{"id":4370,"date":"2023-03-17T21:55:47","date_gmt":"2023-03-17T21:55:47","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=4370"},"modified":"2023-03-17T21:55:48","modified_gmt":"2023-03-17T21:55:48","slug":"tad-er-landid-sum-skal-utbugva-fleiri-namsfroedingar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/03\/17\/tad-er-landid-sum-skal-utbugva-fleiri-namsfroedingar\/","title":{"rendered":"Ta\u00f0 er landi\u00f0, sum skal \u00fatb\u00fagva fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Ta\u00f0 er landi\u00f0, sum skal \u00fatb\u00fagva fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar, og veruleikin er, at vit \u00ed F\u00f8royum \u00fatb\u00fagva ikki fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar um \u00e1ri\u00f0 enn mann gj\u00f8rdi \u00ed 1980\u00b4unum. F\u00f3lkatali\u00f0 er vaksi\u00f0 n\u00f3gv s\u00ed\u00f0ani t\u00e1, eins og fakliga medviti\u00f0 um ta\u00f0 ney\u00f0uga \u00ed g\u00f3\u00f0ari n\u00e1msfr\u00f8\u00f0i er vaksi\u00f0. Men ta\u00f0 fer at taka minst eitt \u00e1rat\u00edggju at r\u00e6tta upp upp\u00e1 hesa st\u00f8\u00f0u, sj\u00e1lvt um vit beinanvegin taka fleiri flokkar upp til n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ilesna\u00f0 \u00e1 Setrinum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Pedagogfelagi\u00f0 hevur havt a\u00f0alfund s\u00ed\u00f0sta vikuskifti\u00f0, og \u00ed \u00fatvarpst\u00ed\u00f0indunum greiddi forma\u00f0urin J\u00f3gvan Philbrow fr\u00e1 t\u00ed, i\u00f0 har f\u00f3r fram, men mest um, hvussu v\u00e1naligt dagstovna\u00f8ki\u00f0 \u00ed T\u00f3rshavnar kommunu er.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samb\u00e6rt J\u00f3gvani Philbrow, so er starvsf\u00f3lkatroti\u00f0 \u00ed Havn somiki\u00f0 st\u00f3rt, at kommunan ikki eigur at byggja fleiri stovnar, h\u00f3ast kommununi vantar stovnspl\u00e1ss. Ta\u00f0 vil so hava vi\u00f0 s\u00e6r, at b\u00f8rn ikki sleppa \u00e1 stovn og at foreldrini ikki sleppa til arbei\u00f0is.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Forma\u00f0urin heitti t\u00ed \u00e1 kommununa um at senda bo\u00f0 \u00fat \u00ed heim um, at til Havnar skal mann ikki fara, t\u00ed har vanta b\u00e6\u00f0i starvsf\u00f3lk og stovnspl\u00e1ss.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Tey g\u00f3\u00f0u t\u00ed\u00f0indini<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Pedagogbla\u00f0num, sum kom \u00fat \u00ed sambandi vi\u00f0 a\u00f0alfundin, eru fleiri atfinnandi greinar um skili\u00f0 \u00ed Havn. Men uppbyggjandi lesna\u00f0ur er eisini at finna. Millum anna\u00f0 grei\u00f0ir landsst\u00fdriskvinnan \u00ed almannam\u00e1lum fr\u00e1 st\u00f3ra t\u00f8rvinum \u00e1 b\u00fastovnum, sum landsst\u00fdri\u00f0 n\u00fa hevur sett s\u00e6r fyri at byggja.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta eru av sonnum gle\u00f0ilig t\u00ed\u00f0indi, at naka\u00f0 ver\u00f0ur gj\u00f8rt vi\u00f0 st\u00f3ra t\u00f8rvin \u00e1 b\u00fastovnum til almanna\u00f8ki\u00f0. Har starvast eisini n\u00f3gvir n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar &#8211; og n\u00fa ver\u00f0ur t\u00f8rvur \u00e1 enn fleiri. T\u00f3rshavnar kommuna fer eisini at gera alt fyri at hj\u00e1lpa, millum anna\u00f0 vi\u00f0 at Almannaverki\u00f0 kann f\u00e1a grund\u00f8ki at byggja \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd sama bla\u00f0i\u00f0 grei\u00f0ir landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed barna- og \u00fatb\u00fagvingarm\u00e1lum fr\u00e1 \u00e6tlan s\u00edni um at l\u00f3garfesta minimumsnormering \u00e1 dagstovna\u00f8kinum, umframt at stytta arbei\u00f0svikuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men alt anna\u00f0 l\u00edka, so hava allar hesar \u00e6tlanir vi\u00f0 s\u00e6r t\u00f8rv \u00e1 enn fleiri starvsf\u00f3lkum. Men T\u00f3rshavnar kommuna tekur fult undir vi\u00f0 hesum \u00e6tlanum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kann t\u00ed tykjast eitt sindur bakvent, at forma\u00f0urin \u00ed Pedagogfelagnum ongar \u00e1varingar hev\u00f0i til landsst\u00fdrisf\u00f3lkini, hv\u00f8rki t\u00e1 ta\u00f0 er um at byggja fleiri b\u00fastovnar ella at \u00f8kja um t\u00f8rvin \u00e1 n\u00e1msfr\u00f8\u00f0iligum starvsf\u00f3lkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed ta\u00f0 s\u00e6r ikki m\u00e6tari \u00fat enn, at ta\u00f0 bara er T\u00f3rshavnar kommuna, sum ikki m\u00e1 byggja \u00fat, so at allir borgarar \u2013 og ikki bara nakrir \u2013 kunnu f\u00e1a b\u00f8rn \u00e1 dagstovn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Veruleikin fl\u00f8ktari enn so<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00f3gvan Philbrow hevur veri\u00f0 leingi \u00ed fakfelagsarbei\u00f0i og kennir politisku tilgongdirnar b\u00e6\u00f0i hj\u00e1 land og kommunu. Hann veit t\u00ed eisini, hvussu T\u00f3rshavnar kommuna hevur styrkt dagstovna\u00f8ki\u00f0 seinastu \u00e1rini. Hann veit eisini, at kommunan sj\u00e1lvbo\u00f0i\u00f0 hevur sett s\u00e6r fyri at r\u00f8kka minimumsnormering eins og ta, i\u00f0 landsst\u00fdrisma\u00f0urin ynskir at l\u00f3garfesta. Hann veit eisini, at ta\u00f0 er ein tilgongd, sum f\u00edggjarliga m\u00e1 takast yvir n\u00f8kur \u00e1r \u2013 eins og gj\u00f8rt ver\u00f0ur \u00ed Danmark fyri t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00f3gvan veit eisini, at st\u00f8\u00f0an innan n\u00e1msfr\u00f8\u00f0iliga \u00f8ki\u00f0, ikki bara \u00ed Havn, men \u00ed \u00f8llum landinum og innan almanna\u00f8ki\u00f0, er sum ein gordiskur kn\u00fatur. Sum myndugleikar hava kommunur og land skyldur at veita borgarunum \u00e1v\u00edsar t\u00e6nastur, og ey\u00f0s\u00e6\u00f0 stremba allir partar eftir at gera ta\u00f0 so gott sum til ber.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis hava vit upp \u00ed leypar av bygna\u00f0arligum vi\u00f0urskiftum, sum kommunur og Almannaverk bert hava \u00e1v\u00edsa \u00e1byrgd av og \u00e1virkan \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er landi\u00f0, sum skal \u00fatb\u00fagva fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar, og veruleikin er, at vit \u00ed F\u00f8royum \u00fatb\u00fagva ikki fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar um \u00e1ri\u00f0 enn man gj\u00f8rdi \u00ed 1980\u00b4unum. F\u00f3lkatali\u00f0 er vaksi\u00f0 n\u00f3gv s\u00ed\u00f0ani t\u00e1, eins og fakliga medviti\u00f0 um ta\u00f0 ney\u00f0uga \u00ed g\u00f3\u00f0ari n\u00e1msfr\u00f8\u00f0i er vaksi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 fer at taka minst eitt \u00e1rat\u00edggju at r\u00e6tta upp upp\u00e1 hesa st\u00f8\u00f0u, sj\u00e1lvt um vit beinanvegin taka fleiri flokkar upp til n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ilesna\u00f0 \u00e1 Setrinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Vit vilja eitt l\u00f8narlyft<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00f8narlagi\u00f0 er eitt anna\u00f0 m\u00e1l. Vit eiga \u00f8ll at vi\u00f0urkenna, at l\u00f8n og arbei\u00f0sumst\u00f8\u00f0ur hava st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 trivna\u00f0, n\u00f8gdsemi og atdr\u00e1ttarmegi til faki\u00f0. Eisini her mugu fleiri partar taka saman l\u00f3gvatak, ein einst\u00f8k kommuna, st\u00f3r ella l\u00edtil, kann ikki gera ta\u00f0 sj\u00e1lvdr\u00e1tti uttanum s\u00e1ttm\u00e1lan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men kunnu vit semjast um eitt l\u00f8narlyft, i\u00f0 munar, so skal okkara partur ikki liggja eftir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunan skal eisini hyggja inneftir. Starvsf\u00f3lkatroti\u00f0 skapar st\u00f3ra \u00f8rkymlan og setir alla skipanina undir tr\u00fdst. Einki er at ivast \u00ed, at kommunan kann gera fleiri vi\u00f0urskifti enn betri, og sum kommunan sj\u00e1lv hevur \u00e1byrgd at broyta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg kann bl\u00edva vi\u00f0, men fl\u00f8kjukn\u00fatin skulu fleiri partar til at loysa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum eg havi sagt \u00e1\u00f0ur, so er n\u00fdggja tilm\u00e6li\u00f0 \u201cTil barnsins besta\u201d, sum Dagstovnar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur gj\u00f8rt, eitt gott \u00fatgangsst\u00f8\u00f0i, umframt at b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 heldur fram at \u00f8kja j\u00e1ttanirnar til normering og fyrireikingart\u00ed\u00f0 eftir t\u00ed leisti, sum uppskotini \u00ed eftirmetingini fr\u00e1 2021 hava m\u00e6lt til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00f3gvan Philbrow kann kenna seg v\u00edsan \u00ed, at aftrat \u00f8llum hesum, so fer T\u00f3rshavnar kommuna framhaldandi at gera s\u00edtt til, at t\u00f8rvurin \u00e1 dagstovnapl\u00e1ssum ver\u00f0ur n\u00f8kta\u00f0ur vi\u00f0 teim \u00fatbyggingum, sum eru \u00ed gongd og \u00ed \u00e6tlan komandi \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At byggja \u00fat og at menna dagstovna\u00f8ki\u00f0 serliga \u00ed mun til starvsf\u00f3lkini og n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ina er ikki antin ella, men b\u00e6\u00f0i og.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>He\u00f0in Mortensen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>borgarstj\u00f3ri<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 er landi\u00f0, sum skal \u00fatb\u00fagva fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar, og veruleikin er, at vit \u00ed F\u00f8royum \u00fatb\u00fagva ikki fleiri n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar um \u00e1ri\u00f0 enn mann gj\u00f8rdi \u00ed 1980\u00b4unum. F\u00f3lkatali\u00f0 er vaksi\u00f0 n\u00f3gv&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":4173,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-4370","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4370","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=4370"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4370\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4371,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4370\/revisions\/4371"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/4173"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=4370"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=4370"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=4370"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}