{"id":3916,"date":"2022-12-12T09:17:48","date_gmt":"2022-12-12T09:17:48","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3916"},"modified":"2022-12-12T10:26:10","modified_gmt":"2022-12-12T10:26:10","slug":"framsokn-lykilin-til-eina-samgongu","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/12\/12\/framsokn-lykilin-til-eina-samgongu\/","title":{"rendered":"Frams\u00f3kn lykilin til eina samgongu"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Um F\u00f8royar fara til vinstru ella h\u00f8gru, so er ta\u00f0 avger\u00f0in hj\u00e1 forkvinnuni \u00ed Frams\u00f3kn Ruth Vang.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at kunna l\u00fdsa hv\u00f8r er Frams\u00f3kn, hava vit valt at hyggja n\u00e6rri eftir hvat tey siga \u00e1 teirra heimas\u00ed\u00f0u. Tey siga, at flokkurin er ein liberalur tj\u00f3\u00f0skaparflokkur, i\u00f0 vil tryggja pers\u00f3nligt fr\u00e6lsi og vinnuligt fr\u00e6lsi. Eitt samfelag vi\u00f0 fr\u00edlyndi og har t\u00fa hevur \u00e1byrgd fyri t\u00e6r sj\u00e1lvum. V\u00ed\u00f0ari siga tey at:<\/p>\n\n\n\n<blockquote class=\"wp-block-quote is-layout-flow wp-block-quote-is-layout-flow\">\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landi\u00f0 skal minka s\u00edn leiklut sum tann, i\u00f0 st\u00fdrir og fordeilir. Ta\u00f0 kl\u00e1rar vinnan best \u00ed fr\u00edari kapping. Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar.Vit skulu tora at leggja sum mest \u00fat til privat at umsita, og vit skulu selja almennar fyrit\u00f8kur, sum eru betri riknar av privatum.<\/p>\n<\/blockquote>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Somulei\u00f0is skal Heilsuverki\u00f0 skal styrkjast og \u00fatb\u00fagvingarskipanin skal betrast.<\/p>\n\n\n\n<blockquote class=\"wp-block-quote is-layout-flow wp-block-quote-is-layout-flow\">\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ney\u00f0ugt er at seta sj\u00faklingin \u00ed fokus og geva serfr\u00f8\u00f0ini best m\u00f8guligar umst\u00f8\u00f0ur at tr\u00edvast og mennast fakliga, so mest f\u00e6st fyri hv\u00f8rja kr\u00f3nu.<\/p>\n<\/blockquote>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00datb\u00fagvingarskipanin skal betrast. <\/strong><\/p>\n\n\n\n<blockquote class=\"wp-block-quote is-layout-flow wp-block-quote-is-layout-flow\">\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00e6gru \u00fatb\u00fagvingarnar skulu gerast fleiri og lyftast \u00e1 eitt h\u00e6gri stig, sum er ein alney\u00f0ug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og kl\u00f3kari.<\/p>\n<\/blockquote>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00ed\u00f0ari ver\u00f0ur sagt at kommunurnar skulu skipast \u00ed f\u00e1ar sterkar eindir, sum eru f\u00f8rar fyri at lyfta t\u00e6r uppg\u00e1vur, i\u00f0 skulu liggja t\u00e6tt vi\u00f0 teg sum borgara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">B\u00fasta\u00f0arpolitikkur<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8rsta avbj\u00f3\u00f0ingin hj\u00e1 ungum familjum er at koma inn \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in fyrstu fer\u00f0. Land og kommunur kunnu gera s\u00edtt til at l\u00e6tta um hj\u00e1 teimum, i\u00f0 f\u00e1a s\u00e6r s\u00edn fyrsta b\u00fasta\u00f0. Vi\u00f0 at ra\u00f0festa sm\u00e6rri b\u00faeindir, so sum ra\u00f0h\u00fas, samanbygd h\u00fas og eigara\u00edb\u00fa\u00f0ir. Frams\u00f3kn vil, at felagi\u00f0 B\u00fasta\u00f0ir skal seta meira fer\u00f0 \u00e1 bygging av leigub\u00fast\u00f8\u00f0um. Felagi\u00f0 skal harafturat uppra\u00f0festa bygging av lestrar\u00edb\u00fa\u00f0um. F\u00f3lk, sum frammanundan ikki hava egnan b\u00fasta\u00f0, skulu hava fram\u00edhj\u00e1r\u00e6tt \u00e1 b\u00ed\u00f0ilistanum.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Brot \u00far teirra Fiskivinnupolitikki<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Frams\u00f3kn eru vit sannf\u00f8rd um, at fiskivinnan eins og vinnur flest hevur ta\u00f0 best undir markna\u00f0artreytum. So leingi vei\u00f0ir\u00e6ttindini eru politiskt tilluta\u00f0, skal meginparturin av tilfeingisrentuni takast inn \u00ed tilfeingisgjaldi. \u00datlendskur kapitalur skal burtur \u00far fiskivinnuni og bara f\u00f8royingar skulu kunna hava vei\u00f0ir\u00e6ttindi.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>V\u00e6lfer\u00f0in skal framt\u00ed\u00f0artryggjast<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast hundra\u00f0tals milli\u00f3nir eru l\u00e6tnar almannaverki og heilsuverki, f\u00e1a f\u00f3lk ikki grundleggjandi v\u00e6lfer\u00f0art\u00e6nastur. Frams\u00f3kn vil gera ney\u00f0ugar n\u00fdskipanir, sum tryggja, at vit f\u00e1a meira fyri hv\u00f8rja kr\u00f3nu, og at okkara v\u00e6lfer\u00f0 ver\u00f0ur haldf\u00f8r langt fram \u00ed t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>Sj\u00e1lvberandi b\u00faskapar- og f\u00edggjarpolitikkur<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit \u00ed Frams\u00f3kn eru av teirri sannf\u00f8ring, at grundhugsj\u00f3nin undir \u00f8llum virksemi \u00ed F\u00f8royum ver\u00f0ur grunda\u00f0 \u00e1 haldf\u00f8ri. Vantandi l\u00f3garverk \u00e1 f\u00edggjar\u00f8kinum letur \u00ed alt ov st\u00f3ran mun upp fyri m\u00f8guleikanum at f\u00f8ra \u00e1byrgdarleysan f\u00edggjarpolitikk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita, at innt\u00f8kur landskassans sveiggja vi\u00f0 konjunkturunum, me\u00f0an \u00fatrei\u00f0slurnar eru meira st\u00f8\u00f0ugar. Serliga t\u00e1 val n\u00e6rkast, s\u00edggja vit, at \u00fatrei\u00f0slurnar hava lyndi at vaksa \u00f3gvusliga, kanska t\u00ed ta\u00f0 er st\u00f8rri politiskur vinningur \u00ed \u00e1t\u00f8kum, sum hava vi\u00f0 s\u00e6r \u00fatrei\u00f0slur heldur enn innt\u00f8kur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava vaksandi inflati\u00f3n. Hon rakar hart og keypiorkan minkar. T\u00ed ver\u00f0ur ney\u00f0ugt at hj\u00e1lpa teimum, sum koma ringast fyri. Vit vilja gera okkara fyri at t\u00e1lma inflati\u00f3nini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Frams\u00f3kn vil, at ni\u00f0urlagingin av r\u00edkisveitingini ver\u00f0ur l\u00f8gd \u00ed eina fasta legu.<\/p>\n\n\n<div class=\"wp-block-image\">\n<figure class=\"alignleft size-large is-resized\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-1024x555.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-2540\" width=\"144\" height=\"78\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-1024x555.jpg 1024w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-300x163.jpg 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-768x416.jpg 768w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-1536x833.jpg 1536w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-2048x1110.jpg 2048w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/07\/24.fo_-860x466.jpg 860w\" sizes=\"(max-width: 144px) 100vw, 144px\" \/><\/figure>\n<\/div>\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samanumtiki\u00f0 kunnu vit siga, at Frams\u00f3kn er ein borgarligur flokkur i\u00f0 er meira fr\u00edlyntur enn hinir borgarligu flokkarnir, somulei\u00f0is ynskir flokkurin eina st\u00f3ra broyting innan fiskivinnuna. \u00dat\u00fdvir ta\u00f0 so eru nokk ikki so st\u00f3rur munir millum hendann flokkin og hinar borgarligu loysingarflokkarnar. <\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hvat ger Ruth Vang um borgarligu flokkarnir peika \u00e1 hana.<\/h2>\n\n\n<div class=\"wp-block-image\">\n<figure class=\"alignleft size-full\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"300\" height=\"300\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/12\/Profilmynd_RuthVang-Framsokn2022.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-3922\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/12\/Profilmynd_RuthVang-Framsokn2022.jpg 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/12\/Profilmynd_RuthVang-Framsokn2022-150x150.jpg 150w\" sizes=\"(max-width: 300px) 100vw, 300px\" \/><\/figure>\n<\/div>\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 sum er sera \u00e1hugavert er, hvat Frams\u00f3kn ger, um ta\u00f0 ver\u00f0ur peika \u00e1 hana sum forhandlingslei\u00f0ara til at skipa eina n\u00fdggja stj\u00f3rn.  Fer hon til vinstru ella h\u00f8gru. Ynskir Frams\u00f3kn at f\u00e1a L\u00f8gmann ella tvey m\u00e1ls\u00f8kir t.d. F\u00edggjarm\u00e1l og Heilsum\u00e1l ella m\u00f8guliga Fiskivinnum\u00e1l at umsita. ? <\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er Frams\u00f3kn sum situr vi\u00f0 lykilinum til komandi samgongu og ikki teir st\u00f3ru flokkarnir. <\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"has-luminous-vivid-amber-color has-vivid-cyan-blue-background-color has-text-color has-background wp-block-heading\" style=\"font-style:normal;font-weight:300\"><strong>Vir\u00f0isgrundarlagi\u00f0 undir Frams\u00f3kn, er grundarsteinurin undir teimum hugbur\u00f0um, i\u00f0 flokkurin byggir \u00e1.<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a rel=\"noreferrer noopener\" href=\"https:\/\/framsokn.fo\/wp-content\/uploads\/2022\/11\/1440239849_virir.pdf\" target=\"_blank\">&nbsp;<\/a><\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Vit eru ein liberalur tj\u00f3\u00f0skaparflokkur<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Pers\u00f3nligt fr\u00e6lsi, vinnuligt fr\u00e6lsi og tj\u00f3\u00f0skaparligt fr\u00e6lsi eru grundleggjandi vir\u00f0i, i\u00f0 skulu f\u00e1a f\u00f8royska samfelagi\u00f0 aftur \u00e1 beint.&nbsp;Fr\u00e6lsi\u00f0 hj\u00e1 f\u00f3lki og landi gevur sj\u00e1lvs\u00e1lit, fremur virkishug og stimbrar skapanarevni. T\u00ed er fr\u00e6lsi ta\u00f0, sum Frams\u00f3kn setir ovast \u00ed \u00f8llum s\u00ednum politiska virksemi.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Pers\u00f3nligt fr\u00e6lsi<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja, at \u00f8ll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, tr\u00fagv, sosiala st\u00f8\u00f0u og kynsligan samleika, skulu hava somu r\u00e6ttindi at liva og virka \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Vinnuligt fr\u00e6lsi<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00ednnul\u00edvi\u00f0 skapar b\u00faskaparliga grundarlagi\u00f0 undir samfelagnum og skal sum h\u00f8vu\u00f0sregla rekast \u00ed privatum h\u00f8pi. Ta\u00f0 almenna skal avmarka s\u00edn leiklut mest m\u00f8guligt, og h\u00f8vu\u00f0suppg\u00e1van er at tryggja, at vinnan er bur\u00f0ardygg.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Tj\u00f3\u00f0skaparligt fr\u00e6lsi<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Frams\u00f3kn vil, at F\u00f8royar gerast fullveldi. Bert ein fr\u00e6ls tj\u00f3\u00f0 kann gerast fullgildugur limur \u00ed altj\u00f3\u00f0a samfelagnum, vi\u00f0 \u00f8llum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Eitt samfelag vi\u00f0 fr\u00edlyndi<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt samfelag, har ta\u00f0 er r\u00fams\u00e1tt hj\u00e1 t\u00e6r at liva t\u00edtt l\u00edv solei\u00f0is, sum t\u00fa vilt. Pers\u00f3nliga fr\u00e6lsi\u00f0 hevur v\u00ed\u00f0ar karmar, men ta\u00f0 skal alt\u00ed\u00f0 livast vi\u00f0 \u00e1byrgd og vi\u00f0 vir\u00f0ing fyri \u00f8\u00f0rum, i\u00f0 vilja liva \u00f8\u00f0rv\u00edsi.&nbsp;Vit eru sannf\u00f8rd um, at skapanarevnini og virkishugurin tr\u00edvast best, har ta\u00f0 er pl\u00e1ss fyri ymiskleika og fj\u00f8lbroytni.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">\u00c1byrgd fyri t\u00e6r sj\u00e1lvum<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja gera ta\u00f0 liviligt hj\u00e1 frams\u00f3knum kvinnum og monnum. T\u00ed vilja vit ste\u00f0ga verandi gongd, har samfelagi\u00f0 ovurskattar og leggur byr\u00f0ar \u00e1 vanligar familjur og einstaklingar, sum k\u00fdta seg og gera s\u00edtt besta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann einstaki skal hava t\u00e6r allarbestu umst\u00f8\u00f0urnar at fylgja s\u00ednum m\u00e1lum og dreymum. Og ta\u00f0 gera vit best vi\u00f0 at loyva f\u00f3lkum at virka fr\u00edtt vi\u00f0 teimum evnum og m\u00f8guleikum, tey eru f\u00f8dd vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 skal loysa seg betur at arbei\u00f0a, og ein fr\u00edur markna\u00f0ur, har ta\u00f0 almenna blandar seg sum minst, er trygdin fyri, at vinnul\u00edv og tann einstaki menna seg og ganga n\u00fdggjar lei\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Vit vilja tryggja kjarnut\u00e6nasturnar<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heilsuverki\u00f0 skal styrkjast. Ney\u00f0ugt er at seta sj\u00faklingin \u00ed fokus og geva serfr\u00f8\u00f0ini best m\u00f8guligar umst\u00f8\u00f0ur at tr\u00edvast og mennast fakliga, so mest f\u00e6st fyri hv\u00f8rja kr\u00f3nu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datb\u00fagvingarskipanin skal betrast. H\u00e6gru \u00fatb\u00fagvingarnar skulu gerast fleiri og lyftast \u00e1 eitt h\u00e6gri stig, sum er ein alney\u00f0ug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og kl\u00f3kari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunurnar skulu skipast \u00ed f\u00e1ar sterkar eindir, sum eru f\u00f8rar fyri at lyfta t\u00e6r uppg\u00e1vur, i\u00f0 skulu liggja t\u00e6tt vi\u00f0 teg sum borgara.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">F\u00e6rri avmarkingar<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landi\u00f0 skal minka s\u00edn leiklut sum tann, i\u00f0 st\u00fdrir og fordeilir. Ta\u00f0 kl\u00e1rar vinnan best \u00ed fr\u00edari kapping. Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar.Vit skulu tora at leggja sum mest \u00fat til privat at umsita, og vit skulu selja almennar fyrit\u00f8kur, sum eru betri riknar av privatum.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Einar sj\u00e1lvbjargnar F\u00f8royar<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er \u00ed strembanini eftir at standa \u00e1 egnum beinum, at vit f\u00e1a tann st\u00f8rsta frambur\u00f0in. T\u00ed er f\u00f8royskt fullveldi eitt framt\u00ed\u00f0arm\u00e1l hj\u00e1 Frams\u00f3kn.Vit skulu sj\u00e1lvi taka \u00e1byrgd og r\u00e6\u00f0i \u00e1 okkara egna tj\u00f3\u00f0arb\u00faskapi og seta sj\u00f8til \u00e1 eina tilgongd, har r\u00edkisveitingin minkar ni\u00f0ur \u00ed einki. Ta\u00f0 merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti merkir sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i, at vit gerast sterkari \u00ed felagsskapi vi\u00f0 onnur.&nbsp;Sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i gevur \u00e1r\u00e6\u00f0i og sj\u00e1lvs\u00e1lit, sum skulu vera sterkasta ey\u00f0kenni vi\u00f0 okkara samleika.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed setir Frams\u00f3kn fr\u00e6lsi fremst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa kans lesa meir um Frams\u00f3kn \u00e1 teirra heimas\u00ed\u00f0u <a href=\"https:\/\/framsokn.fo\/\">her<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Um F\u00f8royar fara til vinstru ella h\u00f8gru, so er ta\u00f0 avger\u00f0in hj\u00e1 forkvinnuni \u00ed Frams\u00f3kn Ruth Vang. Fyri at kunna l\u00fdsa hv\u00f8r er Frams\u00f3kn, hava vit valt at hyggja n\u00e6rri&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3917,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-3916","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3916","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3916"}],"version-history":[{"count":3,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3916\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3923,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3916\/revisions\/3923"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3917"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3916"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3916"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3916"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}