{"id":4465,"date":"2023-03-31T20:36:43","date_gmt":"2023-03-31T20:36:43","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=4465"},"modified":"2023-03-31T20:53:10","modified_gmt":"2023-03-31T20:53:10","slug":"vidmerking-til-johan-dahl-og-onnur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/03\/31\/vidmerking-til-johan-dahl-og-onnur\/","title":{"rendered":"Vi\u00f0merking til J\u00f3han Dahl og onnur"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">\u00c1 L\u00f8gtingi, mikudagin, vi\u00f0merkti J\u00f3han Dahl, at vit \u00e1ttu at fara fr\u00e1 fiskid\u00f8gum til kvotur.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta hava vit hoyrt onnur nevnt. M.a. hevur Havstovan nevnt ta\u00f0, t\u00f3 at Petur Steingrund fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an, \u00e1 fundi vi\u00f0 arbei\u00f0sb\u00f3lk hj\u00e1 Sambandsflokkinum, har J\u00f3han Dahl var forma\u00f0ur, visti at siga, at ongin munur var \u00e1 fiskid\u00f8gum og kvotum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bj\u00f8rt Samuelsen visti stutt eftir at fortelja m\u00e6r, at hon hev\u00f0i tosa vi\u00f0 fiskifr\u00f8\u00f0ingar, sum meintu at kvotur v\u00f3ru betri. Ta\u00f0 f\u00e6r ein at hugsa, at tosa ver\u00f0ur, sum best ber til, ella at onki fakta er, til at gera ni\u00f0urst\u00f8\u00f0ur \u00fat fr\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">R\u00f3gvi Reinert, sum var a\u00f0alstj\u00f3ri meinti eisini at vit eiga at hava kvotur. J\u00f3han Simonsen, sum umsitur vei\u00f0ueftirlit hj\u00e1 V\u00f8rn v\u00edsti \u00ed vi\u00f0merking \u00e1 Facebook, at hann eisini d\u00e1mar kvotur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Helgi Abrahamsen nevndi einafer\u00f0, at f\u00f8roysk skip sum hava kvotur tykjast kl\u00e1ra seg, me\u00f0an tey sum hava fiskidagar kl\u00e1ra seg ikki v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f3gv f\u00f3lk hava eina meining. Men illa gongur at grundgeva. Sofus \u00ed Selvindi, besti l\u00e6rari eg veit um, plagdi at siga: \u201cT\u00fa kanst halda bl\u00f8\u00f0ini, men hetta skal t\u00fa vita\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at f\u00e1a modell at ganga upp, broyta Havstovan og ICES fakta. \u00c1 fagm\u00e1li er ta\u00f0 at broyta emperi, fyri at f\u00e1a model at passa. Hv\u00ed ikki broyta model og behalda fakta? T\u00e1 teir broyta fakta, so skriva teir sj\u00e1lvandi, hvat og hvussu teir broyta. Ta\u00f0 er alment og kunnu \u00f8ll lesa ta\u00f0. Fiskimenn tosa bara emperi og t\u00ed kann Havstovan ikki tosa vi\u00f0 fiskimenn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Emperi v\u00edsur, at t\u00e1 havi\u00f0 var fr\u00edtt, fiska\u00f0u vit meira enn \u00ed dag, allasta\u00f0ni \u00ed nor\u00f0urh\u00f8vum. \u00dat fr\u00e1 logikkinum um at okkurt skal gerast, so \u00e1ttu vit at flutt okkum 60 \u00e1r aftur \u00ed t\u00ed\u00f0. J\u00f3han Dahl hevur \u00e1 Facebook sagt s\u00edna meining um undirrita\u00f0a sum granskara. Ta\u00f0 hevur hann loyvi til. Men n\u00fa tosa vit um data, sum onnur hava framleitt og ta\u00f0 duga b\u00e6\u00f0i eg, J\u00f3han og \u00f8ll onnur l\u00edka v\u00e6l at lesa sum fiskifr\u00f8\u00f0ingar. Hesi data v\u00f3ru t\u00f3 ikki \u00ed tilfarinum, sum Dennis Holm leg\u00f0i fyri L\u00f8gtingi<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allasta\u00f0ni har lurta er eftir fiskifr\u00f8\u00f0ini er vei\u00f0an minka 50% ella meira. \u00cd F\u00f8royum, t\u00e1 vit ikki lurta\u00f0u eftir fiskifr\u00f8\u00f0ini fiska\u00f0u vit 100% av t\u00ed vit fiska\u00f0u fyrr. T\u00e1 fiskifr\u00f8\u00f0in vann og vit lurta\u00f0u, minka\u00f0i vei\u00f0an. \u00cd Barentshavinum lurta teir n\u00e6stminst og har minka\u00f0i vei\u00f0an og teir kundu fiska 50% meira enn teir fiska \u00ed dag. \u00cd \u00cdslandi reypa tey um framgongd, s\u00ed\u00f0an 2007, men tey kundu fiska 100% meira enn tey gera \u00ed dag, um ta\u00f0 var sum fyrr. Alla a\u00f0rasta\u00f0ni er heilt gali\u00f0. T\u00f8lini v\u00edsa sostatt, at ta\u00f0 at lurta eftir ICES allasta\u00f0ni, uttan undatak, er enda vi\u00f0 einari katastrofu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu \u00ed dag sta\u00f0festa, at hagt\u00f8lini v\u00edsa, at hv\u00f8rki kvotur ella fiskidagar bjarga okkum undan v\u00e1naligari r\u00e1\u00f0geving. Hagt\u00f8lini v\u00edsa at t\u00e1 fiskifr\u00f8\u00f0in \u00e1setur kvotur og t\u00e1 hon \u00e1setur dagar er \u00farsliti\u00f0 ta\u00f0 sama. T\u00ed siga hagt\u00f8lini, at kvotur ikki broyta st\u00f8\u00f0una.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8\u00f0an hj\u00e1 heimaflotanum er v\u00e1nalig, men fiskidagaskipanin gevur sama \u00farslit sum kvotaskipan t\u00e1 vit lurta eftir fiskifr\u00f8\u00f0ini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">R\u00e1\u00f0gevingin fr\u00e1 v\u00edsindini ver\u00f0ur gj\u00f8rd vi\u00f0 modelli, har emperi ver\u00f0ur broytt, fyri at f\u00e1a modelli at passa. Ta\u00f0 \u00e1tti at veri\u00f0 n\u00e6rliggjandi at hugsa, at sannl\u00edkt er modelli skeivt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Er modelli skeivt, so eru politiskar samtyktir um at minka dagatal eisini skeivar. Politiskar samtyktir um at stongja \u00f8kir, fyri at hj\u00e1lpa fiskastovnum eru helst eisini skeivar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 ber til at eftirkanna vi\u00f0 data, men ta\u00f0 koma vit til eina a\u00f0ru fer\u00f0. T\u00f3 kann uppl\u00fdsast, at t\u00f8lini v\u00edsa, at higartil hevur r\u00e1\u00f0gevingin fr\u00e1 Havstovuni\/Ices kosta okkum 20 milliardir \u00ed mistum innt\u00f8kum seinastu 20 \u00e1rini. Og skj\u00f3tt missa vit t\u00e6r n\u00e6stu 10 milliardirnar.<\/p>\n\n\n\n<h1 class=\"wp-block-heading\">Annars eru ta\u00f0 \u00ed \u00e1r 10 \u00e1r s\u00ed\u00f0an Sidney Holt, sum s\u00ed\u00f0an 1957 er rokna\u00f0ur sum p\u00e1pin av dagsins fiskifr\u00f8\u00f0i, seg\u00f0i \u00e1 ICES r\u00e1\u00f0stevnuni,&nbsp;The World Conference on Stock Assessment Methods for Sustainable Fisheries \u00ed Boston, sum keynote talari seg\u00f0i: \u201cMSY is rubbish\u201d T\u00ed er onki n\u00fdtt \u00ed at ICES h\u00e1tturin at gera stovnsmetingar er sera ivasamur. Ta\u00f0 hava n\u00f3gv vita \u00ed n\u00f3gv \u00e1r.<\/h1>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00f3gvan D Hansen, seg\u00f0i \u00e1 Setrinum at paradigmuskifti kom t\u00e1 teir gomlu g\u00f3\u00f0ust. Ta\u00f0 kundi ikki roknast vi\u00f0 at teir f\u00f3ru at g\u00f3\u00f0taka at alt teir hava gj\u00f8rt eitt langt arbei\u00f0sl\u00edv var skeivt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ongin noy\u00f0ir nakran at tr\u00fagva avrei\u00f0ingart\u00f8lum seinastu 100 \u00e1rini. Ta\u00f0 stendur \u00f8llum fr\u00edtt at gera sum havfr\u00f8\u00f0in og broyta data, ella at velja selektiv data, solei\u00f0is at tey samsvara t\u00ed ein ynskir at tr\u00fagva.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu enda vi\u00f0 at citera L\u00edggjas \u00ed B\u00f8: Vit og skil hava tey flestu. Ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um at br\u00faka vit og skil.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eivind Jacobsen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Strendur<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00c1 L\u00f8gtingi, mikudagin, vi\u00f0merkti J\u00f3han Dahl, at vit \u00e1ttu at fara fr\u00e1 fiskid\u00f8gum til kvotur. Hetta hava vit hoyrt onnur nevnt. M.a. hevur Havstovan nevnt ta\u00f0, t\u00f3 at Petur Steingrund&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3296,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113,110,7],"tags":[],"class_list":["post-4465","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan","category-politikkur","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4465","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=4465"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4465\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4466,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4465\/revisions\/4466"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3296"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=4465"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=4465"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=4465"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}