta arbei\u00f0sdag. Karlon var h\u00fasav\u00f8r\u00f0ur \u00ed Vallal\u00ed\u00f0 burturav og var partur av r\u00f8ktini, t\u00e1 ta\u00f0 var t\u00f8rvur \u00e1 einum eyka innsatsi. T\u00e1 koyrdi stovnurin vi\u00f0 konseptinum \u201cEDEN\u201d, og dagdeild var kn\u00fdtt at stovninum, sum ein royndarkoyring.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umframt vanligu uppg\u00e1vurnar sum h\u00fasav\u00f8r\u00f0ur, t\u00f3k Karlon s\u00e6r av dj\u00f3runum, av at planta og seta ni\u00f0ur epli o.a., saman vi\u00f0 h\u00fas- og starvsf\u00f3lki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu \u00e1r\u00f0ini eru arbei\u00f0sumst\u00f8\u00f0urnar broyttar, og hann er n\u00fa h\u00fasav\u00f8r\u00f0ur \u00e1 fleiri stovnum. \u00cd Vallal\u00ed\u00f0 er dj\u00f3rahaldi\u00f0&nbsp; ni\u00f0urlaga\u00f0, men Karlon skaffar og tekur hond um h\u00f8nur, dunnur og ungar, umframt at hann gevur h\u00fasf\u00f3lkinum m\u00f8guleika at uppliva hestarnar \u00ed Havnadali, har tey hava veri\u00f0 mangar \u00fatfer\u00f0ir. Ta\u00f0 skapar l\u00edv og betrar l\u00edvsdygdina \u00e1 heiminum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Inntil fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an var\u00f0 matgj\u00f8rt \u00e1 heiminum vi\u00f0 Vallal\u00ed\u00f0, og har eigur Karlon st\u00f3ra t\u00f8kk fyri s\u00edn innsatts at skaffa f\u00f8royskan mat, at turka kj\u00f8t, taka upp grind, skaffa fugl og f\u00f8roysk epli, og harvi\u00f0 at skapa stj\u00f8rnul\u00f8tur, stimbra minni\u00f0 og sansir hj\u00e1 h\u00fasf\u00f3lkinum, og samstundis skapa gott huglag millum starvsf\u00f3lki\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Karlon hevur eisini stu\u00f0la\u00f0 k\u00f3rinum, b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 at koyra f\u00f3lk til og fr\u00e1, umframt at luttaka \u00ed sanginum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Erla Arge Jacobsen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Erla var sum heilsuhj\u00e1lpari vi\u00f0 til at lata Vallal\u00ed\u00f0 upp \u00ed 2005. Hon t\u00f3k orlov eitt \u00e1r fr\u00e1 2018 \u2013 19, men f\u00f3r so at arbei\u00f0a \u00ed B\u00fdlingsh\u00fasinum \u00ed Nor\u00f0asta horni til mai \u00ed 21, og kom so aftur \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0 \u00ed august 2021.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Erla er sera dugnalig \u00ed s\u00ednum yrki, og \u00e1 s\u00edn stillisliga h\u00e1tt vi\u00f0 til at skapa t\u00e6r umst\u00f8\u00f0ur, vit hava sum m\u00e1l fyri stovnar, at skapa eitt gott, trygt og hugnaligt heim fyri h\u00fasf\u00f3lki\u00f0, og fyri avvar\u00f0andi teirra.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hon er tolin, n\u00e6rverandi og humoristisk, og hevur eginleikar, sum f\u00e1a h\u00fasf\u00f3lk at kenna seg trygg. Erla er ikki bangin fyri at siga fr\u00e1, t\u00e1 okkurt krevur broyting ella uppmerksemi, og er sj\u00e1lv ikki bangin fyri at taka hond \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Erla hevur vi\u00f0 s\u00ednum ordanssansi st\u00f3ran lut \u00ed, at heimi\u00f0 virkar \u00ed t\u00ed dagliga, ein eginleiki, sum l\u00e6ttir gerandisdagin hj\u00e1 \u00f8llum \u00ed h\u00fasinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Elna H\u00f8genni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elna hevur veri\u00f0 heilsur\u00f8ktari \u00ed 14 \u00e1r, byrja\u00f0i \u00ed juli 2007. Elna er umsorganarfull, fitt, fyrikomandi og &nbsp;stuttlig, b\u00e6\u00f0i t\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um h\u00fasf\u00f3lk og starvsf\u00f3lk. Elna hevur st\u00f3ran k\u00e6rleika til Vallal\u00ed\u00f0, her hon eisini fann k\u00e6rleikan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hon brennur fyri yrkinum, er fakliga sterk, &nbsp;og er eitt \u00e1lit allasta\u00f0ni har hon er. Elna er demenssamskipari, hevur \u00fatb\u00fagving innan Marte Meo, sum er ein arbei\u00f0sh\u00e1ttur, i\u00f0 tekur st\u00f8\u00f0i \u00ed at loysa dagligdags avbj\u00f3\u00f0ingar. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 og er til st\u00f3rt gagn og gle\u00f0i fyri h\u00fasf\u00f3lk \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0 hv\u00f8nn dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elna dugir sera v\u00e6l at l\u00e6ra fr\u00e1 s\u00e6r, og undurv\u00edsir b\u00e6\u00f0i \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0 og uttanfyri h\u00fasi\u00f0. Hon er veglei\u00f0ari, og mangur n\u00e6mingur er komin v\u00e6l gj\u00f8gnum \u00fatb\u00fagvingarpraktik s\u00edna \u00ed Elnusa k\u00f8nu hondum. Elna hevur eisini virka\u00f0 sum avvar\u00f0andi hj\u00e1 h\u00fasf\u00f3lki, sum ongi avvar\u00f0andi hava, ein uppg\u00e1va hon tekur \u00ed st\u00f8rsta \u00e1lvara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elna tekur l\u00edka hegnisliga hond um avvar\u00f0andi, sum hon tekur hond um h\u00fasf\u00f3lkini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Lina av Reyni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lina hevur tiki\u00f0 s\u00e6r av reingeringini \u00ed 14 \u00e1r. Hon byrja\u00f0i \u00ed 2008 og gavst n\u00fa \u00ed 2022. &nbsp;Lina hevur lagt st\u00f3ran dent \u00e1, at avrik hennara vi\u00f0 reingering \u00e1 stovninum er so v\u00e6l \u00far hondum greitt, at heimi\u00f0 angar fr\u00edkst, og at ta\u00f0 er sn\u00f8gt, vir\u00f0iligt &nbsp;og behagiligt at koma inn \u00e1 stovnin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lina hevur virka\u00f0 sum veglei\u00f0ari fyri reingeringina, og hon hevur eisini vegleitt n\u00fdggjum f\u00f3lki \u00ed virki teirra.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>S\u00fasanna Torsteinson<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00fasanna hevur veri\u00f0 \u00ed 14 \u00e1r sum heilsuhj\u00e1lpari- byrja\u00f0i 2008. S\u00fasanna er stillislig, vinarlig og l\u00e6ttlynt. Hevur arbeitt sum n\u00e1ttarvakt \u00f8ll \u00e1rini, h\u00f3ast hon, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 hevur sta\u00f0\u00f0i \u00e1, fegin hevur tiki\u00f0 a\u00f0rar vaktir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00fasanna leggur l\u00edv og s\u00e1l \u00ed arbei\u00f0i s\u00edtt, og \u00fatinnir starv s\u00edtt \u00e1 ein h\u00e1tt, sum f\u00e6r h\u00fasf\u00f3lk at kenna seg \u00ed g\u00f3\u00f0um hondum. S\u00fasanna er \u00e1l\u00edtandi, jalig, samlandi, vinarlig og hj\u00e1lpsom \u00ed starvsf\u00f3lkah\u00f3pinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00fasanna passar uppg\u00e1vurnar til l\u00edtar, og leggur dent \u00e1 ,at ta\u00f0 er hugni og ordan \u00ed, t\u00e1 dagvaktin m\u00f8tir. Og so er S\u00fasanna heimskend \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0 fyri sera g\u00f3\u00f0u bollarnar hon bakar og sum \u00f8ll elska.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Lis Mortensen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Liss hvur strvast \u00ed 15 \u00e1r sum heilsuhj\u00e1lpari, byrja\u00f0i &nbsp;August 2007. Liss arbei\u00f0ir sum f\u00f8st n\u00e1ttavakt, og hevur \u00fatint hetta starv \u00e1 ein stillisligan, \u00e1l\u00edtandi h\u00e1tt. Lis er tr\u00fagv \u00edm\u00f3ti teimum hon er g\u00f3\u00f0 vi\u00f0, og hon er sera g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 h\u00fasf\u00f3lki\u00f0 \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0, sum hon umsorganarfult tekur s\u00e6r sera v\u00e6l av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lis dugur v\u00e6l at siga fr\u00e1 og at r\u00e6tta \u00f3r\u00e6tt, so etiska grundarlagi\u00f0 ver\u00f0ur tiki\u00f0 hond um \u00ed samskiftinum um h\u00fasf\u00f3lki\u00f0, i\u00f0 her b\u00fdr. Lis er jalig at heita \u00e1, t\u00e1 \u00e1 stendur, og r\u00e6ttir fegin eina hj\u00e1lpandi hond.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Marjun Tj\u00f8rnudal<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Marjun hevur starvast \u00ed 15 \u00e1r sum heilsuhj\u00e1lpari, byrja\u00f0i \u00ed &nbsp;nov 2006 \u00ed fyribils starvi, men fekk fast starv fr\u00e1 2007 og arbeiddi her til hon f\u00f3r fr\u00e1 \u00ed 2020. Marjun hevur sera tolin og umsorganarfull tiki\u00f0 holla hond um h\u00fasf\u00f3lk og um avvar\u00f0andi, og vir\u00f0iliga lagt dent \u00e1 einstaka menniskja.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Marjun er sera dugnalig \u00ed samskiftinum vi\u00f0 h\u00fasf\u00f3lk, so tey kenna seg vird sum menniskju, og ta\u00f0 dugur hon eisini sera v\u00e6l at v\u00edsa vi\u00f0 kropsm\u00e1linum, sum h\u00fasf\u00f3lk \u00e1 Vallal\u00ed\u00f0 hava so st\u00f3ran t\u00f8rv \u00e1, vegna demens sj\u00faku teirra.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Elisabeth Magnussen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elisabeth byrja\u00f0i \u00ed juni 2011. Hon er heilsuhj\u00e1lpari og hevur arbeitt sum t\u00edmal\u00f8nt \u00f8ll \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hon hevur veri\u00f0 sera g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 h\u00fasf\u00f3lkini og hevur veri\u00f0 g\u00f3\u00f0 hj\u00e1 avvar\u00f0andi at tosa\u00f0 vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elisabeth hevur veri\u00f0 sera tr\u00faf\u00f8st at heita \u00e1, og eitt ey\u00f0kenni vi\u00f0 henni er, at ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 hevur bori\u00f0 til hj\u00e1 henni at hj\u00e1lpa til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Elisabeth m\u00f8tti alt\u00ed\u00f0 \u00ed g\u00f3\u00f0ari t\u00ed\u00f0, so hon kundi seta seg inn \u00ed dagsins arbei\u00f0i, og n\u00fdtti hesa t\u00ed\u00f0ina til at pr\u00e1ta vi\u00f0 b\u00faf\u00f3lkini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/nf0drklh\/vallali-%C3%B01.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fr\u00edggjadagin var samkoma \u00e1 Heiminum \u00ed Vallal\u00ed\u00f0 fyri fleiri starvsf\u00f3lkum, sum h\u00f8vdu merkisdagar, harav tvey, sum h\u00f8vdu 30 \u00e1ra starvsdag. He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, var og heilsa\u00f0i upp\u00e1 og handa\u00f0i g\u00e1vur&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3533,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-3532","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3532","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3532"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3532\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3534,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3532\/revisions\/3534"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3533"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3532"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3532"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3532"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}