{"id":3846,"date":"2022-12-05T14:12:13","date_gmt":"2022-12-05T14:12:13","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3846"},"modified":"2022-12-05T14:12:14","modified_gmt":"2022-12-05T14:12:14","slug":"ferdavinnuaetlan-loegd-fram-fyri-byradnum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/12\/05\/ferdavinnuaetlan-loegd-fram-fyri-byradnum\/","title":{"rendered":"Fer\u00f0avinnu\u00e6tlan l\u00f8gd fram fyri b\u00fdr\u00e1\u00f0num"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">M\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0 28. november var\u00f0 fer\u00f0avinnu\u00e6tlanin fyri Sunda kommunu l\u00f8gd fram fyri b\u00fdr\u00e1\u00f0num. \u00c6tlanin varpar lj\u00f3s \u00e1 t\u00edggju h\u00f8vu\u00f0s\u00f8ki, sum m\u00e6lt ver\u00f0ur til, at kommunan ra\u00f0festir komandi \u00e1rini.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sunda kommuna hevur seinastu \u00e1rini uppliva\u00f0 ein st\u00f3ran fer\u00f0af\u00f3lkav\u00f8kstur. Saksun, Gj\u00f3gv og Tj\u00f8rnuv\u00edk eru millum best umt\u00f3ktu fer\u00f0am\u00e1lini \u00ed F\u00f8royum, og draga at s\u00e6r b\u00e6\u00f0i \u00fatlendsk og f\u00f8roysk vitjandi. \u00d8kta tali\u00f0 av \u00fatlendskum fer\u00f0af\u00f3lki merkist og leggur st\u00f3rt tr\u00fdst \u00e1 undirst\u00f8\u00f0ukervi\u00f0 og setur kr\u00f8v til n\u00fdggjar hentleikar. T\u00e1 flestu fer\u00f0af\u00f3lkini leita s\u00e6r til somu bygdirnar, er eisini vandi fyri at hesar ver\u00f0a ovbyrja\u00f0ar. T\u00ed er umr\u00e1\u00f0andi at skapa karmar, solei\u00f0is at fer\u00f0avinnan kann mennast \u00e1byrgdarfult og bur\u00f0ardygt vi\u00f0 ney\u00f0ugu fyrilitinum fyri f\u00f3lki og n\u00e1tt\u00faru.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd t\u00ed sambandi gj\u00f8rdi kommunan fyrr \u00ed \u00e1r avtalu vi\u00f0 uttanh\u00fdsis r\u00e1\u00f0geva, um at standa fyri arbei\u00f0inum at gera eina fer\u00f0avinnu\u00e6tlan fyri \u00f8ki\u00f0. N\u00fdggja fer\u00f0avinnu\u00e6tlanin byggir \u00e1 fer\u00f0avinnupolitikkin hj\u00e1 Sunda kommunu fyri 2018 &#8211; 2028 og fevnir um t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0 2022 \u2013 2026. Kjarnin \u00ed \u00e6tlanini er eins og \u00e1\u00f0ur at tryggja g\u00f3\u00f0a javnv\u00e1g millum b\u00fagvandi og vitjandi, og at fer\u00f0avinnan skal kasta av s\u00e6r til lokalsamfelagi\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd tilgongdini at gera fer\u00f0avinnu\u00e6tlanina hevur st\u00f3rur dentur veri\u00f0 lagdur \u00e1, at hoyra allar vi\u00f0komandi partar, og f\u00e1a so breitt grundalag sum gj\u00f8rligt at byggja \u00e6tlanina \u00e1. Umframt samr\u00f8\u00f0ur vi\u00f0 \u00fatvaldar pers\u00f3nar, har\u00edmillum festarar, f\u00f3lk, sum f\u00e1ast vi\u00f0 fer\u00f0avinnu, og onnur vinnurekandi, hava borgarnir havt h\u00f8vi at skriva inn umvegis heimas\u00ed\u00f0una hj\u00e1 kommununi, og sagt s\u00edna hugsan um fer\u00f0avinnuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd fer\u00f0avinnu\u00e6tlanini, sum n\u00fa er l\u00f8gd fyri b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0, er ein r\u00f8\u00f0 av uppskotum um \u00e1t\u00f8k, sum hava til endam\u00e1ls at styrkja fer\u00f0avinnuna \u00ed \u00f8kinum og tryggja, at borgarin tr\u00edvist vi\u00f0 fer\u00f0avinnuni. St\u00f8rsti denturin er lagdur \u00e1 bygdirnar, sum ver\u00f0a mest \u00e1virka\u00f0ar av fer\u00f0af\u00f3lkum, men allar bygdirnar ver\u00f0a vi\u00f0gj\u00f8rdar og n\u00fdggir m\u00f8guleikar ver\u00f0a ey\u00f0merktir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f8kur \u00e1t\u00f8k eru einf\u00f8ld at seta \u00ed verk, og kunna muna her og n\u00fa. Onnur eru meira f\u00edggjar- og orkukrevjandi og krevja langt\u00ed\u00f0arsamstarv vi\u00f0 a\u00f0rar partar. Umframt tilm\u00e6li\u00f0 um \u00edt\u00f8kilig \u00e1t\u00f8k ver\u00f0ur eisini m\u00e6lt til, at kommunan vi\u00f0ger meira yvirskipa\u00f0ar spurningar. Eitt n\u00fa, hvussu n\u00f3gv fer\u00f0af\u00f3lk bygdirnar tola \u00ed longdini, um mark skal setast fyri, hvussu n\u00f3gvir bilar kunnu vera \u00e1 vegunum ella \u00ed bygdunum \u00ed senn, hvussu st\u00f3rir bussarnir kunnu vera, sum fara \u00ed t\u00e6ttbygdu bygdirnar o.s.fr.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fer\u00f0avinnu\u00e6tlanin fyri Sunda kommunu er at finna&nbsp;<a href=\"https:\/\/sunda.fo\/upload\/tinymce\/867ad36dbbbc9e12487743502bddce9ff1c04b3c.pdf\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">her<\/a>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa fer\u00f0avinnu\u00e6tlanin er handa\u00f0, skal hon vi\u00f0gerast \u00ed vi\u00f0komandi nevndum og s\u00ed\u00f0ani \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0num, i\u00f0 avger\u00f0 hv\u00f8rji \u00e1t\u00f8k skulu fremjast, n\u00e6r og hvussu n\u00f3gvur peningur skal j\u00e1ttast til \u00e1t\u00f8kini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub>Kelda &amp; mynd: sunda.fo 1-12-2022<\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>M\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0 28. november var\u00f0 fer\u00f0avinnu\u00e6tlanin fyri Sunda kommunu l\u00f8gd fram fyri b\u00fdr\u00e1\u00f0num. \u00c6tlanin varpar lj\u00f3s \u00e1 t\u00edggju h\u00f8vu\u00f0s\u00f8ki, sum m\u00e6lt ver\u00f0ur til, at kommunan ra\u00f0festir komandi \u00e1rini. Sunda kommuna hevur&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3847,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[124],"tags":[],"class_list":["post-3846","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fritid-og-itrottur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3846","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3846"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3846\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3848,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3846\/revisions\/3848"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3847"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3846"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3846"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3846"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}