{"id":3960,"date":"2022-12-16T11:55:17","date_gmt":"2022-12-16T11:55:17","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=3960"},"modified":"2022-12-16T11:55:18","modified_gmt":"2022-12-16T11:55:18","slug":"styrk-salarligu-heilsuna-eisini-a-jolum-tu-kanst-gera-mun","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2022\/12\/16\/styrk-salarligu-heilsuna-eisini-a-jolum-tu-kanst-gera-mun\/","title":{"rendered":"<strong>Styrk s\u00e1larligu heilsuna \u2013 eisini \u00e1 j\u00f3lum. T\u00fa kanst gera mun!<\/strong>"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">J\u00f3lini n\u00e6rkast \u00ed hv\u00f8rjum og desember m\u00e1na\u00f0i kann hava n\u00f3gv ymiskt at bj\u00f3\u00f0a. Hendan t\u00ed\u00f0in kann ver\u00f0a b\u00e6\u00f0i hugnalig og m\u00f8\u00f0andi. Fyri summi er t\u00ed\u00f0in merkt av gle\u00f0i, hugna og n\u00e6rveru, og fyri onnur er hon kanska \u00ed st\u00f8rri mun merkt av einsemi, strongd, angist og sorg.&nbsp;&nbsp;<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eins og a\u00f0rar t\u00ed\u00f0ir \u00e1 \u00e1rinum hevur ta\u00f0 t\u00fddning at ansa eftir og styrkja s\u00e1larligu heilsuna \u00e1 j\u00f3lum. T\u00ed hevur ABC fyri s\u00e1larliga heilsu 8 uppskot til, hvussu t\u00fa kanst var\u00f0veita g\u00f3\u00f0a s\u00e1larliga heilsu og gera mun fyri b\u00e6\u00f0i teg og onnur vi\u00f0 at fylgja bo\u00f0skapunum #vervirkin #versaman #verhugbundin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 ABC fyri s\u00e1larliga heilsu eggja vit til, at vit koma hv\u00f8r \u00f8\u00f0rum vi\u00f0 og stu\u00f0la hv\u00f8r \u00f8\u00f0rum \u00ed desember. \u00cd sta\u00f0in fyri at leggja st\u00f3ran dent \u00e1 g\u00e1vur, eggja vit til heldur at leggja st\u00f8rri dent \u00e1 at gera g\u00f3\u00f0ar ger\u00f0ir fyri b\u00e6\u00f0i teg og onnur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit ynskja \u00f8llum eini gle\u00f0ilig j\u00f3l vi\u00f0 hesum \u00e1tta r\u00e1\u00f0um til desember:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>8 r\u00e1\u00f0 til at styrkja s\u00e1larligu heilsuna \u00ed desember<\/strong><\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"1\">\n<li><strong>Legg st\u00f8rri dent \u00e1 at gera g\u00f3\u00f0ar ger\u00f0ir, heldur enn at keypa g\u00e1vur<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At gera g\u00f3\u00f0ar ger\u00f0ir er ein b\u00edlig og einf\u00f8ld g\u00e1va \u2013 og kann hava minst l\u00edka n\u00f3gv vir\u00f0i og g\u00f3\u00f0a \u00e1virkan \u00e1 b\u00e6\u00f0i teg og onnur, sum ein keypt g\u00e1va. Sm\u00e1ar ger\u00f0ir hava t\u00fddning og kunnu gera st\u00f3ran mun \u00ed gerandisdegnum hj\u00e1 t\u00e6r og \u00f8\u00f0rum. Vitja onkran, sum situr n\u00f3gv fyri seg sj\u00e1lva\/n, lat onkran koma fram um teg \u00ed b\u00ed\u00f0ir\u00f8\u00f0ini, skriva eina fitta heilsan til ein starvsfelaga, tosa bl\u00eddliga vi\u00f0 tey, sum avgrei\u00f0a teg \u00ed handlum, ella sm\u00edl og sig hey vi\u00f0 tey, t\u00fa m\u00f8tir. M\u00f8guleikarnir fyri g\u00f3\u00f0um ger\u00f0um eru n\u00f3gvir og t\u00e6r sm\u00e1u ger\u00f0irnar muna!<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"2\">\n<li><strong>Br\u00faka t\u00ed\u00f0 \u00ed n\u00e1tt\u00faruni<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast ve\u00f0ri\u00f0 kann vera illf\u00fdsi\u00f0 \u00ed desember,&nbsp; royn og stremba eftir at br\u00faka n\u00f3gvar l\u00f8tur \u00fati \u00ed n\u00e1tt\u00faruni og f\u00e1 dagslj\u00f3s, t\u00e1 ta\u00f0 ber til. At vera \u00fati \u00ed n\u00e1tt\u00faruni hevur \u00f3metaliga g\u00f3\u00f0a \u00e1virkan \u00e1 s\u00e1larligu heilsuna og v\u00e6lveruna. Varnast fr\u00edsku luftina, litirnar, vindin, kanska kavan ella stj\u00f8rnukl\u00e1ra himmalin.<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"3\">\n<li><strong>Gev t\u00e6r stundir til at vera saman vi\u00f0 familju og vinum<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast t\u00fa kanska hevur n\u00f3gv um oyruni \u00ed desember, gev t\u00e6r stundir til familju og vinir. Ring til ein vin ella familjulim, i\u00f0 t\u00fa ikki hevur s\u00e6\u00f0 leingi, vitja onkran, i\u00f0 hevur ta\u00f0 sv\u00e1rt \u00ed desember ella savna vinir ella familju til hugnaliga samveru. At hava kensluna av at hoyra til hevur st\u00f3ran t\u00fddning fyri s\u00e1larligu heilsuna.<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"4\">\n<li><strong>Royn okkurt n\u00fdtt<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Set t\u00e6r eina avbj\u00f3\u00f0ing og royn okkurt n\u00fdtt \u00ed desember. Far til eitt tiltak, i\u00f0 t\u00fa heldur tykist \u00e1hugavert, og sum t\u00fa ongant\u00ed\u00f0 hevur veri\u00f0 til fyrr, royn eitt n\u00fdtt puslisp\u00e6l, l\u00e6r eitt n\u00fdtt kort- ella bor\u00f0sp\u00e6l saman vi\u00f0 familju, ver kreativ\/ur vi\u00f0 at gera n\u00fdtt j\u00f3lapynt ella royn eina n\u00fdggja uppskrift.<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"5\">\n<li><strong>Gev t\u00e6r stundir til t\u00edn sj\u00e1lvs<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast bo\u00f0skapurin \u00ed ABC fyri s\u00e1larliga heilsu er at vera virkin, saman og hugbundin, merkir ta\u00f0 ikki, at vit alla t\u00ed\u00f0ina skulu \u00fat at reika. T\u00fa kanst vera virkin b\u00e6\u00f0i kropsliga, sosialt, s\u00e1larliga og andaliga. Ta\u00f0 hevur eisini t\u00fddning at ste\u00f0ga \u00e1 vi\u00f0 hv\u00f8rt, og geva t\u00e6r stundir til at hj\u00fakla um teg sj\u00e1lva\/n. T\u00fa kanst t.d. hyggja \u00ed eina myndab\u00f3k, lesa eina b\u00f3k ella \u00fatinna r\u00f3ligar kropsr\u00f8rslur, i\u00f0 f\u00e1a teg veruliga at slappa av.<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"6\">\n<li><strong>Byrja n\u00fdggja si\u00f0venju<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um t\u00fa ikki hevur&nbsp; si\u00f0venjur \u00ed desember, so tak stig til at byrja eina n\u00fdggja. Savna gamlar vinir ella familju, i\u00f0 t\u00fa sj\u00e1ldan s\u00e6rt til j\u00f3laklipp ella ein drekkamunn. Skipa fyri felags gongut\u00fari ella fari\u00f0 saman til eitt alment tiltak.<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"7\">\n<li><strong>Ver virkin \u2013 eisini \u00ed j\u00f3lafr\u00edt\u00ed\u00f0ini<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd j\u00f3lafr\u00edt\u00ed\u00f0ini kunnu vit hava lyndi til at gloyma at hugsa um okkara kropsligu heilsu. Gev t\u00e6r stundir til at fara ein gongut\u00far, rennit\u00far ella ennt\u00e1 skrei\u00f0a \u00e1 sletu, um ta\u00f0 er kavi. \u00d8ll r\u00f8rsla munar.<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\" type=\"1\" start=\"8\">\n<li><strong>Ger \u201cver virkin, ver saman, ver hugbundin\u201d til t\u00edtt slagor\u00f0 fyri 2023<\/strong><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At vera virkin, hava kensluna av at hoyra til og at f\u00e1ast vi\u00f0 ymiskt, i\u00f0 er vi\u00f0 til at geva t\u00e6r kenslu av meining \u00ed l\u00edvinum, er vi\u00f0 til at styrkja og var\u00f0veita g\u00f3\u00f0a s\u00e1larliga heilsu. Hugsa um, hvat gott t\u00fa hevur gj\u00f8rt fyri t\u00edna s\u00e1larligu heilsu \u00ed 2022 \u2013 og halt fast \u00ed t\u00ed g\u00f3\u00f0a, i\u00f0 t\u00fa hevur gj\u00f8rt, og stremba eftir at ra\u00f0festa t\u00edna s\u00e1larligu heilsu \u00ed 2023.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Um ABC fyri s\u00e1larliga heilsu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">ABC fyri s\u00e1larliga heilsu er ein verk\u00e6tlan hj\u00e1 F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0num, sum sn\u00fdr seg um at fremja s\u00e1larliga heilsu og trivna\u00f0 millum \u00edb\u00fagvarnar \u00ed F\u00f8royum.&nbsp;S\u00e1larlig heilsa sn\u00fdr seg um alt ta\u00f0, i\u00f0 ger l\u00edvi\u00f0 vert at liva. Vi\u00f0 at vera virkin \u00e1 ymiskan h\u00e1tt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt vi\u00f0 fullum huga, i\u00f0 gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og b\u00f8ta um okkara s\u00e1larligu heilsu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ver virkin:&nbsp;<\/strong>Ver virkin likamliga, s\u00e1larliga, sosialt og andaliga: t\u00fa kanst ganga ein t\u00far, l\u00faka \u00ed urtagar\u00f0inum, tosa vi\u00f0 ein granna, telva, lesa eina b\u00f3k ella vera dj\u00faphugsin og nj\u00f3ta n\u00e1tt\u00faruna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ver saman:&nbsp;<\/strong>Ver partur av einum bindiklubba, t\u00f3nleikab\u00f3lki, b\u00f3kaklubba, \u00edtr\u00f3ttali\u00f0i ella ver enn meira virkin \u00ed einum b\u00f3lki, t\u00fa longu ert partur av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ver hugbundin:&nbsp;<\/strong>At vera hugbundin, sipar til at vera uppi\u00ed onkrum ella binda seg til okkurt vi\u00f0 fullum huga. Ger sj\u00e1lvbo\u00f0i\u00f0 arbei\u00f0i, set t\u00e6r sj\u00e1lvum eina avbj\u00f3\u00f0ing, l\u00e6r okkurt n\u00fdtt ella hj\u00e1lp eini ommu ella vini vi\u00f0 onkrum.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>J\u00f3lini n\u00e6rkast \u00ed hv\u00f8rjum og desember m\u00e1na\u00f0i kann hava n\u00f3gv ymiskt at bj\u00f3\u00f0a. Hendan t\u00ed\u00f0in kann ver\u00f0a b\u00e6\u00f0i hugnalig og m\u00f8\u00f0andi. Fyri summi er t\u00ed\u00f0in merkt av gle\u00f0i, hugna og&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3961,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-3960","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3960","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=3960"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3960\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":3962,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/3960\/revisions\/3962"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3961"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=3960"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=3960"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=3960"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}